Saturday, October 15, 2011

Dóttirin


Eg vil bara gera lesarum og viðmerkjarum vart við, at eg verið ómetaliga passivur á blogginum komandi tvær vikurnar. Fleiri av lesarunum kenna meg og familju mína persónliga og eisini okkara núverandi torføru umstøður og fleiri av tykkum hava spurgt um støðu okkara og biðja fyri okkum. Eg fari tí at loyva mær, at nýta bloggin hesuferð, til eitt meiri persónligt innlegg. Vóni ikki nakar hevur nakað stórvegis ímóti tí.

Hesa vikuna, fara konan og eg til Danmarkar við trý ára gomlu dóttur okkara, í sjúkraørindum. 

Dóttur okkara hevur stríðst ómetaliga við sjúkuna Coalitis Ulserosis, í útvið tvey ár. Okkum vitandi, vóru læknarnir seinasta ár, ikki vitandi um nakran yngri enn dóttur okkara, sum var staðfestur við sjúkuni. Fyri at siga tað milt, hevur hon havt tað ómetaliga torført og sum foreldur, hava vit verið bæði óttafull og ørmaktaði.

Støðan íløtuni er, at meiri enn eitt ára medisinsk viðgerð, ikki hevur ført til nakran betring og kanska heldur skaða heilsu og vøkstur, samstundis sum at sjúkan, hevur havt sama árin á likami, so vit uppliva eina dubbulta negativa effekt í løtuni.

Læknarnir eru tí komnir til tað niðurstøðu og avgerð, at dóttur okkara, skjótast gjørligt, (tað er í komandi viku) skal undir skurðviðgerð, har í tjúktarmurin má takast. Tað er í hesum sambandinum, at vit verða burturstødd komandi tvær vikurnar.

Læt meg líka enda við at siga, at læknar og sjúkrasystrar bæði í Føroyum og í Danmark hava verði fantastisk; um nakar av tykkum lesur hetta, skulu tit vita at vit eru ómetaliga takksom og tit skulu hava eina ómetaliga stóra tøkk frá okkara síðu.


Hesa tíðina skal ein og hvør tó kenna seg fríðan, at skriva og viðmerkja.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.