Monday, February 27, 2012

Trúarverjuskúlin í Føroyum



Ert tú trúgvandi? Gongur tú á hægri skúla? Hevur tú ilt við at svara ella finna svar upp á teir spurningar, sum sáa iva um tína trúgv? Koma børn tíni heim við trúarspurningum, tú ikki megnar at svara? Ella hevur tú sum kristin bara hug at taka lut í kjakinum, at svara spurningum og seta spurningar aftur?


Kristna trúgvin og Bíblian hava til allar tíðir verið fyri álopi. Tíðin í dag er onki undantak. Okkara unga fólk lærir á hægri skúlum um bíbliukritik og møtir hugburði ímóti Guds tilveru, og alnetið og sjónvarpsrásir hava latið heim okkara upp fyri øllum antikristiligum argumentum, sum kunnu upphugsast.


Alt meðan eitt nýtt ættarlið verður lært upp at kjakast og stríðast ímóti kristindóminum, hava kristin heilt sjáldan havt neyðugu atgongdina til tilfar, keldur og ta venjing, sum kann gera tey før fyri at standa ímóti hesum ráki.


Hetta er grundin til, at OM nú bjóðar til venjing og undirvísing í trúðarverju.


Talan er um ein skúla, sum varar eitt ár, eitt ella tvey kvøld um mánaðin. Skúlin verður í Tórshavn og í Eysturoynni.


Næmingar koma at fáa frálæru, praktiska venjing í kjaki og koma at taka lut í bólkaarbeiði. Eisini verður fyrireiking til kvøldini neyðug, og heimauppgávur verða at gera.


Evnini koma at fevna um: Heimsmyndir. Er Bíblian álítandi? Er Gud til? Gud og líðing. Trúgv og vísund. Postmodernisma. Ateisma. Hvussu søguligur er Jesus? Kristindómur og aðrar religiónir.


Lærarar verða m.a.: Símun Absalonsen, Ejvind Mouritsen, Jógvan Zachariassen, Heðin Lamhauge, Høgni Johannesen og Dánjal Petersen.


Fyrsta undirvísing verður umleið 20. – 22. mars. Nærri kunning kemur skjótt.


Tilmelding fer fram á OM heimasíðuni www.om.fo Tilmeldingin er galdandi, tá luttøkugjaldið á kr. 200 er goldið á kt. 9181-426.219.2


Heimasíðan:


Tilmelding:

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.