Tuesday, August 16, 2011

Ræðuleikar í Bíbliuni: Er Kristindómurin vandamikil?

Er Bíblian ein ónd bók? Er Kristindómurin vandamikil?

Nakað síðani á Kristindómur Svarar blogginum, kunnaði eg lesaran um Youcef Nadarkhani úr Iran, ein ex-muslimur sum hevur tikið við kristnu trúnnið.

  

Mín misnøgd

Youcef hevur síðani verði handtikin og er dømdur til deyða ákærdur sum trúðarskiftingur. Eg vísti eisini á, at avrætting av trúðarskiftingum er sambart Islamsku læruni eitt krav. 


Men so beit á. 


At eg vildi lýsa støðuna hjá ein felagstrúgvandi, sum skal til at avrættast sambart meiriluta religiónini í landinum, fekk onkur føroyingur ilt av. Viðkomandi vildi vísa á, at ísraelar eisini drupu trúðarskiftingar sambart ísraelsku lógini fyri 3500 árum síðani. 


Hallo spurgdi eg (bilsin), skulu vit so bara lata Youcef blíva hongdan ella brendan á bálið, enntá í okkara samtíð? Hvat í allari tí víð verð, hevur tað við sakina at gera, at ísraelar drupu trúðarskiftingar fyri 3400-2000 árum síðani?

Veit ikki, um viðkomandi er gudloysingur ella okkurt annað, men okkurt ber á, at tað má verða beinleiðis skeivt og ótolerant at tosa um tað líðing, sum milliónir av nútíðar kristnum fara ígjøgnum, eftirsum hetta antin er at rokna islamofobiskt ella rasistiskt móti teimum ella tí religiónini sum er aftanfyri ræðuleikan—er hetta logiskt, ella bara forvrongla (og nú havi eg ikki einans viðkomandi føroyingin í huga)? Sjálvur havi liði bæði handtøku og forfylging fyri mína trúgv, havi eg eisini verið vitni til og kenni slík sum hava verið pínd uppá tað grovasta. Var einaferð inni í einum kirkjubygningi,  har veggir og loft vóru smurdir í blóði og heilaleivdum, tí onkur ørvitisknokkur sum vildi fylgja síni religión, tveitti eina granat inn á eitt kristi møtið og harvið sprongdi tríggjar smágentur í luftina. Alt hetta og mikið meir, saman við slíkum holdningi til kristna atsøkn, frá sjálvklókum men lítivitandi føroyingum og evropearum, far meg at kóka yvir. Í 2004 stóð eg í tí støðu, at skulu velja millum fíggjarligan tryggleikan av mínari familju og ein atsøktan kristnan, sum skuldi gjalda eina ovurhondsnøgd av peningi fyri at varveita síni hús; ja hesin mátti gjalda pengar fyri at verða á lívið og tað eftir mánaðar av píning, har í hesir høvdu brent og fryst viðkomandi og enntá opna búk hansara. Í hesum førinum, kundi eg ikki gera nógv annað enn at eygleiða gongdina, men endin var óansæð góður. Tað øsir meg, tá lítivitandi evropearar sum lítið meir vita, enn tað sum Sky News og annars filtraðu miðlarnar hava at bera okkum, samstundis hava lært av nútíðarholdningum, at slíkt ikki er vert ein tanka. 

Hví skal eg ikki hava rætt til at tosa um atsøkn av kristnum, uttan at onkur skal tveita mósilógina í høvdið á mær, ella lýsa meg sum rasist ella islamofobist? Er ikki okkurt er heilt galið við nútíðar hugsunnarháttinum?


Meiri misnøgd frá mínari síðu: politisk korrektheit og hyklarí

Hetta er tó ikki nakað nýtt, vit sum royna at umboða kristna atsøkn, renna okkum vanliga skjótt í veggin av vesturlendsku politisku korrektheitini, fyri ikki at gloyma antikristiliga holdningin. Løgi at vit í samfelagi okkara tosa so mikið um mannarættindir (sum er púra rætt), men tá kristin standa í angletti fyri sína trúgv, so skulu hesi tíðindi aloftast tigast niður ella mótmælast, antin tí slíkt skapir split í okkara samfelagi, ella rasismu, ella tí at Bíblian og kristna religiónin sjálv hava blóð á hondunum og so skulu kristin bara læra at tiga, læt so heldur trúðarskiftingin og aðrar brenna ella heingja, læt kristnar fangar rotna upp í bingjum, verða týnd í kommunistiskum fangatippum og forbjóða endaliga við lóg kristnum foreldrum og børnum saman, at dýrka teira trúgv heima, soleiðis sum ávísir gudloysingar vilja hava tað í Vesturheiminum, eisini í Føroyum.

Slíkur holdningur kann tó neyvan takast í álvara, í flestu førum er talan um hyklarí av tí grovasta, tildømis, kunnu vit ikki siga, at muslimar ikki hava atsøkt øðrvísi hugsandi frá tí degi Islam upprann til ídag? Og hvussu við ateismuni? Ný-asteistar eru vanliga skjótir at vaska hendur og grýta grót eftir øðrum, vælvitandi at tað vóru ateistar sum gjørdu av við meiri enn 100 milliónir menniskju, í seinasta árhundra (um vit skulu taka ávís hagtøl í álvara), nógv av hesum kristin, sum vóru atsøkt grunda á trúgv teirra (veit væl at ateistar hava ilt av hesum og so velja kasta skyldina uppá eina politiska skipan, tó vælvitandi at fangatippið Gulag og onnur slík helviti á jørð, vóru stúgvandi full, eisini av kristnum fangum). Og hvussu við vesturlendinginum sjálvum, sum ger sær galt av teimum ríkdómum, sum okkara siviliseraðu lond og bankar gjørdu av at súgva burturúr fáttøkum londum tey seinastu 40-50 árini? Og ja, her inkluderi eg meg sjálvan.

Ok, so fekk eg í hvussu er, mína frustrering út. Lætt okkum so byrja uppá sjálvt evnið.

Søgan í røttum perspektiv

Nú veit eg ikki heilt, um endamálið hjá viðkomandi og aftursvarinum til avrættingina hjá Youcef, var at verja Islam, ella bara at samabera Ísraelsku religiónina og Islam negativt fyri síðani at seta meg í skák og mát. Men hatta riggaði bara ikki heilt, ikki uppá meg í hvussu er. Hví? Jú, sum ein religións-søgugranskari og kritikkari, dugi eg væl at skilja orsøkina fyri at Muhammad gav boð um, at drepa slík sum vendu sær frá Islam. Í tí søguliga samanhenginum, dugi eg eisini væl at skilja, hví Islam við lóg, velur at kúga øðrvísi hugsandi og eisini bannar kritik av religiónini. Um hetta er rætt er eitt heilt annað evni, men um hesi negativir ikki vóru grundleggjandi innan islamsku trúnni, hevði religiónin neyvan megna at hildi á. Ivaleyst var tað av somu orsøk, at ísraelska religiónin fyri 3400 árum síðani, innihelt líknandi lógir. Og kritikkarin hevur púra rætt, hendingarnar í hesum sambandi, í Bíbliuni og Mósilógini er blóðigar.

Eg kann ikki siga, at mær líkar so væl, at lesa um hesar ræðuleikar í Bíbliuni, heldur ikki líkar mær so væl at seta hesar ræðuleikarnar í samband við Gudin. Her játti eg at mín reaksjón er alt annað enn jalig. Hevði vilja, at eg kundi skilt hendan dapurleika frá Gudinum Yahweh. Men her má eg verða erligur og ásannað at ræðuleikar eru (indeed) knýttir til Gudin Yahweh. Sum dømir kunnu vit nevna, eitt nú Flóðin Mikla, slátri í Kánan, ævigur dómur, fyri ikki at gloyma nógvar at teimum eirindaleysu samfelags og krígslógunum í Mósilógini.

Eg eri tó ikki av tí sannføring, sum hópin av religións kritikkarunum vilja verða við, at líðing og Guds vreiði mótstríðir Guds eksistens, men tað er so eitt heilt annað evni, sum eg ynski at komi inná eina aðruferð.

Men hvussu so í samband við Mósilógina og Gamla Testamentliga narrativi og tess samfelagsligu ræðuleikar? Gudurin bæði loyvir og gevur boð um eirindaleyst dráp og enntá hópdráp? Haldi eg slíkar hendingar verða skelkandi at lesa um í halgu bók? Sjálvandi. Hevði eg vilja at slíkt ikki var at finna í Bíbliuni, you got me.

Røtt viðgerð av søguni ella etiski spurningurin

Men her má eg hóast skelkandi veruleikan, siga sum tann kendi gudfrøðingurin og gudloysingurin Ludemann, at óansæð skelkandi hendingarnar og náðileysu krígslógirnar og revsilógirnar úr fortíðini, so má ein skilja hesi út frá tí tíðini hesar hendingar og lógir komu undir. Eg má tó verða erligur, at eg og Ludemann eru ikki heilt samdir. Ludemann helt fastari uppá at lógirnar vóru eirindaleysar og skeivar, men játtaði tó at hesin holdningurin brýtir við søguligu síðuna av sakini (Gerd Ludemann, The Unholy in Holy Scripture: The Dark side of the Bible, s. 47-54). Sjálvur haldi eg hendingarnar verða ræðuligar og eirindaleysar, men sum ein søgugranskari, má eg býta í meg, at orði ‘skeivt’ í hesum høpi má skiljast í samanhenginum og umstøðuni av ávísu samtíðini.
Kánan í tíðini 1200 fyri Kristus, sýnir eina krígsmentan har kríggj, harðskapur, lógloysi,  og hevndarhugur hoyrdu til gerandisdagin. Í hesum samahenginum, má ein ikki halda, at lógir og normar úr vesturheimurin, úr okkara samtíð vildu lita gerandisdag meiri ljósareyðan. Tað hugskot hava fleiri kritikkarir fingi, tó at samfelag okkara, í okkara samtíð, ikki hevur megna tað stóra, tá talan er um Afghanistan og Irak.

Mósilógin, kríggj og Kánan

Men hvussu øtilig var støðan í Kánan umleið ár 1400 BC? Samtíðin var merkt av eini krígsmentan, har æra og hevndarhugur spældu ein týðandi leiklut og har flestu religiónirnar vóru krígsreligiónir. Í hesum høpinum siga Philip og Lawrence at kríggj var rokna sum lívsneyðugt (Philip J. King & Lawrence E. Stager, Life in Biblical Israel, 223). Tað var í hesi umstøðuni tjóðin Ísrael skuldi festa røttur.

Ein rýmilig analogi kundi svara til tveir býir, ella tvær tjóðir, sum fara í bardaga móti hvør øðrum. Eftirsum sigrandi býurin, ikki hevði førleikan og ikki megnaði at halda á við hersetingini máttu teir ráðandi tí avgerða, um mennirnir skulu útruddast, fyri at sleppa undan tí risiko, at kríggj skuldi bresta á aftur. Vanligt var at sigrandi herliðið drap allar krígsfangar og eisini allar menn, hetta var galdandi fyri samtíðina og fyri allar tjóðir, ikki bara fyri Ísrael (Craig, 57).

Sjálvsagt ótrúliga brutalt, ómetaliga fjart frá mínari samtíð, men so skal ein eisini hava í huga, at hetta eisini var ein tíð tá flestu lógarveldir, tjóðir og býir ikki høvdu skipaði herlið, ongar fangalegur ella møguleikar at halda einum fíggindasamfelag í teymum. Haraftrat, grunda á tí dentinum, sum lagdur var á fólkavøkstur, var ikki óhugsandi at sigrandi síðan, sjálv kundi verða slátra innan nøkur ár tíggindir, tá fíggindin aftur hevði ment seg (Craig, 57). Her mugu vit hava í geyma at eitt og hvørt mannfólk var ein hermaður (Vaux, 215-216).

Fyri at koma aftur til okkara analogi, so var spurningurin sjálvsagt, um tapandi býurin ella tjóðin, í framtíðini kundu menna seg so mikið, at møguleikin var fremja fleiri smærri hevndarálop, ella eitt framtíðar størri mótálop og kanska útrudda núverandi sigursfólkið. Møguleikin var sjálvsagt eisini fyri, at býurin ella tjóðin sum ligu ósigur, kundu sláa seg saman við øðrum býum, ella tjóðum í einum sameindum álopið, eitt tílíkt stig vildi lagt núverandi sigursharran og samfelag hansara í oyði.

Vanligi framferðarhátturin var tí at drepa mannfólkið og taka kvinnur og børn til trælir. Fyri hesi seinnu, var tað ómetaliga ymiskt hvør í lagnan var, ávísar tjóðir loyvdu sær eirindaleyst at neyðtaka og pína kvinnur og børn til deyða, meðan aðrar tjóðir virkaðu tað soleiðis, at hesi gjøgnum trælahald í familjum, blivu partur av sigrandi samfelagnum og soleiðis tillage seg. Her hevði sigrandi samfelagið so tann fyrimunin, at tjóðin øktist í talið og soleiðis styrknaði. Crusemann vil verða við, at tjóðin Ísrael var møguliga eitt eintak, í at loyva kvinnum og børnum at verða tillaga seg, heldur enn at útseta hesa fyri pining og deyða: 

‘the usual norm to impose grotesque cruelt upon civilians and butcher them in torturous manner was hindered by the enslavement of women and children’ (Frank Crusemann, The Torah, Theology and Social History of Old Testament Law, 214-215).

Mósilógin, fremmand infiltrering og Kánan

Somuleiðis við eirindaleysu krígslógunum og lógarfestingunum, ætlaðar at verja samfelagi innanífrá, serstakliga fyri at forða samfelagsligari infiltrering (samfelag og religión vóru eitt). Tildømis vóru Kánan og nærliggjandi tjóðirnar ídnar í teirra Baal og Dagon dýrkan. Rodgers grundgevur ómetaliga væl fyri, hvussu Baal trúgvin infiltreraðri samfelagið gjøgnum teir mest týdningarmiklu samfelagsfaktorarnar. Úrsliti var eitt forderva og vánaligt samfelag, har mentunarskipanin tvingaði kvinnur halga part av lívið sínum í tempulskøkjulevnaði og har børn í hópatalið vóru nýtt í menniskjaoffringum. Rodgers grundgevur fyri, at grunda á tíðarrák og hugsannarhátt, kundi bara ein lítil leivd, verða atvoldin til eina slíka útspreidda ávirkan eisini millum ísraelar (Thomas R. Rodgers, The Panorama of the Old Testament, Trinity Press, s. 64-65). Hetta vildi Mósilógin forða fyri og her er tað vit koma inná avrættingina av trúðarskiftingum. Aftur vil eg siga, at eg heldur enn gjarna vildi, at Mósilógin ikki innhelt slíkan dapurleika, men sum ein søgugranskari, skilji eg samstundis eirindaleysu lógarfestingarnar og gongdina í tess søguligu tíð og umstøðum.

Mósilógin sum praktisk lógarfesting

At lýsa Mósilógina sum kaotiska er tí ikki ein røtt niðurstøða. Endamálið við Mósilógini, var hóast alt at byggja land, men í teimum umstøðum sum samtíðin myndaði. Tað er í hesum høpinum at søgugranskarin, kann hava tað torført, at seta seg sjálvan til dómara. Eg haldi tað verða harmiligt, at hesin veruleiki, nærum ikki kemur til sjóndar, tá gudloysingar uttan víðari, royna at mynda Bíbliuna sum eina vandamikla bók.

Ein kann so kanska spyrja, hví Gud ikki veittu ísraelsmonnum, okkara nútíðar vesturlendsku lógir og út frá guddómligari megi heldur varveitti tjóðina frá fígginda álopum? Sjálvur haldi eg hetta at verða eitt gott argument, inntil ein gerst varðin við, at tjóðin Ísrael ikki altíð fór at fylgja hesum Gudinum og tí hevði fyri neyðini, at gera nýtslu av somu krígslógum og normum sum tjóðirnar rundanum (John Bright, A History of Israel, s. 150).

The Devils Advocte

Skal eg spæla ein ‘devils advocate’ eina løtu, kann eg eisini seta spurningin, um hesir kritikkarir, munnu hava rættin at døma tjóðina Ísrael og tess lógir? Mangir, kanska flestu av teimum sum løgdu lunnarnir undir slíkan kritik, í 60unum líka til 80ini, vóru sjálvir ídnir tilhengarir av Sovjet. Her nýtist mær neyvan at fara út í detaljur, men tá hópgrøvurnar komu fram í ljósi, vóru tað mong, sum máttu krúpa avstað í berari skomm. Heldur ikki er tann civiliseraði vesturheimurin nøkur haldgóð fyrimynd. Tá hugsa verður um tey árini, vesturheimurin og tey arabisku londini, systematiskt drenaðu fáttøku londini við høgum rentum og harvið oyðiløgdu millionavís av lívinum, kunnu vit neyvan siga annað enn at Vesturheimurin hevur verið eitt snøgt produkt av hesum sama eirindaleysa holdningi (Edward Dommen, How just is the market economy, s.91 og Chakravarthi Raghaven, Poverty, a global picture in a Third World Guide, s. 146-9). Heldur ikki er tað nøkur loyna, sum Susan George tekur til, at hetta eirindaleysa sjálvsøkni, hevur verið okkara snøgga vesturlendska samfelag og okkara stórforbrúkaralívstíli til fyrimun (Susan George, A fata worse than debt 58-67). Vit hava tíðskil øll noti góðan og flestu av okkum sum stórforbrúkarir hava ivaleyst veitt okkara part, til at økja um neyðina og gongdina, passivt ella aktivt, vitandi ella ikki.

Mósilógin og Kristindómurin

Tað var Jesus sjálvur sum segði: ‘tann av tykkum sum er uttan synd verði fyrstur at kasta steinin’. Í hesum høpinum hevði Jesus at teimum, sum løgdu áherðslu á lógina.
Men her síggja vit eisini frambrotið, sum kom við tí kristnu trúnnið. Vit kunnu spyrja, um orð Jesusar henda dagin, tá hann hartaði teir lóglærdu, skuldi takast sum ein lærdómur í hyklarí, ella brotið frá Mósilógini, ella bara framgongdini frá eini fortíðar umstøðu móti einari nýggjari tíð, har í Guds religión ikki longur skuldi hefta seg til eina tjóð, til politik og lógir?

Eg haldi kristindómurin inkluderar øll trý punktini. Guds religión hevur síðani byrjan heimsins verði ein ‘framhaldandi opinbering’. Kristindómurin er ikki ein vevjan í tí gamla, men ein førkan móti búnaskapið. Her hevur Kristindómurin lagt bæði Ísraelsku religiónina, Jødadómin og Islam afturum seg. Men hetta er ikki ein pástandur frá mínari síðu.

Hendan framgongdin frá Ísraelsku religiónini til Kristindómin sæst týðiliga formuleraðan longu í Gamla Testamentligu bókunum. Í Jeremias lesa vit: 

“Dagar koma—sigur Harrin –tá ið Eg skal gera nýggjan sáttmála við hús Ísraels og við hús Juda, ikki sáttmála sum hann, ið Eg gjørdi við fedrar teirra, tann dag Eg tók í hond teirra til at leiða teir út av Egyptalandi…Nei hetta er sáttmálin, ið Eg skal gera við hús Ísraels eftir teir dagarnar—sigur Harrin--: Eg skal leggja lóg Mína í sinni teirra og skriva hana í hjarta teirra…” (Jeremias 31: 31-33). 

Ezekiel fylgir hesum sama tanka: 

“Eg skal geva tykkum nýtt hjarta, og nýggjan Anda skal eg geva tykkum í bróstið…Anda Mín skal Eg geva tykkum í bróstið, og Eg skal gera, at tit ganga eftir boðum Mínum og halda lógir Mínar” (Ezekiel 36: 26-27). 

Talan er tí um ein nýggjan sáttmála, eina nýggja lóg og eina religión sum verður andalig heldur enn politisk. Guds verk verður ikki longur ein skriva lóg sum tann einstaki og samfelagi skal stremba eftir at halda, men ein innvortis, andalig umbroyting. Paulus skrivar rúgvúsvís um hetta:

“Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið –tað er vorðið nýtt” (Seinna Korintbræv 5: 17).

“Og eg eri fullvísur í at hann sum byrjaði got verk í tykkum skal eisini fullføra tað til dag Jesus krists” (Filippibrævið 1: 6)

Hetta at Gud byrjar sítt verk í okkum, heldur enn at trýsta eina politiska lóg omanyvir okkum, er júst tað sum Jeremias og Ezekiel á sinni profeteraðu. Ivaleyst er hetta tað sum Jesus sipar til í Matteus 5: 17-18: 

“Eg eri ikki komin at seta lógina úr gildi – ella profetarnar. Eg eri ikki komin at seta úr gildi men at fullkoma”.

Tað hevur stóran týdning, at Jesus sipar til profetarnar í hesum samanhenginum eisini, hetta vísir, at talan er ikki um at uppafturtaka funktión av Mósilógini, men at føra alla ‘framhaldandi opinberingina’ til fullkommuleika í Jesusi. Tí sigur Jesus eisini í Matteus 11: 12-13:

“Men frá døgum Jóhannesar doypara inntil nú verður ríki Himmiríkis tikið við valdi, við at nýta valda skræða men tað til sín. Tí allir profetarnir og lógin hava profetera líka til Jóhannes”.

Óansæð hvussu vit skilja versini, so er týðiligt, at Lógin og profetarnir høvdu sína tíð upp til Jóhannes Doyparan. Hetta grundgevur fyri, at sjálvt um Jesus sum ein jødi, hevði fulla virðing fyri lógini og helt lógina, so ásannaði hann samstundis at lógin var samanborið ríkið Himmiríkis avmarka og enntá til ónyttu í ávísum førum, eftirsum hon hevði í hyggju eina ávísa tíð og ávísar umstøður. Hetta kemur týðiliga til sjóndar tá Jesus verður spurgdur um skilnaðarbrøv (tað er: Lógin loyvdi einum manni at skilja seg frá konu síni við at skriva henni at eitt skilnaðarbræv). Jesus sigur:

“Tí hjørtu tykkara eru so hørð, gav Móses tykkum loyvi at skiljast frá konum tykkara; men av fyrstum hevur ikki verið so. Og eg sigi tykkum, at tann, ið skilst frá konu síni, táið tað ikki er fyri hor, og giftist við aðrari, drívur horð…” (Matteus 19: 8-9).

Her ger Jesus sjálvur upp við Mósilógina, sum bæði avmarkaða og avoldaða. Tað gevur tí onga meining tá ateistar og kritikkarir halda kristnu trúnnað til svars fyri lógir, í eini ‘framhaldandi opinbering’, sum vóru ætlaðar fyribils, ætlaðar eini ávísari tjóð, í eini ávísari tíð, í ávísum umstøðum.

Kristindómurin er tí ikki ein politisk religión og Kristindómurin er ikki ætlaður, at føra Mósilógina inní globalt praksis. Kristindómur er ein andaliga virkan sum hevur lagt slíkt afturum seg. Ein kann sjálvandi í eini kristnari mentan, taka ávísar reglar frá Mósilógini og kroysta hana á samfelagið og vóna at hetta tillagar seg. Slíkt verður gjørt og slíkt er vandamikið, men ein slík avgerð er kortini ikki samsvarandi kristnu skriftunum.

Sum ein kristin má eg tí ásannað at religiøs politisk lóg og eirindaleysir dómar eins væl og krígsnormar og lógir samsvarandi tí barbariska samfelagnum hesar vóru virknar í, í 1400 BC, eru innihald og funktiónir í ‘framhaldandi opinbering’. Men hartil hevur ein kristin onga grund til at áttaka sær byrðina, at hesar lógir sum Kristindómurin legði aftur um seg, eru einsbetýðandi við at kristna trúgvin er politisk, grundleggjandi militant ella politisk eirindaleys.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.