Tuesday, August 23, 2011

DNA: koda, persónligheit ella mystikkur?


Hava darwinistar nakra vísindaliga forkláring uppá persónin sjálvan?

Eg meini so við, vit kunnu royna at ímynda okkum, at havið fyri einari millard árum síðani, var so stúgvandi fult av aminosýrum og øðrum DNA og kyknu neyðugum bygningstilfarið og at lívskodan gjøgnum hesa tilgongd, onkursvegna megnaði, tilvildarliga at skipa seg soleiðis at framstig vóru fyri at neyðuga informatiónin til lív var uppfunni.

Men vildi ein slík tilgongd um hon var gjørlig, ikki svara til úrslitið av einum ópersónligum programmi heldur enn einari vitbundnari, tilvitaðari og samvitskubundnari veru, so sum menniskjan?

Sjálvandi kunnu klókir granskarir skapa tøkni og robottar, við góðum eginleikum, og møguliga í framtíðini við eginleikum at kunna fungera sum livandi verur og kanska enntá (hvør veit), robottar við eginleikum at taka neyðugar avgerðir í ávísum umstøðum.

Men kann hetta samanberast við lív annars og við verur sum eitt nú djór og menniskju, við eginleikanum sum persónar, við kenslum, at elska, hata, føla og við eginleikum at skipa seg, halda seg aftur, umhugsa seg, og tað ikki sum programmir, men sum persónar? Sjálvandi eru tað partar av heila okkara, sum kunnu setast í samband við eitt nú frykt, forelskilsi og ymiskt annað, men er hetta veruliga persónurin tú?
Millum annað kann vísast á at tørvur á samvitsku tiltíðir kann stava, frá ávísum stoffum sum kroppur okkara tørvar. Men tað er ikki spurningurin vit her seta. Vit spyrja, hvat er tað sum far menniskja at siga nei, til eina freisting ella eina gerð sum samvitska okkara annars ikki megnar at forða, ella ein longsul sum annars hevur eina ávirkandi megið?

Hvat er tað sum far eitt menniskja at hugsa, tá dagurin er av og við øllum sínum kenslum: hvat gjørdi eg galið ídag, hvussu kann eg gera tað betri ímórgin?

Sjálvandi kunnu vit samambera ein menniskjaheila við eina superdygda teldu, men spurningurin hjá mær er: hvør ert tú og hvør eri eg?

Hevjar hetta seg ikki eitt sindur út um tær rammur sum nátturliga vísindin sigur seg virka undir?