Monday, August 29, 2011

Hví Kristin ikki eiga skilja millum ateismu og sekularismu


Sjálvur havi eg mína sannførðing, í samband við tjóð, trúgv og politik. 

Endamálið við hesum skrivið, er tó ikki at argumentari fyri religiøsum valdið í politikki og í tí almenna ella ikki og til hvat støðið, men at vísa á, at mótstríðandi rørðslan, tað gudloysi rákið, sum í núverandi tíð, ynskir at taka patent uppá eitt slíkt vald, ger seg sekan í villeiðing, tá tess forsprákarir kunnað okkum um, at ateisma og nútíðar sekularisma er heilt fráskild og at sekularisma slett ikki tekur nakra støðu til religión ella gudaspurningin. Slíkt er ikki bara villeiðing og hyklarí, men eisini lygn uppá tað grovasta.

Eg skal tó vísa ómetaligt varsemi, í at skýra øll sum eru positivt innstilla fyri skilna millum stat og kirkju sum ateistar. Mong eru sum rokna seg sekularistisk uttan at verða tilhengarir av eirindaleysu herferðini hjá Richard Dawkins og øðrum nýateistum. Tó er tað ein veruleiki, at 1): sekularisma tekur støðu til tilveruna út frá einum ultra-nátturulistiskum sjónarmiðið (óansæð hvussu víðgongdur og liberalur ein er í sínari nátturulistiska hugburði, virkar hetta fyri einari heimsmynd sum gevur fyrimunin til ateistar og agnostikarir); 2) ateistar eru teir mest aktivu og mest víðgongdu í at virka fyri hesum hugburði, fyri at virka fyri einari ultra-gudleysari samfelagskipan.

Nógv kjak hevur verið á hesum blogginum um hugtakið og veruliga týdningin og náttúruna av nútíðar sekularismu. Vitjandi ateistar hava javnan kritisera okkum, fyri at lýsa sekularismu sum eina antikristiliga rørðslu, ella eina samfelags ávirkan og rák sum oftani virkar fyri einari ótollyntari gudleysari yvirtøku. Í mótspælið sínum, hava hesir ateistar roynt at lýsa sekularismu mótvegis hesum, sum ein holdning í ikki tekur nakra støðutakan til Gud ella ateismu, men sum eina simpla roynd, at skapa eitt neutralt samfelag fyri allar partar, ateistar eins væl og teistar.

Eftirsum vit teistar fylgja við gongdini, eru vit ómetaliga væl klárir yvir, at hetta er lygn úr einum enda í annan og á hesum blogginum hava vit sjálvandi muta ímóti.

Um vit nýta Øvugta analogi

Fyri at vísa á mótsøgnina, kunnu vit sum dømi nýta eina øvugta analogi. Um kristin virkaðu fyri einum religiøsum samfelagið, í kravdi skapanarvísind sum einastu loyvdu støðutakan innan undirvísing og harvið bannaðu allari ultra-nátturulistiskari ávirkan í almennum stovnum og miðlum, høvdu hesir ateistar so ikki verða skjótir rópt upp um ótollyndi, kontrol og virkan fyri einari kristnari yvirtøku av samfelagnum?
Um ateistar síðani bóðu um møguleikan at møtast á hálvari leið, so kjak og neutralitetur kundu valda, men hendan religiøsa rørðslan gav avslag, so kundu vit av røttum sagt at ateistarnir høvdu rætt í teirra pástandi um kristiligt kontrol og ótollyndi.
Men um tey kristnu hareftir afturvístu hesum staðfesta veruleika og argumenteraðu, at religiøsitetur einki hevur við kristindóm ella Gud at gera og slett ikki tekur støðu til Gud ella ateismu, men heldur virkar fyri einum neutralum samfelagi, so kundu vit av røttum fasthildi at hetta vildi verið óerligheit.

Hvørji eyðkennir tey kristnu bíta merki í?

Eg havi fleiri ferðir víst á, at sekularisma í flestu førum, virkar fyri einum gudleysum og anti-nátturulistiskum monopoli, harí kristindómur og religión skulu skiljast frá politikki, almennum stovnum og miðlum, fyri síðani at skipa fyri undirvísing og ávirkan, í virkar fyri einum gudleysum og ultra-nátturulistiskum hugsunnarhátti. Eg havi eisini víst á, at ágangur, hóttanir og handtøka hava verið partur av slíkari gudleysari herferð.
  
Hví sýta kristin fyri at geva eftir fyri lygnini? Skal eg svara fyri meg sjálvan, so festi eg meg fyrst og fremst, við teimum sum harðast, stremba eftir at umboða hendan hugburð. Her kann eg ikki annað enn siga, at mín afturvísing til teirra villeiðandi pástand um neutralitet, og mín ávísan til teirra anti-yvirnátturliga hugburð og ótollyndi móti øðrvísi hugsandi er væl og virðiliga staðfest.







Her er eisini at siga, at tað eru nógvir bólkar og felagskapir sum umboða sekularismu. Tann sum eg vil vísa á her, stríðist heilt avgjørt fyri sekuleru søkini og vísir samstundis greitt á negativa holdningin, til religión og gudstrúgv; hetta er tann enski felagskapurin ‘National Secular Society’.
Eg beit merki í hendan felagskapin, eftir at hava lurta eftir einum kjakið millum ateistar og teistar um lív eftir deyðan. Hetta var í einari sjónvarpsending, sum er at síggja á Youtube, har ein Kate Smurthwaite, sum umboðar ‘National Secular Society’ og sekularismu úttalar seg um trúgvandi sum idiotar:


Uttan at fara inná eitt síðuspor, um evni við viðvíkjandi lív eftir deyðu og prógvum og grundgeving, so havi eg ilt at trúgva, at hendan kvinnan sum umboðar sekulerismu, hevur nakran áhuga í neutraliteti. Eg havi uppaftur meiri ilt at trúgva, at hugburður hennara og tað sum hon stríðist fyri, ikki tekur støðu til kjakið í samband við teismu og ateismu.  

Men, hugsaði eg við mær sjálvum, at kanska avgjørdi og ótollynti hugburður hennara í sendingini mundi ivaleyst stava frá henni persónliga og umboðar ikki sjálvan hugburðin hjá felagskapin ‘National Secular Society’. Eg mátti tí fara inná sjálva heimasíðuna at fregnast.

Her vil eg fyrst viðganga, at nógv sum felagskapurin umboðar, gevi eg mítt ja og amen fyri (fari ikki at kom meiri inn á tað). Men so kann eg heldur ikki lata verða við at viðmerkja mótsøgnina.

Felagskapurin pástendur sjálvandi at einki høpi er í skuldsetingini, at talan er um ateismu (tað vanliga bla bla bla):

“Finally, let’s ignore any clerics who try to conflate secularism with atheism”


At sekularisma ikki er støðutakan til Gud og tað ónátturliga, tykist mær, at verða tann áhaldandi lygnin og tað láturliga propaganda sum vit opinbart skulu falla fyri.

Men hetta er vorðin ein stríðandi mótsøgn og aðrastaðni far pípan tí eitt heilt annað ljóð:

“The national Secular Society affirms that this life is the only one of which we have any knowledge and human effort should be directed wholly towards its improvement. It asserts that supernaturalism is based upon ignorance and assails it as historic enemy of progress.”


So eru vit tað klókari.

Um sekularisma tekur støðu til, at tað ónátturliga er bygt uppá óvitan og er ein fíggindi fyri framgongd, so er tað týðiligt, at sekularisma er ein støðutakan sum vrakar tað andaliga og religiøsa og harvið eisini gudstrúnnað. Gudloysingar gera seg tí til gjøldur, um teir vilja harta meg og onnur, fyri at vísa á samljóði millum gudloysi og sekularismu.

Lat meg her, eisini vísa á, at ein av ídnu stuðlunum hjá ‘National Secular Society’ er eingin annar enn Richard Dawkins sjálvur. Á ja, hesum sum hevur halga sítt lív at stríðast móti religión, sum pástendur at familjureligión, er at líkna við kynsligt barnamisbrúk og at lógin eigur at bannað kristnum foreldrum, at inkludera børn teirra í familjutrúnnið.

Og her ynskja ateistar at billa okkum inn, at sekularisma ikki er ein fíggindi Kristindómsins og ikki tekur støðu til Gud og ateismu.

Well…hesin (Dawkins) er ein forsprákari fyri sekularismu og fyri ‘National Secular Society’! Á heimasíðuni hjá ‘National Secular Society’, er Dawkins enntá siteraður:

“Faith is the great cop-out, the great excuse to evade the need to think and evaluate evidence. Faith is belief in spite of, even because of the lack of evidence.”


Gera vit so rætt í at lýsa sekularismu sum ateistiska?

Justin Cline, sum sjálvur er ateistur og limur av Council for Secular Humanism, heldur at munur má gerast á sekularismu sum filosofi og sekularismu sum ein socialan factor, men at tað kann verða torført at skilja hesi bæði sundur:

‘Although secularism can certainly be understood as simply the absence of religion, it is also often treated as a philosophical system with personal, political, cultural, and social implications. Secularism as a philosophy must be treated a bit differently than secularism as a mere idea, but just what sort of philosophy can secularism be? For those who treated secularism as a philosophy, it was a humanistic and even atheistic philosophy that sought the good of humanity in this life.’


Sekularisma er tí avtakan av religión í almennum stovnum og miðlum, men filosofiskt er hugburðurin tó at rokna sum ateistiskur.

Í roynd síni at útgreina sekularismu og tess samband við ateismu, siterar Austin Cline í grein síni, fleiri forsprákarar fyri sekulara rákinum:

George Jacob Holyoake, the originator of the term "secularism," defined it most explicitly in his book English Secularism:
Secularism is a code of duty pertaining to this life founded on considerations purely human, and intended mainly for those who find theology indefinite or inadequate, unreliable or unbelievable.

The American orator and freethinker Robert Green Ingersoll gave this definition of Secularism:

Secularism is the religion of humanity

It is a protest against wasting this life for the sake of one we know not of. It proposes to let the gods take care of themselves.
More recently, Bernard Lewis explained the concept of secularism thus:
The term "secularism" appears to have been first used in English toward the middle of the nineteenth century, with a primary ideological meaning. As first used, it denoted the doctrine that morality should be based on rational considerations regarding human well-being in this world, to the exclusion of considerations relating to God or the afterlife. Later it was used more generally for the belief that public institutions, especially general education, should be secular not religious.

In the twentieth century it has acquired a somewhat wider range of meaning, derived from the older and wider connotations of the term "secular." In particular it is frequently used, along with "separation," as an approximate equivalent of the French term laicisme, also used in other languages, but not as yet in English.
According to these descriptions, secularism was a positive philosophy that is concerned entirely with the good of human beings in this life. The improvement of the human condition is treated as a material question, not spiritual, and is best achieved through human efforts rather than supplications before deities or other supernatural beings.
Today, the philosophy that was called secularism tends to be labeled humanism or secular humanism and the concept of secularism, at least in the social sciences, is much more restricted. The first and perhaps most common understanding of "secular" today stands in opposition to "religious."
Definition:
The word secular means "of this world" in Latin and
is the opposite of religious. As a doctrine, secularism is usually used in reference any philosophy which forms its ethics without reference to religious dogmas and which promotes the development of human art and science.
The term secularism was coined by George Jacob Holyoake in 1841 and he originally used it refer to the practice of the ethics of freethought. Holyoake did not believe that secularism and atheism were related, but at the time Charles Bradlaugh argued that atheism was a prerequisite for secularism. Holyoake wrote the following about secularism in his 1896 English Secularism:
Secularism is a code of duty pertaining to this life, founded on considerations purely human, and intended mainly for those who find theology indefinite or inadequate, unreliable or unbelievable.
Týðiligt tykist tað, at sterkt knýti er millum ateismu og sekularismu og at sekularisma týðiliga gerst ein ateistiskur framherjið. Her er tað kristin eiga at vakna og lukta kaffimunnin, sum eisini Ed West (sekularisturin) sjálvur tekur til:

“They’re free to hold those opinions, of course, but it’s not secularism. I’m more of a secularist than anyone at the NSS; they should just be honest and change their name to the National Atheist Society.”


Hetta vísir eisini sum Austin Cline var inni á, at sekularisma sum filosofi og sekularisma sum samfelags praksis ikki eiga at samanblandast, men samstundis at hesi kunnu verða torfør at skilja sundur. Bæði taka støðu til at vraka Gudin, tað ónnátturliga og andaliga, og sum Charles Bradlaugh helt fyri, at ateisma er ein fortreyt fyri sekularismu. Enn ein ávarðing um, at kristin eiga at verða varðin og á varðhaldi, tá talan eru um sekulera rákið og yvirtøkuna av kristnum virðum og áhuga.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.