Thursday, August 11, 2011

Charlie, føddur í 23 viku: spurningur verður settur við fosturtøkulógina

Áhuga vert kjak hevur tikið seg upp í Onglandi. Fimm ára gamli Charlie Allen, sum var føddur í 23 viku er "livandi prógv" fyri at okkurt er hamrandi galið við ensku fosturtøku lógini:

"A five-year-old boy who was born as one of Britain’s most premature twins is “living proof” that the abortion limit needs to be lowered, the child’s mother says.

Charlie Allen was born at 23 weeks but five years on he has grown into a healthy, happy little boy.
Charlie’s survival has prompted Mrs Allen to call for the current 24-week abortion time limit to be lowered.
She said: “How can you say at that stage that they are not a life?
“They are babies – Charlie is living proof of that. The abortion time limit should be reduced.”"

Eg eri áhugaður í at hoyra meira til gongdina í hesum. Eg loyvi mær bara at spyrja: fer tíðin at koma, tá vit mugu viðganga, at hesi mongu hundra-túsindatals óføddu børnini (ups fostrum) bara í Bretlandi, sum hava verði úti fyri slíkum blóðigum ágangi, bara vóru offur fyri einum óvitandi mistakið?
Hesum viðvíkjandi, kann tað so sigast at tað er Kristindómurin og vandin av Kristindóminum, sum hevur ført til jørðisku vanlagnuna hjá hesum mongu óskyldugu og óføddu? Haldi ikki!
Haldi heldur ikki, at eg eri so samdur við ávísum røddum her heima í Føroyum, sum pástanda, at ein og hvør hevði havt tað munandi betri, um trúgv og religión var útrudda. Beint nú er talan um mannafostur men...


No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.