Sunday, August 21, 2011

Militant Ateisma í Spanien

Fyrr í ár, uppøstu ateistar innan spanska ateista felagskapinum 'Ateists in Combat' gjøgnum útvarpssendingar til provokatión og niðurger av katolikkum og Katólsku Kirkjuni undir páskahøgtíðini og eggjaðu enntá at seta elda á kirkjur. Víst var við gleði á tað tíðina í seinasta árhundra tá kirkjunar vóru í loga. Ivaleyst hildu forsprákarinir í 'Atheists in Combat', tað ikki verða sømuligt at upplýsa um tali av teimum mongu katolikum, sum saman við mongu kirkju eldásettingunum vóru slátraði.

Eftirfylgjandi royndi ein maður, sum tó var roknaður at verða óður í høvdinum, at festa í ávíst inn í Sagrada Familia Basilica í Barsilona (dugi ikki at siga um hesi bæði er samanhangandi).


Pávin og Katolikkar øtast við núverandi ógvusligu og militantu gongdina, sum ateisman íløtuni førir seg fram í Spania. Sertakliga verður dentur lagdur á, hvussu ungir katolikkar standa fyri skotum dagliga, so hesir kunnu kenna seg við undirluta, hjálparleysir og kúgaðir.


Eg ætli mær ikki bólka allar ateistar soleiðis, meiri enn ein kann bólka allar muslimar sum terroristar, ella øll kristin sum jødahatarar. Talan er ivaleyst um marxist-ateistar ella ný-ateistar og tilhengarir hvørs sinnið er blivi eitra av tí miljøði sum Dawkins og aðrar víðgongdir fundies hava sett í gongd. Eitt miljøð sum er so ótollynt at tað fær gásarhold um tað sær ein kross og øtist við at kristin børn og ung sleppa at dýrka sína trúgv, í teirra egnu, privatu kristnu heimum.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.