Endamálið við hesum skrivið, er tó ikki at argumentari fyri religiøsum valdið í politikki og í tí almenna ella ikki og til hvat støðið, men at vísa á, at mótstríðandi rørðslan, tað gudloysi rákið, sum í núverandi tíð, ynskir at taka patent uppá eitt slíkt vald, ger seg sekan í villeiðing, tá tess forsprákarir kunnað okkum um, at ateisma og nútíðar sekularisma er heilt fráskild og at sekularisma slett ikki tekur nakra støðu til religión ella gudaspurningin. Slíkt er ikki bara villeiðing og hyklarí, men eisini lygn uppá tað grovasta.
Eg skal tó vísa ómetaligt varsemi, í at skýra øll sum eru positivt innstilla fyri skilna millum stat og kirkju sum ateistar. Mong eru sum rokna seg sekularistisk uttan at verða tilhengarir av eirindaleysu herferðini hjá Richard Dawkins og øðrum nýateistum. Tó er tað ein veruleiki, at 1): sekularisma tekur støðu til tilveruna út frá einum ultra-nátturulistiskum sjónarmiðið (óansæð hvussu víðgongdur og liberalur ein er í sínari nátturulistiska hugburði, virkar hetta fyri einari heimsmynd sum gevur fyrimunin til ateistar og agnostikarir); 2) ateistar eru teir mest aktivu og mest víðgongdu í at virka fyri hesum hugburði, fyri at virka fyri einari ultra-gudleysari samfelagskipan.
Nógv kjak hevur verið á hesum blogginum um hugtakið og veruliga týdningin og náttúruna av nútíðar sekularismu. Vitjandi ateistar hava javnan kritisera okkum, fyri at lýsa sekularismu sum eina antikristiliga rørðslu, ella eina samfelags ávirkan og rák sum oftani virkar fyri einari ótollyntari gudleysari yvirtøku. Í mótspælið sínum, hava hesir ateistar roynt at lýsa sekularismu mótvegis hesum, sum ein holdning í ikki tekur nakra støðutakan til Gud ella ateismu, men sum eina simpla roynd, at skapa eitt neutralt samfelag fyri allar partar, ateistar eins væl og teistar.