Monday, September 10, 2012

Gudurin sum ER til!



Gud er aftur í fokus. Í mótsetning til tann boðskapin sum aktivir gudloysingar propagera her á Føroya landi og runt klótina og sum nógvir føroyingar eisini svølgja rátt, so er Gudurin, ella hugtakið Gud á ongan hátt, ein avoldað, mytologisk pátrúgv.
Spádómurin hjá Friedrich Nietzsche um deyða Guds, at dagar teismunnar og Kristindómsins vóru taldir í Evropa, gjørdist brádliga ein brotin dreymur, tá Gudurin brádliga tyktist reisa seg aftur. Tað er ivaleyst í hesum høpinum, at ‘The Times’ fyri árum síðani legði dent á setningin ‘modernizing God’. Somuleiðis Richard Dawkins í propaganda dokumentar filminum ‘Root of all Evil’ tyktist sjokeraður yvir at trúgv, áhugin fyri tí andaliga og religión í Evropa er ein dimensión sum er rakna við aftur seinastu árini. Hetta sum ex-ateisturin Alister McGrath í bók síni: ‘The Twilight of Atheism: The Rise and Fall of Disbelief in the Modern world’, eisini greiðir frá.

Í sínum ungu døgum, luttók McGrath sjálvur sum ein aktivur gudloysingur í ateistiska rákinum í 70unum. Hetta var tíðin tá hann sjálvur, Richard Dawkins og flest onnur væntaðu religión at verða burturbeinda við endan á árhundraskiftinum. Teir kallaðu hetta rák ‘Tann stóra umafturlæran’, har í endamálið var, at føra samfelagði aftur til nullpunkti og hareftir byrja av nýggjum, uttan Gud, heilagar skriftir og religión.

McGrath fortelur at henda rørðsla brádliga brotnaði. Sjálvur valdi hann saman við øðrum, við endan á 70unum, at gerast kristin, onnur gjørdust teistar og onnur gjørdust ómetaliga opin fyri Gudinum.
Her sindraðist so spádómur Nietzsches og sjálvandi menn sum Richard Dawkins óansæð teirra propaganda polemik vóru og standa í dag púra fyri ongum.


Kanska ein av orsøkunum til at Gudurin aftur gjørdist modernaður í modernaða huga okkara, er tí at áhugin hevur gjørt um seg, eisini í tí akademiska heiminum. Við øðrum orðum, akademikarin innan vísindini og heimspekingini hevur havt ilt við, at lagt hugtakið ‘Gud’ tilsíðis. Tó at mangir av hesum kanska orða seg um Gudin sum ómodernaðan og mytologiskan, so opinberar hesin útvortis hugburður, lítið um teir tankar sum hesir innast inni mugu bera uppá. Sum eisini vælkendi fysikarin Fred Hoyle tordi at luta: “…sjálvt um flest vísindafólk vraka religión, valdar hetta tonkum teirra meiri enn hjá prestunum”.
   
Ateisturin Quentin Smith skrivar í hesum sambandið: ”God is not dead in academia; he returned to life in the 1960s and is now alive and well in his last academic stronghold, philosophy departments (Quentin Smith: the Metaphilosophy of naturalism, Philo 4.no 2).

Ein av høvuðs orsøkunum til hetta skifti vóru, ivaleyst tær uppdagingar sum indikeraðu at alheimur okkara hevði ein uppruna. Ateistar gjørdu sær undan hesum galt av, at alheimurin av nátturu var statiskur, ævigur og uttan uppruna. Men hetta nýggja paradigmuskiftið hevði við sær, at alheimurin nú hevði eina upprunaliga byrjan og hetta broytti alt.
Reaktiónirnar vóru ymiskar, tað vóru summir gudloysingar sum av hesum fóru á glið, tildømis ex-ateisturin Antony Flew. Í bók síni ‘There is A God’ skrivar hann:

When I first met the big-bang theory as an atheist, it seemed to me the theory made a big difference because it suggested that the universe had a beginning and that the first sentence in Genesis (“In the beginning, God created the heavens and the earth”) was related to an event in the universe. As long as the universe could be comfortably thought to be not only without end but also without beginning, it remained easy to see its existence (and its most fundamental features) as brutes facts…But the big-bang theory changed all that…This radically altered the situation…Modern cosmologists seemed just as disturbed as atheists about the potential theological implications of their work. Consequently they devised influential escape routes…136-7.

Flew leggur somuleiðis áherðslu á, at ateistar í hesari gransking slett ikki hava fylgt við vísindaligu tilgongdini, men hava ligið aftanfyri:

“Now most of my above discussions were carried on independent of developments in modern cosmology. In fact, my two main antitheological books were both written long before either the development of the big-bang cosmology or the introduction of the fine-tuning argument from physical constants. But since the early 1980s, I had begun to reconsider. I confessed at that point that atheists have to be embarrassed by the contemporary cosmological consensus…” (134-5).

Flew er dømi uppá teir ateistar, eins og McGrath, sum tordu at broyta meining. Men Flew sipar eisini til tað meiri negativu reaktiónina, tí ‘Big bang ástøði’ hevði ávirkan ikki bara á ateistar, men vísindafólk sum heild. Gud gjørdist nú knappuliga relevantur, eisini í vísindaligum høpið, sum eisini Hoyle gav okkum eina ábending av. Hetta førdi sjálvsagt til ómetaliga negativa reaktión, sum eisini Stephen Hawking skrivar:

Nógvir fysikarir gjørdust illir. Men religiøsir leiðarir, sum trúðu á skapan frøddust, tí her var vísindaligt prógv (The universe in a nutshell, p. 41).

Quentin Smith vísir somuleiðis á, at fyri gudloysingar sum heild, hevur hetta verið ov nógv av einum munnbita, og at tøgn teirra millum hevur valda, viðvíkjandi uppruna alheimsins:

millum ateistar hevur tað verið ein vemmlig tøgn og aftursvarið veikt og ósjónligt” (Quentin Smith, A Big Bang Cosmological Argument For God’s Nonexistence, 1992).

Tíðskil kunnu vit innan modernaða vísindaheimin bólka reaktiónina upp í tey 1) hvørs skepsis mátti boyggja seg fyri veruleikanum, 2) tey sum full í fátt og gjørdust ill, 3) tey sum hava valt at tiga.

Ein fjórði bólkur fevnir um tey, sum uttan endiliga at gerast kristin ella teistar valdu at vera opin fyri at Gudurin møguliga er til. Her kunnu vit sipa til Robert Jastrow, ein leiðandi NASA vísindamaður, bæði fysikari og kosmologur og fyrrverandi leiðari og stovnari av NASA Goodard Institute for Space studies. Í bókini ‘Until the Sun dies’ skrivar Jastrow:

Was it “Thine  all powerful hand that creates the world out of formless matter”? And this last question, more interesting than any other can never be answered; we can never tell whether the hand of God was at work in the moment of creation…(16). The universe, and everything that has happened in it since the beginning of time, are a grand effect without a known cause (17). An effect without a cause? That is not the world of science; it is a world of witchcraft, of wild events and the whims of demons, a medieval world that science has tried to banish. As scientists, what are we to make of this picture? I do not know…(17).

Now we see how the astronomical evidence leads to a biblical view of the origin of the world. All the details differ, but the essential element in the astronomical and biblical accounts of Genesis is the same; the chain of events leading to man commenced suddenly and sharply, at a definite moment in time, a flash of light and energy’ (21).


Bíbilski Gudurin

Hugtakið Gud, ein Gud sum er til og sum skapti alheimin og møguliga fleiri alheimar, er tí slett ikki ómoderna myta. Nógvir serfrøðingar halda at hugtakið Gud er samanberandi við vísindina um uppruna alheims og møguliga er tann logiska forkláringin uppá tilveruna.

Men hartil eru vit ikki inni á bíbilskari grund enn. Eftirfylgjandi spurningurin er, samsvarar Gudurin í Bíbliuni við nýmótans hugsan og hugtøk?



Nógvir ateistar vilja verða við, at hugtakið Gud í Abrahamiskari religión, umboðar eina alt ov simpla, nærum menniskjaliga og mytulogiska veru sum slett ikki passar inn í nýmótans vitan og hugsan. Hesir vilja verða við, at ein Gud sum vildi alheimin og tilveru av onkrari orsøk, um hann nú vísti seg at verða til, vildi eftir tí vísindaliga og filosofiska høpinum verið nógv størri og óbeskriviligari enn Gudurin í Bíbliuni. Við øðrum orðum, tann Abrahamiski Gudurin, sum vegleiðir, krevur tilbiðjan og lýdni, sum kann provokerast, gerast illur, oyða ella signa ein einstakling ella eitt heilt fólk, er alt ov menniskjaliga niðurdrigin. Heldur vildi ein Gud í vildi og skapti hetta óskiljandi universi og tilveruna, verið alt ov upphevjaður og stórur til at plágast av smáu detaljunum í alheiminum, eitt nú skapan av lívið og umstøðum menniskjans—ella so ljóðar í hvussu er argumentið.

Men so er spurningurin, hevur ateisturin hugsa hetta nóg væl ígjøgnum?

Sjálvandi tá ein bítur seg fastan í orðalagi, í tildømis Sálmunum, kann ein fáa tað uppfatan, at Gud tykist nærverandi og persónliga aktivur í eini og hvørjum nátturu fyribrigdi, so sum í skýggjum, snarljósið, toru og heglingi:

“…myrkur setti Hann rundan um Seg sum bústað, myrk vøtn, tjúkk skýggj. Úr ljómanum fyri andliti Hansara fóru skýggj Hansara fram, heglingur og eldsgløður…Hann skeyt pílar Sínar og spjaddi teir, snarljós…” (Sálmur 18: 12-15).


 At tað er Gud persónliga sum skjýtir toruna niður móti jarðarskorpuni, eins og ein persónur tveitir eitt spjótt ella skýtir ein ørv, hvørja fer tú upplivir eitt snarljós, er tó ikki ein røtt tulking av tekstinum. Sálmarinir eru sangir fyltir við duldari meining og metaforum, ein verð har enntá trøðini klappa. Røtt hermeneutik loyvir einum ikki at byggja slíkar lærir uppá myndarliga málið. Harnæst byggir hesin Sálmur, sum hesin omanfyri ikki á daglig, áhaldandi nátturlig fyribrigdir, men á serstakar hendingar í søgu Ísraels, tildømis sum í hesum førið, opinbering Guds fyri tjóðini Ísrael á Sinaifjallið (2 Mósibók 19).

Í bíbilskari doktrinu, er talan slett ikki um Gud, sum beinleiðis stýrir eitt nú sólini ella mánan, eins og eitt menniskja stýrir einum fjarstýrdum bili. Í Bíbilskum samanhengi er tað ein Gud sum ‘vil’ og Gud sum ‘letur’. Allar alheimsins nátturligu skipanir eru tí tengdar at ‘vilja’ Guds.
Tíðskil kann sigast at Gud sendir snarljósið og Gud letur regna, tað guddómiliga virksemi sum Hann eisini lýsir fyri Job (Job 38). Men hetta í Bíbliuni útilukkar tó ikki veruleikan av nátturulógunum og teirra týdning millum hendan vilja Guds og nátturu fyribrigdini. Tildømis tá Gud sipar til rúmdarlikamini í sama kapitul (Job 38), tykist hetta verða ein bíbilskur veruleiki:

“Bindur tú bandið um sjeystjørnuna! Kanst tú loysa leinkjurnar av Orion? Er tað tú, ið letur stjørnumyndirnar í dýraringunum koma fram í rættari tíð…Kennir tú lógir himmalsins?” (Job 38: 31-33)

Aftur í hesum føri, letur Gud ávíst henda, men so sipar hann í høpinum somuleiðis til bond og leinkjur, við øðrum orðum agentar, ella kreftur sum tykjast verða virknir millum vilja Guds og ávísar partar av nátturuni. Í hesum sambandi vísir Hann til lógir himmalsins; við øðrum orðum—nátturulógirnar!

Gud upphevjaður

Tað sum hesir gudloysingar neyvan hava biti merki í, er at hesin Gud sum er upphevjaður og óbeskriviligur og sum slett ikki tykist menniskjaligar, er júst tann Gud sum Bíblian umboðar. Tak eitt nú Esaias 40 sum okkara fyrsta stig í hesari upphevjan:

Hvør hevur mált vøtnini í lógvanum, spannað himmalin, mált dust jarðarinnar í skeppumálið og vigað fjøll á bismara og heyggjar á vektskálum…nei sum dropi úr byttu eru fólkasløgini, sum dism á vektskálini eru tey at rokna; ja oyggjarnar letur hann fúka upp sum hitt fína dust…Fólkini eru øll somul sum einki fyri honum; fyri púrt einki og beran tómleika roknar hann tey…tað er Hann, ið situr høgt yvir jørðini so víð sum hon er…tað er Hann í breiðir út himmalin…og spennir hann út (12-22).

Gudurin í her verður lýstur í tátíðar málið og samanberingum, hevur skil á, ella er vitandi um allar detaljir, samstundis sum kraft hansara eisini fevnir um allan tann ekspanderandi alheimin.  Hann er miklari enn alheimurin, tess rúmd, tíð og evnið, men virkar kortini í hesum dimensiónum.

Fyri honum eru fólkasløgini sum dropi í einari span. Við øðrum orðum, fyri Gudi er menniskja og lív á jørð nærum einki, kanska at líkna við bakteriuna undir stovuborðinum, sum hann eisini tekur til:

 ‘Fólkini eru øll somul sum einki fyri honum; fyri púrt einki og beran tómleika roknar hann tey’.

Hetta at Gud er ævigur men kortini virkandi í tíð og rúmd, verður ómetaliga væl lýst í bókini hjá Jeremias profeti, har Gud sigur um seg sjálvan:

Eri Eg tá bert Gud nær við—sigur Harrin—og ikki langt burtur…er tað ikki Eg, ið fylli Himmal og jørð! –sigur Harrin (Jeremias 23: 23-24)

Hetta eru sjálvandi dýbdir, víddir og hæddir sum menniskja við síni avmarkaðari IQ, ikki kann fata ella beskriva. Men hvussu so, tá vit siga, at Gud er meiri enn tíð, rúmd og stað, meiri enn tilvera og veruleiki? Hvussu fata og beskriva vit hetta?

Guds støðið samanborið við støðið menniskjans, hevur tiltíðir verið samanborið, við at heinta eina bakteriu upp úr gólvinum, plasera hesa á fartelduna og skrála í andlitið á henni: ‘skriva tvær síður um termodynamiks’.
Veit ikki heilt hvat ein skal siga um eitt slíkt analogið! Veit bakterian at hon er flutt? Veit hon nakað um hús, borð, stovur/kømur, teldur, bókstavir, termodynamiks? Hoyrir hon røddina? Skilir hon orðini sum verða tosa og hvat er tað at skriva? Veit hon hvat munurin er at førka seg einum gólvi og einum telduborið?

Gud nær og fjar

Men Gud er tó ikki bara uppphevjaður. At Gudurin í Bíbliuni er absolut upphevjaður, og samstundis hevur sítt eyga á og sín áhuga í menniskjanum og øllum hugsandi detaljum, var eitt evnið sum upptók profetin og kongin Sálomo. Tá tempul Guds í Jerusalem fyrstu fer verður tikið í brúk; sigur hann:

“Men ber tað til, at Gud býr á jørðini!” Himlarnir, ja Himlar Himlanna, taka Teg ikki—hvussu mikið minni tá ikki hetta húsið, ið eg havi bygt! Kortini skalt tú venda tær til bøn tænara Tíns og eyðmjúku ákallan hansara (Fyrra Kongabók 8: 27-28).

Ilt er at sig,a um Sálomo í hesari profetisku talu síni sipaði til multiversir, ella møguliga bara aðrar dimensiónir hvat enn so munurin er. Men tað sum tó stendur fast, er at hesin Gud sum er óbeskriviligur, meiri enn alheimurin og orsøkin til allan eksistens, samstundis leggur í okkara persónligu detaljur.

Men er tað ikki júst hetta sum ger Gud til Gud? At Hann sum ikki bara er upphevjaður og er ov stórur til okkara univers, absolut almáttugur og hvørs nærvera, vald og kraft nær allastaðni og samstundis er alvitandi? Og tá siga vit alvitandi í tann forstand, at Gud hevur altíð vita alt.

Við øðrum orðum, allar tær minstu detaljur, frá hvørjum einstøkum alheims protoni og neutroni til hvønn einstaka kvasara, hvønn blóðsdropa og hvørja kyknu, til hvønn tanka sum hvør einstakur fer at hugsa ímorgin er Hann vitandi um og vil Hann:

“Harri, Tú rannsakar meg og kennir meg! Tú veist, nær eg siti, og nær eg standi; Tú skilir hugsan mína langan veg. Tú hevur greiði á, hvar eg gangi ella liggi, og allar vegir mínar kennir tú gjølla. Tí áðrenn orðið er til á tungu míni—ja. tá veitst Tú tað til fulnar, Harri…At skilja hetta er mær ov undurfult; tað er ov høgt, eg eri tað ikki mentur…Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg var skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum. Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin” (Sálmur 139: 1-16).


Tað er sjálvsagt eitt ræðandi hugtak!

Tað sum ivaleyst ger okkum menniskju meiri máttmikil enn bakteriur, er okkara stødd og vitan! Spurningurin er tó um hetta tó veruliga ger okkum so máttmikil? Og spurningurin er sjálvsagt líkaleiðis, um ein Gud sum er ov máttmikil at kunna trakka inn í okkara alheim og niður á okkara støði, í veruleikanum er so máttmikil?

Í so fall, vildi talan verið um stødd heldur enn mátt. Tað sum ger Gud til Gud er at hann kann virka í tí sokallaða upphevjaða, eins og í teimum smáu detaljum.

Tann óbundni Gudurin

Um vit eina løtu skilja frá teir positivu eginleikarnar, so sum Hansara persónliga kærleika og umsorgan og samanbera støði Guds við støði menniskjans, so er í veruleikanum talan um ein Gud sum ikki hevur okkum, okkara tørvir, kritik og krøv fyri neyðuni! Ein góð samanbering vildi ivaleyst fevnt um menniskjans fríða vilja at kóka sær kaffimunn, uttan at skula senda ein tann einasta tanka av samkenslu um tær milliónir at bakterium sum nú skulu enda sítt lív í kókandi kettlinum, bara tí eg og tú skulu vilja okkurt heitt í munnin.

Hesin Gud kann í veruleikanum drukna heimin í einari flóð, brenna býir og samfeløg í grund, slátra heilar tjóðir, útseta sítt fólk og sínar tænarar fyri alskyns royndum og lata tey fella, tveita menniskju og aðrar verur í Helviti, osv.
Her hava Bertrand Russell, Richard Dawkins og Christopher Hitchen, eins og tann einstaki í veruleikanum, ikki ein skid at siga. Samborin við ein Gud sum ER, er ekistensur, so sum menniskjan nærum óveruligt, skiljandi við at Gud er meiri veruligur enn Hansara skapanarverk.

Eins og tá fýra ára gamla dóttur mín teknar eina mynd og skræðir hesa, um úrslitið ikki var tað ætlaða, so fer tekningin neyvan at broka seg, heldur ikki grætur dóttir mín, um at papíri verður skrætt og tveitt í skrelluspannina. Sum vit lósu í Esaias profeti omanfyri, so er menniskjan samanborið við Gud, sum einki, tómleiki, nærum virðisleyst. Bíblian, sum eisini leggur dent á hesa síðuna av Gudinum, sparir ikki uppá orðini, tá lýst verður hvat støði Gud í mótsetning til okkum virkar á:

Eg, sum eri upphav ljósins og skapari myrkursins, Eg, sum gevi lukku og skapi vanlukku – Eg Harrin, eri tann, ið ger alt hetta (Esaias 45: 7)

Hesin Gud kann í veruleikanum gera akkurát sum honum lystir, Hann er hóast alt Gud! Tað eru mong menniskja sum ynskja at draga Gudin til dóms, og rópa upp um Guds ótespuligu nátturu, Hesin sum í sínari almakt kortini loyvir so nógva líðing og enntá fremur líðing; men hesi kunnu spara sær. Eins og menniskja kókar sær ein temunn og ikki gevur sær far um líðingina og brokkaríði frá hesum neyðars bakterium sum í ketlinum kóka (um so var), so er tað einki krav uppá at Skaparin skal geva sær far um okkara neyð og tørvir. Gud kann geva lukku og skapa vanlukku sum honum ynskir og nær Hann ynskir. Hann er Gud og eingin kann í veruleikanum brokka seg og vænta stórvegis reaktión, meiri enn teknipapírini hjá dóttur míni.

Í Esaiasarbók lýsir hesin Gudurin enntá tey sum brokka seg:

“Vei honum, ið trætir við skapara sín—pottabrot millum hini pottabrotini av jørð! Kann leirið siga við leirmyndarin: “Hvat kanst tú gera!” Og kann verk títt siga um teg: “Hann hevur ongar hendur!” (Esaias 45: 9)

Her venda vit aftur til omanfyrinevndu samanberingina, harí vit sum skabningur og menniskja ikki eru annað enn verk; analogiðin sum nýtt verður, er pottabrot, og leir. Skaparin kann gera akkurát sum honum líkar, eins og leirmyndarin ger við leirið! Gud kann skapa okkum til tað endamál sum hon lystir og enda skeið okkara sum honum lystir. Hví? Tí Hann er Gud!

Her haldi at ateisturin uttan at hava hugsa stórvegis, onkursvegna mótsigur sær sjálvum! Eina løtu so er Gud ov menniskjaligur tí hann grípur inn, vísir seg, og á ymiskan hátt ger seg kendan. Næstu løtuna er Gud ikki til, eftirsum Gud ikki leggur í umstøðu menniskjans, eins og eg og tú ikki leggja stórvegis í bakteriuna í ketlinum.

Sum teistar, nýtist okkum tó ikki at venda hesum hugtakinum bakið og gerast fjepparir av materialismu. Ein dapur veruleiki er ikki neyðuturvilliga eitt falskt hugtak. Flestu ateistar, sum seta materialismu, tilveru, orku og evnið í Guds stað, mugu sjálvur bíta í tann bitra endan, játtandi at alheimurin er eitt hvørt meiningsleyst nátturligt lykketræf, har í tilvera og seinni lív, uttan veruligt endamál gjørdust veruleikið. Eftir hesari heimsmynd, er tilveran uttan endamál og universi kalt, brutalt og eirindaleyst; kærleiki, gleði, njótan og menniskjatørvur eru harvið ikki annað enn kemiskar reaktiónir galdandi í fysikinum. Í hesum høpið, er menniskja, eftir tí áskoðan sum summir ateistar eru farnir at halda seg til, avlopi, dálkingin í einum alheimi fullum av tómleika = orku.
Kortini, so far hesin ómetaliga dapri veruleiki ikki gudloysingar flest, at broyta kós og inkludera, at ein meiri metafysiska hending má verða uppruna orsøkin aftanfyri tilveruna! 

Fyri teistar er alt heldur ikki so ovurhonds ljósarreytt, vit mugu læra at Gud ikki er hesin niðurpakkaði fitti jólamaðurin ella sjeikurin, sum av eini ellar aðrari orsøk skuldi havt tann minsta áhuga í at búleikast í okkara ljósareyðu líttlu boks. Vit mugu læra at vit hava við Gud at gera. Ikki tí sterkastu kraftina í universinum, men orsøkina til sterkastu kraftina og allar kreftir í universinum. Hetta kann verða ræðandi, absolut ræðandi og somuleiðis spennandi, men eisini gevandi og samstundis nógv meiri logiskt enn tann heimsmyndin, sum verður prakka uppá okkum, har í rúmd, tíð, evnið og orku, ella fyri tann skyld kosmologiskt singularity, uppstóð úr ongum, óansæð um talan er um byrjan við eini byrjan, ella eina byrjan uttan byrjan.

Niðurstøðan

Tó í bíbilskari doktrinu, lýsir hetta einans hálvan sannleikið. Samanberingin av Gud við menniskja og ketilin er ikki berandi, eftirsum hetta menniskja ikki er vitandi um hvørja einastu detalju tengda at hvørji einastu bakteriu sum er farin upp í kók. Í mótsetning kennir Gud tann einstaka, Gud kann bjarga tí einstaka og kann hava umsorgan fyri tí einstaka, tí Hann er Gud; alt meðan hann samstundis er upphevjaður. Ein deistiskur gud ikki kemur nær námindi slíkari guddómligari tign! Gudurin í Bíbliuni fevnir bæði um óbeskriviligan upphevjan, eins væl og nágreiniliga virkan á lægsta støði. Hetta var tann veruleikin Sálomo tók til sín og sum eisini verður lýstur fyri okkum í Esaisarbók, har stórleiki Guds verður settur so ógvusliga í hásætið.

Tað sum eg royni at siga er, at tað gerst fákunnleiki, at skula royna at fata, skilja og beskriva Gud út frá einari avmarkaðari dimension sum okkara. Tildømis skuldi menniskja kunna samskift við bakteriur, so máttu vit ivaleyst stigi niður, ella virka okkum niður á eitt støði, vit ikki heilt dugdu ímynda okkum. Hetta vísir sjálvsagt at vit eru á øðrum støði enn bakteriur, men samstundis vísir hetta, hvussu avmarkaðir førleikar okkara sum menniskju eru. Gud sum opinberar seg á skapanarstøði, tað vil siga, sum trínir inn í rúmd og tíð, gerst sjálvsagt meiri menniskjasligur, tó ikki orsaka av hansara avmarkan, men heldur orsaka av hansara óavmarkan. At Gud tiltíðir kann tykjast verða niðri á okkara kosmologiska nivá, sigur bara einki um Guds veikleika ella menniskjasligheit, men staðfestur heldur hvussu víttfevnandi og óbeskriviligur hann er.