Wednesday, September 26, 2012

Er Gud møguliga til? Lawrence Krauss, gudloysingar og deisma.


Áhugaverda kjakið millum kristna søgugranskaran og heimspekingin William Lane Craig og fysikarin Lawrence Krauss í 2011, viðgjørdi møguleikan fyri Guds eksistensi, serstakliga í ljósinum av uppruna alheimins. Kjakið má síggjast, og tað er ein rúgva av punktum ein kundi tikið fram her á einum innleggi. 

Tað sum eg tó serstakliga bíti merki í, tá eg hoyri Krauss og aðrar ateistar, er at hesir í veruleikanum, slett ikki skilja hugtakið Gud. Hesir tykjast áhaldandi eins gudleysu tilhengarnir av látturligu og mótsigandi satiru religiónini av spagetti ódjórðinum, at ímynda sær hendan Gud sum eina veru í er 'contingent' (bundin). Tað vil siga Gud, sum eina ómetaliga stóra veru í óansæð sín førleika at umfevna alheimin, kortini er alt ov alheimslig og nátturlig.

Hesir fata onkursvegna slett ikki, at teistar sipa til eitt ævigt vit, sum upphevjar seg yvir allan eksistens, tíð, rúmd, orku og evnið. Nakað sum slett ikki er bundi at okkara universi og slett ikki bundið at nøkrum fyri at verða til. Gud er sum vit siga neyðugur í sær sjálvum og uppiheldur sær sjálvum. Gud er tí ikki ein vera, tí ein vera er bundin og hoyrir eksistensinum til og Gud er omanfyri eksistens. Við øðrum orðum, Gud eksisterar ikki eins alheimurin ger og vit gera, GUD ER. 

Í kjakinum tyktist hetta verða ein støðug fallacy. 

Men so uppstendur eitt brádligt síðuspring frá Lawrence Krauss. Hesin maðurin tykist, eina løtu hava vavt seg runt og burtur forklára Gudin við einum ævigum multiversi, til alheims uppstandilsi úr absolut ongum, m.a. og fer síðani brádliga at vísa sín positiva hugburð til deismu. 

Fyri tey sum ikki hava innlit inn í hesi fyribrigdini, so er munurin millum teismu og deismu tann, at Gudurin innan teismu skapir alheimin og er virkin í tíð og rúmd, meðan Gudurin í deismu er meiri fráverandi og ikki opinberar seg eins og í teismuni. Við øðrum orðum kann alheimurin í tí deistisku heimsmyndini, fyri summi tykjast líka meiningsleysur, fyri okkum fysisku agentar á jarðarklótuni, sum hann vildi verið í tí ateistisku heimsmyndini. 


Krauss sigur:  

"I don’t think deism, the possible existence of a divine intelligence is not an impossible postulate, and I wan’t argue against it, the universe is an amazing place; the question is, is there evidence…I think the possible existence of a divine intelligence is perfectly plausible and would address some of the perplexing issues associated with the beginning of the universe, it may ultimately, we may find that it is required…but the relationship between that and the specific God…not all can be right..."

Eftirsum kjakið fyrst og fremst snúði seg um hugtakið Gud (frárokna støðutakan til nakra absolutta religión, tó um vit útilukka dømið hjá Craig upp uppreisn Jesusar), so kunnu vit av røttum siga, at Krauss roknar hugtakið 'Gud', enntá í kristnum høpið sum eina rættuliga logiska forkláring uppá eksistensin.

Tað tykist sum Krauss onkursvegna dømir hugtakið Gud, út frá einum teistiskum sjónarmiðið, men kortini sær Gud væl møguligan og logiskan út frá einum deistiskum sjónarhornið. Men hetta gevur bara onga meining og her vassar maðurin seg út á ómetaliga djúpt farvatn! 
Hví? Tí hugtakið Gud, í teistiskum og deistiskum høpið er eitt og tað sama, tó við tí eina fráviki, um Gud er virkin í tíð og stað, ella ikki. 

Ein kann sjálvandi eins og Krauss pástanda, at tað er munur millum hendan logiska deistiska Gudin, sum møguliga forklárar ekistens og so tann kristna/teistiska Gudin sum eisini virkar í tíð og rúmd. Men hetta vísir bara ikki tí teistiska Gudinum aftur, eftirsum hugtaki er tað sama og tað sum Krauss víðari kemur inn á, bara fevnir um, tað so kallaða næsta stigi í kjakinum. 

Tað sum Krauss hevur framlagt sum ein sannlíkan møguleika og ein møguleika sum í framtíðar vísindaligum høpið kann gerast eitt neyðugt krav, er tí eitt úttalisi um, at teistiski Gudurin upp til uppruna existensins er ein logiskur, sannlíkur møguleikið.

Leinkjan til kjakið: