Saturday, September 22, 2012

Eitt samfelag á vandakós: Kristin frátikin rættin at taka prógv



Augusta State University hevur hótt eina unga kristna gentu Jennifer Keeton, við at frátaka rætt hennara at taka prógv, um hon ikki ger broytingar í hennara persónligu trúgv. Hetta viðvíkur hugburði hennara t mótvegis LGBT (ella so ljóðar tað). Avgerðin tykist verða stuðla av skúla og (gitið eg) harvið teimum sekuleru-humanistisku kreftum í har leika, inkludera ávirkan frá LGBT.

Sum um hetta ikki var nóg mikið!

Jennifer verður nú tvinga at móttaka eitt slag av 're-education', kalla tað møguliga indoktrinering við ráðgeving og skrivligum uppgávum, samtalum og royndum, har hon seinni má staðfesta um ávirkanin hevur hjálpt ella ikki. Harnæst verður kravt av Jennifer at hon skal taka lut í einari LGBT skrúðgongu:

She has been ordered to undergo a re-education plan involving “remediation” assignments and “diversity sensitivity training”.
She must report back on how the re-education has influenced her beliefs. If she refuses, she has been told she faces being thrown off her degree course.
She has also been urged to attend a homosexual parade in Augusta.

Tað er sjálvsagt, at Jennifer sum tekur útbúgving innan ráðgeving, ikki fer at ráðgeva samkyndum í teimum spurningum sum har í standast. Hetta er tað sum hevur ørkymla bæði skúla og LGBT tilhengarir.


Tó so verður ikki havt á málið, at ráðgeving eisini verður nýtt í kristnum kredsum, har í útbúgvingin hjá Jennifer somuleiðis kann nýtast, og so ert tað sjálvandi ikki nakað krav, at ein samkyndur absolut, skal søkja sær ráð frá kristnum ráðgevarum.

Men tann veruligi vandin sum ivaleyst kann uppstanda av hesum, er at meiri gudleys samfeløg og felagskapir eins og LGBT, kunnu nýta slíkar sakir, at tvinga kristin og aðrar teistar út úr ymiskum postum, arbeiði og útbúgving, ella bara tvinga hesi at fara ímóti teirra egnu persónligu sannførðingum.

Við hesum fellur jú fríða samfelagið.

Líknandi sakir eru at finna, eitt nú har í slíkir hava lagt trýst á kristin ellis og røktarheim. Spurningurin sum tí má uppstanda, er um líknandi ágangur skjótt eisini kann yvirførast á sjúkrasystrar, lærarir, løgreglufólk, etc.

Ágangurin mótvegis Jennifer, er tó greitt tekin uppá at Vesturlendska samfelagið, er við at førka seg móti einari samfelags skipan har ávís hugsan, meining og hugburður er við at gerast eitt brotsverk, tað sum vit kalla 'thought crime' (hugsunnarbrotsverk); eitt stig móti einum samfelagið har tú má hugsa tað sum rákið ella staturin krevur av tær, ella heysta avleiðingarnar.