Sunday, September 30, 2012

Christopher Hitchens um 'fine-tuning' argumentið: Er Gud vísindaliga logiskur?


Áhugavert úttalisi frá Christopher Hitchens. Tað sum typisk kristin og teistar kalla 'the fine-tuning argument', hugtakið at alheimstilveran er skipa til at uppihalda lív, hevur lagt upp til stórt kjak millum teistar og ateistar. Fine-tuning er jú ein ábending um, ella leggur í hvussu er upp til vitugt skap. Tað er tí  av týdningi fyri ateistar at slík ábending verður afturvíst, ella skúgva til síðis. Men Hitchens er, í hesum prátinum, í mótsetning til nógvar av sínum ándsfelagum, ikki so avgjørdur:

"At some point, certainly, we are all asked which is the best argument you come up against from the other side. I think everyone of us picks the 'fine tuning' as the most intriguing. The fine-tuning that one degree, well one degree, hair of nothing, that even though it doesn't prove a design, doesn't prove a designer, could all have happened without...you have to spend time thinking about it, working on it, it's not trivial"

Hitchens hevur í hvussu er upplýst okkum um, at 'fine tuning', er ikki nakað sum hugsandi ateistar kunnu rokna sum trivielt.

Hetta er tó ikki nakað nýtt, fysikarir hava altíð verið vitandi um hesa skipan. Tað var millum annað ateisturin og fysikarin Steven Weinberg sum pástóð, at fyrsta sekundi av alheiminum mátti verið ómetaliga væl skipa (Steven Weinberg, The First Three Minutes, s. 142). Spurningurin uppstendur sjálvandi, hví og hvussu slík skipan so brádliga kundi uppstanda antin úr zero-existence ella einum reint kaotiskum singularity?

Tað vóru eisini spurningar av hesum slag, sum fingu Fred Hoyle at skriva:
Would you not say to yourself, "Some super-calculating intellect must have designed the properties of the carbon atom, otherwise the chance of my finding such an atom through the blind forces of nature would be utterly minuscule. A common sense interpretation of the facts suggests that a superintellect has monkeyed with physics, as well as with chemistry and biology, and that there are no blind forces worth speaking about in nature. The numbers one calculates from the facts seem to me so overwhelming as to put this conclusion almost beyond question."
Hetta byrjar tí at gerast áhugavert. Richard Dawkins viðgongur at vit møguliga kunnu finna 'evidence' fyri 'design' í lívfrøðini. Lawrance Krauss heldur at ein deistiskur Gud er møguligur og kanska verður neyðugur fyri framtíðar gransking innan evnafrøðið og Hitchens heldur at 'The fine-tuning' argumentið ikki er trivielt. 

Okkurt sigur mær at trúgvin á Gud slett ikki er so vísindaliga ólogisk!

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.