Thursday, October 6, 2011

Willam Lane Craig í UK: fleiri ateistar hoppa av


Tað er eingin loyna, at radikali gudloysingurin Richard Dawkins, hvørki hevur førleikan, argumentini, tíðansheldur torir at kjakast við kristna trúarverjan William Lane Craig, nú í oktober, tá fyrilestratúrurin hjá Craig verður í Onglandi (um Gud vil).

Á túrinum hjá Craig vóru tað annars tveir enskir ateistar, sum væl tordu at taka mannin uppá seg. Poly Toynbee, presidenturin av British Humanist Association og íðin kritikkari av religión. Og seinna umboðið fyri ateistiska sjónarmiðið, gudloysingurin og høvundurin A.C. Grayling.

Hesi kjakini vóru upprunaliga partur av túrinum hjá Craig, og atgongumerkir eru long seld. Eg skrivi 'vóru', eftirsum vit júst eru vorðin kunnað um, at bæði Toynbee og Grayling hava bakka út. Við øðrum orðum: í løtuni er okkum vitandi, eingin leiðandi ateistur í Onglandi, sum hættar sær í holt við William Lane Craig.

Toynbee sigur um hennara avgerð:

I hadn't realised the nature of Mr Lane Craig's debating style, and having now looked at his previous performances, this is not my kind of forum”.

Toynbee vísir í hvussu er ómetaliga erligheit, harafturímóti velur Grayling at háða Craig og lýgur enntá um, ikki at hava kjakast við Craig í Oxford, fyri seks árum síðani, tá hart leikaði á. Eg má tó viðganga, at eg eri ikki heilt klárur yvir, um Grayling absolut sýtir fyri at kjakast, ella um maðurin sýtir fyri at kjakast um upprunaliga evnið, sum er ateisma og moralur. Men tað átti jú at kunna lati seg gjørt, ella hvat?

Eg má siga at hetta undrar meg eitt sindur. Ateistar chanta áhaldandi um óførleikan hjá kristnum at kjakast við gudloysingar, men nú er onkursvegna ólag komi í propagandamiðstøðina.

Dawkins hevur tó møguleikan líka til endan. Tann 25 oktober er Craig settur til at hava ein fyrilestur í Oxford, har hann fer at afturvísa mongu argumentunum hjá Dawkins í bókini 'The God Delusion'. 

Mær vitandi verður eitt pláss á pallinum sett av til Richard Dawkins, um maðurin nú einaferð skuldi tora at møtt upp. Tað hevði verði ómetaliga gott, um bara ein talsmaður fyri ateistiska sjónarmiðið kundi lagt sína rødd til.

Um William Lane Craig lesa vit:

William Lane Craig is Research Professor of Philosophy at Talbot School of Theology, California. He has debated leading atheists the world over including Anthony Flew, Lewis Wolpert, Christopher Hitchens, and most recently Sam Harris, who described him as“the one Christian apologist who has put the fear of God into many of my fellow atheists.Following the debate with Hitchens, an atheist website concluded that Craig had“spanked Hitchens like a foolish child.”

Við øðrum orðum, at luttaka í einum kjakið við William Lane Craig, kann føra til, at ein tapur so dyggiliga. Man ikki hetta verða høvuðsorsøkin til at Dawkins, Toynbee og Grayling ikki vilja møta manninum?

http://www.bethinking.org/what-is-apologetics/introductory/british-humanists-take-to-the-bunkers.htm

---------------------------------------------------------------------------------------------------------
Heini Reinert hevur akkurát viðmerkt, at einki kjak hevur verið planlagt millum Craig og Grayling, heldur er støðan tann, at Grayling, eins og Dawkins, sýtir fyri at kjakast. Eg haldi at Heini hevur rætt í hesum. Tó undrar tað meg enn, at Dawkins og Grayling sum báðir eru leiðandi innan humanistiska rákið, lata hendan frálíka møguleikan fara frá sær.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.