Friday, August 10, 2018

Hví talufrælsi er í vanda?





Hetta er so mikið ræðandi at eg nú betri skilji hví tað eru fólk sum velja førka seg yvir til høgravongin, kanska enntá langt út á høgravongin.

Innihaldi í leinkjuni vísir á hvussu staturin leggur trýst á miðlar og talufrælsi við ákæruni um ekstremismu og haturstalu. Í hesum føri tað sum tey kalla høgra vendum ekstremistum, ella kanska bara slíkum sum øtast yvir framtíðar útlitið í enska samfelagnum.

Men í so fall mugu vit skera alt yvir kamb og steðga øllum miðlum, inkludera BCC sum hevur líka stóra skuld í hesari ekstremismu bara við at varpa út tíðindi, og í so fall áttu vit møguliga at niðurlagt 80-90 % av øllum ateistiskum, anti-kristiligum. Anti-religiøsum youtube videoum, eftirsum teirra innihald svínar ein bólk í samfelagnum út, leggur upp til hatur og ikki vil kennast við ymiskleikan.

Í hesum føri snýr tað seg um ein persón sum fekk prop av kulturelt loyvda áganginum (tykist tað nú) í enska samfelagum og sum so sjálvur valdi at fremja ágang.
Men her kemur tað grundleggjandi, tí hesin ágangur var framdur grunda av ágangi sum hesin sami myndugleiki valdi stuðla og venda blinda eyga til.

Veruleikin er at hvørgin av hesum kann umberast: høgra vendi terroristurin kann ikki umberast, viðkomandi hevði ongan rætt til at terrorisera eina mosku og drepa muslimar; ikki allir muslimar eru terroristar, fanatikarir ella harrar av ungum hvítum sex-trælum.

Men líkaleiðis framdu ensku mynduleikarnir og vinstra vendir miðlar eina minst líka ræðuliga ger við at lata islamskar grooming bandar gera túsundavis av enskum smágentum til sex-trælir, at loyva hesum at terrorisera teirra foreldur, enntá saman við løgregluni (til tíðir) og enntá at myrða onkran sum stríddust ímóti.

Men hvør er so syndabukkurin her, í hvussu er í eygunum á tí myndugleika sum svíkti og sum enn tykist at svíkja?

Syndabukkurin er eingin annar enn hesin sum hevur fokusera á tíðindini um hendan grooming ágang og sum ikki vil at borgarar gloyma statsins væntandi førleika, teir val og ynski um ikki at grípa inn sum síðani førdi til svíkjan av bæði landið og borgarum, og tað eina fyri at verja Islam.

Tað eru so eitt.  

Men hvørji eru so hesi sum sita her og brokka seg inn á talufrælsi og inn á tey sum ditta sær at veita teimum ráðandi og gongdini í samfelagnum kritik? 

Tann eina, muslimska Naz Shah (MP) sum er politikari og limur í parlamentinum, ein sum á sinni tykist at hava vart hesar neyðtakarnar og enntá tók undir við úttalisum sum kravdu at hesir sex-trælir áttu at hildi teirra munn.



Og hví?

Tí vit eiga at virða ymiskleikan í okkara samfelagið (ella so siga tey). Tað meinar hendan daman at genturnar áttu at verði vitandi um.  

Og hesa hava tey lova inn í parlamenti.

Mangan hoyri eg um 'ymiskleikan' og hvussu vit eiga at dýrka ymiskleikan. Eg eri samdur, eg elski ymiskleika, eg elski ymiska mentan og ymiskan húðalit, men hvat meina vit í veruleikanum við, hvussu definera vit hetta og hvussu langt fara vit? 

Her er síggja vit eitt samfelag sum er í stórum vanda. Talufrælsi, sannleiki, tryggleiki, alt stendur uppá spæl.  

Sum ein kristin fari eg ikki at taka undir við einum høgrandum terroristi, men eg fari heldur ikki at taka undir við Islam, ella ymiskleika í hevur patent uppá at neyðtaka smágentur í okkara vesturlendska samfelagið. Heldur ikki vil eg taka undir við einum myndugleika og miðlum í stuðla slíkum hyklaríði og vendir blinda eyga til, og ongantíð fari eg at taka undir við myndugleikum sum nýta óndu og døpru reaktiónina hjá einum ándsvøkum høgra terroristi, við at gera seg inn á talufrælsi og spesifikt teimum sum vilja varpa út dapra veruleikan um hesa politisku korrektu fadesuna sum í løtuni herjar okkara vesturlendska samfelag.

Hvør er so Naz Shah?