Wednesday, June 20, 2018

Mín viðmerking til sendingina "Gud signi Føroyar"





Mín viðmerking til sendingina “Gud signi Føroyar”

Eg var sjálvur partur av aðru sendingini í røðini, og her eru mínir tankar, sum kunnu kókast niður í fimm punkt av kritikki til sendingina.
Eg skal ikki vera negativur um alla upplivingina. Eg haldi, eg hevði gott samstarv og prát við Heina og upptøkumannin. Og eg haldi, at teir virdu meg sum persón og fyri tað, sum eg eri, og tað seti eg stóran prís uppá.

1) Eg dugi ikki at siga, hvat leiðslan í Zarepta og tey, sum skipaðu sendingina, høvdu avtalað, men sjálvur skilti eg tað sum, at hetta fór at vera ein sending um Zarepta við onkrum kritikki. Tað, sum eg ikki var vitandi um, var, at hetta fór at bera brá av onkrari uppgerð, einari hyperskeptiskari sending, nærum uppløgd at skaða umdømið hjá Zarepta.
Endamálið við sendingini vísti seg nevniliga ikki at vera ein viðgerð av Zarepta ella Nesvík, men hetta var harafturímóti ein long viðgerð av evninum ‘helviti’, har Zarepta og Nesvík í høpinum vóru nýtt sum negativu dømini.
Eg skal vera varin, hvussu eg orði hetta, tí kanska var tað als ikki ætlanin. Men tá hugsað verður um døpru og skeptisku umtaluna av Zarepta og døpru uppsetingina av sendingini, so eru tað mong - og eg svari fyri mong - sum sita og kenna á sær, at Kringvarpið onkursvegna misnýtti tað álitið, sum har varð víst teimum.

2) Tað. sum skuffaði meg, var tað, eg sat eftir við eftir sendingina - dapurleikin, hvussu sendingin legði upp til, at Zarepta er eitt stað, sermerkt av heilavaskan, ræðslu og tvingsli, ein mynd, ið als ikki málar veruleikan, hvussu leguluttakarar uppliva Zarepta í hesi tíðini. Zarepta var ikki at kenna aftur í sendingini.
Tá tað er sagt, so kann tað ikki dyljast, at helviti er partur av bíbliulæruni hjá Brøðrasamkomuni. og at helviti tí hevur sítt pláss í tess frálæru sum heild, eisini í Zarepta. Men himmalvíður munur er á, at helviti er partur av tí, sum samkoman lærir, og til at siga, at helviti fyllir samkomulív og legulív út um alt mark.
Tó kann tað heldur ikki dyljast, at tað eru fólk, sum hava verið óansin og penslað helviti ov grafiskt á vegginum, og at ung hava verið bangin. Men talan er um dømir, sum typiskt kunnu sporast aftur til undanfarnar tíðir.
Á leguni, sum víst varð í sendingini, minnist meg ikki helviti vera nevnt av nøkrum leguleiðara ella talara eina einastu ferð, og minnist meg rætt, var helviti ikki nevnt eina einastu ferð inni á kamarinum, har eg og ein annar leiðari høvdu andakt alla vikuna. Ikki tí at eg ikki vildi ella ikki mátti ella ikki tordi. Eg var bara meiri upptikin av at læra dreingirnar um at halga Jesusi alt lív sítt.

3) Eg sat við ein ávísari kenslu av skepsis, tá eg hoyrdi um tilburðin, har ein leiðari hevði undirvíst 10 ára gomlum leguluttakarum um demonir.
At byrja við í frásøgnini var eg bilsin, men ikki heilt ivandi. Eg kundi tó ikki lata vera at hugsa um strongu reglurnar, toymisleiðararnir á 16-17 ára leguni fingu at halda seg til í sambandi við samskifti við børn og ung á liðinum. Eg kann ikki ætla, hvussu strangar reglurnar eru fyri samskifti við børnini á 10 ára leguni.
Eg kundi heldur ikki lata vera at hugsa, at eingin leiðari við síni fullu fimm fór at tosa við 10 ára gomul um demonir – og ikki at gloyma, at evnið demonir er ikki eitt evni, sum er nógv frammi í Brøðrasamkomuni. Í mínum huga var okkurt har, sum ikki hekk saman.
Tó vóru tað nøkur orð í innihaldinum av hesari demonframløguni, at demonir: “kravlaðu eftir vegginum og krógvaðu seg í myrkrinum...” sum gjørdu, at ketan hoppaði av.

“Demonir, sum kravla á vegginum og krógva seg í myrkri”, er hvørki bíbilsk ella kristilig terminologi fyri demonir, og eg eri 100% vísur í, at orðavalið hevur verið eitt heilt annað, um ein leiðari hevði greitt frá evninum. Demonir, sum krógva seg í myrkri, skápum, undir songini og ganga upp eftir veggjum, eru demonir, sum vit síggja í filmum, og tað fekk meg at hugsa, at tað møguliga var meiri sannlíkt, at evnið var partur av prátinum millum leguluttakarar heldur enn ein framløga hjá einum leiðara.
Tað er ikki óvanligt, at 10 dreingir í einum liði tosa um Ku Klux Klan, Adolf Hitler, endatíðina, aliens, ”ånden i glasset” og demonir. Tá eg var 10 ára gamal og á legu í 1982, minnist eg, at vit sótu fleiri dreingir í kamarinum í meir enn ein tíma og tosaðu um tað ónaturliga. Á 9 ára leguni í 1981 sótu vit 9 ára gamlir og tosaðu um rúmdarverur. Tað kemur meiri enn so fyri, eitt nú við eina andakt, at líknandi evnir koma upp, og at leiðarin antin má steðga prátinum ella greiða frá evninum við meiri javnvági, meiri fyri at sissa leguluttakararnar. Kundi tað hugsast, at hetta var veruligi samanhangurin?
Eg kann ikki siga og fari ikki at siga, at kvinnan, sum greiddi frá hendingini, segði ósatt. Ivaleyst upplivdi og tulkaði hon hendingina, soleiðis sum vit fingu greitt frá henni. Men tey fýra punktini omanfyri siga mær samstundis, at tað átti at verið pláss fyri nøkrum mótspurningum til frásøgnina, og teir vórðu ikki tiknir fram.
Eg havi annars seinastu dagarnar fingið innlit í eina heilt aðra frágreiðing um hendingina frá øðrum, sum eisini vóru á kamarinum. Onkur teirra greiddi frá, at teir minnast drongin fara heim, men einki um hesa framløguna um demonologi. Onkur annar teirra vil vera við, at prátið um demonir í veruleikanum ikki var framløgan hjá einum leiðara, men upprunaliga var partur av prátinum millum legulutakarar, sum samsvaraði við mín illgruna um, at demonir, “ið krógva seg í myrkri og kravla eftir vegginum”, ikki eru orð, sum ein Zarepta-leiðari hevði brúkt at lýsa ein demon.
Eg tori tó ikki at vera ov avgjørdur, men vóni, at hesin ivi mín eisini verður móttikin jaliga, nú vit skulu viðgera hendingar og keldur og mugu tola kritikk.

4. Tað undraði meg, at so lítið jaligt kom fram um legurnar, at vinkulin sum heild var negativur og bara negativur, og at sjálvt tá hópurin av ungum, sum stuttleikaðu sær, varð vístur, var tað við døprum tónum spældum í bakgrundini, har ið tað tyktist, sum at enntá stuttleikin og positivar upplivingar vórðu lýst dapurt og huldisligt. Eftir sendingina bar til at sita eftir við kensluni av, at Zarepta má vera eitt ótespiligt stað at koma í – líkur einum dularfullum, devulsettum umhvørvi úr einum ræðufilmi.
Men hvussu við teimum, sum kunnu siga, at Zarepta hevur havt positiva ávirkan á teirra lív, ella at Zarepta hevur verið ein varði á teirra lívsleið, ella at Zarepta hjálpti teimum ígjøgnum torførar tíðir og umstøður? Einki í sendingini vísti á, at Zarepta hevur broytt lívið hjá mongum ungum til tað betra og hevur stimbrað tey á lívsleiðini.
Mær dámdi als ikki, hvussu sendingin var miðvíst redigerað soleiðis, at hon tænti endamálinum at eitra myndina av umhvørvinum.

5) Men tað, sum veruliga gjørdi mær ilt, var, at í øllum hesum vóru upptøkurnar av ungum legulutakarum, teirra andlitum, víst við døprum bakgrundstónum fyri líkasum at prenta í huga hyggjarans, at hetta eru tey heilavaskaðu offrini, ella nógv verri, teir ungu tilhangararnir av hesari helvitis kultini - hesi ungu, sum elska og fylgja hesum ræðuliga gudinum, sum drepur fólk, slær fólk við sjúku, tveitir smádreingir í helviti, hesi ungu, sum í dularfullu myrku høllini í kór syngja: “Lat gleðiboðskap frá Zarepta bleiktra út.” Ein upptøka, ið ivaleyst varð upptikin í høllini, tí at klangurin egnaði seg til upptøku, men sum í sendingini snildisliga varð vavd inn í ein feril av víðgongdari tilgongd.
Ræðandi tankin slóð meg so, hvat tað var, vit møguliga høvdu útsett hesi ungu fyri, tá vit lótu tey verða tikin upp og lýst í slíkum ljósi í einari sending, sum hevði eitt so mikið áleypandi og skeptiskt endamál.
Henda hugsan rakti heldur ikki heilt langt við síðuna av, tí eftir sendingarnar hoyrdu vit frá ungum leguluttakarum, sum vóru at síggja í sendingini, at fleiri vóru stúrin og óttafull um at koma í sítt dagliga umhvørvi aftur.
Eg dugi ikki at siga, hvat komandi sendingarnar hava at bjóða hyggjarunum, men hesa sendingina av Zarepta og Nesvík dámdi mær lítið. Eg vóni heldur ikki, at hesar sendingar, sum vilja varpa ljós á ávíst, sum fleiri halda hevur týdning at fáa fram, og sum skal betra um okkara land, samstundis eru við til at elva til størri spjaðing millum føroyingar í okkara lítla samfelagi.
Høgni Johannesen