Í løtuni eru vit so aftur niðri í Danmark við 5 ára gomlu
dóttur okkara, sum seinastu 3 mánaðirnar er farin ígjøgnum heilar tríggjar
skurðviðgerir.
Hetta hevur verið ein ovurhonds døpur tíð, nógv hevur staði
uppá spæl og fyri okkum sum familja, hevur trýsti verði ræðuligt.
Skal eg lýsa
hesa tíðina við mildum orðum, er talan ivaleyst um eina tað herviligastu tíðina
nakrantíð og tey sum kenna nakað til Krígs Høgna vita, at maðurin mangan hevur liva sítt
lív rátt og vandamikið, men hesuferð mundi hann knekka undir byrðuni.
Vit eru ikki tey einastu.
Her á sjúkrahúsinum er lagnurnar so ymiskar. Hetta er eitt
stað sum fyri mong birtir vón av nýggjum, har nýggir kapitlar í lívinum verða
skrivaðir eins og vit eisini eru vitni til vónbrot, grát og deyðadómar. Í
stuttum hetta er eitt stað merkt av gleði og sorg, vón og vónloysi.
Á barnadeildini her á Hvidovre, vóru vit í morgum vitni til
ein tannáring, umleið 13 ára gamal, á at síggja sum bera húð og bein. Eg konan sótu sum
kánus, tá hesin við mammu sínari kom spákandi inn eftir gongini.
Ivaleyst
raktur av sváraði kronsjúku, vóru eg og konan samd um.
Bæði hugsaðu ivaleyst,
hvussu leingi hesin kundi at halda tilstandin út, hvussu hart hetta mátti raka familjuna, hvussu støðan hjá okkum kundi verði nógv verri.
Jú lívið er svárt og vit verða øll rakt av vanlukkuni fyrr
ella seinni; ivaleyst fleiri ferðir.
Hvar er Gud? Handan spurningin seti eg eisini…mangan.
Sum ikki einaferð fór eg mær ein túr inn á kapelli her á
Hvidovre sjúkrahúsinum. Hetta er ein lítil, sera hugnalig kirkja, einans eitt
rúm við nøkrum fáum stólum, dekorera við viði frá gólvi til loft. Angurin av
viðinum gevur einum kensluna av, at ein eru onkra heilt aðrastaðnis; sum ivaleyst
eisini er endamálið.
Ein og hvør sum higar kemur má ásannað, at kirkjan á
Hvidovre sjúkrahúsinum ivaleyst er tað friðarligasta og besta staðið í øllum bygninginum.
Her hevur ein mangan leita sær skjól, tá ein vildi rýma
burtur frá øllum vitloysinum, pínuni og vónloysinum eina løtu og unnað sær eina løtu, har
sálin onkursvegna hvílir.
Og eg eri ikki tann einasti.
Í gjárakvøldi sum eg leitaði mær inn í friðarliga rúmi og
setti meg, bar eg eyga á stóru bókina aftast í hølinum, bønarbókin.
Eg hevði annars vóna at kunna sett meg niður og lisið kirkjuavísina, sum boðar frá øllum hugsandi
søgum, evnum og spurningum í samband við religión og trúarlív; men til alla
vanlukka var einasti lesnaður sálmabókin og Hvidovre lokal avísin; hvørki kveikir mín minsta áhuga.
Hugsaði við mær sjálvum: vónandi ikki enn eitt sekulert
snikaálop at burturbeina kristnan lesna úr almennum støðum. Hareftir at taka
meg í nakkan og avgera ikki at verða so paranoidur, fyri síðani at hugsa: ‘hví
skuldi eg verði paranoidur’?
Eyguni førkaðu seg tí aftur á bønarbókina.
Bønarbókin er bókin,
har vitjandi sjúklingar og avvarandi skriva um teirra tankar, upplivingar og
bønir til Gudin.
Eg má viðganga, at eg meiri enn einaferð seinastu árini,
havi kaga í hesa bókina og gjørdi tað aftur gjárakvøldið.
Sum eg læs, beit merki í, at nógvar síður eru skrivaðar síðani
herviligu skurðvigðerina hjá dóttrini í november seinasta ár.
Her lesur ein persónligastu, djúpasta tankar og kvølir
menniskjans. Tey seinastu farvæl, takkbønir og prísan til Gud vegna væleydnaða
viðgerð og róp til Gudin úr neyðini, róp um hjálp. Tankar, so sum: eg eri
doyggjandi, meiri sjúkur, gloymdur, einsligur...
og síðani hetta:
hetta er fyrstu fer Gud…at eg
søkið teg, skrivi, etc.
Tá ein endurføddur kristin lesur slíkt, gloymir hann skjótt
sína egnu neyð og byrjar at lyfta byrðarnar hjá hesum einstøku upp til Gud,
vónandi at hesi enn eru á lívið.
Tað gjørdi eg eisini.
Men so fór heilin sjálvandi ígongd.
Tað undraði meg, tí eg helt Danmark verða eitt meiri upplýst land
(meint negativt), eg meini gudleyst, har í tess íbúgvar áttu at verði nærum al-vitandi
um óveruleikan av Guds eksistensi og andaliga heiminum.
Hvat var eg vitni til her...?
Hvat var eg vitni til her...?
(kemur meir…)
No comments:
Post a Comment
Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.
Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.
Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.