Thursday, January 16, 2014

Aftursvar til 'Gudloysi': Hvør hevur demonisera?


Seinastu vikurnar hava vit í kjakinum millum føroyskar gudloysingar og kristin lagt stóran dent á moldkast, niðring og satirur.

Her kann sigast at Kristindómur Svarar byrjaði sum eitt átak, at svara álopunum á Kristindómin aftur og somuleiðis seta fram líknandi argumentir til mótpartin.

Álop (frá ateistum) inkluderaðu argumentir sum lupu grundvøll Kristindómsins so sum Bíbluna, Jesus og Guds eksistens, men eisini var lopið á Kristindómin sum eitt samfelag ella sum ein bólk, har víst var á, at Hitler var ein kristin, at religiøs fólk hava skyldina av óndskapinum í okkara heimssamfelag, at pedofila er ein serstakur trupuleiki í religiøsum kredsum og at religiøs menniskju hava eitt minni IQ ella sum heild er býttari enn ateistar. Partur av hesum álopum vóru eisini ateistiskar satirur.

Talan er tí ikki um nøkur einstøk dømir og ella kritik sum hevur vart í styttri tíð, men álop og niðring yvir seinastu 13 árini.

Í føroyskum høpið, vóru kristin útsett fyri slíkum, tildømis í bløðunum, Kjak.fo, seinni Kjak.org, á bloggum, heimasíðum og sjálvandi á FaceBook.

Sum føroysk kristin sóu vit tað tí sum okkara rætt og skyldu at svara aftur og tóku tað eisini sum eina sjálvfylgju, at hesir gudloysingar máttu og vildu tola at vit vendu borðinum eina løtu.

Hetta seinna gjørdist tó ein sorgarleikur. Mótálop var tikið persónligt og kristin sum dittaðu sær at leggja seg út í kjakið, ella rættari sum ditta sær at venda borðinum verða rokna ómoralsk, stupit og mugu finna seg í øllum hugsandi ónærisligum heityn sum eg ikki skal sitera her.

Í seinastuni hava vit tó sæð eina undanførðslu frá gudleysu vinum okkara. Hesir pástanda nú at tað eru kristnir trúarverjar sum útspilla og demonisera ein samfelagsbólk, meðan ný-ateistarnir hava víst nokso góðan moral.

Fyri nøkrum fáum døgum síðani skrivar Heini Reinert (gudloysingur og limur í Gudloysi felagnum)

Fyri ikki at tala um, at ein og hvør átti at sæð ein greiðan mun á tí relativt harmleysa tvætlinum, sum vit posta á Gudloysi og teimum hatursfullu ósannindunum, sum Høgni spreiðir. Ja, á Gudloysi kunnu vit væl finna uppá at gera gjøldur við tí sum religiøs siga og trúgva uppá, men vit hava aldrin samanborið kristin við Hitler, Stalin ella aðrar hópdrápsmenn, sagt at kristin eru ómoralsk vegnað sín átrúnað ella lagt teimum í skógvarnar, at tey royna at innføra fascismu og at tálma talufrælsi bara tí tey eru kristin. Hetta eru alt dømi um ting, sum Høgni dag og dagliga lýgur uppá gudloysingar.

Hansara argument er ikki eingongd "av tí at hini gera tað, so kann eg eisini." Hansara argument er "av tí at gudloysingar kritisera og gera gjøldur við mínum átrúnaði, so er tað í ordan fyri meg at spreiða lygnaktiga haturstalu um gudloysingar."

Slíkt og slíkar lygnir eru ræðandi at lesa.

Heini kallar kritiserandi boðskapin hjá Gudloysi um religiøs fólk og kristin ‘relativt harmleyst tvætl’ og skilir enntá millum hetta tvætli og so tann meinfulla kritikin sum hann sigur at kristnir kjakarir hava víst aftur við.

Eg ætli mær her at vísa hesari lygn og undanførðslu aftur.

Og eg taki tað sum ein rætt at kalla hetta lygn og eisini Heina fyri ein lygnara, bæði tí útsøgnin byggir á lygn og eftirsum hesir ný-ateistar ikki hava spart uppá ákæruna um lygn í nakrar mánaðir aftur eftir.

Men læt meg líka fáa eitt uppá pláss. Um so Heini og hansara føroyska lið av gudloysingum og tortrúgvum ongantíð høvdu gjørt sær galt av øllum haturs útsøgnunum og niðringini, so høvdu føroysk kristin kortini skulu staði fyri skotum, av gudloysingum uttanlanda. 
Alnótin, inkludera Youtube er á tremum við greinum, sjónbondum, satirum í innihalda øll tey álop og alla tað demonisering ein kann hugsa sær. Hetta er slíkt sum almenningurin og føroysk kristin eru vitni til, ivaleyst dagliga.

Heini má tí endiliga ikki halda, at Kristindómur Svarar og aðrar føroyskar trúarverju síður og trúarverjar og teirra átøk eina hava í hyggju at viðgera felagskapin Gudloysi.

Slett ikki!

Tað sagt, læt okkum so fara ein túr gjøgnum FB bólkin hjá føroyska Gudloysi felagnum og vita um Heini veruliga sigur satt.

Er hetta bara relativt meiningleyst tvætl?

Heini skrivaði omanfyri:

 vit hava aldrin samanborið kristin við Hitler, Stalin ella aðrar hópdrápsmenn, sagt at kristin eru ómoralsk vegnað sín átrúnað ella lagt teimum í skógvarnar, at tey royna at innføra fascismu og at tálma talufrælsi bara tí tey eru kristin.

Hvat er tað so sum posta á Gudloysi?

Eg skal gera vart við at nakrar av teimum ljótastu satirunum á Gudloysi FB síðuni eru ikki at síggja longur (ella eg legði merki til hesar tá eg seinast skimmaði gjøgnum síðuna). Kanska limirnir varnaðust at hesar vóru ov ósømmuligar, men tað kann eisini hugsast at hesir vóru vitandi um, at mótstøðan kundi nýta hesar um dømir.

Av hesum kann eg vísa á hesa: 





Nei, øll religiøs fólk flúgva okkum ikki inn í bygningar; í veruleikanum hava langt frá øll religiøs fólk nakran sum helst áhuga í terrorismu, kúgan og at drepa onnur.

Harnæst eru ikki øll vísindafólk ateistar. Vísindaheimurin vrimlar av kristinum og religiøsum sum arbeiða við vísind samstundis sum hesi eru trúgvandi.

Harnæst, ikki øll vísind hevur havt positiva ávirkan, hvussu við eirindaleysu royndunum á menniskju hjá Mengele? Ella fylgjan av kjarnorkuvápnum og hvussu við flogførðum sum kunnu flúgvast inn í bygningar?

Nú hvat royndi hendan satiran at varpa út.?

Var tað sømmuligt, ella sum Heini billar okkum inn, relativt harmleyst av limum hjá gudloysi at leggja sovorið út.

Aðrar sum møguliga ikki longur finnast eru eisini, men vit kunnu lata tær fara.

Varnaðist eisini at mín fyrsta uppliving á FB bólkinum hjá Gudloysi er horvin, har viðkomandi  veruliga gjørdist ónæriligur, fór at tosa um sex William Lane Craig (sum var nevndur) og tveitti veruliga niðrandi úttalisir eftir mær. Longu tá gekk tað upp fyri mær, at tað neyvan fór at standast nakað gevandi positivt kjak við Gudloysi Felagið og tað hevur víst seg at verða so satt sum tað var hugsa.

Grunda av tí upplivingini avgjørdi eg, at eg í hvussu er, ongantíð ætlaði mær í holt við nakað stórvegis alment kjak við mannin og tað segði eg eisini við hann.

Víðari hvat annað lesa vit á FB síðuni hjá Gudloysi?:

 12 august skrivar Eivind Ortind Simonsen
 Ein meta-analysa er gjørd av samanhanginum millum religión og intelligens. Hon sigur sjálvandi tað, sum flestu av okkum altíð hava vitað, og tá alt kemur til alt, so er tað ikki so løgið, at gudloysingar eru so fornuftigir.
Leinkja var síðani til hesa síðuna:

http://arstechnica.com/science/2013/08/new-meta-analysis-checks-the-correlation-between-intelligence-and-faith/


Tað er eyðsæð hvat í maðurin leggur upp til her, at trúgvandi fólk hava minni IQ, eru minni hugsandi ella býttari enn tey sum ikki hava trúgv.

Harvið eru trúgvandi, serstakliga tey sum kjakast við Eivind uppá forhánd lýst sum tápulingar. Og tað er tað vemmiliga við hesum, hetta hevur verið útgangsstøði hjá Eivind alla tíðuna, í nærum øllum kjakið. Hetta er tað sum maðurin skrivaði á kjak.org longu í 2009, 11 mai:

Blíva trúgvandi ongantíð troytt av at útstilla seg sjálvan sum óvitandi tápur? Ella er trupulleikin kanska meira tann, at tey trúgvandi sjálv ikki duga at síggja hvussu stupid tey eru, og tískil ikki vita av, at tey útstilla seg sjálv sum óvitandi tápur? Vit, sum hava ein fungerandi heila og eina vitan sum strekkir seg útum bíbliuna: er tað ikki okkara skylda áhaldandi at peika á býttleikan hjá teimum trúgvandi soleiðis at tey so við og við fáa lúka grovastu tápuligheitirnar út? 


1 august 2013 funni vit hesa á FB síðuni hjá Gudloysi:



Eins og vit til tíðir vísa á, at gudloysi kann verða ein moralsk fløkja og at Stalin og aðrir framdu ræðugerðir, sum møguliga grundaðu í teirra heimsuppfatan, so vilja gudloysingar somuleiðis vísa at keldan hjá teimum kristnu er sera vandamikil.

Og tað hava teir gjørt leingi, langt áðrenn Kristindómur Svarar var til.

Myndin vísir ikki á sannleika, men um so var, so hava gudloysingar her skoti seg í fótin við at knýta øll kristin og allar jødar til eina heimild í loyvir og enntá gevur boð um og vegleiðir neyðtøku.

Men eg helt at Heini Reinert skrivaði:

vit hava aldrin samanborið kristin við Hitler, Stalin ella aðrar hópdrápsmenn, sagt at kristin eru ómoralsk vegnað sín átrúnað ella lagt teimum í skógvarnar, at tey royna at innføra fascismu og at tálma talufrælsi bara tí tey eru kristin.
 Eina líknandi finna vit á teirra FB síðu tann 13 juli 2013:



Roynir gudloysingurin her at varpa út, at tann sum ger Bíbliuna til basis í sínum lívið, absolut má taka undir við trælahaldið, hópdrápið, píning, barnadráp, rasismu?

Hetta kann ikki kallast relativt og ófarligt!

Eg helt annars Heina siga:

vit hava aldrin samanborið kristin við Hitler, Stalin ella aðrar hópdrápsmenn, sagt at kristin eru ómoralsk vegnað sín átrúnað ella lagt teimum í skógvarnar, at tey royna at innføra fascismu og at tálma talufrælsi bara tí tey eru kristin.
 30 juli liggur hendan á teirra síðu:




Ok...

Og Gudloysi hevur ongantíð sagt “at kristin eru ómoralsk vegna sín átrúnað…”

Nei slett ikki?

Hetta kanska eisini grundin til at vit á teirra síðu tann 19 desembur 2013 lesa:

"Hele 3,5 gange så mange børn på Færøerne end i resten af Danmark bliver krænket. Det svarer til en til to elever i hver eneste ottendeklasse."
“Eg kundi hugsa mær at sað eina kanning um hvussu hesi tølini korilera við antalið av samkomun og praktiserandi trúgvandi í Føroyum.”
 7 mai 2013 liggur henda á síðuni



7 mai 2013 liggur henda á síðuni:


Kanska ikki líka vandamikil eins og hinar, men her veitir Gudloysi teirra lesarum eina fulkommuliga skeiva mynd av hvat Kristindómur snýr seg um.

Hetta er í veruleikanum kølsvarstasta lygn í enda í annan, ein forvrongla roynd at demonisera kristin fólk.

Myndin leggur upp til at fólk sum biðja, ikki útrætta ein pinn.

Tó so er fáttækra heimurin fullur av slíkum sum offra tíð, lív og luksuslívið í Vesturheimin fyri at gera heimin betri. Hesi geva eisini hópin av peningi til vælgerandi endamál. Somuleiðis kunnu vit sipa til slíkar sum eru sera ovaliga í tí vísindaliga heiminum, bæði tá talan er um gransking og tøkni.

30 mars 2013 legði Gudloysi nakað líknandi út, eitt video sum kallast ‘Enemies of Reason’:


Enn eitt dømi uppá demonisering at trúgvandi fólk slett ikki eru til nakað brúk í hesum heimi og í veruleikanum steðga framgongd.

Hvussu nógvar lygnir skulu hesir fleska okkum við?

20 mai leinkjar onkur á Gudloysi til hetta sjónbandi sum lýsir religión rættuliga diaboliskan, blóðigan, óndan, kúgandi og eisini leggur upp til Hitler-Kristindómsins sambandi


Men nú helt eg Heina siga:

vit hava aldrin samanborið kristin við Hitler, Stalin ella aðrar hópdrápsmenn, sagt at kristin eru ómoralsk vegnað sín átrúnað ella lagt teimum í skógvarnar, at tey royna at innføra fascismu og at tálma talufrælsi bara tí tey eru kristin.

Og eitt líknandi liggur eisini á síðuni tann 19 mars


21 februar, leinkjar Súni Joensen (limur í Gudloysi) til hesa síðuna:


Hetta er ein heimasíða við teknirøðum sum ákærir kristin fyri allar møguligar vansar og vemmiligheitir í samfelagnum.

Men eg helt Heina siga:

vit hava aldrin samanborið kristin við Hitler, Stalin ella aðrar hópdrápsmenn, sagt at kristin eru ómoralsk vegnað sín átrúnað ella lagt teimum í skógvarnar, at tey royna at innføra fascismu og at tálma talufrælsi bara tí tey eru kristin.

Her fari eg neyvan skeivur um hugburð Gudloysis, tí 2 mars, 2013 skrivar Jens Arni Leo:

Møguliga líknandi úrslit til tey viðgongdu kristnu á okkara leiðum, ið vilja innføra lógir, broyta lógir út við elligamla siðvenju.
---------------------------------------------------------The extremist views of young Muslims in particular (aged 16-24)
These results are from a poll of Muslim students:– 33% claim that killing is justified if done to protect religion.– 40 percent support the introduction of sharia for British Muslims.– 33 percent support a worldwide Islamic caliphate based on sharia.
These results are from Muslims polled (16 – 24) for Policy Exchange: -37 percent of young British Muslims want Sharia law in Britain. -36 percent of young British Muslims think apostates should be killed. -13 percent of young British Muslims said they “admired” Al Qaeda.
Vilja limir Gudloysi harvið verða við, at møguliga 30-40 prosent av víðgongdu kristnu á okkara leiðum eru terroristar?

Hetta er tað Gudloysi varpar út.

So havi vit eisini fingi tað við.

18 decembur 2012 leinkjar síðan hjá Gudloysi enntá til filmin 'Religulous':


Filmurin er ein forvrongla fadesa, pínliga vemmiligur og skeivur, sum ákærir religiøs fólk fyri alt, líka frá kjarnorkuvápnum til alskyns kríggj og elendigheit.

Og nei Stalin og teir sum honum eftirfylgdu høvdu eingi kjarnorkuvápn og gjørdu seg heldur ongantíð inn á nakran.

Og tað sum stuttligast er, er at filmurin enntá leggur upp til, at religiøs fólk hava skyldina av grindadráp

Ja hugsa tær grindadráp.

Við hesum mugu vit bara staðfesta Gudloysi roknar okkum kristnu sum demonarnar í okkara samfelag og hetta tykist verða teirra boðskapur.


Eg havi neyvan miðskilt Gudloysi her, tí 8 oktober 2012 løgdu teir eina leinkju til hesa tekningina út:




Rættuliga langt við síðunar av og rakar ein gudloysing meint aftur um vit skulu fara at grava í gudleysa-marxistiska rákinum í seinastu øld.

Men eg helt Heina siga:

vit hava aldrin samanborið kristin við Hitler, Stalin ella aðrar hópdrápsmenn, sagt at kristin eru ómoralsk vegnað sín átrúnað ella lagt teimum í skógvarnar, at tey royna at innføra fascismu og at tálma talufrælsi bara tí tey eru kristin.

Antin lýgur Heini ella…ja hvat?

1 juli 2012 finna vit hesa:



Tja…eg tími ikki at endurtaka Heina aftur.

Men vit kunnu í hvussu er sláa fast, at Gudloysi lýgur (so tað brakar).

Gudloysi myndar kristin sum slík í hata samkynd, svørt og jødar, tí at bókin sigur tað, also okkara trúgv.

Við øðrum orðum sigur Gudloysi, ella tann boðskapur sum síða teirra varpar út, at kristin eru ómoralsk grunda av teirra trúgv.

Við øðrum orðum hevur Gudloysi eitt agenda, her er eitt:

Hetta var lagt út á FB síðuna


7 februar 2012




12 july 2013 leggur Gudloysi hesa leinkjuna út um religión og barnamisbrúk:

Við øðrum orðum, siga teir børn sum vaksa upp í kristnum heimum eru offur fyri barnamisbrúki.

Rættuliga ónærisligt!

Hvat billar Gudloysi sær í veruleikanum inn? 

Um eg og onnur royndu at varpa út, at børn í gudleysum heimum verða misbrúkt tí tey gerast gudloysingar (og tey gerast gudloysingar), høvdu eg onnur við mær, ikki fingi 266 B og alt annað uppá nakkan? Hevði tað ikki verið rokna revsivert?

 Hvussu eru Heini og aðrir slopnir undan at loyva slíkum banalum, demoniserandi tvætli og teirra síðu?

Eg kundi ivaleyst hildi á.

Men…

Einki av hesum omanfyri er óskyldugt møsn, soleiðis sum Heini tekur til.

Gudloysi og føroyskir ný-ateistar hava í áravís (og langt undan Kristindómur Svarar) havt úr at gera við at demonisera kristna føroyska samfelagið og tess einstaklingar, bæði teirra trúgv, teirra umdømi, lívstíl, hugbur, etik, familjulív, etc.


Og hesir ditta sær at siga, at eg onnur eru ómoralsk, tí vit umsíðir hava fingi nóg mikið av slíkum atburði og eru farin at svara aftur?










No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.