Seinastu vikurnar hava vit í kjakinum millum føroyskar
gudloysingar og kristin lagt stóran dent á moldkast, niðring og satirur.
Her kann sigast at Kristindómur Svarar byrjaði sum eitt átak,
at svara álopunum á Kristindómin aftur og somuleiðis seta fram líknandi
argumentir til mótpartin.
Álop (frá ateistum) inkluderaðu argumentir sum lupu
grundvøll Kristindómsins so sum Bíbluna, Jesus og Guds eksistens, men eisini
var lopið á Kristindómin sum eitt samfelag ella sum ein bólk, har víst var á, at
Hitler var ein kristin, at religiøs fólk hava skyldina av óndskapinum í okkara
heimssamfelag, at pedofila er ein serstakur trupuleiki í religiøsum kredsum og
at religiøs menniskju hava eitt minni IQ ella sum heild er býttari enn
ateistar. Partur av hesum álopum vóru eisini ateistiskar satirur.
Talan er tí ikki um nøkur einstøk dømir og ella kritik sum hevur vart í styttri tíð, men álop og niðring yvir seinastu 13 árini.
Í føroyskum høpið, vóru kristin útsett fyri slíkum, tildømis
í bløðunum, Kjak.fo, seinni Kjak.org, á bloggum, heimasíðum og sjálvandi á
FaceBook.
Sum føroysk kristin sóu vit tað tí sum okkara rætt og skyldu
at svara aftur og tóku tað eisini sum eina sjálvfylgju, at hesir gudloysingar máttu og vildu
tola at vit vendu borðinum eina løtu.
Hetta seinna gjørdist tó ein sorgarleikur. Mótálop var tikið
persónligt og kristin sum dittaðu sær at leggja seg út í kjakið, ella rættari
sum ditta sær at venda borðinum verða rokna ómoralsk, stupit og mugu finna seg í øllum hugsandi ónærisligum heityn sum eg ikki skal sitera her.
Í seinastuni hava vit tó sæð eina undanførðslu frá gudleysu vinum okkara. Hesir pástanda nú at tað eru kristnir trúarverjar sum útspilla og demonisera ein samfelagsbólk, meðan ný-ateistarnir hava víst nokso góðan moral.
Fyri nøkrum fáum døgum síðani skrivar Heini Reinert
(gudloysingur og limur í Gudloysi felagnum)
Fyri
ikki at tala um, at ein og hvør átti at sæð ein greiðan mun á tí relativt
harmleysa tvætlinum, sum vit posta á Gudloysi og teimum hatursfullu
ósannindunum, sum Høgni spreiðir. Ja, á Gudloysi kunnu vit væl finna uppá at
gera gjøldur við tí sum religiøs siga og trúgva uppá, men vit hava aldrin
samanborið kristin við Hitler, Stalin ella aðrar hópdrápsmenn, sagt at kristin
eru ómoralsk vegnað sín átrúnað ella lagt teimum í skógvarnar, at tey royna at
innføra fascismu og at tálma talufrælsi bara tí tey eru kristin. Hetta eru alt
dømi um ting, sum Høgni dag og dagliga lýgur uppá gudloysingar.
Hansara argument er ikki eingongd "av tí at hini gera tað, so kann eg
eisini." Hansara argument er "av tí at gudloysingar kritisera og gera
gjøldur við mínum átrúnaði, so er tað í ordan fyri meg at spreiða lygnaktiga
haturstalu um gudloysingar."
Slíkt og slíkar lygnir eru ræðandi at lesa.
Heini kallar kritiserandi boðskapin hjá Gudloysi um religiøs fólk og
kristin ‘relativt harmleyst tvætl’ og skilir enntá millum hetta tvætli og so tann
meinfulla kritikin sum hann sigur at kristnir kjakarir hava víst aftur við.
Eg ætli mær her at vísa hesari lygn og undanførðslu aftur.
Og eg taki tað sum ein rætt at kalla hetta lygn og eisini
Heina fyri ein lygnara, bæði tí útsøgnin byggir á lygn og eftirsum hesir
ný-ateistar ikki hava spart uppá ákæruna um lygn í nakrar mánaðir aftur eftir.
Men læt meg líka fáa eitt uppá pláss. Um so Heini og hansara
føroyska lið av gudloysingum og tortrúgvum ongantíð høvdu gjørt sær galt av
øllum haturs útsøgnunum og niðringini, so høvdu føroysk kristin kortini skulu
staði fyri skotum, av gudloysingum uttanlanda.
Alnótin, inkludera
Youtube er á tremum við greinum, sjónbondum, satirum í innihalda øll tey álop
og alla tað demonisering ein kann hugsa sær. Hetta er slíkt sum almenningurin
og føroysk kristin eru vitni til, ivaleyst dagliga.
Heini má tí endiliga ikki halda, at Kristindómur Svarar og
aðrar føroyskar trúarverju síður og trúarverjar og teirra átøk eina hava í hyggju at viðgera
felagskapin Gudloysi.
Slett ikki!
Tað sagt, læt okkum so fara ein túr gjøgnum FB bólkin hjá
føroyska Gudloysi felagnum og vita um Heini veruliga sigur satt.
Er hetta bara relativt meiningleyst tvætl?
Heini skrivaði omanfyri:
vit
hava aldrin samanborið kristin við Hitler, Stalin ella aðrar hópdrápsmenn, sagt
at kristin eru ómoralsk vegnað sín átrúnað ella lagt teimum í skógvarnar, at
tey royna at innføra fascismu og at tálma talufrælsi bara tí tey eru kristin.
Hvat er tað so sum posta á Gudloysi?
Eg skal gera vart við at nakrar av teimum ljótastu satirunum
á Gudloysi FB síðuni eru ikki at síggja longur (ella eg legði merki til hesar tá eg seinast skimmaði gjøgnum síðuna). Kanska limirnir varnaðust at
hesar vóru ov ósømmuligar, men tað kann eisini hugsast at hesir vóru vitandi
um, at mótstøðan kundi nýta hesar um dømir.
Av hesum kann eg vísa á hesa:
Nei, øll religiøs fólk flúgva okkum ikki inn í bygningar; í veruleikanum hava langt frá øll religiøs fólk nakran sum helst áhuga í terrorismu, kúgan og
at drepa onnur.
Harnæst eru ikki øll vísindafólk ateistar. Vísindaheimurin vrimlar av kristinum og religiøsum sum arbeiða við vísind samstundis sum hesi eru trúgvandi.
Harnæst, ikki øll vísind hevur havt positiva ávirkan, hvussu
við eirindaleysu royndunum á menniskju hjá Mengele? Ella fylgjan av
kjarnorkuvápnum og hvussu við flogførðum sum kunnu flúgvast inn í bygningar?
Nú hvat royndi hendan satiran at varpa út.?
Var tað sømmuligt, ella sum Heini billar okkum inn, relativt harmleyst av limum hjá
gudloysi at leggja sovorið út.
Aðrar sum møguliga ikki longur finnast eru eisini, men vit
kunnu lata tær fara.
Varnaðist eisini at mín fyrsta uppliving á FB bólkinum hjá
Gudloysi er horvin, har viðkomandi
veruliga gjørdist ónæriligur, fór at tosa um sex William Lane
Craig (sum var nevndur) og tveitti veruliga niðrandi úttalisir eftir mær. Longu
tá gekk tað upp fyri mær, at tað neyvan fór at standast nakað gevandi positivt
kjak við Gudloysi Felagið og tað hevur víst seg at verða so satt sum tað var
hugsa.
Grunda av tí upplivingini avgjørdi eg, at eg í hvussu er, ongantíð ætlaði mær í holt við nakað stórvegis alment kjak við mannin og tað
segði eg eisini við hann.
Víðari hvat annað lesa vit á FB síðuni hjá Gudloysi?:
12 august skrivar Eivind Ortind Simonsen
Ein
meta-analysa er gjørd av samanhanginum millum religión og intelligens. Hon
sigur sjálvandi tað, sum flestu av okkum altíð hava vitað, og tá alt kemur til
alt, so er tað ikki so løgið, at gudloysingar eru so fornuftigir.
Leinkja var síðani til hesa síðuna:
http://arstechnica.com/science/2013/08/new-meta-analysis-checks-the-correlation-between-intelligence-and-faith/
Tað er eyðsæð hvat í maðurin leggur upp til her, at trúgvandi
fólk hava minni IQ, eru minni hugsandi ella býttari enn tey sum ikki hava
trúgv.
Harvið eru trúgvandi, serstakliga tey sum kjakast við Eivind
uppá forhánd lýst sum tápulingar. Og tað er tað vemmiliga við hesum, hetta
hevur verið útgangsstøði hjá Eivind alla tíðuna, í nærum øllum kjakið. Hetta er
tað sum maðurin skrivaði á kjak.org longu í 2009, 11 mai:
Blíva
trúgvandi ongantíð troytt av at útstilla seg sjálvan sum óvitandi tápur? Ella
er trupulleikin kanska meira tann, at tey trúgvandi sjálv ikki duga at síggja
hvussu stupid tey eru, og tískil ikki vita av, at tey útstilla seg sjálv sum
óvitandi tápur? Vit, sum hava ein fungerandi heila og eina vitan sum strekkir
seg útum bíbliuna: er tað ikki okkara skylda áhaldandi at peika á býttleikan
hjá teimum trúgvandi soleiðis at tey so við og við fáa lúka grovastu
tápuligheitirnar út?
1 august 2013 funni vit hesa á FB síðuni hjá Gudloysi:
Eins og vit til tíðir vísa á, at gudloysi kann verða ein moralsk fløkja
og at Stalin og aðrir framdu ræðugerðir, sum møguliga grundaðu í teirra
heimsuppfatan, so vilja gudloysingar somuleiðis vísa at keldan hjá teimum
kristnu er sera vandamikil.
Og tað hava teir gjørt leingi, langt áðrenn Kristindómur
Svarar var til.
Myndin vísir ikki á sannleika, men um so var, so hava
gudloysingar her skoti seg í fótin við at knýta øll kristin og allar jødar til
eina heimild í loyvir og enntá gevur boð um og vegleiðir neyðtøku.
Men eg helt at Heini Reinert skrivaði:
vit
hava aldrin samanborið kristin við Hitler, Stalin ella aðrar hópdrápsmenn, sagt
at kristin eru ómoralsk vegnað sín átrúnað ella lagt teimum í skógvarnar, at
tey royna at innføra fascismu og at tálma talufrælsi bara tí tey eru kristin.
Eina líknandi finna vit á teirra FB síðu tann 13 juli 2013:
Roynir gudloysingurin her at varpa út, at tann sum ger
Bíbliuna til basis í sínum lívið, absolut má taka undir við trælahaldið,
hópdrápið, píning, barnadráp, rasismu?
Hetta kann ikki kallast relativt og ófarligt!
Eg helt annars Heina siga:
vit
hava aldrin samanborið kristin við Hitler, Stalin ella aðrar hópdrápsmenn, sagt
at kristin eru ómoralsk vegnað sín átrúnað ella lagt teimum í skógvarnar, at
tey royna at innføra fascismu og at tálma talufrælsi bara tí tey eru kristin.
30 juli liggur hendan á teirra síðu:
Ok...
Og Gudloysi hevur ongantíð sagt “at kristin eru ómoralsk
vegna sín átrúnað…”
Nei slett ikki?
Hetta kanska eisini grundin til at vit á teirra síðu tann 19
desembur 2013 lesa:
"Hele
3,5 gange så mange børn på Færøerne end i resten af Danmark bliver krænket. Det
svarer til en til to elever i hver eneste ottendeklasse."
“Eg kundi hugsa mær at sað eina kanning um hvussu hesi tølini korilera við
antalið av samkomun og praktiserandi trúgvandi í Føroyum.”
7 mai 2013 liggur henda á síðuni
7 mai 2013 liggur henda á síðuni:
Kanska ikki líka vandamikil eins og hinar, men her
veitir Gudloysi teirra lesarum eina fulkommuliga skeiva mynd av hvat
Kristindómur snýr seg um.
Hetta er í veruleikanum kølsvarstasta lygn í enda í annan,
ein forvrongla roynd at demonisera kristin fólk.
Myndin leggur upp til at fólk sum biðja, ikki útrætta ein pinn.
Tó so er fáttækra heimurin fullur av slíkum sum offra tíð,
lív og luksuslívið í Vesturheimin fyri at gera heimin betri. Hesi geva eisini
hópin av peningi til vælgerandi endamál. Somuleiðis kunnu vit sipa til slíkar
sum eru sera ovaliga í tí vísindaliga heiminum, bæði tá talan er um gransking
og tøkni.
30 mars 2013 legði Gudloysi nakað líknandi út, eitt video
sum kallast ‘Enemies of Reason’:
Enn eitt dømi uppá demonisering at trúgvandi fólk slett ikki
eru til nakað brúk í hesum heimi og í veruleikanum steðga framgongd.
Hvussu nógvar lygnir skulu hesir fleska okkum við?
20 mai leinkjar onkur á Gudloysi til hetta sjónbandi sum
lýsir religión rættuliga diaboliskan, blóðigan, óndan, kúgandi og eisini leggur
upp til Hitler-Kristindómsins sambandi
Men nú helt eg Heina siga:
vit hava aldrin samanborið
kristin við Hitler, Stalin ella aðrar hópdrápsmenn, sagt at
kristin eru ómoralsk vegnað sín átrúnað ella lagt teimum í skógvarnar, at tey
royna at innføra fascismu og at tálma talufrælsi bara tí tey eru kristin.
Og eitt líknandi liggur eisini á síðuni tann 19 mars
21 februar, leinkjar Súni Joensen (limur í Gudloysi) til
hesa síðuna:
Hetta er ein heimasíða við teknirøðum sum ákærir kristin
fyri allar møguligar vansar og vemmiligheitir í samfelagnum.
Men eg helt Heina siga:
vit hava aldrin samanborið
kristin við Hitler, Stalin ella aðrar hópdrápsmenn, sagt at
kristin eru ómoralsk vegnað sín átrúnað ella lagt teimum í skógvarnar, at tey
royna at innføra fascismu og at tálma talufrælsi bara tí tey eru kristin.
Her fari eg neyvan skeivur um hugburð Gudloysis, tí 2 mars, 2013
skrivar Jens Arni Leo:
Møguliga
líknandi úrslit til tey viðgongdu kristnu á okkara leiðum, ið vilja innføra
lógir, broyta lógir út við elligamla siðvenju.
---------------------------------------------------------The extremist views of young Muslims in
particular (aged 16-24)
These results are from a poll of Muslim
students:– 33% claim that killing is justified if done to
protect religion.– 40 percent support the introduction of sharia
for British Muslims.– 33 percent support a worldwide Islamic
caliphate based on sharia.
These results are from Muslims polled (16 – 24) for Policy Exchange:
-37 percent of young British Muslims want Sharia law in Britain.
-36 percent of young British Muslims think apostates should be killed.
-13 percent of young British Muslims said they “admired” Al Qaeda.
Vilja limir Gudloysi harvið verða við, at møguliga
30-40 prosent av víðgongdu kristnu á okkara leiðum eru terroristar?
Hetta er tað Gudloysi varpar út.
So havi vit eisini fingi tað við.
18 decembur 2012 leinkjar síðan hjá Gudloysi enntá til
filmin 'Religulous':
Filmurin er ein forvrongla fadesa, pínliga vemmiligur og
skeivur, sum ákærir religiøs fólk fyri alt, líka frá kjarnorkuvápnum til alskyns
kríggj og elendigheit.
Og nei Stalin og teir sum honum eftirfylgdu høvdu eingi
kjarnorkuvápn og gjørdu seg heldur ongantíð inn á nakran.
Og tað sum stuttligast er, er at filmurin enntá leggur upp til, at religiøs fólk hava
skyldina av grindadráp
Ja hugsa tær grindadráp.
Við hesum mugu vit bara staðfesta Gudloysi roknar okkum
kristnu sum demonarnar í okkara samfelag og hetta tykist verða teirra boðskapur.
Eg havi neyvan miðskilt Gudloysi her, tí 8 oktober 2012
løgdu teir eina leinkju til hesa tekningina út:
Rættuliga langt við síðunar av og rakar ein gudloysing meint
aftur um vit skulu fara at grava í gudleysa-marxistiska rákinum í seinastu øld.
Men eg helt Heina siga:
vit
hava aldrin samanborið kristin við Hitler, Stalin ella aðrar hópdrápsmenn, sagt
at kristin eru ómoralsk vegnað sín átrúnað ella lagt teimum í skógvarnar, at
tey royna at innføra fascismu og at tálma talufrælsi bara tí tey eru kristin.
Antin lýgur Heini ella…ja hvat?
1 juli 2012 finna vit hesa:
Tja…eg tími ikki at endurtaka Heina aftur.
Men vit kunnu í hvussu er sláa fast, at Gudloysi lýgur (so
tað brakar).
Gudloysi myndar kristin sum slík í hata samkynd, svørt og
jødar, tí at bókin sigur tað, also okkara trúgv.
Við øðrum orðum sigur Gudloysi, ella tann boðskapur sum síða teirra varpar út, at kristin eru ómoralsk grunda av teirra trúgv.
Við øðrum orðum hevur Gudloysi eitt agenda, her er eitt:
Hetta var lagt út á FB síðuna
7 februar 2012
12 july 2013 leggur Gudloysi hesa leinkjuna út um religión
og barnamisbrúk:
Við øðrum orðum, siga teir børn sum vaksa upp í kristnum heimum eru
offur fyri barnamisbrúki.
Rættuliga ónærisligt!
Hvat billar Gudloysi sær í veruleikanum inn?
Um eg og onnur royndu at
varpa út, at børn í gudleysum heimum verða misbrúkt tí tey gerast gudloysingar
(og tey gerast gudloysingar), høvdu eg onnur við mær, ikki fingi 266 B og alt annað uppá nakkan? Hevði
tað ikki verið rokna revsivert?
Hvussu eru Heini og aðrir slopnir undan at loyva slíkum
banalum, demoniserandi tvætli og teirra síðu?
Eg kundi ivaleyst hildi á.
Men…
Einki av hesum omanfyri er óskyldugt møsn, soleiðis sum
Heini tekur til.
Gudloysi og føroyskir ný-ateistar hava í áravís (og langt
undan Kristindómur Svarar) havt úr at gera við at demonisera kristna føroyska
samfelagið og tess einstaklingar, bæði teirra trúgv, teirra umdømi, lívstíl,
hugbur, etik, familjulív, etc.
Og hesir ditta sær at siga, at eg onnur eru ómoralsk, tí vit
umsíðir hava fingi nóg mikið av slíkum atburði og eru farin at svara aftur?