Hoyrdi nýðliga ein gudloysing í eini roynd at burturforklára
Gud, pástanda at alheimur okkara sum inniheldur fleiri svørt hol enn allir
aðrir alheimir, er tann mest ótespuligi av øllum tilverum. Hví vildi Gud skapt
ein so ótespuligan alheim fyri livandi skabningum at trívast í.
Eg vildi neyvan verið tann einasti, sum varnaðist hópin av
villum í útsøgnini. Millum annað, hvørji universir var talan um? Hvussu kunnu
vit yvirhøvur, við vissu, tosa um onnur universir, nakað sum enn er empiriskt
útilukka, tá vit nóg illa hava fullan kunnskap um okkara egna? Er orsøkin tann,
at onkrir spekulantar pástanda seg síggja buglur í ‘kosmisku mikrobylgju
bakgrundini’, ella tí aðrir spekulantar stuttleika sær at byggja hugfloðis
modellir av øðrum alheimum? Eg meini so við, slík modellir eru enntá roynd í
samband við bakteriu flagelluni, sum vit hóast alt kunnu eygleiða; í hesum
føri, fyri at uppfinna alternativir í kunnu útihýsa ID (Intelligent Design), tó
uttan nakað stórvegis gjøgnumbrot?
Men aftur til alheimarnar og hesar spekulatiónir; her kann
ein aftur spyrja, hvat hesir spekulantar basera slíkt uppá og hvat skuggar í
radiatións bakgrundini megna læra okkum um aðrar alheimar? Slett ikki at eg
havi nakran stórvegis trupuleika av multiversum (fleiri alheimum); stríðist heldur
við hugburðin, har hugfloðis íspinn verður gloypt rátt og naivt nýtt sum
alternativt fakta, ella reint fakta; sum kanska hóskar seg í høpinum at útsøgn
Stephen Hawkins: “The greatest enemy of knowledge is not ignorance, it is the
illusion of knowledge”.
Harnæst kunnu vit kjakast um ótespuligheitina við svørtum
holum. Eru hesi veruliga eina destruktiv, ella kann tað hugsast at hesar
ovurstóru funktiónir hava onnur endamál, møguliga týdningarmikil endamál, sum
tildømis at rudda upp í kosmologiska tilfarinum, eins og ein støvsugari?
Hawkings (fyri at vísa til hann enn einaferð) lýsir millum annað, hvussu ávíst
tilfarð sum svørt hol sugar til sín, verður sloppi út aftur, í líkinum av
everska smáum universum í seinni gera seg til eitt aftur við uppruna alheimin.
Men hetta vildi verði ein vessalig roynd frá mínari síðu, at afturvísa hugfloð
við hugfloð, ella spekulatión við spekulatión, bara fyri at grundgeva míni
sjónarmið (eitt snøgt dømi uppá “the illusion of knowledge”).
Tó tað sum veruliga fekk meg at undrast, var hvussu hesin
gudloysingur tyktist rokna tað sum eitt uppáhald fyri ein skapara, at
alheimurin nærum skuldi kunna samanlíknast kamarinum hjá dóttur mínari. Kjakandi
ateistar tykjast mangan verða av tí áskoðan (tykist tað), at ein skapandi Gud, vildi
verið absolut fittur og ljósareyður, við øllum sínum hugsandi funktiónum og
attributum stýrdum eina til at tekkjast okkara livihátti og mest triviellum
ynskjum; kort sagt dømi uppá eina typiska ynskihugsandi útlegging; og júst tí
útlegging ein kundi vænta sær av einum humanisti, trívandi í einum
vælferðarsamfelag.
Tó skal ein viðgera kosmologi og bíbliukosmologi í ljósinum
at bíbilska Gudinum, so má sigast, at gudloysingurin partvíst var á beinari
kós, alheimurin í sínari heild, er ein nokso ótespulig tilvera. Tó tað sum
hesin neyvan hevði varnast var, at hetta eisini er bíbilska lýsingin av okkara
alheimi. Ikki ótespuligur so at skilja, tí hann ikki er so vælfungerandi ella
vælskipaður (í so fall hevði fine-tuning argumentið verið lættliga og grundiga
afturvíst), men ótespuligur, tí tilgongdin av alheiminum gradvíst brýtist niður:
“Lyftið eygum tykkara móti himli, og skoðið jørðina
herniðri! Tí himmalin skal svinna sum roykur, jørðin skal slítast út sum plagg,
og tey sum á henni búgva, skulu doyggja sum mýggj; men frelsa mín skal vara til
ævigar tíðir…” (Es.51: 6)
“Himmal og jørð skulu forganga, men orð míni skulu als ikki
forganga” (Matt.24: 35)
“Vit vita jú at allur skabningurin tilsamans suffer og hevur
verkir líka til nú…” (Róm.8:22)
“Nú sá eg nýggjan himmal og nýggja jørð, tí hin fyrri
himmalin og hin fyrra jørðin vóru farin burt…” (Op.21: 1)
Við øðrum orðum, so fylgir tað ikki við, at ein Gud
neyðturvilliga skapir ein ljósareyðan alheim. Bíblian lýsir alheimin sum eitt
forgongiligt stað í bæði svinnur og slítist. Løtan kemur enntá har hesin
alheimur (eftir orðum Jesusar) skal forganga. Ella sum høvundurin av Seinni
Brævið Pæturs skrivar:
“Men dagur Harrans skal koma – sum tjóvur; tá skulu
himlarnir forganga í hørðum duna, frumevnini loysast sundur í brennandi hita,
og jørðin og alt, ið henni er á, brenna upp” (2 Pætur.3:10)
Men so skal ein samstundis skoyta uppí (sum longu er víst á),
at Jóhannes í Opinberingini sær nýggjan himmal og nýggja jørð.
Her má eg so samtykkja við gudloysinginum, at alheimur okkara
neyvan er tann tespuligasti; men sum kristin og trúgvandi kann eg eisini halda
fast uppá, at ein betri tilvera og betri verð væntar fyri framman og hetta
byggir neyvan á størri hugfloð og ynskihugsan enn modellini av øðrum alheimum
og buglum í mikrobylgju bakgrundini.
No comments:
Post a Comment
Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.
Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.
Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.