Tuesday, May 7, 2013

Kristindómskúgan og politiskur skeivleiki


Er Kristindómurin tann bólkurin sum í nútíðini er mest útsettur fyri atsøkn og kúgan?

Tað dugi eg ikki at svara uppá í løtuni.

Men atsøkn av kristnum, serstakliga í muslimska heiminum, er eitt evnið har ómetaliga tøgn hevur valda í okkara vesturlendsku miðlum og í tí politiska rúminum.
Enntá fyri 40 árum síðani, tá tað frættist í vesturheiminum, um kristin, sum vóru handtikin, pínd og deportera í teimum kommunistisku londunum, vóru slík tíðindir mangan hildin at verða ósømulig; her kann ein bara sipa til føroysku kommunistisku bløðini úr 70unum.

Hendan mánaðin var tó ein grein at lesa í Jyllandspostin, sum varpar út um veruleikin, millum annað at møguliga 75 prosent av atsøknini í heiminum, er rættaður móti kristnum.

http://jyllands-posten.dk/international/ECE5330663/kristne-er-de-mest-forfulgte/

Torið ikki sjálvur at siga um hagtalið omanfyri eru álítandi. Tó, tey sum hava fylgt við seinastu árini vita, at talan hevur verið um kúgan og ræðuleikar, har í tølini av teimum sum antin er myrd ella annað, eru ógvuliga høg.

Heimasíðan niðanfyri hevur sum endamál at upplýsa, millum annað, um støðuna hjá kristnum, í anti-kristnum londum (muslimskum og ateistiskum); í hesum høpi, ræðuleikum sum raktu kristna samfelagið í apríl 2012:

http://www.gatestoneinstitute.org/3065/muslim-persecution-of-christians-april-2012

Ein onnur heimasíðu sum lýsir støðuna í Pakistan í 2003 er:

http://www.washingtontimes.com/news/2003/jun/27/20030627-092413-5203r/?page=all

Tað eru nútíðar antikristnar røddir sum vilja varpa út, at kristna alheims samfelagið slett ikki verður atsøkt, ella at hesi fáa nóg nógva umtalu sum nú er og at kristin skulu gevast við at grenja. Ymiska staðni í Europa, eru tað kreftir, sum vilja bólka upplýsing av atsøkn móti kristnum, í islamskum londum, sum islamofobia, og enntá vilja, at slík kunning skal gerast revsuverd. Onnur velja at hálova kristindómshatri so høgt, at kristin til eina og hvørja tíð mugu og skulu síggjast sum størsti kúgarin og ongantíð sum tann kúgaði.

Hesi hava vanliga tendensin at skýra kristin sum grenj. Stuttligt tí at dømir uppá ávís mál, umstøðir og hendingar, sum ikki snúgva seg um kristin og sum ikki koma omanfyri ræðuleikunum nær námandi, tykjast fyri hesum av verða átrokandi.
Ein føroyskur gudloysingur í 2010 háðaði millum annað eina framløgu pávans um atsøkn og kúgan, við orðunum 'synd í tykkum'.

Sjónbandi niðanfyri er upplýsandi og vísir á politiska trupuleikan, at tala søk teirra kristnu, eftirsum, tað sum hesir kalla 'liberalisma' (sum ivaleyst skal skiljast í høpinum av sjónbandinum), metir umtalu um hendan veruleikan at verða politiskt skeivan:


Ivaleyst vert at fáa fatur í hesari:



No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.