Tuesday, March 5, 2013

Kristindómur í Kina fyri komandi avbjóðingum.


Gudloysa stýri í Kina hevur søkt at teimum kristnu íbúgvunum síðani mentunnarkolveltingina og søgurnar um handtøkur, píning, avrættingar og fangatippir eru nógvar og øtiligar.

Tó so hevur ágangurin seinastu árini, ivaleyst hevur verið meiri lokalur og meiri dempaður. Tað skal má sigast, at tað í løtuni lítið verður tosa og gjørt burturúr kúganini av kristnum í Kina alment.

Í Kina er annars ein almenn kirkja, sum tó undir stastateistiskari skipan verður eygleitt og stýrd.
Bíbliur verða enntá seldar alment, men tá skal ein eisini hava í huga at tann sum hattar sær at keypa eina Bíbliu verður skrásettur.
Loyvi er heldur ikki hjá kristnum foreldrum ella øðrum, at boða ella undirvísa Kristindóm til persónar sum eru undir 17 ára aldur.

Hetta er eisini orsøkin til víðagitnu kinesisku undirgrunds hússamkomuna, har statsins ágangur hevur verið áhaldandi.

Tó so frættast nú tíðindi um, at ateistiska stýri í Kina hevur ætlanir at økja um ágangin, við tí endamálið, at útrudda kristnu hússamkomuna, sum ídag telur millum 80-130 milliónir limir og er vaksandi.

Fyri ikki at gloyma at stýri í Kina eisini søkir at øðrum trúarsamfelagum.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.