Friday, March 8, 2013

Bill Gates: Kann ein verða góður uttan Gud?



Í kjakinum millum kristin og ateistar, hevur spurningurin javnan stungi seg upp, um ein kann verða eitt gott menniskja uttan at trúgva á Gud, ella kanska rættari, um menniskja kann gera góð verk uttan at trúgva á Gud?
Ateistar hava onkursvegna fingi tað uppfatan av kristna sjónarmiðinum, at kann eingin gera góð verk uttan so at ein trýr uppá Gud.

Eg eri ikki heilt klárur yvir, hvaðani eitt slíkt sjónarmið hevur sín uppruna, men hatta er tó ikki frá kristnari doktrinu uppsprotið.

Møguliga sipa verður til orð Paulusar: 'Tí eg veit, at í mær - í holdi mínum - býr einki gott' (Rómbrævð 7: 18).

Men her má ein hava í huga, at talan er her um ein teist ikki ein ateist og víðari, at full semja ikki er millum gudfrøðingar um Paulus í hesum teksti, umtalar støðu sína undan ella eftir at hann tók við kristnari trúgv.

Ivaleyst er talan meiri um sálarlív menniskjans, at vit innast inni, neyvan hava fult innlit inn í okkum sjálvi og kunnu føra út í praksis tær mest ósigiligu ógerðirnar. Hugsi millum annað um fangavørðarnir í Auswitch, sum út frá nýggjari gransking vístu seg at verða vanlig menniskju, við eginleikanum brádliga at gerast ovurhonds óndskapsfull.

Niðurstøðan út frá slíkari kanning vil verða við, at slík kundu verði eg og tú ímorgin, óansæð hvussu sámilig og moralskt vit í tí dagliga hugsa og uppføra okkum.

Er tað hetta Paulus hevur í huga? Men í so fall er talan ikki eina um ateistar, men menniskja sum heild.

Paulus vísir tó eisini á eina aðra síðu av sakini, nemliga tann síðan sum eisini sýnir javnvágin. Tí menniskja í Bíbliunnar lýsing er ikki bara ónt.

'Tí táið heidningarnir - sum ikki hava lóg - av nátturuni gera tað, sum lógin sigur, eru teir, uttan at hava lógina, sær sjálvum lóg; teir vísa jú at verk lógarinnar er skriva í hjørtum teirra. Eisini samvitska teirra vitnar, og hugsanirnar sín ámillum klaga ella eisini verja hvør aðra.' (Rómbrævinum 2: 14-15)

Kann menniskja tí hugsa moralskt og gera væl uttan Gud? Avgjørt nei! Men menniskja kann kortini gera væl uttan trúgv á Gud, eftirsum moralur og etikkur er og virkar í sinnið okkara, grunda á, at Gud er. Menniskja var ætla og skapt at hugsa moralskt og positivt.

Paulus sjálvur pástóð at hann sum jødi, undan sínari umvending til Kristindómin var lýtaleysur í samband við Mósilógina, við øðrum orðum, so var Paulus ivaleyst í sínum vanliga dagliga degi, ein góður maður og tað uttan at hava eitt livandi samfelag við Gud (Filippibrævið 3: 6)

Jesus tosar enntá um góðu gerðirnar hjá teimum meiri gudleysu:...(Matteus 5: 46-47)
Ivaleyst blanda ateistar við góð/ur í samband við, at ein er órættvísur í eygum Guds. Í slíkum førið sigur Bíblian, at eingin megnar at liva upp til slíkan standard, og at enntá góðu verk okkara, eru í eygum Guds, ikki annað enn dálka plag, við øðrum orðum, at líkna við einar skitnar undirbuksir.
Men hetta er sjálvandi eitt heilt annað evnið og knýtur seg ivaleyst meiri til fyrru útsøgn Paulusar í hesum innleggi, setningurin, at í menniskjanum býr einki gott og tað er ikki fokusi í hesum innleggi.

So, kunnu ateistar verða fittir, góður, hjálpsamir, sjálvandi!

Eins og religiøs menniskju í mótsetning kunnu verða nakrir djevlar, pedofilir, ráðaríkir, nakrir manipulerandi sjónvarpsprædikandi pengamenn, ella slíkir sum flúgva seg og onnur inn í stórar bygningar. Og sjálvandi vice verce eisini.

Tað er í øllum hesum at Bíblian leggur dent á at menniskja hevur brúk fyri einari andaligari endurføðing omanifrá, einari broyting sum ikki kann koma av einum rákið ella við lóg, men gjøgnum Gud sjálvan, gjøgnum frelsuverk Jesusar.

Haldi tí heldur, at í samband við etik og moral, at kristna læran vildi lýst tað soleiðis, at um ein er kristin, at so uppførir ein seg um ein góður maður ella ein góð kvinna, eftirsum tað er ávøksturin av at verða broyttur omanifrá og at ein harvið er vorðin ein Kristi eftirfylgjari.

Um ikki, so lærir Bíblian, at ein livir eina lygn:

...Tey skulu eitast at óttast Gud, men tey avnokta kraft gudsóttans...(2 Timoteus 3: 5)

Tey siga, at tey kenna Gud, men tey avnokta Hann við verkum sínum; tí tey eru andstyggilig og ólýðin og duga einki gott verk til (Titus 1: 16)

'Siga vit, at vit hava samfelag við Hann og liva í myrkrinum - so lúgva vit og gera ikki sannleikan' (1 Jóhannes 1: 5)

Av hesum kennast børn Guds og børn djevulsins; hvør tann, ið ger ikki rættvísi, er ikki av Gudi, og líka lítið tann sum elskar ikki bróðir sín (1 Jóhannes 3: 10)

Av tí vita vit at vit kenna Hann - av at vit halda boð hansara...tann, ið sigur seg verða verandi í Honum, er eisini bundin at hava somu atferð sum Hann (1 Jóhannes 2: 3, 6)


Í hesum førið, kunnu vit sjálvandi hugsa um manipulerandi pengasvindlandi sjónvarpsprædikumannin, pedofilska prestin, og hvør veit, kanska eg og tú.
Í hvussu er, verða vit sum kristin, øll, biðin um at rannsaka okkum sjálvið, um vit nú veruliga eru í trúnni, also fyri at staðfesta um vit nú veruliga eru kristin:

'Rannsakið tykkum sjálvar, um tit eru í trúnni, roynið tykkum sjálvar! Ella kenna tit ikki tykkum sjálvar, at Kristus Jesus er í tykkum? Annars standa tit ikki royndina' (Seinna Korintbræv 13: 5)

Lív og atburður er sjálvandi prógvi:

Av hesum kennast børn Guds og børn djevulsins; hvør tann, ið ger ikki rættvísi, er ikki av Gudi, og líka lítið tann sum elskar ikki bróðir sín (1 Jóhannes 3: 10)

Men aftur til høvuðs evnið í hesum innleggi.

Ivaleyst er tað miðskiljingin nevnd omanfyri, í hevur skapt hendin tørvin millum ateistar, at skula vísa okkum teistum á, at ateistar eisini kunnu gera góð verk, og tað uttan Gud.

Eg haldi at stutta viðgerðin omanfyri svarar hasum aftur.

Men skal eg svara fyri meg, so persónliga gleðist eg sum ein kristin, tá ateistar, agnostikarir, muslimar, hinduar og aðrir bólkar gera væl, men hetta er sum Paulus skrivar:

'Tí táið heidningarnir - sum ikki hava lóg - av nátturuni gera tað, sum lógin sigur, eru teir, uttan at hava lógina, sær sjálvum lóg; teir vísa jú at verk lógarinnar er skriva í hjørtum teirra. Eisini samvitska teirra vitnar, og hugsanirnar sín ámillum klaga ella eisini verja hvør aðra.' (Rómbrævinum 2: 14-15).

Hetta vísir tí bara at menniskjan er ætla og skapt at hugsa etiskt og tí kann útføra tað sum er gott og etiskt.

Ein roynd hjá gudloysingum at vísa á, at vit kunnu verða góð uttan Gud og sum ein oftani bítir merki í á alnótini, er dømi um Bill Gates. Bill Gates sigst verða ein agnostikari, við øðrum orðum, ein í ikki er vitandi um Gud er, ella ikki.

Tað skal sigast, at Bill Gates hevur gjørt eitt einastandandi megnar arbeiði, í at hjálpa teimum neyðstaddu og hjálparleysu og hevur investera milliardir í vælgerandi arbeiði.

Við hesum vilja ateistar vísa á, at ein kann verða góður uttan Gud og ein verður harvið oftani varðugur við slíkt møsn sum hetta niðanfyri:


Sum sagt, so hava kristin ongan trupuleika av, at gudloysingar gera væl, hetta er at gleðast um og vísir bara, at tað er lóg Guds sum virkar í okkum øllum.

Veit, erligt talt ikki, hvussu er við Pat Robertson, eg meini so við, Bíblian biður okkum ikki rópa upp um okkara vælgerðir eins og Bill Gates hevur gjørt.

Sum Jesus sigur tað:

Varðið tykkum, at tit útinna ikki rættvísi tykkara fyri menniskjum - fyri at verða sædd av teimum...Táið tú gevur olmussu, mást tú ikki lata blása í lúður fyri tær, sum hyklarir gera...Nei, táið tú gevur olmussu, lat tá ikki vinstru hond tína vita, hvat hin høgra ger...fyri at olmussa tín kann verða í loyndum (Matteus 6: 1-4)

Hvør veit hvat Pat Robertson hevur latið í olmussu!

Kenni fleiri kristin í Føroyum sum tjena nógv og sum geva nógv, og sum fylgja hesari meðinreglu.

Veit ikki um Pat Robertson hevur starvast saman við afrikanskum leiðarum, sum hava hildi fólk sítt í trælahaldi? Møguliga, men møguliga eisini óvitandi, eins og flestu av okkum, óvitandi keypa vørur, í stuðla slíkum rottinskapið. Eins og Bill Gates og hansara virksemi møguliga eisini hevur gjørt sær galt av ráðvørum, har kúga menniskju máttu trælka undir ómenniskjaligum korum, og tað møguliga óvitandi.

Hatta við Bill Gates og hansara agnostisismu, stavar annars og millum annað, frá einum sjónvarpsprátið, fyri fleiri árum síðani, har í maðurin var tráðspurgdur um religión.

Har í prátið ljóðar soleiðis:

In his interview with Charlie Rose on Public TV, Bill Gates has said he is “doubly blessed” to have worked at Microsoft and now at his Foundation. But, “doubly blessed” by whom? By what? What is the religion of Bill Gates? What is the religion of Warren Buffett?
Well, in a succinct email to me, Debbie Bosanek, Assistant to Warren Buffett, says: “Mr. Buffett is agnostic.”
And Bill Gates? In a November 1995 interview of Gates by David Frost, this exchange took place:
Frost: Do you believe in the Sermon on the Mount?
Gates: I don’t. I’m not somebody who goes to church on a regular basis. The specific elements of Christianity are not something I’m a huge believer in. There’s a lot of merit in the moral aspects of religion. I think it can have a very, very positive impact.
Frost: I sometimes say to people, do you believe there is a god, or do you know there is a god? And, you’d say you don’t know?
GATES TOLD interviewer David Frost that he does not believe in the Sermon On The Mount.GATES TOLD interviewer David Frost that he does not believe in the Sermon On The Mount.
Gates: In terms of doing things I take a fairly scientific approach to why things happen and how they happen. I don’t know if there’s a god or not, but I think religious principles are quite valid.
On January 13, 1996, in a “Time” magazine profile of Gates by Walter Isaacson, there was this exchange:
Isaacson: Isn’t there something special, perhaps even divine, about the human soul?
Gates: I don’t have any evidence on that.
Isaacson wrote: “Gates face suddenly becomes expressionless, his squeaky voice turns toneless, and he folds his arms across his belly and vigorously rocks back and forth in a mannerism that has become so mimicked at Microsoft that a meeting there can resemble a round table of ecstatic rabbis.”
Isaacson also quotes Gates as saying: “Just in terms of allocation of time resources, religion is not very efficient. There’s a lot more I could be doing on a Sunday morning.” – J.L.
http://archive.theamericanview.com/index.php?id=649

Hetta práti verður vanliga bara endurtikið at ateistum á netinum og lagt inn í allar møguligar top 10 ateista listar, etc, sum dømi er uppá her:

http://hollowverse.com/bill-gates/

Men so uppstendur eisini trupuleikin.

Í einum práti í 2013 úttalar maðurin seg soleiðis:

Bill Gates, one of the richest men in the world, is known to be decidedly non-religious. In an interview this weekend, he broke from his usual tune with an uncharacteristic mention of God.
In an interview with UK newspaper The Telegraph, Gates addressed the consequences of his foundation's work in Pakistan. The Bill and Melinda Gates Foundation has been working for the past few years to eradicate polio, which only remains in Nigeria, Pakistan and Afghanistan. In Pakistan, some health workers have paid with their lives for distributing the vaccine, because Islamist groups have spread a belief that the vaccine is a Western evil.
"It’s not going to stop us succeeding," Gates says. "It does force us to sit down with the Pakistan government to renew their commitments, see what they’re going to do in security and make changes to protect the women who are doing God's work and getting out to these children and delivering the vaccine."
The Microsoft co-founder rarely speaks in religious terms and previous discussion of his own beliefs have danced around the topic of God. His wife Melinda is a Roman Catholic, though she advocates for contraception in many cases against the church's teachings.
http://mashable.com/2013/01/22/bill-gates-gods-work/

So er Gates veruliga ein agnostikari ella býr nakað annað undir?

Kanska Bill Gates bara vildi vísa hesum fólksløgum sína virðing? Kanska og tað kann møguliga hugsast, at Bill Gates hevur broytt meining, ella at hann í hvussu er ikki er so avgjørdur um sín hugburð til gudloysi, soleiðis sum ateistar vilja hava okkum at trúgva? Hóast at alt var talan um agnostisismu heldur enn ateismu.

Eitt sum eg beit merki í, í fyrra prátinum við Gates (og onnur eisini), tá hann gevur seg út fyri at verða agnostikari, er eygleiðingin av likamliga málinum, tá Gates segði seg undan Gudi:

Isaacson wrote: “Gates face suddenly becomes expressionless, his squeaky voice turns toneless, and he folds his arms across his belly and vigorously rocks back and forth in a mannerism that has become so mimicked at Microsoft that a meeting there can resemble a round table of ecstatic rabbis.”

Kann tað hugsast, at Bill Gates ikki var so heilt sannførdur um orð síni sjálvur.

So fyri at taka samanum:

  1. Kann menniskja gera tað sum er gott uttan Gud? Svarið er nei!
  2. Kann menniskja sum ikki trýr á Gudin gera tað sum er gott? Svarið er Ja!
  3. Kann ein sannur kristin liva eitt áhaldandi dubbultlív? Svarið er nei!

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.