Friday, January 18, 2013

Hvussu religiøsir vóru nazistarnir?

Hmm... hvørjar heimildir í Bíbliuni, gevur einum kristnum loyvið til at útrudda jødar, ella at útrudda nakran sum helst?
Myndin omanfyri er typisk ateistisk satira. Hetta er sum ikki einaferð, dømi uppá manglandi dømikraft, søguligt innlit og simpla erligheit. Millum annað hevur ateisturin ikki upplýst lesaran um, at nazistarnir nýttu umfatandi propaganda, eisini fyri at lokka kristin inn í tjóðarvekingina. Heldur ikki upplýsur ateisturin okkum um, at nazistarnir høvdu tørv á at slíta seg frá ateistisku ávirkanini, undir Stalin, eystanfyri og at Hitler í byrjanini, var elskaðar og fagnaður av øllum sum hetja Týsklands, bæði av kristnum og ikki. Myndin omanfyri er ikki eitt eindømi og alnótin er á tremur við slíkum lágstøðiligum pástandum, myndum og satirum.

Men hvussu religiøsir vóru nazistarnir í veruleikanum? Niðast í hesum innlegginum er eitt sjónband sum lýsir viðferðina av katólskum prestum úr Polandi í einum nazistiskum fangatippi undir Seinna Heimsbardaga, sum eisini fekk meg at skriva hetta innleggi. Dugi í løtuni ikki at siga, um filmurin vísir veruleikan, tá prestarnir verða píndir og dripnir undir úttalisum, sum tíða uppá at fangavørarnir ikki trúgva á Gud.


Um søguligu bakgrundina av filminum:

http://www.ignatiusinsight.com/features2010/rroyal_intropriestblock_aug2010.asp

Sí eisini:

http://www.catholicculture.org/culture/library/view.cfm?recnum=472

http://www.scrapbookpages.com/DachauScrapbook/KZDachau/DachauLife3.html

Søguliga sæð vita vit, at ein hópur av prestum og kristnu vóru tveittir í fangatippir, serstakliga úr Pollandi. Av prestunum aloftast tí, at hesir ikki vildu fara uppá kompromis við nazistisku lógina, sum kravdi at trúgv og religión skuldi samsvara við nazi-ideologi. Nazistarnir vóru slett ikki vinarliga sinnaðir móti Kristindómi. Vit vita millum annað, at SS hevði til vana at merkja sína ótespuligu nærveru, við at gera seg inn á kirkjur og bróta krossar. Vit vita um SSarir sum eftir WWII viðgingu, at atsøknin móti teimum kristnu var ætla og í væntu og fór at fylgja eftir týningini av jødunum.
Somuleiðis vátta týskarir sum livdu undir nazistatíðini, at umfatandi roynd var gjørd spakuliga at avkristna Týskland. Eitt snøgt dømi er týski kristni ungdómurin, sum av nazistunum var hart kroystur, har í tað tíbetur vóru kristnir ungdómar, har í millum annað Sophie Scholl, sum veittu nazistunum mótspæl. Sophie var tó avrætta í 1943, fyri at stríðast móti óndu skipanini.
Nazistarnir vildu heldur ikki sekulera land og skúla. Hetta hava ávísir ateistar eisini gjørt nýtslu av í teirra argumentum. Tó so tænti hetta einum endamálið. Grundin var ikki nazismunnar jaligheit mótvegis Kristindómi, harí ynski var at varveita eitt kristi Týskland, har í Kristindómurin eisini skuldi leggja grundleggjandi virðið í samfelagnum. Heldur tykist tað, at staturin hevði sum endamál at infiltrera og taka yvir kirkjuna, fyri hareftir at fáa meiri tamarhald á fjøldini. At brúnskjúrtar og Hitlerungar gingu í kirkju var tí altsigandi í hesari tilgongdini.
Alt hetta sæst eisini týðiliga í søguligum keldum, har í krossurin má geva pláss fyri svastika og Bíblian fyri Mein Kampf og har nazistaprestar, sum slett ikki hava religión í huga, infiltrera kirkju embætini. Akkurát hvar í Kristindómur leggur grundina undir Nazi Týskland og hvussu Nazisman tænir Gud, í kristnum høpið, er mær somuleiðis ein gáta. Hetta er ein síða av sakini sum hesir ateistar ikki vilja koma inn á. Millum annað drápini av jødum, sálarsjúkum og brekaðum, hevur sum so einki við kristnan, ella Nýtestamentliga etikk at gera, tvørtur ímóti.
Og vit kunnu sjálvandi halda á, millum annað at SS, brúnskjúrtarnir og løgreglan so spakuliga fóru frá gomlum militir siðum, at bera á búnanum orðini 'Gott mit uns'. Talan var tí um eina spakuliga tilgongd. Hartil kundu vit nevnt, at ateistisku kommunistarnir eystanfyri, sum tiltíðir umtalaðu europa, meiri ella minnið sum ateistarnir vestanfyri.

Og víðari, um vit skulu viðgera Hitler, so meta vit eisini at Hitler ivaleyst fylgdi somu tilgongdini sum ateistarnir í facistiska Italien, og somuleiðis kendi seg noyddan at lokka religiøsa fleiritalið inn í teirra ból, við líknandi propaganda og kompromis, sum eisini inkluderaðu kristiligt orðalag.

Vit vita somuleiðis at Hitler, var ávirkaður av tí lesnaði og tí akademiska rákið sum valdaði í Europa við byrjanina av 20 øld, sum var alt annað enn ein kristin ávirkan og sum eisini myndaði hansara áskoðan um lív og tilveru; harí vit millum annað kunnu nevna Nietzsche, ivaleyst partvíst Darwin og annan menningarlæru lesnað, og annars biologisku-rasismuna sum tá var vaksandi millum lærdar vesturlendingar.

Religón spældi heldur ikki eitt týðandi pláss í lívinum hjá nazistisku leiðarunum. Vit vita millum annað frá prestinum, í eftir Seinna Heimsbardaga veitti sálarøkt til ákærdu nazi-brotsmennirnar við fyrstu Nurnberg rættarsøkina, har í millum annað Gøring og Rudolf Hess, at flestu av hesum, ikki høvdu áhuga í religión.

Spurningurin er tí sjálvandi, um ikki Hitlersa nýtsla av kristnum og religiøsum jargon, ikki var annað enn ein væleydna eftirlíknan av Mussolinisa propaganda prædikan, hesin sum sjálvur var ateistur, og hvørs snildir at inkludera religiøst jargon megnaði at villeiða fjøldina, somuleiðis tey mongu sum traditionelt bóru heitið kristin.

So sjálvandi mátti Hitler verða ein kristin og sjálvandi útinti hann verk Harrans, ella var og gjørdi hann? Okkurt sigur mær, at radikalir ateistar í nútíð hava líka lætt at falla fyri snildum Hitlers og tørva somu dømikraft, sum tann vanligi týskarin í 1930-40inum. Tað undrar meg, tí 68 ár eftir, eru vit annars væl betri upplýst (helt eg).