Monday, January 28, 2013

Europa Europa


Í einum innleggi í 2011 var víst á, at Europa Ráði í løtuni roynir at ávirka við lógar uppskotum, í kunnu skerja og kúga rættindini hjá kristnum og serstakliga kreationistum. Talan er serstakliga um kjakið í samband við skapan og ID mótvegis menningarlæruni; hetta sum Europa Ráði setur í samband við fundamentalismu, vanda fyri fólk og samfelag, teokrati og brot á mannarættindir. Ljóðar meiri sum ein umvendingartalað: 'vend við áðrenn tað er ov seint': "It is part of the role of the Council’s parliamentarians to react before it is too late.".

Uppskotið byggir á ein peruvelling har sjálvandi Richard Dawkins, hesin sum sigur seg verða eina apu úr Afrika, sum líknar menniskjan við maskinur og samtykir við Singer sum barnadráp (tó av sera sjúkum børnum), spælir eins sera ávirkandi leiklut (í hesum høpinum). Ja...tosa um vanda fyri fólk og samfelag.

Europa Ráðið eggjar enntá øllum londum í EU at fara í hernað móti hesum religiøsa rákið:
17.       Investigation of the creationists’ growing influence shows that the arguments between creationism and evolution go well beyond intellectual debate. If we are not careful, the values that are the very essence of the Council of Europe will be under direct threat from creationist fundamentalists. It is part of the role of the Council’s parliamentarians to react before it is too late.18.       The Parliamentary Assembly therefore urges the member states, and especially their education authorities, to:18.1.       defend and promote scientific knowledge;18.2.       strengthen the teaching of the foundations of science, its history, its epistemology and its methods alongside the teaching of objective scientific knowledge;18.3.       make science more comprehensible, more attractive and closer to the realities of the contemporary world;18.4.       firmly oppose the teaching of creationism
http://kristindomur-svarar.blogspot.com/2011/07/europa-tingi-verja-menningarlruna.html

Akkurát hvørji virðir hesir vilja verja, átti at verða ein gáta. Europa er, sum tað er í løtuni, á veg niður í rennisteinin. Socialu trupuleikarnir, hjúnabands brotini, ómoralurin og minkanin av uppruna europearum, geva okkum ein dapra mynd av hesum Europa, sum hesir ynskja at halda fast uppá.

Harnæst er hesin neyðugi sigurin yvir Bíbliuna og kreationismu ein joke. Sum um Bíblian og kreationisma eru atvoldin til tær avbjóðingar og teir trupuleikar sum Europa í nýggjari tíð má dragast við.

Í dag er óttin sjálvsagt settur í samband við vaksandi Islam, um møguliga Sharia yvirtøku (um nøkur ár) og terrorismu; flestu kanska væl vitandi yvir, at tað fólkatalið sum vildi styrkt samfelagið í Europa, er í slíkari minking, at samfelag okkara, neyvan nakrantíð í komandi framtíð, fer at kunna standa ímóti.

Tað má tí gleða Europa ráðið, at í fraklandi umhugsar socialistiska stjørnin sum umboðar sekularismu, nú í álvara at seta slíka verkætlan ígongd. Talan er um at senda radikalar islamistiskar immamar av landinum, í royndini at steðga vøkstrinum og ávirkanini av víðgongdari Islam. Ein avgerð sum eg takið fult undir við og sum mong kristin hava skotið upp, í ártíggindur; tá sekuleru kreftirnar gjørdu alt fyri at verja radikalt Islam, eisini tess døpru síðu.


Í greinini niðanfyri lesa vit:
France's official secularism sidelines faith in the public sphere, but a trend towards a more visible religious identity among some Muslims, Jew

s and Catholics has made defending it a cause for the traditionally secularist left-wing parties.
FOCUS ON ALL FAITHS
Valls stressed the focus would be not only on radical Salafi Muslims recruiting among disaffected youths, but also on groups such as Civitas, a far-right lay Catholic movement that protests aggressively against what it calls insults to Christianity.
Police were already observing Civitas closely because its protest campaigns skirt "the limits of legality," he said. "All excesses are being minutely registered in case we have to consider dissolving it and defending this before a judge."
The French Catholic Church has kept its distance from Civitas, which is close to the far-right National Front and the rebel traditionalist Society of Saint Pius X (SSPX), and encouraged its members to join only Church-backed protests against the planned legalisation of same-sex marriage.
At a Civitas march against gay marriage in Paris last month, some demonstrators attacked a French feminist journalist and


 several Ukrainian feminists who came dressed as nuns or bared their breasts to mock the ultra-traditionalists.
Valls said the government had a duty to combat religious extremism because it was "an offence to the republic" based on a negation of reason that puts dogma ahead of the law.
Giving examples of religious extremists, he mentioned creationists in the United States and the Muslim world, radical Islamists, ultra-traditionalist Catholics and ultra-Orthodox Jews who want to live separately from the modern world.
SECTARIAN SALAFIS
Salafi Muslims, whose stern version of Islam also sets followers apart from Western society, sometimes act in a sectarian way to control youths seeking an identity, he said.
France actively pursues and sometimes bans sects and cults considered a threat to public order but radical Islamist groups have mostly been treated as security problems. Classifying them as sectarian could lead to preemptive legal action against them.
Announcing his initiative on secularism on Sunday, Hollande said the new observatory - a public agency to monitor policy issues and propose solutions - would also study ways to introduce classes on secular morality in stat
e schools.
Education Minister Vincent Peillon told the conference the classes would stress the French values of equality and fraternity that teachers say pupils - especially in poorer areas with immigrant populations - increasingly do not respect.
"We have to teach this and it's not being done," he said. "If we don't teach it, they won't learn it."
Valls urged the more militant secularists at the conference not to see religions as sects to be opposed and to understand that established religions could help fight against extremists.
"We have to say that religions are not sects, otherwise sects are religions," he said.
http://www.reuters.com/article/2012/12/12/us-france-religion-extremists-idUSBRE8BB0VA20121212

Í hesum førið er væl skilligt, at Evropa tekur dramatisk stig í teirri vón at fyrbyrgja framtíðar kaos. Evropa er jú um at ørmaktast av sharia hóttanini.
Men so uppstendur paradoksi. Hevur ein bitið merki í gjøgnum árini, at gerðir islams, nærum á hvørjum sinnið eisini skulu vendast ímóti, ella í hvussu er inkludera jødadóm og Kristindóm? Kemur tað tí sum eitt óvænta skot, at valdið í Fraklandi ikki hevur ætlanir um at bróta frá hesum trendinum?

Tað átti higartil at verið øllum kunnugt, at høvuðsendamálið við einum gudleysum rákið í Europa, er ikki eina at verja okkum móti islamskari terrorismu og møguligari sharia, men eisini at eradikera religión og trúgv sum heild og at uppseta eitt ateistiskt samfelag við sekulerari humanistiskari ávirkan.
Ivaleyst eisini grundin til at Frakland nú, í hesum høpið, møguliga fer at nýta høvið at innseta lærutímar í skúlunum um sekuleran moral ????????, ja netup, eg spyrji tað sama, hvat sekulerur moralur so enn er.

Eg hugsi sum ikki einaferð um orðini hjá gudloysinginum Paul Kurtz, sum var ein av høvuðs oddamonnunum innan felagskapinum Council of secular humanism. Hann skrivar:

‘Fyrsti parturin av samtakið okkara, hevur verið at viðgera grundleggjandi nátturuna í religiøsari trúgv og hetta hevur eydnast væl. Tann fylgjandi parturin harafturímóti, sum viðger menningina av etiskum meginreglum og virðum—er nógvar ferðir torførari at útgreina og langt er á mál…tørvur er eisini á nágreiniligari frágreiðing um tess týdning í samband við persónligan moral’.


Í  aðrari grein skrivar hann:

‘Lykla spurningurin er um sekularistar eru førir fyri at menna sekuler etisk virðir sum geva meining og leggja grundina fyri moralskum reinlyndi’

Gudleys rákið í Fraklandi, tykist hava líttlan áhuga, eina í at loysa trupuleikan við víðgongdari Islam og at tveita muslimskar prestar, í læra terrorismu út úr landinum. Talan er somuleiðis um radikalar katolikkar, harav nakrir gingu amok, tá nakrar gudleysar kvinnur (sum eg skilji rætt) runnu inn í slíka mannamúgvu, íklæddar nonnubúna og berum bróstum.

Somuleiðis er talan um at staturin, skal venda eygnum móti ultra konservativum jødum, sum mær vitandi ikki hava fragd av, at bresta bumbur ella pissa í okkara kornfleks. Øll væl vitandi um, at Franska stjørnin fyri minni enn 70 árum síðani samtykti í at stúgva jødiskar familjur í djóra vognar og senda hesi beina leið í fangatippir og gass kømur.

...og so kemur tað sjálvandi (tað sum øll bíða eftir)...kreationistar.
Giving examples of religious extremists, he mentioned creationists in the United States and the Muslim world, radical Islamists, ultra-traditionalist Catholics and ultra-Orthodox Jews who want to live separately from the modern world.
Ja, vit eru jú stóra hóttanin móti samfelagnum í Europa, okkara ávirkan er jú brot á mannarættindir, vit eru jú vandin, tann heilt stóri, øtiligi vandin???

Ella so pástendur Europa Ráðið og sjálvandi eisini Richard Dawkins.

Skilji ikki heilt hví ateistar grenja um kristin, í brokkað seg yvir, at hesin sum ynskir at staturin skal bróta seg inn í kristnu heimini og taka ræði yvir okkara kristnu børnum, skal hava slíka ávirkan á Europa Ráðið.

Og annars hvat meina sekuleristar, tá hesir samstundis ikki siga seg vilja av við religión, og tað við orðunum: "we have to say". Í undanfarna innleggi vístu vit á, hvussu nazistarnir í Týsklandi og fasistarnir í Italien ikki hættaðu sær at seta beinleiðis móti religión, men heldur gjørdu sær galt av at nýta religión, til at vinna sær fleiri tilhengarir ella rættari at skapa eina falska mynd av tí veruliga motivinum.

Vóni at vit kristnu hesuferð duga og tora at standa upp og hyggja lygnina í eyguni og fara hesum vandamikla rákinum ímóti.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.