Thursday, March 29, 2012

Pigen og Ateisten

En ateist sidder ved siden af en lille pige i et passagerfly. Ateisten keder sig og vender sig mod pigen og siger: 
- Har du ikke lyst til at snakke lidt? Tiden går meget hurtigere, når man snakker med nogen.
- Pigen siger: Hvad har du lyst til at snakke om?
- Ahh jeg ved ikke rigtigt...., hvad tænker du om at der ikke findes en Gud, himmel, helvede eller liv efter døden? Spurgte ateisten.
- Ok, siger pigen. Det lyder som en spændende diskussion, men lad mig først stille dig et spørgsmål: En hest, en ko og et rådyr, spiser alle græs. Hvorfor skider hesten store hårde hestepærer, koen store bløde klatter og rådyret små hårde kuler?
Ateisten er forbløffet over pigens intelligens, tænker eftertænksomt, og siger: Hmm, jeg har ingen anelse!
Pigen: Føler du dig virkelig kvalificeret til at diskutere Gud, himmel, helvede og livet efter døden, når du ikke kan forklare en skid?


Monday, March 26, 2012

Hugleiðingar í samband við Jenis av Rana, humanistiska rákið og fosturtøku

Í farnu viku mundi kjakið um fosturtøku, ella fosturdráp sum vit siga í einum kristnum høpi, veruliga blussa uppaftur. Orsøkin skyldaðist einum úttalisi hjá Jenis av Rana, í samband trygging um arbeiðskaða. 

Eitt innlegg á portalinum lýsir og siterar úttalisi og áskoðanina hjá Jenis soleiðis:

"Vit tosa ofta um nazismuna. Men fosturtøka er ikki onki øðrvísi enn nazistarnir. So bersøgin var Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, í Løgtinginum í dag. Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot um trygging ímóti arbeiðsskaða.
Tað hevði Jenis av Rana onki ímóti.
Men hann fekk snarað kjakið inn á spurningin um fosturtøku og harmaðist í hvøssum vendingum, tær fosturtøkur, sum verða framdar.
- Hetta er ein lóg, sum tryggjar tað livandi barnið, men vit hava onga lóg, sum tryggjar tað ófødda barnið.
Hann samanbar fosturtøku við gomlu nazistarnar og hann skilti ikki, at menniskjan um allan heimin kundi søkka so djúpt.
Hann vildi kortini ikki hava forboð fyri fosturtøku í Føroyum, tí so fara bara tær kvinnur, sum hava ráð til tað, bara í flogfarið til Danmarkar at fáa fosturtøkuna framda.
- Hetta fer at elva til enn størri ójavna ímillum tær vælbjargaðu kvinnur, sum hava ráð at seta seg í flogarið til Danmarkar at fáa fosturtøku, og so tær, sum ikki hava ráð til tað.
- Forboð loysir ikki trupulleikan, staðfestir hann.
Ístaðin vil hann hava sosial tiltøk sett í verk, sum hjálpa teimum, sum vilja hava fosturtøku av sosialum ávum. Og nettupp sosialar orsøkir er høvuðsorsøkin til fosturtøkur.
Hann vildi tí hava samgonguna at tryggja øllum rættin lívið, sum hann málbar seg. Næstan í øllum førum er talan um sosialar trupulleikar og teir kunnu loysast við sosialum átøkum go sostatt kunnu næstan allar fosturtøkur fyribyrgjast."


Eg havi sum ein kristin, við tí bíbliluáskoðan at menniskja og mannalívið hevur absolut virði, eisini sum fostur, ongan kritik til tað sum Jenis hevur sagt her. Eg taki fult undir við teimum sum ikki eru vavd inn í hesa humanistisku-gudleysu hugsjónina av veruleikanum og sum uppfata menniskja sum ein vælskipaðan klump av universalum evnið, í einum alheimi og tilveru sum annars eru meiningsleys.
Ivaleyst eru ‘pro-life’ tilhengarir so sum Jenis og aðrar eisini fult vitandi um tann økjandi ræðuleikan sum annars stendst av hesi heimsmynd, tá gudloysa rákið einafer flytur rammurnar og byrjar at bólka onnur individir í menniskjasamfelagnum undir somu katagori, tað vil siga menniskju sum samfelagið ‘in the name of reason, science and humanity’ ikki vil rokna sum menniskju—yep hvar hava vit hoyrt tað fyrr?


Tí undraði tað meg tá onkur viðmerkari til úttalisi hjá Jenis skrivar heldur speirekandi:

“Eg helt at tá miðflokkurin ætlaði at gera eitt heim har man skuldi grøða samkynd, ljóðaði tað eitt sindur sum ein týningarlega. Eitt stað har man samlar øll tey fólkini, man ikki vil hava at ganga frítt, soleiðis at man kann grøða tey. Stuttligt at miðflokkurin tekur frástøðu frá nazismuni knappiliga.”

Tað er ótrúligt sum ein tráðar knappuliga kann verða vendur á høvdið og viðkomandi bara soleiðis kann ákæra mótpartin fyri akkurát tað sum hann ella hon sjálvur tekur undir við. Nú talan er um týningarlegur, so er tað neyvan Miðflokkurin, men heldur fleiritalið innan tí ateistiska, sekulera-humanistiska rákinum sum av eini ella aðrari orsøk, ynskir at avlíva hesi óføddu (ikki tí, ikki allir ateistar eru fyri fosturtøku).

Ein annar viðmerkari skrivar:

“Fosturtøka er ein týdningarmikil og kompleks debat fyri okkara samfelag, men slík ókonstruktiv innsløg sum hetta eiga ikki at fáa pláss í tí debattini. Tey hava onki at siga fyri Føroyar sum eitt modernað samfelag.”

Hetta er ein óhugnaligur hugburður, tí Nazi Týskland, saman við øðrum londum í teirra samtíð, við teirra hugið eftir at fyribeina hesum so kallaðu undirmenniskjum og teimum sum slett ikki vóru rokna sum menniskju, uppstóðu og mentu seg í einum modernaðum samfelag og í einari modernaðari tíð. Veit ikki heilt, hví hetta skal verða óviðkomandi fyri føroyingar og okkara oyggjar. Tvørtur ímóti sum vit skulu síggja í eini danskari grein niðanfyri, er hetta ómetaliga viðkomandi.

Inntil nú hevur einamest verði talan um mennskjafostur, men vandin og nátturan í hesi gudleysu tilgongdin vísir longu sín veruliga ham. Fólk flest eru kanska billaði inn og yvirbevíst um at eitt menniskjafostur í veruleikanum ikki er eitt menniskja ella persónur (í hvussu er upp til eitt vist).
Tíðin tykist tí verða komin at førka okkum eitt stíg víðari, tí nú er enntá prát um at drepa nýføðingar. Eisini hava hesir skoti upp møguleikan at bjóða okkara eldra ættarliði eina eitursproytu, fyri at sleppa okkum av við fíggjarligu ábyrgdina—hvat annað kann ein annars vænta av eini heimsmynd sum hyggur so niðrandi á tilveruna (men hatta koma vit til eina aðruferð)

Eg siti bara spyrjandi og hugsi, at tá slíkt kemur uppá tal, so vísir tað hvussu nútíðar vesturlendska samfelagið spakuliga førkar seg aftur til hugburðin sum var galdandi fyri 70-80 árum síðani í tátíðar modernistiska Europa.

So ræðuligt tað enn ljóðar, so er drápi av nýføðingum longu vorðin veruleiki í okkara modernaða (ikki-kristna) samfelagi, og nærum eingin brokkar seg (fyri at siga tað milt). Vit eru ov upptikin av peika fingur eftir Hitler og Heródes, og øsa okkum yvir at hesin Gud sum vit kortini ikki trúgva uppá í veruleikanum er ein psykopat—havi eg miðskilt okkurt her, ella er samfelag okkara og hugburðurin vorðin eitt sindur mótsigandi.

Niðanfyri er ein øtilig grein sum vísir tilgongdina á okkara Vesturlendsku (í hesum førum donskum) sjúkrahúsum, helt annars at humanisma (tí hetta er ikki Kristindómur) snúði seg um menniskjans besta (man skuldi trúð hetta niðanfyri var lygn):

Hver dag foretages der mere end to sene provokerede aborter på landets sygehuse. Hver tiende af dem er i live, når de bliver født - men de skal ikke leve, de skal dø.
Og det får de i nogle tilfælde lov til at gøre alene i hospitalernes skyllerum.
- Det er både forfærdeligt og grotesk, og det bør ikke finde sted, siger Olav Bjørn Petersen, ledende overlæge i Føtalmedicin ved Aarhus Universitets Hospital Skejby.
- Hele situationen omkring de sene aborter er væmmelig - både for forældrene og personalet. Men at lægge et lille levende væsen til at dø i et skyllerum skaber kun problemer, mener han.
Manglende retningslinjer
Problemet er, at der ikke er nogle retningslinjer, der kan guide landets jordemødre i, hvordan de skal håndteres disse sene aborter, som viser livstegn - i nogle minutter, timer eller i ganske sjældne tilfælde dage.
Da moren til barnet ikke ville have barnet hos sig, til det døde, måtte Solveig lægge det fra sig i skyllerummet, omgivet af blodige lagener og beskidte instrumenter. Her kunne det ligge og dø, mens jordemoderen støttede den sårbare kvinde inde på fødestuen.
Ifølge Solveig Madsen var det aldrig sket, hvis der havde været nogle retningslinjer, som gav hende mulighed for at være hos det døende barn, når moren ikke ville - også på trods af travlhed fødegangen.
Besnærende regelsæt
I Det Etiske Råd har man ikke taget stilling til, om et sæt overordnede retningslinjer - udstedt af Sundhedsstyrelsen eller Danske Regioner - er vejen frem, for at undgå disse scenarier.
- Alle kan forholde sig til, at det er svært at lægge et barn fra sig, som ligger og skriger. Det skal vi sigte mod ikke sker, siger formand i Det Etiske Råd Jacob Birkler.

Væl at merkja, skyldast hetta ikki kristnari ávirkan, at nýføðingar verða lagdir í ‘skyllerum’ at hungra seg í hel. Talan her er ikki um at verja landið í kríggj ella enntá at avrætta ein drápsmann (um ein tekur undir við slíkum). Talan er um eitt útkomi, livandi menniskja fostur; orðalagi sigur bara alt:


Da moren til barnet ikke ville have barnet hos sig, til det døde, måtte Solveig lægge det fra sig i skyllerummet, omgivet af blodige lagener og beskidte instrumenter. Her kunne det ligge og dø...


...det aldrig sket, hvis der havde været nogle retningslinjer, som gav hende mulighed for at være hos det døende barn, når moren ikke ville - også på trods af travlhed fødegangen...


Ikki bara verður barni avlíva vit at leggja tað at doyggja, tað far eisini loyvi til at doyggja einsamalt tí at ov nógv er at gera á deildini. Sjúkrasystirin sjálv tykist hava ampa av hesum, væl vitandi at hetta er eitt menniskja. Nær fóru vit frá at verða eitt etiskt samfelag til hetta?

Týðiligt, at hesin bugburður skyldast einari áskoðan, sum lítisgerð virði menniskjans og hetta er ikki ein kristin ávirkan. Aðrastaðni havi eg lisi um hetta frá einum meiri humanistiskum sjónarvinkli, sum ein vanligan nátturligan holdning í djóraheiminum, sum síðani rættvísger hugburðinum—hmm, sjálvandi um vit menniskju er í familju við tosk og makrel (sum onkrir ateistar hava sipa til) og í veruleikanum ikki eru annað enn apur úr Afrika (Dawkinsa mantra), sum Gud hjálpi mær, nú eisini lærir okkara um menniskjamoral við at eygleiða apur í djóragarðinum, so undrar tað meg slett ikki at vit førka okkum slíkar leiðir. Kanska hetta er orsøkin til at summir ateistar heldur enn fegnir vilja liva í einari kristnari allusión so at siga, alt teirra lív, enn at enda í einum slíkum samfelagsrennisteini.

Niðanfyri er tað ein sum viðgerð hugburðin hjá Alberto Giubilini og Francesca Minerva, lærd fólk sum taka undir við drápi av nýføðingum. Eg hugsi her serliga um sitatini:

"Just when you thought the religious right couldn’t get any crazier, with its personhood amendments and its attacks on contraception, here comes the academic left with an even crazier idea: after-birth abortion.
No, I didn’t make this up. “Partial-birth abortion” is a term invented by pro-lifers. But “after-birth abortion” is a term invented by two philosophers, Alberto Giubilini and Francesca Minerva. In the Journal of Medical Ethics, they propose:

[W]hen circumstances occur after birth such that they would have justified abortion, what we call after-birth abortion should be permissible. … [W]e propose to call this practice ‘after-birth abortion’, rather than ‘infanticide,’ to emphasize that the moral status of the individual killed is comparable with that of a fetus … rather than to that of a child. Therefore, we claim that killing a newborn could be ethically permissible in all the circumstances where abortion would be. Such circumstances include cases where the newborn has the potential to have an (at least) acceptable life, but the well-being of the family is at risk.

[I]n order for a harm to occur, it is necessary that someone is in the condition of experiencing that harm. If a potential person, like a fetus and a newborn, does not become an actual person, like you and us, then there is neither an actual nor a future person who can be harmed, which means that there is no harm at all. … In these cases, since non-persons have no moral rights to life, there are no reasons for banning after-birth abortions. … Indeed, however weak the interests of actual people can be, they will always trump the alleged interest of potential people to become actual ones, because this latter interest amounts to zero.

If criteria such as the costs (social, psychological, economic) for the potential parents are good enough reasons for having an abortion even when the fetus is healthy, if the moral status of the newborn is the same as that of the infant and if neither has any moral value by virtue of being a potential person, then the same reasons which justify abortion should also justify the killing of the potential person when it is at the stage of a newborn."


Tað er ivaleyst har Richard Dawkins vildi hen, tá hann í einum práti útpenslaði virðið í menniskjalívinum:


So spyrji eg, hvat bleiv av dygdum so sum moral, ábyrgd, trúfestið og sjálvuppofran? Tá menniskja bara hevur 70 ár at tveita burtur í einum meiningsleysum alheimi, so skilji eg væl hugburðin, men so sigi eg eisini Gud náði menniskja sum ‘her strevast’. 


Men heldur enn bara at loypa á hugburðin, so tykist mær so ómetaliga synd í teimum foreldrum og serstakliga mammum, sum verða drignar inn í slíkt og sita eftir við tunglyndinum, ringu samvitskuni, brotnar og einsligar.


Her kemur mær í hug orð Jesusar: 


Komi higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera -- Eg skal geva tykkum hvílu! (Matteus 11: 28)

Saturday, March 24, 2012

Q ástøði og tann Søguligi Jesus (eitt aftursvar til Eivind Ortind Simonsen)

Teksturin niðanfyri er higartil seinasta seinasta aftursvar mítt til Eivind Ortind Simonsen, í samband við ástøði um ‘Q’ og tann Søguliga Jesus. Eg valdi at leggja seinasta aftursvarið og eina leinkju til kjak okkara (sum tíðanverri inniheldur eitt sindur av moldkasti eisini) út á bloggin sum eitt innlegg. Orsøkin er at Eivind ivaleyst umboðar ein fleiriluta av føroyingum sum ikki hava innlit inn í granskingina og harvið bera uppá eina skeiva uppfatan av evninum.


Eivind skrivar:

“Mann grevur seg bert ígjøgnum tað, sum er viðkomandi. Tað mest viðkomandi eru staðfestar ástøðir og síðan koma hypotesurnar.

Tá tað umræður søguliga Jesus, so er Q keldan ikki serliga viðkomandi, tí hon kann ikki brúkast til at tíðarfesta nakað sum helst við. 'Q' er ein hypotesa…”

Høgni svarar:

Nei Eivind, hvussu ofta skal eg siga tað, Q er ikki ein hypotesa, Q er eitt ástøði. Og Q er viðkomandi í tí søgukritisku granskingini av tí søguliga Jesus, sum ivleyst fevnir um 80 prosent av viðgerðini. Sjálv søgukritiska bíbliugranskingin er hypotetisk og ástøðilig og er viðgjørd av serfrøðingum har teir flestu ikki eru kristnir. ‘Q’ sum eitt ástøði, hevur í løtuni ómetaligan týdning í hasum høpinum, har granskarir so sum Bart Ehrman m.a. uppfata Q, Markusar Evangeliið, ávís brøv hjá Paulus og Jóhannesar Evangeliið sum óheftar fyrsta árhundra keldur, sum eru grundleggjandi í granskingini av tí Søguliga Jesus. Men tað sum eg leggi dent á er, at ‘Q’ hevur bara ikki tann stóra týdningin fyri tann søguliga Jesus, tá vit viðgera (ikki hypotesurnar) men eisini tá vit viðgera tær søguligu keldurnar. Haldi ikki at Eivind hevur sett seg inn í hendan partin av granskingini.

Monday, March 19, 2012

Trúarverjuskúlin byrjar nýtt átak í Onglandi

Vit í OM Føroyar samskipa og bjóða nú eisini fram møguleikan at verða við á einum enskum trúarverju átakið í summar, í býnum Birmingham í Bretlandi.

Skeiði varðir eina viku frá 15 til 23 juli.

Tað koma tveir víðagitnir og serkønir trúarverjar at luttaka: David Wood (PhD í filosofi og ex-ateistur) og Jay Smith sum hevur kjakast við muslimar í nærum 20 ár.

Jay Smith
Jay Smith á netinum:
http://www.youtube.com/user/PfanderFilms?feature=watch

David Wood
David Wood á netinum:
http://www.answeringinfidels.com/

Evnir viðgjørd verða:

Topics include:
Does God Exist?
Can I trust the Bible?
Why Does God allow Evil?
Who is Jesus in history?
Why Christianity?
Answering atheism.
Answering other religions.
The Bible, Christianity and Science.


Tilmelding fer fram á OM heimasíðuni:
http://www.om.org/en/mission-trip/fo/en/g1691

Tuesday, March 13, 2012

Case For Christ í Ebenezer 17 mars


Case for Christ, er eitt trúarverju áttak á stórskýggja, har undirvíst verður av tveimum kendum trúarverjum: ex-ateistinum Lee Strobel og Mark Mittelberg.

Tiltakið er ókeypis og døgurði verður eisini at fáa.

Tilmelding til tiltakið er at finna á heimasíðuni hjá Ebenezer, sí leinkju niðanfyri:



Lee Strobel
Mark Mittelberg

Monday, February 27, 2012

Trúarverjuskúlin í Føroyum



Ert tú trúgvandi? Gongur tú á hægri skúla? Hevur tú ilt við at svara ella finna svar upp á teir spurningar, sum sáa iva um tína trúgv? Koma børn tíni heim við trúarspurningum, tú ikki megnar at svara? Ella hevur tú sum kristin bara hug at taka lut í kjakinum, at svara spurningum og seta spurningar aftur?


Kristna trúgvin og Bíblian hava til allar tíðir verið fyri álopi. Tíðin í dag er onki undantak. Okkara unga fólk lærir á hægri skúlum um bíbliukritik og møtir hugburði ímóti Guds tilveru, og alnetið og sjónvarpsrásir hava latið heim okkara upp fyri øllum antikristiligum argumentum, sum kunnu upphugsast.


Alt meðan eitt nýtt ættarlið verður lært upp at kjakast og stríðast ímóti kristindóminum, hava kristin heilt sjáldan havt neyðugu atgongdina til tilfar, keldur og ta venjing, sum kann gera tey før fyri at standa ímóti hesum ráki.


Hetta er grundin til, at OM nú bjóðar til venjing og undirvísing í trúðarverju.


Talan er um ein skúla, sum varar eitt ár, eitt ella tvey kvøld um mánaðin. Skúlin verður í Tórshavn og í Eysturoynni.


Næmingar koma at fáa frálæru, praktiska venjing í kjaki og koma at taka lut í bólkaarbeiði. Eisini verður fyrireiking til kvøldini neyðug, og heimauppgávur verða at gera.


Evnini koma at fevna um: Heimsmyndir. Er Bíblian álítandi? Er Gud til? Gud og líðing. Trúgv og vísund. Postmodernisma. Ateisma. Hvussu søguligur er Jesus? Kristindómur og aðrar religiónir.


Lærarar verða m.a.: Símun Absalonsen, Ejvind Mouritsen, Jógvan Zachariassen, Heðin Lamhauge, Høgni Johannesen og Dánjal Petersen.


Fyrsta undirvísing verður umleið 20. – 22. mars. Nærri kunning kemur skjótt.


Tilmelding fer fram á OM heimasíðuni www.om.fo Tilmeldingin er galdandi, tá luttøkugjaldið á kr. 200 er goldið á kt. 9181-426.219.2


Heimasíðan:


Tilmelding:

Sunday, February 12, 2012

Menniskjaknæði: eitt 'evidence' fyri ID?



Sera áhugaverd grein hjá Stuart Burgess.

http://www.trueorigin.org/knee.asp

Burges argumenterar millum annað fyri, at menniskjaknæði er ein mekanisma, sum bara kann forklárast við I.D.?

Eg hitti Burgess í Onglandi í 2010, undir einum av hansara fyrilestrum í Birmingham. Hann er ein av heimsins størstu inginørum og virkar sum professari innan 'engineering design' á universitetinum í Cambridge og Bristol.

Í 90unum spældi Burgess ein týðandi leiklut í bygnaðinum av heimsins størsta satelitti ENVISAT.

Tað sum er áhugavert við Burgess, er at maðurin vegleiðir næmingum á doktaragradstøði í at granska menniskja og djórðakroppar út frá design, men ikki endiliga I.D. At kyknan, menniskjaknæði og fuglaveingir kunnu og eiga at verða granskaðir út frá handverksfrøði heldur Burgess verða ein vaksandi trendur uttan at ein yvirhøvur nýtist at koma inn á ID rørðsluna.

Saturday, February 11, 2012

I.D. og robottar

Tá man hugsar um, hvussu lítil framgongd hevur verið í royndini at framleiða menniskjalíknandi robottar, hvussu sannlíkt er tað at nátturan við sínari mekanisku tilvild hevur megna at framleitt kompliseraða lív samanknýtt av likami og persóni?

Saturday, January 28, 2012

Gud og paradoksi av líðing (fyrilestur í Nebo)


Hetta er eitt evnið vit mugu viðgera nógv meiri í framtíðini.

Leinkjan niðanfyri er ein fyrilestur eg hevði í samkomuni Nebo á toftum um evnið Gud og paradoksi av líðing. Fyrilesturin er kanska serliga ætlaður einum kristnum lurtaraskarða og viðgerð serstakliga líðing í lívinum hjá einum kristnum.

Ávaring, eg havi kroyst eina rúgvu av tilfarið niður í 40 minuttir av framløgu.



Vit liva í eini óndari verð:


Slíkar myndir (og eg havi sæð slíkt við mínum egnum eygum) sker seg djúpt í sinnið...satt at siga ger hetta meg svakan.

Men líðing er ikki Guddómiliga fremmant: 


Gud og paradoksi av líðing

Helt altíð at jødiski rabbinarin Aaron Jastrow í grípandi sjónvarpsrøðini 'War and Remembrance', var rættuliga óvísur í sínum avgerðum; avgerðir sum seinni vóru atvoldin til at hann seinni endaði jørðisku tilveru sína í skorteininum í fangatippinum Auschwitz.

Óansæð so kendi maðurin til líðing (so tað forslær). Jastrow hevði ivaleyst úthugsa øll argumentir fyri og ímóti pardoxinum um hví ein alvaldandi Gud loyvir líðing. Leinkjan niðanfyri vísir seinastu talanu hjá Jastrow í synagoguni í Theresienstadt, møguliga dagin fyri at hann og tey seinastu vóru deporteraði til helviti í Auschwitz. Hesa 6 minuttir longu taluna áttu øll kristin og gudloysingar somuleiðis, at hoyrt og tikið til sín, tí hetta er tað svarið sum Bíblian gevur um hendan aldargamla spurningin.

Út frá Bíbilsku søguni um Job, greiðir Jastrow frá loyndarmálinum um líðing. Jastrow lýsir evnið akkurát soleiðis sum eg havi uppfata tað. Og forkláringin er ikki so einkul, polemisk og yvirfladisk sum ateistar oftani gera tað til, og hví skuldi tað?

Tuesday, January 24, 2012

Ateisma og faðirmyndin: Er orsøkin til ateismu sálarlig?


Leinkjan niðanfyri vísir á áhugaverdu hypotesuna hjá Paul Vitz , sum byggjandi á ein hóp av nútímans og søguligum tilfarið vísir á, at ateisma í nógvum førum ikki hevur sín uppruna í vit og skil ella rationalismu, men heldur í sálarligum (psykiskum) orsøkum og uppstendur oftani orsaka av einari torførari familjubakgrund, serstakliga tørvinum av eini tryggari faðirmynd. 
Paul Vitz, sum sjálvar var ateist frá aldrinum 18-38 av persónligum orsøkum, vísir á, at tað er nærum vorðin trendur millum slóðbrótandi ateistar, at hesir hata sín pápa og nógvir enntá faðirmyndina sum heild.

Vitz sum tó leggur áherðslu á, at hendan hypotesan í 1989 var ógrunda, heldur at ateisma í mongum førum er persónligi bardagin við faðirmyndina, atvoldin av eini vánaligari faðirmynd, sum av sálarligum orsøkum síðani førir til hatur av faðirmyndini sum heild, í hesum førinum Gud, sum í Bíbliuni er lýstur sum ein faðir og sjálvandi maskulinur.


Bókin hjá Paul C. Vitz, ‘Faith of the Fatherless: The Psycology of Atheism’, kann keypast á amazon:


Ein onnur góð bók sum hyggur at evninum, er bókin hjá Robert A. Morey: 'The New Atheism and the Erosion of Freedom':

http://www.amazon.com/New-Atheism-Erosion-Freedom/dp/0875523625

Sum kristin eiga vit at vísa ómetaligt forstáðilsi hesum viðvíkjandi. Men eisini so veit eg um tey mongu, sum í Gudi funnu ein góðan faðir og eina góða fyrimynd.

Wednesday, January 18, 2012

Sekulerur hykleriskur hugburður

Hevur gudleyst og sekulert hyklarí umsíðir nátt sítt mál? Nýðliga hava hesir brokka seg um at ASA (Advertising Standards Authority) hevur vraka eina klagu frá 'the National Secular Society' um at ASA virkar mótvegis fríðari expressionismu. Talan er um reklamir og aðrar myndir sum alment beinleiðis niðurgera, spotta og provokera kristin og aðrar religiónir.

Hetta byrjar at blíva rættuliga stuttligt, tí sum ikki einaferð vísa hesir ateistar sín hykleriska holdning. Hesir halda tað verða rætt og jaligt at fyritøkur og felagskapir alment eiga at sleppa at tekja sær við tí mest ósigiliga atburðinum. Harnæst halda hesir at samfelagsbólkurin sum er fyri skotum, bara eigur bukka og boyggja seg, tí hetta er ein formur fyri expressionismu.

Samstundis gallopera hesir gudloysingar áhaldandi í rættin og bløðini, har teir grenja, klaga og brokka seg um at teirra rættindir eru brotin, ikki tí at teirra filosofiski holdningur ella teirra persónligheitir verða álopnar ella niðurgjørdar, men tí hesir ikki klára at síggja uppá ein kross, ella tey 'tíggju boðini' í einum almennum rúmi.

Óansæð hvussu ateistar vilja verja hendan holdningin, við tí muni sum eisini má gerast millum reklamur og tey religiøsu útrykk sum hanga á almennum støðum, so vísir hetta kortini ein ótolerantan hugburð sum tykist halda at øll (inkludera kristin og religiøs) eiga at vælkoma kritik og speireking alt meðan hesi sjálvi ikki eiga rætt sín til almenna expressionismu uppiborna. Týðiligt er tað, at hetta í veruleikanum einki hevur við rættindi og frælsi at gera, men heldur tykist verða eitt propagandastríð.

Veit ikki hvussu ateistar høvdu reagera um tað var ateisma og Darwin sum soleiðis alment vóru skýrd, niðurgjørd, verði tað seg í reklamum, skeltum ella sjónvarpi. Halda vit veruliga Dawkins og aðrir høvdu dansa og tekjunum ella siti og frøtt seg um expressionismu, ella høvdu hesir kanska tiki beinini uppá nakkan og runnið beina leið í rættin, ella lobbia nakrar politiskar-samfelagsligar kreftir?


Tuesday, January 17, 2012

Aftursvar til Sjúrður Højgaard

Hetta er eitt stutt aftursvar til Sjúrður Højgaard, í samband við Bíbliuversiónir og týðingar. Størsti parturin av aftursvarinum og teksturin sum eg royni at afturvísa, kann lesast á Tórsportalinum (tað hevði loyst seg at lisi leinkjuna áðrenn ein helt fram at lesa hetta innleggi):


Mítt aftursvar:

Sjúrður, eg kann ikki verða minni samdur. Spurningurin í hesum førið er ikki hvør Bíblia er tann ringasta, men heldur hvør er at rokna sum betri. Um tú við prestunum inkluderar gudfrøðingar, so havi eg sjálvur eina MA í gudfrøði og liggi ikki inni við beskrivaða hatrinum mótvegis King James. 
Eg veit tað eru mong sum frøðast um tína yvirseting av KJV til føroyskt, tað gerið eg eisini. Tað sum eg havi ilt av, er tín ógvusliga upplyftan av KJV, alt í meðan tú samstundis niðurgerð aðrar versiónir og týðingar. Flestu sum hava tekstkritiska vitan, vita at tað var eitt megnarverk í 4-5 øld at skriva tann byzantiniska tekstin, men tað er líkaleiðis fakta at tað vóru serstakliga tey kristnu í Alexandria, sum líka frá fyrstu tíð høvdu skrivligu førleikarnar at takast við tekstkritik, at avskriva og rætta.

Tú skrivar:

"Tað er ikki bara prestabíblian hjá Dahl sum er gjøgnumsúrgað av alexandrianismu, platonismu, katolisismu og gnostisismu; nei, tað er tann hjá Victor eisini. Til dømis standa orðini “vaksa til frelsu” (1. Pæt. 2:2) eisini í Victors bíbliu, og tey eru løgd afturat av Origen og kampaní í Alexandriu. Tey finnast ikki í Luthers bíbliu, eiheldur gomlu donsku bíbliunum, eldri enn ca. 1880."

Høgni svarar:

Fyri tað fyrsta var gnostiska orðalagi, í nógvum førum tátíðar vísindaliga orðalagi, sum tildømis nýtslan av orðinum 'Logos', og fevnir yvir aðrar víddir enn bara gnostisismu (men nú veit eg heldur ikki hvat tú meinar við, tá tú sigur gnostisisma).
Orðið 'frelsa' hevur ein margfaldaðan týdning og nýtist ikki at sipa til frelsu frá eitt nú fortapilsi. Í høpinum av tekstinum tú vísir á, kann 'frelsa' líkaleiðis sipa til heilaggering, tað vil siga andaligan sigur í jarðarlívinum.


Hvussu veist tú annars, at tað var Origen sum legði hetta afrat tekstinum, serstakliga tá hann var í Alexandria? Nógvir halda, at hesin teksturin kom við Origen úr Alexandria til Kæsarea, men hví skal hetta takast sum eitt tekstavrik hjá Origen?

Sjálvandi kann 'frelsa' í 1 Pæt.2.2 ikki finnast í Lutersa yvirseting, eftir sum hon byggir á fyrstu útgávuna av Erasmus.

Tú má heldur ikki halda, at KJV er so nógv frammanfyri tær týðingarnar sum byggja á elstu handritini, vit vita tildømis at Jean Crispin gjørdi smáar broytingar í versiónina hjá Erasmus í 1570.
Heldur ikki er KJV fríða frá katólskari ávirkan, tað vil siga Vulgate. Erasmus hevði jú bara Vulgate í samband við 6 tey seinastu versini í Opinberingini. Eisini Ápostlasøgan 9:6 var eisini tikið frá Vulgate. Somuleiðis er Comma Johanneum (1 Jóh.5:7) eisini tikið frá Vulgate--ein fótnota frá einum fimta árhundra bíbliuhandriti, tiki frá einum fjórða árhundra latínska verkið við navninum Liber Apologeticus, sum í fimtu øld ivaleyst av óvart var yvirført frá fótnotu til tekstin sjálvan. Slíkt hendi til tíðir tá avskrivaðir vóru móðir ella ikki ansnir serstakliga í Vesturlendska tekstinum. Men hetta hevjar ikki KJV yvir aðrar Bíbliuversiónir.

Kort sagt, mong siga tú ert eitt málgeni, tað er eingin ivi um tað, eg haldi tað verða gott at tú ert útkomin við einari føroyskari KJV, eg havi einki ímóti KJV, og eg gleði meg at fáa eitt eintak. Men eg haldi kortini, í samband við 'King James Only' mótvegis øðrum versiónum at tú gert fjøll burtur úr sandkornum.

Saturday, January 7, 2012

Michael Behe versus N.J. Matzke: Hví eg enn haldi mína undirtøku av Michael Behe verða rætta

Áhaldandi í kjakinum millum menningarlæruna og tilhengarir av ID rørðsluni verður kjakast um upprunan av bakteriu flagelluni (bacteria flagellum). 
Framstandi ID forsprákarin Michael Behe er ivaleyst tann sum serstakliga befinnur seg í andglettinum. Áhaldandi verður pástaði, at Behe framleggur ein pástand sum als ikki vísir seg berandi í tí vísindaliga høpinum. Hesi pástanda ikki bara, at Behe er afturvístur, men harvið eisini at vísindafólk hava framlagt eitt betri alternativ.
Eg eri ikki vísindamaður og havi tí ikki førleikan at verja Behe, men haldi meg kortini kunna lugta tørvandi samanhengin í hesi viðgerðini av Behe.

Behe pástendur at upprunin av flagelluni byggir uppá nakað sum er alt ov komplisera fyri nátturliga menning, óansæð hvussu ótilvildarlig tilgongdin var. Ein kann sjálvandi dedusera út frá slíkum pástandi, at orsøkin var skapandi hondin, kraftin ella viljin hjá einum skapara gudi, men í veruleikanum sigur hetta ikki meira enn at orsøkin var intelligensur; onkur vildi kanska verið við at ein yvirklók rúmdarvera var orsøkin aftanfyri.

Í hesum innlegginum er tað ikki í mínum áhuga at verja Behe ella ID, men at vísa á greinina hjá N.J. Matzke (2003). 


Matzke leggur upp til at bakteriuflagellan er av evolutiónsuppruna, men kortini lýsir hann alternativi mótvegis Behe sum bæði tunt og líti undirbygt; eg haldi hetta verða djarvt og erligt av manninum. 
Ein dagføring av greinini sum var framløgd í 2006, er eisini at lesa á síðuni og vísir, at alternativi verður pástaði at standa eitt sindur sterkari trý ár seinni (tað vil siga í 2006).

So óvísindaligur sum eg eri, so síggi eg kortini ikki hví royndin at undirkasta bakteriuflagelluna menningarlæruna stendur so nógv sterkari enn pástandurin hjá Behe.

Hví?

Tuesday, December 27, 2011

William Lane Craig kritiserar bókina hjá Richard Dawkins 'The God Delusion' í Oxford (2011)

Hetta er so tað videoupptøkan av Oxford áttakinum, har William Lane Craig og fyrireikarirnir høvdu vænta og vóna at Richard Dawkins fór at møta upp og verja vælkenda verk sítt 'The God Delusion'.



Bókin hjá Dawkins, er í mínari verð tað reina møsn, ein desperat og vánaliga roynd hjá einum rættuliga desperatum nýateisti í gevur seg út á eitt økið har hann als ikki grynnir.

Dawkins møtti sum tey flestu høvdu vænta, slett ikki upp. Nakrir av tilhengarunum hjá Dawkins hava forsvara hansara fráveru við avgerð hansara, um ikki at kjakast við kreationistar. Men Dawkins hevur áður sagt seg vilja kjakast við ein og hvønn sum torir, serstakliga ein kalibara av serklassa; her hevði hann so møguleikan.

Aðrir hava av røttum viðmerkt, at Dawkins ikki møtti upp, eftir sum serfrøðisligu eginleikar hansara liggja í lívfrøðini og ikki í heimspekingini og søguni. Rætt, men hví hevur maðurin so vavt seg inn í eitt økið, har hann hevur skriva ein heila bók, eina bók sum enntá gjørdist ein bestseljari.
Um religiónsfrøði og heimspekið ikki eru økið hansara og um bók hansara, sum enntá av fleiri ateistum verður rokna sum bæði vánaliga og villeiðandi, er tað jú eyðsæð at kristnir kjakarir ynskja at diskutera innihaldi av avrikinum. Harnæst kunnu vit av røttum siga at Dawkins er skyldigur, at geva okkum svar uppá polemisku royndinar at útsverta bæði teistar og teismuna.

Avbjóðingin til Dawkins um at kjakast um bókina við William Lane Craig og fráverða hansara, prógvar tí neyvan annað, enn at Dawkins heldur enn fegin vil útgeva skrivaðan propagandalesna sum økir um pengahylin, men tó ikki vil standa til svars fyri sínar ákærur.

So mikið fyri 'the brigths'.

Monday, December 26, 2011

Kristindómur, 'Global Warming' og heimsins undirgangur


Nógv verður tosa nú á døgum um enda heimsins, so sum 'global warming', okkara møguliga samanbrest við eina skjótt ferðandi komet ella ein annan rúmdarlut, sum skal gera enda á okkum øllum. Filmar sum Deep Impact, Armageddon, The Knowing, 2012 og aðrir hava ivaleyst verði atvoldin til at økja um óttan í sinnið hins einstaka.

Men hvat sigur Bíblían um enda heimsins, um globala oyðing og nátturu katastrofir?

Sjálvt um Bíblian ikki altíð linkar slíkar hendingar við endatíðina, so er tað opinlýst í bíbilskum høpið, at slíkar hendingar koma at sermerkja endatíðini og eru tekin uppá at endin er nær.

Í hesum innlegginum skal vísast á nakrar av teimum katastrofalu hendingunum sum koma at sermerkja endatíðina, tað vil siga, tíðina áðrenn menniskjasamfelagið sum vit kenna til tað, gongur til grundar.

Fyrst er at siga, at Bíblian tosar um 'tey sum oyða jørðina'. Ilt er at siga um hetta brotið kann nýtast í høpinum av nátturudálking, um talan ikki heldur er um tey sum spilla jørðina í mutri, korruptión og óndskapið. Men við versinum fylgir eisini ein greið ávarðing:

'...og táið Tú skalt oyða tey sum oyða jørðina' (Opinberingin 11: 18)

Tað er tí eingin loyna, at Bíblian greitt og týðiliga umtalar eina ræðutíð, eina globala oyðing av menniskjasamfelagnum, har í nátturukrefturnar so at siga ganga amok.

Í Lukas 21: 25-26 lýsir Jesus hesa tíðina ómetaliga dapurt:

'Tekin skulu vera í sól, mána og stjørnum, og á jørðini skal angist og vónloysi koma á tjóðirnar; tí havið og bylgjurnar brúsa, og menniskju ørmaktast av ótta og angist fyri tí, sum yvir jarðarríki kemur; tí kreftur himmalsins skulu skakast.'

Tað sum ein eigur at bíta merki í, er at okkurt skal koma yvir jarðarríkið, menniskjuni skulu ørmaktast og vónloysi fer at søkja seg oman yvir tjóðirnar.

Ivaleyst beskrivar hetta umstøður har eingin vend kemur í, eingin loysn og eingin útvegur.
Jesus tosar her um broytingar úti í himmalrúminum, í stjørnuleiklutunum og teimum lutunum sum eru nærmast okkum. Men eisini sipar Jesus til veðurlagsbroytingar, serstakliga sum hann leggur dent á, at 'havið og bylgjurnar brúsa'; serstakliga hetta seinna fer at skapa angist og vónloysi í heimssamfelagnum.

Nakrar av globalu ræðuleikunum eru eisini at lesa um í Opinberingin, seinasta bókin í Bíbliuni og hesir eru ikki minnið tespiligir. Um ein skal dvølja á nakrar av teimum faktorunum sum í dag skapa miklan angist (og her hugsi eg um tríggjar), kunnu vit í samband við Opinberingina, nevna tildømis lutir í falla niður úr rúmdini. Jóhannes sær tað sum hann beskrivar eins og eitt brennandi fjall í dettur niður í havið; hann beskrivar síðani sum fylgju harav eina øgiliga, heimsumfatandi oyðilegging:

'...tá var tað eins og stórt, brennandi fjall kasta í havið. Og triðingurin av havinum var blóð. Triðingurin av hinum livandi skapningum, sum í havinum vóru, doyði, og triðingurin av skipunum gekk burtur' (Opinberingin 8: 8-9).


Seinni beskrivar Jóhannes broytingar í sólini og tess ávirkan á jørðina:

'Fjórði eingilin helti úr skál síni á sólina; tá var henni givin at brenna menniskjun við eldi' (16: 8)

Harnæst sær Jóhannes eisini fyri sær, oyðingina av jarðarlendinum:

'...stórur jarðskjálti kom, slíkur, sum ikki hevur verið, frá tí menniskju vóru til á jørðini--slíkur jarðskjálvti, so stórur. Hin stóri staður fór í tríggjar partar, og býir tjóðanna fullu...' (16: 18-19)

Í hesum sambandi kann ein ivaleyst sipa bæði til vísind og til katastrofufilmar. Tá eg lesi um brennandi fjallið í dettur niður á jørðina í Op.8, hugsi eg við tað sama um filmin 'Deep Impact', tá ein stórur steinur úr rúmdini rakar havið og skapir eina aldu sum útslettar eina rúgvu av lívið. Í samband við hitan ella eldin frá sólin í Opinberingini 16, hugsi eg um filmin 'The Knowing' har í ein knappuligur sólarvindur gerð enda á øllum lívið á jørðini.

Somuleiðis tá Jóhannes sær fyri sær oyðileggingina av heimsumfatandi jarðskjálvtum, kann sipast til eina kanning um møguleikan fyri 'jarðskjálvtastormi', ein teori sum var frammi fyri nøkrum árum síðani.

http://www.bbc.co.uk/science/horizon/2003/earthquakestorms.shtml

http://en.wikipedia.org/wiki/Earthquake_storm

Í hesum sambandi, kundi ein eisini sipa til filmin '2012', sum snúði seg um broytingar undir jarðarskorpuni og í jarðarplátunum, har jarðarlendið knappuliga hvarv og sakk niður í undirgrundina; eisini nakað sum Opinberingin møguliga indikerar fyri.

Tíðanverri, er nógv av hesum, ikki tað reina science fiction (hevði tað verið so væl). So ræðandi sum tað ljóðar og er, so eru hetta møguligar framtíðar katastrofir sum nútíðar vísindafólk bera ómetaligan ótta fyri.

Í hesum sambandi er tað tó áhugavert tá ein hyggur at, eitt nú Opinberingini, at ongar av hesum hópoyðishendingum skapa í sær sjálvum eina kataklysmiska alheimsoyðing, men saman, nærmast kollektivt, tykjast tær at gera enda á verðini sum vit kenna til hana.

Nær Jesus tíðarfestir endatíðina?

Jesus veitir okkum onga beinleiðis tíðarfesting í samband við oyðingina av menniskjasamfelagnum, men leggur kortini dent á í versinum frammanundan nátturukatastrofurnar, at henda tíðin byrjar, tá tíð heidninga kemur at enda, sum í samanhenginum leggur upp til at tjóðin Ísrael skal slíta seg undan okið heidningana og taka land Ísraels og býin Jerusalem aftur:

'Tey skulu falla fyri svørðsegg og verða herleidd til allar tjóðr, og Jerusalem skall liggja niðurtraðka av heidningum, inntil tíð heidninganna er at enda' (vers 24).

Hetta versi sipar sjálvsagt til tíðina 1948 líka til ídag.


Profetiðir um Ísrael nú og í endatíðini

Bíblian leggur tó dent á, at sjálvt um heidningatíðin er komin at enda, í tí samanhenginum at Ísrael hevur leysrivið seg undan makt teirra, so er tjóðin Ísrael tó ikki undansloppin tjóðana ágangi. Í bókini Zakarias, sum er næstseinasta bókin í Gamla Testamentið, talar Gud frá munnið Zakariasar:

'Spádómur -- orð Harrans um Ísrael. So sigur Harrin...Eg geri Jerusalem til sløðriskál fyri øll fólkasløgini rundan um tað; eisini Juda skal fáa tað at vita, tá ið Jerusalem verður kringsett. Tann dagin skal Eg gera Jerusalem til hav fyri øll fólkasløg; ein og hvør sum roynir at lyfta tí, skal særa seg sjálvan. Øll fólkasløg á jørðini skulu savnast móti tí' (Zakarias 12: 1-3).


Hetta samsvarar ómetaliga væl við tað støðu Ísrael hevur byrðast undir síðani Ísrael var stovna. Tjóðin er jú umgyrd av muslimskum fíggindalondum, hvørs religiøsa dogma kallar á muslimsku tilhengararnar at útrudda ísraelska statin og tess íbúgvar, eins væl og allar jødar. Koranin er tann bókin, sum lýsir kristin og jødar sum ringastu av øllum skabningum. Haditin (islamsku traditiónirnar) leggur dent á, at dagurin kemur tá muslimar fara forkoma hvørjum einstaka jøda í einum stórum blóðigum hópdrápið.

Tað sum verri er, er at ikki einans eru tað og verða tað muslimsku londini, sum ynskja at venda sær ímóti ella enntá forkoma Ísrael og tess íbúgvum, Zakarias leggur somuleiðis dent á at allar heimsins tjóðir skulu venda sær ímóti Ísrael sum tjóð. Bíbilska myndin vit fáa av tí umstøðu sum Ísrael kemur at finna seg í eftir endurstovnan landsins, tykist tí at verða ein ómetaliga svár tíð.

Vón

Tá ein hevur lisið seg ígjøgnum allar hesar ræðuleikar, so eru tað tó ikki nátturukatastrofirnar og vandin fyri globalari hópoyðing sum fyllir og bindur mín hugaheim.

Tað størsta av øllum er, er at Bíblian gevur og bjóðar tær og mær, eins væl og mannaættini vón.

Sunday, December 25, 2011

Nýggj avskriving av teimum elstu Nýtestamentligu Papyrusbrotunum av Jóhannesar Evangeliinum útkomi


Talan er um eitt átak innan tekstkritik, paleograpy og papyrologi við fokus á Jóhannesar Evangeliið, har elstu og týdningarmiklastu handritini eru: P5, P6, P22, P28, P39, P45, P52, P66, P75.


Slík átøk er gjørd fyrr, nevnast kann bókin hjá Philip W. Comfort og David P. Barrett The Text of the Earliest New Testament Greek Manuscripts. Men her er so ein nýggj roynd, fullførd av tekstkritikkarum og papyrologum í Universitetinum í Birmingham.

Í stuttum kann sigast um handritini:

P5, handrit frá umleið ár 250, sum inniheldur partar av Jóhannes 1, 16 og 20.

P22, frá triðja árhundra, sum inniheldur partar av kapitlunum 15-16. Hesin teksturin og handritið er ein týdningarmikil tekstur í kjakinum millum kristin og muslimar.

P28, frá triðja árhundra, inniheldur kapitul 6.

P39, frá triðja árhundra er av stórum týdningi, eftirsum teksturin er í familju við tvey onnur týdningarmikil handrit: 1) Codex Vaticanus, sum er eitt unciel handrit úr fjórða árhundra, 2) P75, sum eisini gongur undir heitinum Bodmer Papyrus, sum er eitt handrit skriva einaferð í árunum 175-225 og inniheldur Lukas og Jóhannes.

P45, sum vanliga er tíðarfest ár 200 og eldri, men av summum er tíðarfest umleið ár 170 og gongur undir heitinum Chester Betty Papyrus I, sum innheldur øll fýra Evangeliini. Harav er Markus av týdningi eftirsum teksturin tykist at verða í familju við hypotetiska tekstin úr Kæsarea.

P52, annars kent sum John Ryland teksturin; sigst at verða elsta handritið av Jóhannesar Evangeliinum, vanliga tíðarfest millum ár 100 og 150.

P66, eisini kent sum Bodmer Papyrus II, inniheldur tað mesta av kapitlunum 1 til 14 í Jóhannes. Handritið er skriva einaferð umleið ár 200. Handritið vísir á at skribenturin hevur nýtt bæði tekstir úr Alexandria og tann Vesturlendska.

P75, við heitinum Bodmer Papyrur, innheldur part av tekstinum hjá Lukas og Jóhannes og er frá tíðini 175-225.

Kelditilfar:

Bart Ehrman, Misquoting Jesus: The Story behind who Changed the Bible and Why
Bruce Metzger & Bart Ehrman, The Text of the New Testament: It's Transmission, Corruption and Restoration
Burnett Hillman Streeter, The Four Gospels a Study of Origins
George Eldon Ladd, The New Testament and Criticism
Graham Stanton, Gospel Truth: New Light og Jesus and the Gospels
Philip Comfort, The Origin of the Bible
Raymond Collins, Introduction to the New Testament

Saturday, December 24, 2011

Nóas Ark Funnin?


Hetta er ikki fyrstu ferð og hetta er meiri enn eitt ára gamalt og eg eri eitt sindur skeptiskur hesum viðvíkjandi, men rættuliga áhugavert kortini. Er tað nakar sum veit og kann siga meiri um hetta?

Skuldi tað verið nakað í hesum, so mátti tað verði møguligt hjá heimsamfelagnum at leggja eitt sindur av peningi tilsíðis og sendi eitt lið av serfrøðingum og søgugranskarum niðan á fjallið útdýpa hetta. Haldi annars at summar av viðmerkingunum sum National Geographic framleggur eru søguliga órímiligar. Tildømis kann eingin við vissu siga, at tað ikki var fyrrenn í 10 BC at fjallið var sett í samband við hendingina úr Fyrstu Mósibók. Slík BC nágreiniligheit er í veruleikanum ómøgulig.
Veit heldur ikki, um framlagda alternativi, at hetta í veruleikanum bara er ein gomul 'shrine' ikki er eitt sindur misvísandi. Um tað er so torført at náa slíkar hæddir, so ivist eg eitt sindur í pástandinum um eina 'shrine'. Haldi tó eisini at tann eini viðmerkjarin framleggur eitt áhugavert argument, nemliga at sjónbandið er ein roynd at lokka ferðafólk á hasar leiðir.


Summir kritikkarir tilknýttir at meiri ateistiskum bólkum, so sum blogginum niðanfyri, tykjast tíðanverri bara at skava hetta tilsíðis við tí annars vantaðu og ósunnu skeptisismuni og látursgerð; ein tendensur sum viðmerkjarir á sama blogginum eisini hava biti merki í:


Men tað eru eisini fleiri hard-core kristnir kreationistar sum ivast um hetta veruliga er Ark Nóasar:

http://www.foxnews.com/world/2010/04/30/noahs-ark-hoax-claim-doesnt-deter-believers/

Eitt er eyðsæð, skuldi eitt skip verið funni júst á hesum fjøllunum, so verða tað mong sum ivaleyst koma at klóra sær í nakkanum. Mangir serfrøðingar kunnu vantandi verða hildnir fyri spot, men kortini og vantandi, skulu vit sum ikki einaferð, til at hoyra uppá heilar brokmanslestrar av burturforkláringum; kort sagt tað kemur at standa ómetaliga hart á í tí akademiska heiminum. 

Wednesday, December 21, 2011

Útgangsstøði í mínum iva um Menningarlæruna



Í veruleikanum er eg ein 'Tummas'. 

Í kristnum og bíbilskum týdningi, er tað ein sum ivast og slett ikki er opin. Hetta er kanska tí at trúarverju liggur í mínum lyndi, tí eg skal nemliga hava 'evidence' fyri øllum. 

Eg havi sjálvandi ivast um Gud, í mínum lívið onkuntíð, eg havi eisini ivast um religión, Bíbliuna og alt møguligt annað. 
Á sama hátt hevur lesnaður og skúlagongd tiltíðir volt mær iva. Men hetta skal eisini takast sum ein positivur hugburður, tí eins og eg haldi tað verða uppá sítt pláss, at lærarin sáar iva um mína heimsmynd og áskoðan, so vóni eg samstundis at hesin má vænta og verða jaligur fyri, at eg loyvi mær ivast, bæði hann ella hana sum lærara, hansara ella hennara førleikar, samstundis sum eg ivast um tað vegleiðing hesin gevur okkum. 
Hetta kann sjálvandi eisini yvirførast til kjakið innan vísind og menningarlæruna. Men tá tykist tað sum um ein ikki hevur loyvi at ivast, tað verður rokna av einum, at ein má og skal lata flóta við streyminum. Ein skal møguliga enntá inndoktrinerast, fyri at ein ikki skal heysta avleiðingarnar.


Í 2008 kom dokumentariski filmurin ‘Expelled: No Intelligence Allowed’ út á marknaðin. Innihaldið er ein roynd at grundgeva fyri ‘Intelligent design’ og samstundis at sáa iva um menningarlæruna.

Filmurin hevur sjálvsagt verði avbera nógv kritiseraður og demoniseraður. Eg yvirdrívi neyvan tá eg sigi, at bæði framleiðslan, og filmurin sjálvur eru av bæði amatørum og serkønum kritikkarum vorðin útpensla, sum eitt serstakt ‘case-study’, dømi uppá eitt óvísindaligt og óerligt avrik.
Somuleiðis verða tey sum antin dáma ella sitera filmin, sjálvandi rokna at verða bæði býtt og at meta heilt til grin fyri almenninginum. Hendan propaganda demonisering tók heldur ikki langa tíð at náa til máls.

Eg eri samdur at kritikkur er týdningarmikil og ivaleyst hevur filmurin sínar feilir, men so kann ein spyrja um nøkur dokumentarisk sending kann sigast at verða feilfríð? Enntá sendingin ‘Mosque Undercover’ hjá Dispatches (ein sending sum var hart tiltrongd og sum eg gjarna vildi tikið fult undir við) var langt í frá feilfri.

Ivaleyst var tað eisini eitt motiv og bias aftanfyri filmin ‘Expelled’, men hvør vísindamaður og hvør granskari kann siga seg undan bias, helling og fordómum? Eru vit veruliga før fyri at avnokta, at nógv vísindafólk, eru av tí avgjørdu áskoðan, at skuldi ‘ID’ vunnið slagið, so hevði samfelag okkara møguliga verið yvirført aftur til umstøðurnar í døpru miðøldina (ella soleiðis ljóðar pástandurin)?

Hvør skuldi tí ikki sagt, at um lygn og falskan kunnu bjarga samfelag okkara, so er sannleikin ikki kærkomin? Og so kann ‘follow the evidence wherever it leads’ hugburðurin bara sleppa sær av hundin og til.

Hetta í sær sjálvum vísir ikki ID aftur, men slíkur hugburður kann sjálvandi nýtast í tí argumentering, at vísindin kann stýrast av motivum einstaklinga og harvið fjøldini, sum hava eitt hvørt til endamáls.
Ein slíkur avgjørdur pástandur frá mínari síðu hevði tó ikki verði rættur og heldur verði at meta sum ørðskapur, men tað útilukkar nú heldur ikki møguleikan.

Ein kundi sjálvandi sagt at tað er ‘semja’ (consensus) millum fleiritalið av vísindaligu serfrøðingunum, men havi eg lært nakað av 7 ára søguligari gransking innan bíbliukritikki, so er tað ein tendensur millum serfrøðingar bara at uppáhalda ávísar pástandir, sum bara nakrir einstakir hava gjørt sær ómak at útdjúpa seg í, og enntá millum hesar einstøku er hvørki ‘consensus’ um detaljur ella niðurstøðu. Eg spyrji tí meg sjálvan, er hetta sama tilgongdin innan menningarlæruni, tí slík gransking stinkar líka nógv av motivum og bias, sum kjakið innan bíbliukrikki og tá skal ein verða ómetaliga varðin?

Trupuleikin innan bíbliukritikki, er at ein skal hava granska væl og leingi, bæði fyri at uppnáa fullu myndina, men eisini fyri at kunna seta seg ímóti serfrøðinginum. Tað eru bara tey heilt fáa sum tíma og megna hetta og sum yvirhøvur koma inná slík økir av granskingini og sum síðani hætta sær ella vilja, eftirsum ein risikerar vandan av akademiskari útihýsing, ella at ein letur upp fyri møguleikanum av einari yvirnátturligari áskoðan.
Eisini hugsi eg um ‘innlits faktorin’. Eg vænti neyvan at vísindafólk innan menningalæruna hava líka nógv innlit inn í tilgongdina av menningini, sum fevnir um fleiri milliónir ár, sum søgugranskarir hava av Ur-Kristindóminum.


Eisini øtar tað meg, at óansæð tað nógv tilfar vit hava til taks, fyri at seta upp eina nokso nágreiniliga mynd av Ur-Kristindóminum, so velja kritikkarir heldur at upphugsa og framleggja hypotesur sum slett ikki kunnu grundgevast fyri og sum slett ikki hoyra veruleikanum til, bara tí at veruleikin ikki er kærkomin. Við hesum verða milliónir av lítivitandi næmingum á miðnámskúlum og universitetum, beinleiðis villeiddir. Aftur hugsi eg, er hetta saman tilgongdin innan nógvari nátturuvísind?

Men hvør skal peika hetta út, hvør hevur førleikan, dirvið og ynski? Verða tað BA ella MA næmingar og tað í einari vísind, har innlitið ikki er til taks eins og í bíbliusøgugranskingini?
Ella vildi slíkur kritikkur komi frá fleiritalinum innan serfrøði, har óttin fyri at verða ‘expelled’ týðiliga er til staðar og annars motivini (sum kanska í nógvum førum, eru positiva sinnað), hava gjøgnumsúrga hvønn krók á fróðskaparsetrum og granskingarmiðstøðum? Ein slíkur vildi kanska sagt: hvat væl hevði eg og havi eg?