Monday, December 26, 2011

Kristindómur, 'Global Warming' og heimsins undirgangur


Nógv verður tosa nú á døgum um enda heimsins, so sum 'global warming', okkara møguliga samanbrest við eina skjótt ferðandi komet ella ein annan rúmdarlut, sum skal gera enda á okkum øllum. Filmar sum Deep Impact, Armageddon, The Knowing, 2012 og aðrir hava ivaleyst verði atvoldin til at økja um óttan í sinnið hins einstaka.

Men hvat sigur Bíblían um enda heimsins, um globala oyðing og nátturu katastrofir?

Sjálvt um Bíblian ikki altíð linkar slíkar hendingar við endatíðina, so er tað opinlýst í bíbilskum høpið, at slíkar hendingar koma at sermerkja endatíðini og eru tekin uppá at endin er nær.

Í hesum innlegginum skal vísast á nakrar av teimum katastrofalu hendingunum sum koma at sermerkja endatíðina, tað vil siga, tíðina áðrenn menniskjasamfelagið sum vit kenna til tað, gongur til grundar.

Fyrst er at siga, at Bíblian tosar um 'tey sum oyða jørðina'. Ilt er at siga um hetta brotið kann nýtast í høpinum av nátturudálking, um talan ikki heldur er um tey sum spilla jørðina í mutri, korruptión og óndskapið. Men við versinum fylgir eisini ein greið ávarðing:

'...og táið Tú skalt oyða tey sum oyða jørðina' (Opinberingin 11: 18)

Tað er tí eingin loyna, at Bíblian greitt og týðiliga umtalar eina ræðutíð, eina globala oyðing av menniskjasamfelagnum, har í nátturukrefturnar so at siga ganga amok.

Í Lukas 21: 25-26 lýsir Jesus hesa tíðina ómetaliga dapurt:

'Tekin skulu vera í sól, mána og stjørnum, og á jørðini skal angist og vónloysi koma á tjóðirnar; tí havið og bylgjurnar brúsa, og menniskju ørmaktast av ótta og angist fyri tí, sum yvir jarðarríki kemur; tí kreftur himmalsins skulu skakast.'

Tað sum ein eigur at bíta merki í, er at okkurt skal koma yvir jarðarríkið, menniskjuni skulu ørmaktast og vónloysi fer at søkja seg oman yvir tjóðirnar.

Ivaleyst beskrivar hetta umstøður har eingin vend kemur í, eingin loysn og eingin útvegur.
Jesus tosar her um broytingar úti í himmalrúminum, í stjørnuleiklutunum og teimum lutunum sum eru nærmast okkum. Men eisini sipar Jesus til veðurlagsbroytingar, serstakliga sum hann leggur dent á, at 'havið og bylgjurnar brúsa'; serstakliga hetta seinna fer at skapa angist og vónloysi í heimssamfelagnum.

Nakrar av globalu ræðuleikunum eru eisini at lesa um í Opinberingin, seinasta bókin í Bíbliuni og hesir eru ikki minnið tespiligir. Um ein skal dvølja á nakrar av teimum faktorunum sum í dag skapa miklan angist (og her hugsi eg um tríggjar), kunnu vit í samband við Opinberingina, nevna tildømis lutir í falla niður úr rúmdini. Jóhannes sær tað sum hann beskrivar eins og eitt brennandi fjall í dettur niður í havið; hann beskrivar síðani sum fylgju harav eina øgiliga, heimsumfatandi oyðilegging:

'...tá var tað eins og stórt, brennandi fjall kasta í havið. Og triðingurin av havinum var blóð. Triðingurin av hinum livandi skapningum, sum í havinum vóru, doyði, og triðingurin av skipunum gekk burtur' (Opinberingin 8: 8-9).


Seinni beskrivar Jóhannes broytingar í sólini og tess ávirkan á jørðina:

'Fjórði eingilin helti úr skál síni á sólina; tá var henni givin at brenna menniskjun við eldi' (16: 8)

Harnæst sær Jóhannes eisini fyri sær, oyðingina av jarðarlendinum:

'...stórur jarðskjálti kom, slíkur, sum ikki hevur verið, frá tí menniskju vóru til á jørðini--slíkur jarðskjálvti, so stórur. Hin stóri staður fór í tríggjar partar, og býir tjóðanna fullu...' (16: 18-19)

Í hesum sambandi kann ein ivaleyst sipa bæði til vísind og til katastrofufilmar. Tá eg lesi um brennandi fjallið í dettur niður á jørðina í Op.8, hugsi eg við tað sama um filmin 'Deep Impact', tá ein stórur steinur úr rúmdini rakar havið og skapir eina aldu sum útslettar eina rúgvu av lívið. Í samband við hitan ella eldin frá sólin í Opinberingini 16, hugsi eg um filmin 'The Knowing' har í ein knappuligur sólarvindur gerð enda á øllum lívið á jørðini.

Somuleiðis tá Jóhannes sær fyri sær oyðileggingina av heimsumfatandi jarðskjálvtum, kann sipast til eina kanning um møguleikan fyri 'jarðskjálvtastormi', ein teori sum var frammi fyri nøkrum árum síðani.

http://www.bbc.co.uk/science/horizon/2003/earthquakestorms.shtml

http://en.wikipedia.org/wiki/Earthquake_storm

Í hesum sambandi, kundi ein eisini sipa til filmin '2012', sum snúði seg um broytingar undir jarðarskorpuni og í jarðarplátunum, har jarðarlendið knappuliga hvarv og sakk niður í undirgrundina; eisini nakað sum Opinberingin møguliga indikerar fyri.

Tíðanverri, er nógv av hesum, ikki tað reina science fiction (hevði tað verið so væl). So ræðandi sum tað ljóðar og er, so eru hetta møguligar framtíðar katastrofir sum nútíðar vísindafólk bera ómetaligan ótta fyri.

Í hesum sambandi er tað tó áhugavert tá ein hyggur at, eitt nú Opinberingini, at ongar av hesum hópoyðishendingum skapa í sær sjálvum eina kataklysmiska alheimsoyðing, men saman, nærmast kollektivt, tykjast tær at gera enda á verðini sum vit kenna til hana.

Nær Jesus tíðarfestir endatíðina?

Jesus veitir okkum onga beinleiðis tíðarfesting í samband við oyðingina av menniskjasamfelagnum, men leggur kortini dent á í versinum frammanundan nátturukatastrofurnar, at henda tíðin byrjar, tá tíð heidninga kemur at enda, sum í samanhenginum leggur upp til at tjóðin Ísrael skal slíta seg undan okið heidningana og taka land Ísraels og býin Jerusalem aftur:

'Tey skulu falla fyri svørðsegg og verða herleidd til allar tjóðr, og Jerusalem skall liggja niðurtraðka av heidningum, inntil tíð heidninganna er at enda' (vers 24).

Hetta versi sipar sjálvsagt til tíðina 1948 líka til ídag.


Profetiðir um Ísrael nú og í endatíðini

Bíblian leggur tó dent á, at sjálvt um heidningatíðin er komin at enda, í tí samanhenginum at Ísrael hevur leysrivið seg undan makt teirra, so er tjóðin Ísrael tó ikki undansloppin tjóðana ágangi. Í bókini Zakarias, sum er næstseinasta bókin í Gamla Testamentið, talar Gud frá munnið Zakariasar:

'Spádómur -- orð Harrans um Ísrael. So sigur Harrin...Eg geri Jerusalem til sløðriskál fyri øll fólkasløgini rundan um tað; eisini Juda skal fáa tað at vita, tá ið Jerusalem verður kringsett. Tann dagin skal Eg gera Jerusalem til hav fyri øll fólkasløg; ein og hvør sum roynir at lyfta tí, skal særa seg sjálvan. Øll fólkasløg á jørðini skulu savnast móti tí' (Zakarias 12: 1-3).


Hetta samsvarar ómetaliga væl við tað støðu Ísrael hevur byrðast undir síðani Ísrael var stovna. Tjóðin er jú umgyrd av muslimskum fíggindalondum, hvørs religiøsa dogma kallar á muslimsku tilhengararnar at útrudda ísraelska statin og tess íbúgvar, eins væl og allar jødar. Koranin er tann bókin, sum lýsir kristin og jødar sum ringastu av øllum skabningum. Haditin (islamsku traditiónirnar) leggur dent á, at dagurin kemur tá muslimar fara forkoma hvørjum einstaka jøda í einum stórum blóðigum hópdrápið.

Tað sum verri er, er at ikki einans eru tað og verða tað muslimsku londini, sum ynskja at venda sær ímóti ella enntá forkoma Ísrael og tess íbúgvum, Zakarias leggur somuleiðis dent á at allar heimsins tjóðir skulu venda sær ímóti Ísrael sum tjóð. Bíbilska myndin vit fáa av tí umstøðu sum Ísrael kemur at finna seg í eftir endurstovnan landsins, tykist tí at verða ein ómetaliga svár tíð.

Vón

Tá ein hevur lisið seg ígjøgnum allar hesar ræðuleikar, so eru tað tó ikki nátturukatastrofirnar og vandin fyri globalari hópoyðing sum fyllir og bindur mín hugaheim.

Tað størsta av øllum er, er at Bíblian gevur og bjóðar tær og mær, eins væl og mannaættini vón.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.