Thursday, February 4, 2021

Jóla apologetikkur 1: Jesu føðing: njót eina fyrsta árhundra biografi.

 Fór Lukas skeivur tá hann skrivaði um føðing Jesusar?

Summi meina at Lukas vassar sær út í søguligt óføri tá hann umtalar burðarsøgu Jesusar í Lukasar Evangeliinum, kapitul 2.

Tildømis hvussu kundi Jesus verða føddur tá Augustus keisari gava boð um, møguliga heilar 3 fólkateljingar frá 22 BC til 8 BC (sum ivaleyst eru partur av einari) av rómverjum og øðrum fólkasløgum, samstundis sum tá Kvirinius var landshøvdingi í Sýrlandi í 6 AD? Har eru í heil 27-28 ár ímillum fyrstu boðini um fólkateljingina og Kvirinius (tó ivaleyst var ikki komi mál tá Kvirinius sat við valdinum).

Fyri okkum sum lesa nútímans bøkur, har høvundar hava fyrimunin at kunna greiða frá neyvt og niðurskriva eina ørgrynnu av detaljum, so var hendan signing í sama mun ikki til staðar á teimum døgum tá Lukas skrivar frásøgnina.

Ein typisk biografi taldi tá um 20+ papyrus síður og høvundurin mátti neyvt velja hvat í hann vildi leggja dent á. Í hesum føri var dentur lagdur á persónin Jesus, hansara narrativ og hansara úttalisir. Høvundarnir av evangeliinum vóru enntá noyddir at taka samanum narrativ Jesusar. Aðrar søguligar detaljur verða tí av Lukas leysliga tiknar samanum og ikki lýstar til fulnar: tíðskil ein stutt frágreiðing um at Augustus Keisari vildi seta í verk eina fólkateljing, men lítið og einki um alla søguligu tilgongdina og detaljurnar, sum vit heldur ikki hava fult innlit í frá øðrum søguligum keldum heldur.
Men Jesus var neyvan føddur í árunum 22 - 8 BC og heldur ikki í ár 6 AD tá Kvirinius var landshøvdingi. Í nýggjari tíð vildi hetta verði rokna sum ein feilur og tíðarvilla. Men so var ikki í gamlari tíð, har ein mátti fyrihalda seg til 20 síður og har eingin almennur kalendar fevndi um tátíðar heimin eins og í okkara døgum.

Møguligt var ikki fyri vanliga lesaran at fylgja einum einstøkum lokalum kalendara, heldur ikki bar til at siga 'fyri' ella 'eftir Krist' ella ár 22 ella ár 4 ella ár 0 ella 6, eins og vit í okkara tíð kunnu vísa á 1840 ella 1965, etc.

Vanligt var tí at leggja eina ávísa hending har høvundurin vildi at lesarin skuldi savna seg, í millum tvær ella tríggjar aðrar alment kendar hendingar oftani við einum millumrúmi av 20 ella fleiri árum og fáa hettar flóta í frásøgnini.
Soleiðis fylgdi ein høvundur tátíðar hættum at greiða frá og skriva tilfarð sum skuldi breiðast út til fjøldina.

Og hettar er júst tað sum Lukas megnar so ómetaliga væl.

So bara ein áheitan: tá ein lesur Lukasar Evangelii, so set teg niður og njót eina fyrsta árhundra biografi mótvegis einari nýmótans. Hættirnir at skriva og greiða frá er ómetaliga ymiskir og at blanda hesi saman og krevja at Lukas átti at fylgt okkara tíð, fyrimunum og hættum er lítið annað enn grov tíðarvilla framd av nútímans bíbliukritikkarum, sum áttu at vita eitt betri.



1 comment:

  1. Sun at diskutera nær Robin Hood mundi verða føddur

    ReplyDelete

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.