Tuesday, March 17, 2020

Kristin fólk og korona: At vera ella ikki at vera: tú ert dømdur!


Image result for memes empty church corona

Mikið hevur verði at hoyra um kristin fólk, sum antin ditta sær at savnast til møtir í hesum ørkymlandi tíðum og so um tey kristnu, sum velja at fylgja landsins áheitan og geva møtum og aktivitetum ein steðg.

Gudloysingar hava sum vant verði fremst á hermótinum við demoniserandi myndum og úttalisum har kristin og kirkjur/samkomur verða hildnar fyri spott tí hesi hava valgt at avlýst teirra tiltøk.

‘Hvar er tykkara Gudur nú’, ella ‘hvar er tykkara trúgv nú’ er teksturin á hesum myndum.

Á heilt øðrum myndum og postum verður víst á kristin sum hava valgt ikki at steðga teirra tiltøkum og áhaldandi koma saman sum ein bólkur óansæð ávaringar um sótt og møguliga váða.

Í hesum føri hoyrist annað ljóð og myndir og úttalisir ákæra kristin í hesum føri, fyri at verða óð í høvdinum og væl vitandi um at tey útseta bæði seg sjálvi og onnur fyri smittu.

So, nú standi eg spyrjandi og veit ikki heilt hvat akkurat hesar gudleysar røddir hava í huga og vilja av okkum.

Vilja teir at vit vísa teimum okkara sterku trúgv og at vit hava álit á Gudi og tí áhaldandi koma saman til tiltøk; men í so fall eru vit eftir teirra orðum óansin, ónd og vandamikin.

Ella skulu vit virða landsins myndugleikar, okkara medmenniskju og áheitanirnar? Men so eru vit rokna sum nakrir hyklarir, vantrúgvandi og okkara trúgv er til einkis gjørd í teirra eygum.

Mín spurningur er tí: Hvussu toknast ein hesum kritiska rákinum, sum eina hevur í hyggju at demonisera óansæð hvørji stig ein tekur?

Jesus vísir á hendan hættisliga hugburðin tá hann viðger ákærur teirra lóglærdu og religiøsu á sínari tíð.

Hann vísir á hvussu Jóhannes Doyparin, hesin sum var hataður av teimum lærdu og vitandi, var roknaður sum djevuls besettur tí hann hvørki át ella drakk.
Lívstílur Jóhannesar verður lýstur í Evangeliinum sum sera simpul, við tað at hann er fráhaldandi frá víni og etur so einfalt sum gjørligt.

Jóhannes Doyparin var av hesi orsøk demoniseraður, lýstur sum vandamikil og sum settur av illum anda, eina orsøka av fráhaldi og matvanum.

Jesus har aftur ímóti át tað sum Honum var sett á borði og Hann drakk vín eisini. Við øðrum orðum Jesus át eins og vanligt var á Hansara tí.
Hetta førdi ikki minni við sær enn at Jesus somuleiðis var demoniseraður fyri tað øvugta sum Jóhannes og var lýstur sum ein átari og vínsvølgur, ein vinur tollara og syndara.

Tað er opinlýst hvør boðskapur Jesusar er: at stendur tú fyri sannleikan og fyri tí sum er rætt, so fara mótstøðufólkini at nýta eitt og hvørt høvið, eitt og hvørt punkt í lívið tínum, at blæsa tingini upp og varpa út ógvusligar og demoniserandi ákærur sum als ikki eru sannar.

Í hesum føri, um tú ikki etur og ert fráhaldandi ert tú settur av demoni og um tú etur og drekkur ert tú vorðin ein átari og vínsvølgur.

Hesar ákærur eins og dømini omanfyri, eru mangan ósamsvarandi, júst tí at endamálið er ikki at finna samsvar ella at lýsa hvat í er satt ella ikki. Endamálið er heldur at knúsa og demonisera mótpartin.

Hvussu skal ein kristin verja seg fyri slíkum ágangi?

Vit kunnu sjálvandi ditta okkum at koma við aftursvarum, eins og eg royni í hesum føri, men tá vit hava við sterkar og sera forsprákandi og sera motiveraðar kreftir at gera, hvørs endamál ikki er at søkja, lurta og læra, men demonisera, so eru ráð Jesusar tey, at talan fyrst og fremst eigur at verða um okkara hugburð:

“Sæl eru tit, táið tey spotta tykkum og søkja at tykkum og lúgva alt ilt um tykkum fyri mína skuld. Gleðist og fegnist! Tí løn tykkara er stór í himli; soleiðis søktu tey eftir profetunum, ið vóru fyri tykkum” (Matteusar Evangeliið 5: 11-12)

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.