Thursday, December 12, 2019

Hví eg ikki eri næstan so nógv ateist sum Ricky Gervais

Er man kristin, trúgvandi, teist, etc, far man mangan hesa skotna eftir sær.
Men hví gevur hendan myndin niðanfyri onga sum helst meining?
Tí hesir 2699 gudarnir og fleiri aðrir eru demi-gudar. 
Tað vil siga teir umboða skaptar verur sum eru bundnar at skapan, tíð og rúmd. Teir kunnu í ymiskum religiónum verða sipaðir til sum gudar men vanliga ikki sum Gud. 
Og hasi er hvør sítt.
Havi varhugan av at gudloysingar blanda evnið við religiónir og hesi eru eisini hvør sítt frá so kallaða Guda konseptinum.
Guda konsepti sum sipar til konsepti av tí sum er undan øllum, konsepti sum jødar, kristin, muslimar og eisini hinduar halda fast við uttan at skula íblanda teirra religión. 
Í Bíbliuni kunnu vit sipa til slíkar líknandi verur sum einglar, ella andar ella tignir, etc.
Man kann tí siga at trúgvandi av øllum religiónum trúgva uppá slíkar verur; tó ikki tær somu spesifikku.
Tó, hattar er óviðkomandi.
Tað snýr seg alt um hendan eina Gudin (sum verður sipaður til) sum vit teistar og kristnu øll trúgva á (tá hugsa verður um konsepti) og sum hesir báðir gudloysingarnir á myndini siga seg ikki trúgva á. 
Tað er hesin Gudurin sum er alt avgerandi. Tað er konsepti av hesum Gudinum sum enn verður kjakast um innan heimspekini og sum verður sipaður til í vísindaligum høpið. Har eitt nú Óðin og Tór og aðrir semi gudar ikki eiga nakað pláss. 
Tað er hesin sum er undan øllum, sum ikki er bundin at tíð, sum heldur skapir tíð, sum ikki er bundin at rúmd og sum skapir rúmd og sum ikki er bundin at tilveru, tí øll tilvera, alt sum eksisterar gongur út frá Honum.
Tað er ikki trúgvin á andar, einglar ella demigudar sum avgerð nakað, men tað er trúgvin ella áskoðanin um hendan Gudin/konseptið/intelligensin sum avger um ein er ateist ella ikki.

Mynd hjá Kristindómur Svarar