Sunday, January 27, 2019

Óndskapur, náttura og Gud

Hetta niðanfyri er hjartabrótandi. Men fekk meg eisini at hugsa.
Eftir kristnu áskoðanini hevur menniskja eina ónda nátturu, tíðskil fremja vit óndar gerðir móti hvørjum øðrum og fyri slíkar gerðir fer Gud at døma.
Um eingin Gud er, so er tilveran evnið eina, í so fall er hetta niðanfyri nátturan eina og eina evnið í kemiskari reaktión.
Og í so fall er dómur og rættvísi eingin tí óndskapur er ikki og er ongantíð framdur.
Evnið kann í sær sjálvum ikki fremja óndskap og evnið í sær sjálvan kann ikki gerast offur fyri óndskapi.
Hví pínir tað so hjarta at hugsa um ræðuligu lagnuna hjá Czeslawa Kwoka? Tí Czeslawa var meiri enn evnið og tað er hetta sum gevur menniskjanum og lívinum sanna virðið.