Monday, August 11, 2014

Møguligi gudloysis hugburður um ræðugerðir ISIS










Basera á undanfari kjak, hvat halda so ávísir føroyskir gudloysingar um núverandi støðuna í Irak?

Islamiskir jihadistar hertaka í løtuni býir og økir í Irak, har hópdráp verða framd og kvinnur og lítlar gentur í hópavís burturførdar og neyðtiknar samsvarandi islamskari lóg.

Hetta er mega ræðuligt!

Og fyri at gera ræðuligt uppaftur ræðuligari kunnu gentur eftir islamskum tekstum líka niður í 9 ára aldur verða roknaðar búnar til samlegu, í hesum høpið til neyðtøku, tað sum í okkara huga samsvarar við pedofili.

Hetta far meg at hugsa um kjakið sum leikaði á fyri nøkrum mánaðum síðani, har vit vístu á útsøgnir og hugburðin hjá ávísum føroyskum gudloysingum (sertakliga FB síðan Kristindómur Lýgur og teirra stuðlum og eftirfylgjarum) í samband við neyðtøku, pedofili og hópdráp; har í hesir lýstu etikin fyri hesum samsvarandi einari gudleysari filosofiskari heimsmynd soleiðis:

"Pedofili er skeivt, men tað er ikki so einfalt sum tú heldur tað vera. Tú heldur at man kann gera endaligar niðurstøður av slíkum slag, tí tú ert eitt simpult óbegáva menniskja, men í veruleikanum broytast slíkar meiningar upp í gjøgnum søguna so tú kanst ikki siga nakað generelt." (Kristindómur Lýgur)

"Tað finst ongin endalig niðurstøðu um hvat er rætt og skeivt. Soleiðis er tað bara." (Kristindómur Lýgur)

"Absoluttir sannleikar og absoluttir skeivleikar finnast bert í høvdinum á trúgvandi menniskjum. Í veruleikanum er onki absolut tá tað snýr seg um moral." (Kristindómur Lýgur)

"Tú fert aldrin at fata, at sjálvt um einkult persónar kunnu hava eina avgjørda meining um, hvat er moralskt og ikki, so er ein langur vegur frá eini persónligari meining til eina generella meining, sum skal verða galdandi til allar tíðir og til øll hugsandi viðurskiftir. Allir gudloysingar hava eina avgjørda meining til spurningar so sum holocaust, neyðtøku ella pedofili, men ongin gudloysingur er so arrogantur at halda, at hansara ella hennara egna meining skal verða ævigt galdandi fyri øll onnur." (Kristindómur Lýgur)


At føroyskir gudloysingar eru farnir at hugsa í hesum banum eigur ikki at undra okkum, hesir fylgja eina rákinum og hetta víðkir kanska ikki stórvegis frá eitt nú áskoðanini hjá Richard Dawkins, sum tykist halda tilveruna verða uttan endamál eftirsum orsøkin til tilveruna er uttan endamál:

"The universe we observe has precisely the properties we should expect if there is, at bottom, no design, no purpose, no evil and no good, nothing but blind, pitiless indifference".

Um hetta er hugburðurin grundaður á eina gudleysa uppfatan av veruleikanum, so er hetta ein falliterklering fyri bæði einstaklingin eins og samfelagið.

Um tað ikki finst nøkur endalig niðurstøðu um hvat í er rætt og skeivt, og um einki absolut finst viðvíkjandi moral og um tað hesum viðvíkjandi er ein langur vegur millum persónliga meining til generella meining galdandi til allar tíðir og viðurskiftir, og um hetta er upp til ymiskar meiningar... 

Kunnu vit harvið (uttan persónliga og subjektivt) døma hesar ræðugerðir sum beint nú í løtuni verða framdar í Irak? 

Um hvørt hetta ónt ella ikki eina kann baserast á mína ella okkara persónligu meining og eingin endalig niðurstøða kann takast um hópneyðtøka av líttlum gentum er skeivt, er tað so vert at offra hesum eina tanka?

Samsvarandi útsøgnunum hjá ávísum føroyskum gudloysingum omanfyri, fremur ISIS eina gerðir sum eftir huga ISIS og teirra mentan eru góðtiknar og tí eftir gudleysari heimsuppfatan ikki kunnu dømast generelt skeivar


No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.