Friday, February 8, 2013

Føroya Trúaverjuskúlið 2013


Fleiri spyrja hvussu tilgongdin hevur verið á Føroya Trúarverjuskúla, nú skeiði er komi í helvt.

Tað harmiliga er kanska, at vit ikki eru so nógv sum tá vit byrjaðu, tá vóru vit umleið 200; men at talið fór at minka høvdu vit eisini vænta. Summi eru flutt, onkur er farin heim til Harran, nøkur innisíggja ivaleyst at hetta ikki er teirra tekoppur og onnur hava ikki havt tíð. Talið av luttakarum sum koma nokso regluliga, liggur tó um 80 í løtuni, so vit klaga ikki. Vit hava heldur ikki sum ætla var, megna at byrja átakið í Norðoyggjum.
Átakið hevur eisini verið ein roynd. Í 2011 var skeið av líknandi slag hildi í eina fulla viku. Men núverandi trúarverjuskúli skuldi væntandi vísa, um slík venjing hóskaði seg betri spjadd út yvir eitt ár, enn í samlaðum forumi, í eina viku.
Vitandi at eitt vikuskeið gevur næmingum møguleika fokusera, var tað sjálvsagt ivasamt um vit kundu megna, at halda slíkt fokus yvir eitt ár, við einum undirvísingarkvøldið um mánaðin. Higartil kann sigast at tað hava bæði verið fyrimunir og ikki.

Higartil hava vit viðgjørt evnir sum

  • Søguliga álitið í Nýggja Testamentinum
  • Tekst-kritikkur og NT kanónin
  • Nátturulisman
  • Postmodernisma
  • Guds eksistensur
  • Gud og trupuleikin av tí ónda
  • Bókin hjá Sølvará: 'Tey fyrstu Jólini'

Eftir eru so:

  • Vísindin, skapan ella menningarlæran
  • Kristindómur versus ateisma
  • Tann Søguligi Jesus
  • Søguliga álitið í Gamla Testamentið
  • Kjakið um fosturtøku
  • Islam

Tað eru enn fleiri sum spyrja, um møguleiki er at melda seg til tað sum eftir er og tað eru tey sjálvandi vælkomin til.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.