Thursday, October 11, 2012

Trúarverja í Gøtu komandi fríggjakvøldið


Eg komi at tosa á ungdómsmøtinum í Filadelfia í Gøtu, fríggjakvøldið 12 oktober, klokkan 21:00.

Evnið sum mær er givið ljóðar: 'Heilt erligt, er Bíblian álítandi'?

Fokus verður á tilgongdina frá Jesus til niðurskriving, hvør skrivaði evangeliini og nær og um handritini eru varveitt.

Komi annars eisini at tosa á møtinum í Gøtu á familjumøtinum sunnumorgum.