Wednesday, August 15, 2012

Science flies you to Mars, atheism ships you to Gulag!

Tað er ófatandi soleiðis sum ateistar megna, at forvrongla síni argumentir við at nýta fulkommuliga skeivar samanberingar. Eitt nú hendan skrønan niðanfyri:


Onkursvegna vilja ateistar við hesum seta religión upp í móti vísind. Men basera uppá hvat? Vilja ateistar hava okkum at gloyppa rátt pástandinum, um at religiøs menniskju ongan áhuga hava í vísind og slett ikki megna at førka seg innan vísindaheiminum? Inkluderar hetta eisini vísindafólk so sum Newton? Vil ateisturin verða við, at persónar so sum John Lennox og Alister McGrath slett ikki kunnu verða religiøsir tí hesir samstundis eru vísindafólk og vice versa?

Ja, vit kunnu enntá fara so langt sum at inkludera Stuart Burgess, sum er ein ómetaliga væl umtóktur og vísindamaður og samstundis ein ultra-hyper-konservativur kreationist og ID tilhengari.

Bottom line er, at eingin av hesum (og nógvir við teimum), síggja vísind sum heild, at verða ein kontra-hugburður mótvegis religión ella trúgv á eina ella fleiri hægri maktir. Veit ikki heilt hvat religión sum heild, skal hava mótvegis uppruna alheimsins, upprunaevnum ella partiklum, jarðfrøði, gransking innan heiligváð og enntá menning og leitan av lív á øðrum klótum?

Harnæst vil ateisturin verða við at religión flýgur okkum inn í bygningar!

Hvat???

Er hasin pástandurin veruliga úr veruleikanum sprotin?

Í hesum samanhenginum er talan ivaleyst um Islam og ræðuleikarnar av 11 septembur. Men pástandurin er ræðuligu skeivt formuleraður, eftirsum hetta tykist at tveita allar religiónir í sama bólk. Í hesum høpi, høvdu ateistarnir um erligt skuldi verða erligt, fasthildi um religiónina Islam, heldur enn heitið religión.

Um slíkur logikkur er eitt imperativ innan skynsemi, kundu vit ivaleyst eisini tveitt vísind fyri borð, tí at Mengele framdi royndir við livandi menniskjum.

Fyrst kann sigast at ikki allir muslimar, eru jihadistar ella tíðansæð tíma, ella velja, at fylgja einari jihad doktrinu. Hópin av religiøsum muslimum eru vanlig og erlig menniskju, sum líkaleiðis hava áhuga í einum góðum, tryggum samfelagið og enntá hava áhuga í vísindi.

Tað sagt, so inniheldur religión Islam, læruna um Jihad (heilagt kríggj) og deilir enntá heimin upp í Dar-ul-Islam (hús Islams-muslimski heimurin) Dar-ul-harb (krígshúsið-ikki islamsk lond og økir).

Tilburðurin tann 11 septemur, 2001, verður tíðskil bólkaður undir Dar-ul-harb og var av muslimska heiminum (sum heild) roknaður sum ein islamskur sigur yvir fíggindan (Dar-ul-harb), í hesum føri Vesturheimurin.

Eg og familjan vóru stranda í einum muslimskum landið, tá atsøknin móti 'the twin towers' fór fram.
Hetta landið var opinbart í einum sigursrusi eftir hendingina og enntá í bussunum heilsaðu tey hvørjum øðrum við: 'tillukku við sigrinum'. Vit máttu harnæst krógva okkum í 14 dagar og síðani smuglast til flogvøllin, haðan vit sluppu heilskapa aftur til Vesturheimin, tó við kensluni, at vit løgdu eftir okkum, hópin av kristnum sum ikki fóru at sleppa líka læt.
Eg kann tí staðfesta, at religiónin Islam og tess læra um Jihad er ein potentialur vandi, í samband við trygd og lív okkara her í Vesturheiminum.

Tó so ger ateisturin tann heldur vanliga, yvirdrivna feilin, við at bólka allar religiónir líka. Hvørki hinduar, sikhar, religiøsir buddistar ella kristin (í Ný-testamentligum samanhengi) hava eina slíka jihad læru. Hesir bólkar, uttan so, at eitt stýrið ella onkur ørvitispersónur, velur at tillaga slíkt til trúnnað, soleiðis at hon leggur upp til ágang, eru slett ikki yvirgangs ella voldligar religiónir.

Men slíkur polemikkur frá ateistum, er óansæð av tí naiva hugburðinum! Haldi ikki nakar kristin leggur í at verja religión, eftirsum religión kann stinka og verða drepandi, eins og ateisma líkaleiðis kann stinka og verða drepandi. Akkurát sum um ávísir ateistar og ateistisk stýrir ikki hava volt og enn volda menniskjum fortreð.
Nei, hesir hava ikki flogi flogførð inn í bygningar, teir hava í navni 'menniskjans', 'friðarins', 'rættvísinar' og 'líkarættsins' m.a, bara fylt teirra fangar tippir í Sibiria, Kina og Norður Korea við monnum, kvinnum og børnum, sum harnæst vóru svølta, pínd, neyðtikin, ovbyrða og hópin hareftir myrd. Mong av hesum, av tí at tey ikki vóru gudloysingar (jep, talan er um skipanir bygdar á ateismu).
Um hesir ateistar vilja verða við, at ateisma, ikki kann verða og líkaleiðis hevur verði til líknandi ampa fyri menniskju, lív og samfelag, so mugu hesir ivaleyst liva teirra lív í teirra egnu ómetaliga avbyrgdari dreymaverð.

Ein kundi somuleiðis skapt eina líknandi kontra-polemiska, men samstundis skeiva satiru (sum tildømis myndina niðanfyri), tí ateisma førir ikki neyðturviliga í fangatippi: