Sunday, September 25, 2011

Alheimsins byggjuklossar

Er Gud eitt ‘neyðsýn’ fyri tilveru og alheimin? Kosmologisku argumentini og teir ymisku teistisku pástandirnir sum fylgja harav, kunnu ivaleyst kókast niður í tað einfaldu niðurstøðu, at alheimurin er fylgjan av einari serstakari orsøk, og at orsøkin óansæð spontana skapan av núverandi alheimsskipan, ella nýtslu av eindømis hendingum, verið tað seg ymisk alheimsstøði, ella kosmologiska menning, grundar í, at Gudurin er upprunaliga orsøkin. 
Tað er eingin loyna at ateistar og religións kritikkarir, hava leika hart í við teirra mótargumentum og atfinningum, í teirri roynd, at vísa hesa áskoðan og tess argumentum aftur. Hetta innleggið, er viðgerðin av bara einum slíkum mótargumentið.

Rættuliga fundamentalt í hesum kjakinum um Gud og uppruna alheimsins, eru sokallaðu byggiklossar tilverðunar; har vit førka okkum inn í ‘quantum mekaniska’ heimin og tess orku og partiklar!
Um byggiklossarnir (partiklarnir) verður spurgt: ‘er orsøkin ‘probabilistisk’’, tað er: uppstanda hesir spontant og tilvildarliga av ongum og úr ongum, ella er orsøkin meiri ‘avgjørd’ (determined); tað vil siga í hesum samanhenginum: eru hesir bundnir at útvortis orsøkum?

Her verður serstakliga hugsa um ávísar ábendingar av empiriskari nátturu, har eygleiðarir hava havt í huga, tvey sløg av ‘quantum mekaniskum’ hendingum. Hesar kunnu bólkast sum tær ‘manipuleraðu hendingar’ sum verða handfarnar í royndarstovum, við øtiliga stórum og framkomnum tólum og tær ‘fríðu hendingarnar’ sum sigast at kunna uppstanda nær ‘svørtum holum’.

Serstakliga verður havt í huga ‘partikla’ atferðin á quantum støði. Her verður víst á Heisenbergsa ‘uncertainty principle’ sum sigur, at partiklar á quantumstøði uppføra seg sum spøkilsir av nátturu (Davies, God and the New Physics, p. 103), ella sum Etienne Klein sigur tað, í samband við Einstin, at hesir partiklar uppføra seg sum ‘bylgjur’ (Etienne Klein, Conversations with the Sphinx: Paradoxes in Physics (London: Souvenir Press, 1996), pp. 66-8, 109-23; sí eisini Davies, God and the New Physics, pp. 105-11). Vísindafólk og heimspekingar hava havt tað torført, at skilja hesar partiklar í tíð (John Barrow, Theories of Everything: The Quest for the Ultimate Explanation, s. 63-4) og ómøguligt tykist tað, at kunna viga teirra rørðslur, samstundis sum vit viga teirra støðu (Davies, God and the New Physics, p. 103).

Tað er grunda á hesa atferð, at quantum heimurin vanliga verður roknaður sum ‘probabilistiskur’, heldur enn ‘avgjørdur’ (determined) (Davies, 35), sum eisini hevur ført til økta spekulatión, tað at eygleiðingarnar vísa á núverandi ‘ex nihilo’, at hesir partiklar hava førleikan at uppstanda tilvildarliga, út úr ongan, gjøgnum ‘tómrúmsskiftið’ (vaccum fluctuation) (Quentin Smith, The Uncaused Beginning of the Universe, 1988). Hetta verður av summum, eitt nú Quentin Smith rokna sum grundgeving fyri, at alheimurin í sínum upprunaliga standi, møguliga uppstóð gjøgnum eitt ‘tómrúmsskiftið’, sum eitt ex nihilo, úr ongum og uttan útvortis ávirkan, so sum einum skapara Gudi.

Tað eru tó álvarsamir trupuleikar við einum hesum pástandinum hjá Quentin Smith, eftirsum avgjørda niðurstøðan, ikki byggir á nátturligar umstøður, men vísindaligar royndir, har í tað verður manipulera við partiklum; í hesum førinum við at stoyta protonir og elektronir saman í stórum ‘partikla aksellatorum’ við eini ferð sum nær ljóshastigheitini. Eygleiðingar vísa á at eftirfylgjandi samanbresturin, tá hesir partiklar stoytta saman, førir til spontanan uppstandan av nýggjum tilfarið (Davies, God and the New Physics, p. 26). Einki undur í, at fysikarir ímynda sær, at tann sokallaða ‘initial condition’ árla í universinum, kann verða endurskapa, undur slíkum ‘akselerasjóns umstøðum’.

Paul Davies er partvís samdur í, at slík viðraking, kann hava við sær, at ávíst kann tykjast at uppstanda úr ongum (Davies, s.31), men samstundis leggur hann mikla áherðslu á sínar atfinningar. Tildømis vísir Davies á, at slíkir partiklar slett ikki eru óbundnir av nakrari orsøk og undanfarandi dimensiónum, eftirsum hesir uppstanda av partiklum sum longu eru eksisterandi og alt í einum vacuum heldur enn einari umstøðu av ‘null orku’ (zero energy); við øðrum orðum ‘ongum’.

Heldur enn at fløkja okkum føst í tílíka spekulatión, áttu vit heldur at spurgt (og Davies er samdur), hvaðani orkan upprunaliga uppstóð (31-32). Her pástanda Adams og Laughlin at partiklarnar hava sína uppruna í læntari orku og slett ikki minnað um eitt ex nihilo (Adams & Luaghlin, The Five Ages of the Universe, pp. 6-8). Somuleiðis verður víst á, at talan ikki er um eina fríða, nátturliga, random ‘quantum mekaniska hending’ men manipulering útførda í royndarstovum (Tony M. Liss and Paul L. Tipton, The Discovery of the Top Quark in David H. Levy (ed.) The Scientific American, Book of the Cosmos, p. 331- 37, sí eisini Paul Davies, s.31). Tað er eisini grunda á royndarstovurnar, at Davies afturvísir pástandinum, eftirsum hesar eygleiddu hendingar á quantum støði, uppstanda í isoleraðum royndarstovuskipanum og tí ikki kunnu relatera til univers okkara sum heild (Davies, s.32). Eftirfylgjandi hava vísindafólk eisini víst á ein annan trupuleika, tað at hesir partiklar ganga til grundar, líka spontant sum teir uppstanda (Adams and Laughlin, The Five Ages of the Universe, p. 7), sum eisini Lee Strobel vísir á, í sínum prátið við William Lane Craig, at slíkir handfarnir partiklar møguliga slett ikki hoyra veruleikanum til (Lee Strobel, The Case for a Creator,  p. 123).

Tíðskil er tað ikki heilt staðfest at hesar royndir vísa á nakað sum helst. Men um so var, hvønn týdning hevur hetta fyri ex nihilo? Eg haldi vit kunnu verða rættuliga samd við Hawking og Quentin Smith at royndastovu handfaringarnar av ávísum partiklum, møguliga geva okkum eitthvørt innlit inní tildømis ‘initial condition’ og Planck tíðina (Quentin Smith, Quantum Cosmology’s Implication of Atheism, Infidel.org, 1997), um slíkar gitingar nú umboðaðu veruleikan. Men tað sagt, so grundgeva slíkar royndir ikki fyri núverandi ex nihilo á quantum mekaniskum støðið, ei heldur einum ‘null orku støðið’ ella einum kosmologiskum ‘singularity’.

Og við hesum fellur pástandurin.

Vísindafólk, sum tildømis Stephen Hawkins hava annars pástaði at ‘tómrúmsskifti’ ferð fram nátturliga uttan fyri royndarstovunum, nær ‘svørtum holum’ (Hawking, A Brief History of Time, s.111-114, og The Universe in a Nutshell, s.116-129), tað nærmasta vit í teoriðini koma hypotesuni um eitt ‘singularity state’; har í, tað verður argumentara at tyngdarkraft ella elektromagnetisma kann ávirka positivu orkuna í einum massa (A Brief History of Time, s.93-4,128 og Universe in a Nutshell, s.110-115, sí eisini Adam & Laughlin, s.128-135).
Hetta leggur síðani upp til, at alheimur okkara í sínum ‘primeval bang’ upprunaliga kundi verða ein ‘null orka’ sprotið av einari negativari orku ella tyngdarkraft.
Men hesin pástandur er somuleiðis høpisleysur. Skal ein grunda á hesa áskoðan, grundgeva fyri at partiklar sum uppstanda í proximity av einum svørtum holið er líknandi við ‘ex nihilo’, hvussu skal tað so skiljast, at eins og við handfaringini av partiklum á royndarstovunum, so er talan eisini um quantum hendingar, sum hava sín uppruna í tíð og rúmd og sum eisini lána frá undanfarnari, eksisterandi orku (Davies, s.32)? Tíðskil verður tað skilt sum um at bæði partiklar og tess orka er bundin at tíð og vacuum (Adams and Laughlin, The Five Ages of the Universe, p. 7) og høvdu verði bundin, óansæð um hetta vacuum vildi verið ‘null støðis orka’ (zero state energy) (Heinz R. Pagels, Perfect Symmetry, pp. 338-9), ein kosmologiskur tilstandar, sum eftir Stephen Hawking at døma, ikki er møguligur (The Universe in a Nutshell, pp. 44-5).

Niðurstøðan má tí verða, at ongin eygleiðing og eingi prógv er fyri nátturu-tilvildarligari ella manipuleraðari ‘ex nihilo’ á núverandi quantum mekaniskum støðið. Við øðrum orðum, er eingin grundgeving fyri pástandinum, at alheimurin er uppstaðin av sær sjálvum, úr ex nihilo (úr ongum) uttan útvortis ávirkan. 

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.