Thursday, June 16, 2011

Gudloysi og okkara kristnu børn



Hvat vilja høgt framstandandi gudloysingar við okkara kristnu børnum í hesum døgum? 

Eg havi varhugan av at Dinesh D’Souza í bókini ‘What’s so great about Christianity’, ikki rakur so langt frá veruleikanum í sínum pástandi at alt í meðan‘gudloysis hugsan og ávirkan sum heild reduserar fólkatalið í vesturlendska samfelagnum og tá tað vísir seg at verða teista umhvørvi sum innvesterar í fólkahópin, so eru neyvan onnur ráð fyri sovornum humanistiskum samfelagið enn at lata sekuleru krefturnar fáa monopolin uppá indoktrineringina. 

Hetta ljóður bara heilt sinnisjúkt (helt eg sjálvur), men so eru tað líka ábendingarnar sum tala fyri hesum, so sum ávísar hendingar, tey mongu úttalisini, eins væl og hópin av skrivaðum tilfari sum staðfestir at hendan møguliga dapra myndin hjá D’Souza ikki er heilt ósannlík.

Eitt nú kann eg her sipast til úttalisi hjá tí Amerikanska gudloysis felagskapinum, Council of Secular Humanism:
 'We respect the right to privacy. Mature adults should be allowed to fulfill their aspirations, to express their sexual preferences, to exercise reproductive freedom, to have access to comprehensive and informed health-care, and to die with dignity.'


Rætturin til privat lív tykist her at skulu veitast til persónar sum hava nátt búnum alduri. Við 'healthcare' og 'die with dignity' verður ivaleyst víst til fosturtøku og deyðshjálp (kjakevnir til aðra tíð). Men meiri avgerandi er spurningurin um rættin at uppala og indoktrionera tey sum ikki hava búnan aldur.

Í hesum sambandinum lýsa hesir ateistar sítt mið og endamál soleiðis:

'We do not think it is moral to baptize infants, to confirm adolescents, or to impose a religious creed on young people before they are able to consent. Although children should learn about the history of religious moral practices, these young minds should not be indoctrinated in a faith before they are mature enough to evaluate the merits for themselves.'

Ein nøkulunda yvirseting av hesum ljóðar: 
‘Vit halda tað verða ómoralskt at doypa børn, konfirmera ung ella trýsta nakra trúarjáttan á tey áðrenn hesi er før fyri at samtykja. Tó at børn eiga at læra um og søgu og religiøsan moral og sið, eiga hesi ikki at verða ávirka av trúgv áðrenn tey sjálvi eru nóg búgvin at taka eina avgerð
Í hesum liggur sjálvsagt ein eggjan til at banna sunnudagsskúlum, ungdómsmøtum (fyri ungum upp til 16-18 ár), kristnum barnalegum (eitt nú Zarepta og Nesvík), barnamøtir, eins væl og at forða kristnum foreldrum at taka børn teirra við á kristin møtir og yvirhøvur at kunna uppala hesi í kristnari trúgv, læru og ávirkan heima.

Eg veit ikki, men er talan ikki akkurát um somu 
Men er hetta ikki brot á mannarættindir, brot á frælsi og privata lívið og familjulívið? Er hetta ikki at líkna við stats-ateismu?

Ein kundi hildi at Council of Secular humanism bara umboðar ein líttlan vong av ateistum, men so er ikki. Felagskapurin samstarvar við gudloysis frontfigurum so sum Richard Dawkins og Sam Harris, sum hava stóra ávirkan, eisini á fleiri ættarlið her heima í Føroyum:



Tað eigur tí ikki at undra okkum, at persónar sum Richard Dawkins sýna somu vælvild mótvegis hesi statsateismu, eins væl og avtøku av foreldranna rætti og myndugleika at ávirka børn teirra eftir sannførdu heimsmyndini ella religión; her hevur Dawkins hevur úttala seg soleiðis: 
'Eru børn ognin hjá foreldrum…eiga hesi at hava frælsi at noyða børn teirra at trúgva? Áttu vit at verði ímóti um samfelagi greip inn?'
Í 2007 var ein mótmælis áheitan send til ensku stjørnina, um at banna foreldrum og samkomum við lóg, at ávirka børn, undir 16 ár aldrinum, við fedranna trúgv:

The petition:We the undersigned petition the Prime Minister to Make it illegal to indoctrinate or define children by religion before the age of 16. More detailsSubmitted by Jamie Wallis – Deadline to sign up by: 04 June 2007 –Signatures: 2,242In order to encourage free thinking, children should not be subjected to any regular religious teaching or be allowed to be defined as belonging to a particular religious group based on the views of their parents or guardians. At the age of 16, as with other laws, they would then be considered old enough and educated enough to form their own opinion and follow any particular religion (or none at all) through free thought.


Hetta er mær vitandi sama regla sum var galdandi og enn er galdandi í Marxistisku samfeløgunum.

Men eru hesir ateistar veruliga samdir í hesum etikki? 

Neyvan, í hvussu er ikki, tá talan er um børn í verða uppæld eftir ateistisku hugsjónini. Í hesum førinum hevur Dawkins lagt lunnarnar undir ateistiskar summar barnalegur:


og eisini møguleikanum fyri framtíðar ateistiskum barnaskúlum:


Hetta skulu jú maðurin og aðrir gudloysis tilhengarir sjálvandi hava privata rættin til, men hví vilja hesir at kristnar familjur ikki skulu hava rættin at njóta teirra frælsi til privatlív, familjulív og trúgv uttan ágang frá øðrum hugsandi?

Men ringt gerst bara verri.

Skulu vit hyggja nærri at hesum holdningi hjá ný-ateistunum, so kæra hesir ikki bara sína neyð viðvíkjandi rætti teirra kristnu at upplæra og uppala; teir orða seg samstundis ovurhonds negativt um foreldranna rætt at læra børn teirra um eitt nú Kristindómin, eins væl og ávirkanina hesi fáa úr samkomum, sum sinnisliga barnamisnýtslu, álíkari kynsligari barnamisnýtslu.

Á heimasíðu sínari sigur skrivar Dawkins:

But the point is this. If you can sue for the long-term mental damage caused by physical child abuse, why should you not sue for the long-term mental damage caused by mental child abuse? Only a minority of priests abuse the bodies of the children in their care. But how many priests abuse their minds? Why aren't Catholics and ex-Catholics lining up to sue the church into the ground, for a lifetime of psychological damage?…Humphrey argues that, in the same way as Amnesty works tirelessly to free political prisoners the world over, we should work to free the children of the world from the religions which, with parental approval, damage minds too young to understand what is happening to them. He is right

Fyrst er at siga, at hetta er út um øll mørk ófólkaligt og niðurgerandi; harnæst veit eg ikki, hví maðurin ikki feiðar fyri egnu dyr fyrst.

Um Dawkins og aðrir ateistar krevja monopol uppá okkara børn og enntá seta upp ateist barnalegur og skúlar, hvør verður so ávirkanin hesir koma at pota niður í hesi ungu sinnini?

Eg øtist tá eg hugsi um hesa ávirkan, sum skal trýsta niður í okkara børn, um tey skulu yvirbevísast um at tilvera og alheimurin er at lýsa sum: 
'Einki snið, einki endamál, hvørki gott ella ilt, einki uttan blind, eirindaleys líkasæla (Richard Dawkins).' 
Ikki fyri at gloyma hvussu Dawkins sjálvur lýsir menniskja og tess nátturu í bókini ‘The Selfish Gene’. 

Í bókini myndar hann menniskju sum maskinur stýrdar av arvaeindum (2). Víðari at arvaeindirnar eru óforgeingiligar  og at vit individi eru maskinurnar nýttar av hesum arvaeindum at yvirliva, líka inntil vit einaferð ikki megna meir, fyri síðani verða tveitt til síðis.  
Víðari sigur hann at arvaeindirnar eru sjálvsøknar, við tí avleiðing at eisini individi (menniskja) er sjálvsøki (2); í veruleikanum og samanhenginum meinar hann við ónd. Og víðari, at eitt samfelag bygt uppá hesa genetisku sjálvsøknis lógina vildi verið eitt ótespuligt samfelag at búð í. Víðari heldur hann fyri, at sjálvt um hesin veruleikin er til at harmast um, so er veruleiki tó veruleiki (3).

Sum ein annar kendur maður einafer tók til: 
Fyri ein mann sum ikki eigur vissuna um ein persónligan Gud, er lógin fyri lívið bygd á tey impulsir og instinktir sum tykjast verða tey bestu ella sterkastu.
Sum eisini William Provine (professari í Cornell universitetinum) sigur: 
‘modernaða samfelagi leggur upp til at vit arva onga siðamentan ella etiskar lógir, einki absolut sum kann vegleiða menniskja samfelagið’
 Og víðari: 
Tað eru eingir gudar, einki endamál, einki sum vegleiðir okkum…einki absolut fundament fyri etik, eingin meining við lívinum og heldur ikki fríður vilji’
 Tosa um mentalt barnamisbrúk og hesir ynskja monopol, at uppala míni børn í hesi sokallaðu veruleika heimsmyndini inntil tey hava nátt búnan aldur, hvat billa sovorni fólk sær inn?

Ein háttur at gera sær galt við einum slíkum monopoli, vildi verið gjøgnum frálæru innan vísindina, gudloysingurin Steven Weinberg, segði tað nøkulunda soleiðis: 
Um vísind kann oyða religiøsu ávirkanina á unga fólkinum, so haldi eg at hetta møguliga er mest týdningarmikla íløga vit kunnu gera’.
 Statsasteisma í Føroyum

Ein kann halda at slík ávirkan og eggjan til statsateismu og brot á frælsi og mannarættindir er langt frá føroyalandið at finna, men ein skal ikki leita leingi.

Á heimasíðuni hjá føroyska ateista felagskapinum Gudloysi, skrivar ein limur: 
er  rætt og slætt misnýtsla av okkara ungu. Við at lúgva fyri teimum, svíkja vit okkara skyldu yvirfyri teimum. Vit hava eina skyldu at forða fyri at hetta hendur. Vit máa ikki loyva fleiri av hesum religiøsu frískúlunum, og í tann mun vit longu hava teir, máa vit arbeiða fram ímóti at fáa teir avskaffaðar. Málið má eisini at fáa missionerandi religión út úr øllun almennum virksemi, harímillum skúlunum.
Legg merki til at eirindaleysa orðalagi er júst tað sama sum vit lósu omanfyri. Víðari skrivar viðkomandi: 
Sjálvandi skulu vit ikki loyva foreldrum ella samkomum ella øðrum at lúgva fyri sínum børnum, og harvið gera óbøtiligan skaða á tey og teirra møguleika at taka lut í einum heimi, sum ikki samsvarar við teirra “vitan”. Heldur skal argumenterast beint øvugt, at børn sum hava eina so avskeplaða uppfatan av veruleikanum, skulu tvingast at møta upp, og móttaka frálæru um, hvussu heimurin í veruleikanum hongur saman.
Vónandi eru vit greið yvir at hetta sipar til sunnudagsskúlar, ungdómsmøtir, barnalegir, bíbliusøgir, bøn og andaligt prátt saman við børnum heima.

Eg dugi ikki at siga hvat lesarin ímyndar sær, men hetta tykist, sum eisini Council of Secular Humanism, Richard Dawkins og aðrir argumentera fyri at lógarvaldi átti at pilka vit rættin hjá kristnum foreldrum og loyvt fremmandum, at avgerða hvat hesi tosa um við nátturaborið. Eg øtist eisini við tankan, um at verða tvingaður at lata hesum persónum børn míni upp í hendur, sum síðani við frálæru skulu trýsta eina øðrvísi heimsmynd í hana; eina heimsmynd sum sigur: at tey í veruleikanum ikki eru annað enn sjálvsøkin tól, í einari verð uttan reglum, mið ella mál.

Nei, vil og krevji eg at upplæra míni børn sjálvur. 

Her haldi eg Kristindómurin megnar tað munandi betri.