Eru vit, ella eru vit við at gerast meiri andalig uttan at
varnast tað?
Eitt nú kemur hettar til sjóndar í okkara víðkan av
heimsuppfatan og nýtsla av orðum.
Tildømis hata mong tankan um ID ella Intelligent Design, áskoðanin
um at nátturan og tilveran tykjast sniðgivin av hægri intelligensi. Flestu fáa
ilt av hesum og eru skjót at tveita út ákærur um pseudo-vísindi, ella religión.
Men tá ein so líka sipar til ‘gudin hjá Spinoza’ fyri
síggja reaktióina, hesin gudurin sum er ópersónligur, men óansæð ein gudur av
ordan (hvussu tað enn skal skiljast), so undrast ein yvir at flestu tykjast
dempa seg og enntá játta seg sum trúgvandi.
Hópin av fysikarum í hesum døgum taka undir við ‘gudinum hjá
Spinoza’! Ivaleyst tí at onnur alternativ vænta, eftirsum tilveran og fysiski
heimurin er ovurhonds matimatiskur, also nevt skipaður líka frá evsta universi
til everska bitilin og beyond.
Vit góðtaka tíðskil ordan, og mangir gudloysingar taka undir
við hesum ‘gudinum av ordan’, eina so leingi vit fyrihalda okkum til okkurt
ókent uttan vit.
Hesin gudurin, er sjálvandi eitt stig móti tí sokallað
yvirnátturliga, her vit kunnu ditta okkum so nær markinum sum til slepst at tað
gerst láturligt, og so nýtist okkum heldur ikki at kalla tað Intelligent
design, vit kalla tað bara fyri ‘gudin hjá Spinoza’.
Eg havi ongantíð skilt handan logikkin, men neyvan er nakað at skilja tí ivaleyst er talan um hvat tann einstaki hevur tørv á at halda og trúgva.
Sama skili í samband við eina andaverð. Hvat er ein
andaheimur? Ein andaheimur er tann íblandingin sum ikki er materiel.
Talan
kann her verða um Guds nærveru sum streymar allastaðnis, alheims ‘consciosusness’,
einglar, andar, demonar, sálir og aðrar líknandi verur. Beyond kunnu vit sipa
til dimensionnir sum ikki eru fysiskar sum okkara.
Men í hesum døgum siga vit kanska heldur quantum heimur,
møguliga ‘dark matter’ og vit nýta kanska orðið ‘virtual’.
Sama innan nútíðar gransking innan neurologi og persónligheit,
har man ikki megnar at kobla heila við tilvitksu. Tilvitska, sum er sjálvt
subjektiva upplivilsi, sum ikki kann reduserast til materiali óansæð hvussu væl
samsett og skipa tað er.
Neurologar í hesum døgum tosa enntá um at víðka
nátturuvísindina fyri at loyva einari andaligari íblanding so okkurt skal kunna
geva meining. Aðrir meina at tilvitska er duld quantum ávirkan.
Í hesum døgum siga vit tilvitska og tá sipa vit sjálvandi
til sál og andaliga menniskja.
Vit kundu hildi á, hvussu við okkara áhuga í ókendum, sveimandi lutum (UFO) og samband við aðrar verur? Mær vitandi er talan ikki um
grønar íbúgvar úr Mars, tó verður javnan sipa til skínandi, skjótt flúgvandi
lutir og skínandi verur.
Eru hettar sannar søgur og hendingar og um so er, eru
talanir um vitjanir úr øðrum klótum ella sjónligar nærkontaktir við andaligar dimensiónir?
Hmm!
Í løtuni, eg eri í hvussu er spentur uppá at fylgja við og
síggja hvussu alt hetta spælir av um nøkur ár.