Aftursvar til Stephen Fry: Er Gud eitt bølmenni?
Eg ynski í hesum skrivi at gera nakrar viðmerkingar til
Stephen Fry. Har Fry í práti við ein sjónvarpsvert fyri nýðliga úttalar seg um
sambandið millum Gud og óndskap, har Gud verður ímyndaður sum ein sadist og eitt
bølmenni.
Mær nýtist neyvan at fara inn á detaljur her, eftirsum práti
og úttalisini reika runt á netinum sum heit kaka og ein og hvør sjálvur kann
leita bakgrundina til hetta skrivi upp.
Eg havi ikki svara uppá alt, fari heldur ikki at royna tað,
og hetta skriva nemur bara ein ávísan vinkul av spurninginum. Hópin av øðrum
skrivum og øðrum vinklum finnast eisini.
Fry er ein persónur sum eg vildi verði ósamdur við á mongum
økjum (tað fara vit ikki inn á, á hesum sinni), men óansæð ein persónur sum eg
altíð havi havt stóra virðing fyri.
Í hesum skrivi ynski eg ikki at harta Fry fyri hansara
ógvusliga orðalag, eina helst tí at Fry ivaleyst deilir hesa reaktión uppá Gud
og tilveru, við flestu jarðbúgvar, eisini teistar og kristin og enntá Guds
profetar í halgubók.
At heimurin er eitt brutalt samfelag og umhvørvi at búgva í
og at Gudurin tykist fráverandi og líkasælur var kenslan sum nívdi mangan Guds
mann í Bíbluni eisini.
Dávid helt soleiðis fyri:
“Hví stendur Tú so
langt burtur Harri, hví fjalir Tú Teg á neyðartíðum” (Sálmur 10: 1)
Job sigur í sínari klagu:
“Tí pílar Hins
Alvalda sita í mær, andi mín drekkur eitur teirra, ræðslur Guds fylkja seg móti
mær…Hevði bøn mín verðið hoyrd, hevði Gud uppfylt mær vón mína” (Job 6: 4-8)
Reaktiónin hjá Fry er tí slett ikki nýggj, óbíbilsk ella
fremmand; hetta neyðarróp og ónøgdsemi hevur verði til staðar í fleiri túsund
ár.
Eg havi mangan sjálvur í mínum lívið undrast yvir Guds
fráveru, tildømis tá eg reikaði runt á gøtunum í Pakistan, India og hinumegin
Afghanistan marki og sá tað vanlukku sum menniskjan kúgaðist undir.
Eg havi eisini undrast yvir Guds fráveru í samband við yngru
dóttir mína, sum hevur ligið so ræðuligt av ógvusligari colitis líka frá eitt
ára aldri.
Ikki fyri at gloyma tá hon sum 5 ára gomul lá traumatisera,
útsligin, nærum deyðasjúk á Hvidovre sjúkrahúsinum, við opnum sárum, leidningum
og slangum stingandi út allastaðnis á kroppinum. Her vildu flestu pápar
ivaleyst lufta tankan: Gud er ikki til, ella um Hann er, so innast inni borið
uppá somu døpru kenslu sum Fry, at Gud ein stórur sadist.
Veruleikin er at flestu av okkum einafer ella fleiri ferðir
í lívinum hava sett, seta ella koma at seta somu spurningar sum Fry. Mong,
kanska flestu av okkum hava longu uppliva djúpan bitturleikan til Gudin sum so
oftani er fráverandi.
Eg skal verða ómetaliga varðin við hvussu eg viðgeri hetta,
men eg haldi meg kunna viðgera hetta, eftirsum eg sjálvur eri teist, kristin og
havi uppliva meiningsleysa líðing.
Eg haldi meg eisini kunna viðgera hetta, tí í øllum
hurligvasanum, har eg kundi brotna, mist mína trúgv, ella sum so mong onnur,
fari í lívslangan bardaga við hendan Gudin undir heitinum gudloysingur, tó at
motivi heldur var meiri persónligt, tó so í øllum havi eg eisini uppliva Gud.
Og hevur ein veruliga, og eg meini veruliga uppliva Gud, so
vendst ikki aftur óansæð hvussu hart stormurin leikar.
Og enn einaferð, eg skal ivaleyst verða varðin við at siga
slíkt, tí tankin uppstendur, at ein kann verða royndur fyri at sleingja tað út.
Hví haldi eg Fry fer skeivur?
Fyri tað fyrsta, er tað mær týðiligt at Fry viðger tvær
skeivar myndir av Gudi og harnæst setur
hesi móti hvørjum øðrum.
Tann fyrra skeiva myndin:
1.
Gud er góður og alvaldandi.
2.
Ein góður Gud vil at tað besta fyri heimsins
íbúgvar.
3.
Ein alvaldandi Gud vil gera alt tað besta fyri
heimsins íbúgvar.
Tað er øllum týðiligt at handan myndin og hasin gudur ikki
heilt samsvarar við veruleikan sum vit heimsins íbúgvar trælka undir.
Harvið kann tað ímyndast, at eina tvær niðurstøður gerast
galdandi:
4.
Gud er ikki til
5.
Gud er eitt bølmenni (monstur)
Hetta seinna (5) er hin skeiva myndin av Gudinum: Gud er
eitt bøllmenni.
Nú tað eru grundir til at eg ikki kann góðtaka logikin
omanfyri.
1.
At heimurin er øtiligur og ræðandi er ikki
samsvarandi við at Gud ikki er til, í ringasta føri er niðurstøðan tann, at
eydnan ikki var við okkum, tá lív títt og mítt uppstóðu.
2.
Víðari argumenti er ov simpult og Gud er ikki
simpul. Um Gud er simpul er Gud ikki Gud. Okkara alheimur er ikki simpul,
okkara jørð er ikki simpul, embryologi er ikki simpult. Gud er bara ikki
simpul. Gud er ikki ein persónur sitandi á einari trónnu høgt ella ovast uppi í
alheiminum, har hann hyggur niður, ræður, stýrur og brokkar seg. Nei, Gud hevur
skapt/vilja alheim okkara og allar alheimar. Teirra tíð, teirra rúmd, teirra
orka og evnið. Hesi eru øll uppstaðin av hesum ófatandi sum er størri, omanfyri
og er orsøkin til alla tilveru. Gud samsvarar á ongan hátt við láturliga spagettuveruna
hjá gudloysingunum. Gud er ikki tilvera, Gud er meiri enn tilvera, Gud er
upprunin til hetta sum vit kalla tilveru.
Hvussu kann logiski, vælfungerandi heili okkara yvirhøvur
nakrantíð fata nakað slíkt? Og hví eru vit so mikið naiv at vit kunnu draga
hendan mátt niður á okkara vesaliga alheimstøðið og seta honum spurningar og
kritik sum var Hann eitt ella annað samsvarandi við tilveru?
Ella, kemst hetta kanska av at vit eru óvitandi um hvat Gud
veruliga er fyri nakað? Og tá eg sigi ‘er fyri nakað’, má hetta í fyrstu siftu
ikki blandast við ‘hvussu Gud er’.
Hetta er eisini orsøkin til at vit hava gudfrøði, har
Gudurin hevur verði viðgjørdur og granskaður, sum best ber til í ár túsundir.
Veruleikin er kanska, at tá ein kavar ov djúpt í alt hetta
kann ein gerast fulkommuliga svakur, tí ein kann reint sagt drukna í
‘mightmarre’ (stórleikamarru).
Veruleikin er at flestu sum hevur fordjúpa seg í gudfrøði,
og samstundis strítt við somu kensluna sum Fry (og á hesum økið eru vit øll pragmatisk),
síggja neyvan heilt stóra logikin í omanfyri nevnda argumentinum og tess
niðurstøðum. Gud er ov stórur til at eg og tú kunnu draga nakra menniskjaliga
niðurstøðu, óansæð hvussu væl hon enn er samansmíða.
Hatta er tann fyrsta bitra lektian sum ein og hvør teistur
má bíta í seg. Gud er Gud, Gud kann í veruleikanum gera sum honum lystir.
Hetta vísir ikki aftur Hansara yvir-eksistens, hetta vísir
einans á Hansara óheftu nátturu.
Tað er í Esaias bókini at Gud sigur:
“Fólkini eru øll
somul sum einki fyri Honum; fyri púrt einki og beran tómleika metir Hann tey.
Hvønn ætla tit tá at líkna Gud við…” (Esaias 40: 17-18).
Ein fer næstan at hugsa um fjarstøðuna millum partiklar á
atom støði og undir atom støði, tá ein varnast at einki nærum eksisterar uttan
tíð og rein orka.
Men eftir orðum Esaiasar er tilvera okkara mótvegis Gudin
reinur tómleiki, einki.
Við øðrum orðum, samanbera vit okkum og jarðarríkið okkara
við Gud, so eru vit einki, nærum ikki eksisterandi.
Mín fyrsti spurningur ljóðar tí, hví skuldi Gud tí bryggja
seg um beina-kreft, hungursneyð, um tað regnar í Afrika, niðurundirkomu gøtu
biddarnar í India, ella dóttir mína?
Eg havi nýtt hetta argumentið fyrr, og tað kom fram fyri meg
aftur ímorgum tá eg kona mín sótu og ótu morgummat og tosaðu um Fry.
Eg hugsaði, hvat havi vit logisku hugsandi, rationalistisku
og etisku menniskju just gjørt okkum skyldig í? Eg havi just fylt ketilin við
vatni og kóka okkum um ein heitan te munn.
Var tað so ómoralskt?
Jú kanska tá ein hugsar, at eg í teirra gerð samstundis
eirindaleyst útruddaði lívið av milliónatals bakteriðum.
Fyri tveir koppar av te???
Men hetta løgdu eg og konan ein skid í. Eg legði heldur ikki
ein skid í tað ígjár, tá yngra dóttir okkara hevði føðingardag, og meðan vit
onnur hugnaðu okkum skaptu vit eitt Auschwitz fyri og annað eftir í hugnaliga
køkinum.
Hví skuldi eg yvirhøvur givi hesum far?
Og hví skuldi Gud givi okkum far?
Nú veit eg ikki, um hetta byrjar tað at sinka inn?
Harnæst hvørja søk kunnu vit føra móti Gudi? Móti einum
slíkum mátti kunnu vit ikki føra ein søk.
Við Job sum hevði allan rationella og logiska, men
menniskjaliga orsøk, rætt og førleika at seta fram sín kritik av Gudinum,
svarar Gud soleiðis:
‘...hvussu skuldi menniskjað
kunnað havt rætt móti Gud! Vildi Gud farið til dóms við honum, kundi hann ikki
svarað honum til eitt túsund...hvør setti seg ímóti honum og varð óstraffaður’
(Job 9: 2-4).
Hví?
Gjøgnum profetin Esaias lýsir Gud mátt sín mótvegis
tilveruni:
“Hvønn ætla tit at líkna meg
við og meta meg javnt við? Hvønn ætla tit at líkna meg saman við, so vit skuldu
verið líka...Eg sum frá upphavi kunngeri endan og langt frammanundan tað, ið
enn ikki hevur hent, Eg sum sigi: “Ráð Mítt skal ganga út, og alt tað, ið Eg vil
geri Eg!”” (Es. 46: 5, 10)
Enn einafer, hvørja søk kann menniskja føra mót ein slíkum
Gudi?
Aðrastaðnis gjøgnum profetin Esaias sigur Gud soleiðis:
“Eg sum eri upphav ljósins og skapari myrkursins, Eg sum gevi lukku og
skapi vanlukku—eg Harrin, eri tann, ið ger alt hetta...Vei honum í trætir við
skapara sín—pottabrot millum hini pottabrotini av jørð! Kann leirið siga við
leirmyndaran: “Hvat kanst tú gera!” Og kann verk títt siga um teg: “Hann hevur
ongar hendur!”...So sigur Harrin...Eg havi gjørt jørðina, og menniskjuni á
henni havi Eg skapt; hendur Mínar eru tað, ið hava tant út himmalin...”(Es.45: 7-12).
Tá eg undan hesu segði, at flestu ikki hava ferðilin av hvat
Gud er fyri nakað, gjørdi eg tá tær lesaranum órætt?
Hetta er fyrsta stigi í at skilja nátturu Guds, og vit eru
ikki komin til Hansara persónligheit enn.
Higartil kunnu vit ikki staðfesta um Gud er beinleiðis óndur
ella góður. Tað nærmasta vit koma er at Gud hevur skapt ljós og myrkur
(Skaparin av allari tilveru) og at Gud kann geva lukku og skapa vanlukku
(partur av Hansara attributum). Men tað sum verður gjørt heilt greitt er, at
Gud er stórur, so stórur at Honum nýtist ikki at geva skabninginum nakra
uppmerksomheit.
Við hesum kann tann heimur sum Fry í úttalisi sínum lýsir,
væl verða ein veruleiki og samstundis samsvara við Gud.
Er Gud harvið: ‘bara algóður og alvaldandi’, ella er Hann
eitt bølmenni, eitt monster?
Eftir mínari gudfrøðiligu vitan at døma og eftir mínum egnum
royndum eru báðar niðurstøður falskar.
Jú Gud er algóður og alvaldandi. Men í sær sjálvum er hatta
ikki bíbilska myndin av Gudinum, heldur ikki er hatta gudurin sum samsvarar við
tilveru okkara, og bíbilska myndin av tilveruni dylur ikki at heimsamfelagið er
eitt bløðandi samfelag.
Eg nevndi omanfyri at Gud ikki er simpul. Innan Gudfrøðini
hava vit millum annað valt at deila Gud upp í tað vit kalla ‘attributir’ og
líknandi slang sum eg ikki fari at troytta tykkum við. Attributir og onnur
slang kunnu tildømis verða: Gud er heilagur, Gud er kærleiki, Gud er rættvísi,
alvaldandi etc.
Tað er tí ymiskt hvussu ein kann uppliva Gud.
Tildømis Gud kann tykjast fjarður, tað er tað sum Fry var
inni á. Hví grípur Gud ikki inn, tá órættvísi, sjúka og vannluka rakkar okkara
samfelag?
Í hesum førði lærir Bíblian eitt negativt faktum, tað at Gud
kann taka avstand og hevur tikið avstand frá menniskja samfelagnum. Negativt?
Ja, men tað samsvarar við tað tilveru sum okkara jarðarbúgvar mugu bíta í seg.
Gud er heilagur, nú tað er positivt, men til tíðir kann
hetta eisini gerast negativt, tí uppreistur móti nátturu Guds kann hava við sær
guddómliga fráverðu (sum eg nevndi omanfyri) og enntá vreiði.
Men Gud er eisini kærleiki (tað er ein heilt positiv
attribute) sum merkir, tildømis, at Gud unnir okkum eina fungerandi tilveru.
Jesus sigur millum annað: “Tí Hann letur
sól Sína renna upp og niður yvir ónd og góð og letur regna yvir rættvís og
órættvís”(Matteus 5: 45). Men sjálvandi tað at Gud er heilagur, kann eisini
ávirka tað støðuna øðrvísi.
Tað at Jesus kom til jarðar, fyri at vísa okkum vegin aftur
til Gudin, var eisini tekin upp Guds kærleika til okkum.
Tað at Jesus leið ómetaliga og doyði fyri skuld okkara, er
tekin uppá guddómligan sjálvuppofrandi kærleika.
Tá tú velur at gerast eftirfylgjari Jesusar og verður, frelstur,
endurføddur, etc upplivir ein eisini Guds kærleika.
Tað verður ov nógv at penna alt niður her. Men tað er ein
onnur lektia at læra eisini. Tað er sambandið millum Gud, okkum og okkara
ábyrgd.
Áðrenn vit peika fingur, kritisera og fordøma Gudin og spyrja
hvar Gud er, so er tað í hvussu er nakað í bíbilskum og kristnum høpið sum ein
má bíta merki í.
Tað er eyðsæð at Guds frávera og Guds vreiði kann føra
mongum til vanlukku.
Tó, so eru flestu vanlukkur ídag ivaleyst íbirtar av
menniskjum, antin beinleiðis ella grunda á líkasælu. Vit kunnu sita og vænta og
vóna at Gud her og nú ger enda á øllum órættvís og elendigheit, men hetta vildi ivaleyst verði endin á tær og mær. Tað er hóast alt okkara egoisma og líkasæla sum hyggur yvir
tað faktum at børn at doyggja í hungri og av dálkaðum vatni hvønn einasta ein
dag.
Alt meðan vit fylla okkum við burgarum og smooties, oysa
pengar í rúsdrekka og sigarettir, ferðast suðureftir, keypa dýrastu tøknina og
tað nýggjast, nýggjasta, so liggja medmenniskju okkara og ørmaktast av trongd, svongd
og eirindaleysari kúgan. Vesturlendska samfelaga okkara sum hálovar sínari egnu
framgongd og rættvísi og sum er skjótast at døma Gudin, leggur ikki ein skid í
hesa vanlukku. Og hesi neyðars menniskju eru hóast alt okkara medmenniskju, á
okkara støði.
Okkara tráðan eftir meiri, størri produktion, betri tøkni,
og meiri av øllum hesum, dálkar okkara umhvørvi, strálar okkara heim, fyllir
kropp okkara við eitrandi evnum, og vit doyggja av krabba, alzheimers og øðrum
sjúkum. Samstundis sum vit í áravís hava ditta okkum at drena fáttækralondini fyri teirra ráðvørum.
Nú hoyra vit enntá um óviljan hjá granskarum og teirra
fíggjarligu stuðlum at veita gransking í neyðuga heiliváðin í møguliga kann
lekja ella steðga sjúkum so sum krabba og øðrum ótespuligheitum. Slík læknafrøði
og heiliváðgur styrkir jú ikki um teirra fíggjarligu framgongd og hvat er sjúka og
doyggjandi menniskja annað enn ein hentur møguleiki at skovla pengar inn?
Er hetta veruliga veruleiki ella íspinn? Tað vita vit ikki
enn, annað enn frá ryktum. Vit vita tó at moralska og sjálvrættvísa
menniskja í vesturheiminum roknar mannaðlív fyri einki og lív teirra í
proximity í pengum. Um støðan var øðrvísi, vildi hart trongda loysnin uppá
Ebola, sum teir nú lova at veita heimssamfelagnum seinni í 2015, verði veruleiki fyri
ártíggjundum; stuttligt at vit ikki rakna við fyrrenn vesturlendska samfelagið
sjálvt verður rakt av hesi hóttan. Øtiligt eisini, at áhugin at stegða hópdrápi minkar um
hesi liva meira longur suðuri í Afrika, ikki eru ein økonomiskur hentleiki ella
ikki koma undir teir bólkar sum eru vardir av okkara politisku korrektheit?
Tá hugsa verður um Gud og tilveru, veit eg tí ikki ordiliga
um vit eru egnaðir dómarir; eru vit veruliga før fyri at døma? Vit eru øll
partur av vitloysinum og vit ynskja vitloysi so leingir tað tænir okkara
fyrimuni, eisini her í Føroyum.
Kann tað hugsast at fráverandi Gudurin roynir, testar
sjálvrættvísa samfelag okkara?
Eg meini so við, tá Bíblian sigur at vit eru skapt í Guds
mynd, so merkir hetta, at vit eru skapt við ábyrgd og við førleikanum at gera
tað besta fyri okkara tilveru her á klótini.
Sum ikki er okkara áhugamál.
Tá ein gudloysingur fyri nýðliga vísti á hvussu vinir og
familju hjálptu sær í umstøðum har Gudurin hevði svíkt seg, staðfestir hetta
akkurát endamál Guds við menniskjanum. Vit eru mynda soleiðis, at samvitskan
vegleiðir, at vit eru før fyri at skilja og velja millum gott og ilt. Vit hava
førleikan at gera heim okkara til ein betri heim. Tað er hetta sum liggur í
orðunum: ‘skapt í mynd Guds’. Heimur okkara og tilvera okkara eru ábyrgd
okkara. Tað var kanska ikki bønarsvar áðurnevndi gudloysingurin hevði tørv á,
tað var menniskjum í vístu ábyrgd.
Hetta samsvarar við hesa núverandi tilveru sum Gudurin vildi
uppstanda.
Fry sigur at útilukkan av Gudi er vegur til reinleika og
eitt betri samfelag. Men er hetta ikki akkurát tað sum heimssamfelagið royndi seinastu
hundra árini, og er samfelagið okkara veruliga so nógv betri?
Var tað ikki hetta vit eygleiddu í Sovjet seinasta árhundra,
har enntá riðilin av gudleysum vesturlendingum fylgdu eftir, og meintu væl (tað kann ein ikki taka frá teimum). Øll
hesu meintu væl, øll hesi vildu eitt reinari og betri samfelag, men uttan Gud.
Kanska fleiri av hesum vóru av tí somu sannføring, at Gud var eitt monster og
at vit menniskju uttan hendan Gudin kundu gera tað betri.
Trupuleikin tykist bara og søgan staðfestir, at uttan Gud innsíggja
vit skjótt at bølmennið í veruleikanum ikki er Gud, men vit. Tað var hesin bitturleiki sum
ávís samfeløg máttu uppliva seinasta árhundra, har samfelagi ikki gjørdist
meiri reint men ótespuligt, ikki meiri moralsk men ómoralskt, ikki meiri rættvíst
men órættvíst; har avskeplaða menniskja, nú var redusera til reint evnið; eitt
samfelag og ein hugburður, har man umsíðir innsá at tilveran í veruleikanum
ikki hevur nøkur verulig virðir, óansæð hvussu ein pyntar uppá tað við
menniskjaligum etiskum virðum ella kristnum virðum.
Veruleikin er at uttan Gud, og tá vit fulkommuliga skilja
okkum frá Gudi sum samfelag og endi verður gjørdur á Guds ávirkan, tá
uppstendur tann risiko at vit veruliga gerast til bølmennir.
Eg eri tí ósamdur við Fry.
Jú eg havi sæð og uppliva neyð og líðing sum ikki kann lýsast
við orðum. Eg stríðist við somu kensluna. Men eg havi eisini uppliva Gud, tildømis tað løtuna eg var endurføddur, gjøgnum andaligar upplivingar og ikki fyri at
gloyma omanfyri nevndu hendingina í samband við yngru dóttur mína, tá hon lá so illa fyrikomin á
Landsjúkrahúsinum í novembur 2013.
Dóttur mín Adonia hevði verði ígjøgnum tveir skurðar og
ávíst var ikki í lagið. Tjúktarmurin var longu tikin og stórur partur av
tunntarminum avskorin frá ovara partinum og ovari parturin var óvirkin. Matur
fór eingin niðurum, og sum vikurnar gingu fánaði líttla Adonia burtur. Sum
foreldur vóru vit óttafull. Eingin tosaði um deyða, men tað var heldur ikki neyðugt. Læknar bæði í Danmark
og Føroyum ógvaðust yvir teir ræðuleikar hesin líttli kroppur máttu fara
ígjøgnum og sum foreldur fyrireikaðu okkum uppá tað ringasta.
Minnist tað kvøldið eldra dótturin og eg koyra heima frá
sjúkrahúsinum. Standurin er ringur, eg havi mist mótið, eg nærum vænti tað
ringasta. Eg spyrji sjálvandi hvar Gud er?
Sum vit koyra, síggja vit at ljós er í hølinum hjá Lívdini
(samkomuni vit koma í). Eg komi í tankar um at har er bønarmøtið.
Dótturin og eg parkera skundisliga bilin og renni inn.
Dótturin og eg parkera skundisliga bilin og renni inn.
Veit ikki hvussu eg havi sæð út og rødd mín hevur ivaleyst verði meiri øtilig, men eg greiði teimum frá at eg vænti tað ringasta. Vit biðja fyri Adoniu, eg meini veruliga biðja við desperatheit og síðani halda eldra dótturin og eg leiðina heim.
Komin heim og vit seta okkum í sofuna, ringir telefonin.
Kona mín sum er á sjúkrahúsinum við yngru dóttrini er hinumegin. Hon sigur:
‘Adonia hevur akkurát spurgt um hon kann fáa ein burgara úr Burger King’.
Eg hugsaði Wow.
Var tað Gud? Møguliga…eg havi hoyrt um og sæð slíkt henda
fyrr.
Well…Burger King var ikki opið so seint, men eg lovaði at
koma við einum burgara úr Burger King so tíðliga sum tilbar, morgunin eftir.
Og tað gjørdi eg, líttla Adonia byrjaði at eta aftur.
Nei, eg havi ikki varhugan av at Gud er ikki líkasælur, í
hvussu er ikki tá eg hugsi um gudfrøðina, veruleikin er bara eitt sindur djúpri
enn vit skilja.
Tildømis eru tað vanliga tey vælmettu, glaðu og nøgdu
typirnar í vesturheiminum sum ikki síggja samanhengin ímillum Gud og líðing.
Samstundis sum tey fáttøku, líðandi og kúgandi í øðrum samfeløgum søkja sær til
Gud.
Samstundis sum ríkir vesturlendingar drukna seg í rúseitri fyri at finna andaliga frið og aðrir taka lívið av sær, tí hesir hava nátt øllum málum og bara funni tómleika, so finna hesi líðandi guddómliga troyst í teirra neyð teirra.
Samstundis sum ríkir vesturlendingar drukna seg í rúseitri fyri at finna andaliga frið og aðrir taka lívið av sær, tí hesir hava nátt øllum málum og bara funni tómleika, so finna hesi líðandi guddómliga troyst í teirra neyð teirra.
Og tað ironiska, sjálvt um vit í sekulera, vælferðar
samfelag okkara ikki skilja sambandið millum Gud og líðing og vit enntá ditta
okkum nýta støðuna hjá hesum sum líða og teimum mongu sum finna troyst hjá Gudi í
teirra umstøðum, sum dømi uppá at Gud ikki er, so samstundis leggja vit sum eru
skapt í mynd Guds, við førleika og ábyrgdarkenslu ein doytt í teirra hætisligu
umstøður.
Sum sagt alt er ikki so simpult, og vit eru slett ikki í stand til
at døma og so slett ikki tá vit við tí ábyrgd okkum er givin kortini feila og tað so
dyggiliga.
So Fry, eg havi ikki svar uppá alt. Eg havi lisið eitt
sindur og uppliva eitt sindur og har frá komi eg til mína niðurstøðu. Og míni
niðurstøðu sjálvt um eg væl dugi at seta meg inn í tína frustratión og ikki
kann døma tína frustratión, er at tú fer so dyggiliga skeivur.