Monday, September 17, 2012

Avkristnanin av Evropa: bróta vit frá etisku og moralsku rótini?


Van Harvey, sum bæði er gudfrøðingur og skeptikari, skrivar hetta áhugaverda brotið í eini bók hjá ateistiska Prometheus bóka útgevaranum:

‘I do not believe that the historic significance of this professionalization of knowledge of the Bible should be underestimated. Indeed, it constitutes an enormous wrench in the consciousness of Western humanity. Hitherto, the Bible, and especially the New Testament, has provided the fundamental text that has shaped the morality and ethics of Western culture…New Testament scholarship threatens to alienate the Western consciousness from one of its most cherished assumptions’ (Van A. Harvey’s New Testament Scholarship and Christian Belief, 198, in Jesus in History and Myth, ed. R. Joseph Hoffmann and Gerald A. Larue, Prometheus Books, 1986).

Kristindómur uttan uttanumtos

Tað sum eg kalli veruligan Kristindóm, uttan uttanumtos.

TAKE OR LEAVE IT!

Er tað yvirhøvur møguligt at liva eitt áhaldandi dubbult lív sum kristin? Eru katólskir prestar sum misbrúka børn veruliga kristnir? Er tann oftani fortaldi kristni boðskapurin ídag veruliga Kristindómur, ella ein útvatnaður boðskapur, ætlaður pleasa øllum?

Hvat hevur hetta at gera við Trúarverju? Alt!


Tað kemur meiri...

Sunday, September 16, 2012

John Lennox Svarar Richard Dawkins

Ótrúliga beinrakið og gott svar uppá fleiri av pástandunum hjá Richard Dawkins.


Friday, September 14, 2012

Ein gud av pasta og kjøttbollum???



Ateistar vilja verða við, at ikkiverandi Gudurin onkursvegna kann samanberast við ikkiverandi gudlíka ódjórið av spagetti og kjøtbollum.

Populera samanberingin, umboðar tó ikki annað enn eyðkenda møsni sum ateistiska Bright rørðslan og Richard Dawkins fóðra teirra tilhengarir við. 

Avbjóðingin tykist ljóða: 'prógva at tín Gud er til og eg skal gevast at trúgva uppá mín':


Ein vildi trúð at hatta eina var rein ateistisk satira, men eg eri farin at ivast. Tað finnast veruliga ateistar sum skemtandi dýrka hetta tingi omanfyri. Tykist sum um hesir fylgja einari innvortis, kanska natúrligari tráðan at tilbiðja og dýrka eitthvørt metafysiskari enn tað køldu materiuna sum teir hálova allar lívsdagar sínar. Tildømis skal hetta roknast sum ein kirkja. Hesir hava enntá fingi til taks halgibøkur og bønarbøkur. Ein tilhengari hevur enntá eftir mikið stríð megna, at bera uppá ein 'spagetti ódjórs' høvuðbúna á passmyndini. Hesir sipa eisini til hetta rákið av einari satiru religión sum Pastafarianism.

 http://en.wikipedia.org/wiki/Flying_Spaghetti_Monster

Hetta skal sjálvandi síggjast sum eitt parody mótvegis trúgv á Gud. Men heilt erligt, hetta eru vaksin fólk, sum eru greið yvir at lív teirra er ómetaliga stutt og at hetta lívið í einum eirindaleysa alheimi er alt teimum er bjóða; okkurt minni fjákut má tí finnast á dagsskránnið enn at oyðsla hesi fáu árini uppá eitt spagetti ódjór.

Men tað sum eg vil koma inn uppá í hesum innlegginum, er spurningurin um samanberingin, myndin av einum spagettu ódjórði yvirhøvur er berandi?
Eitt er at stuttleika sær, men við tí álvara sum hetta verður vundi inn í og haldandi at hesin satiriski boðskapurin skal teppa teistarnar, gera hesir gudloysingar ikki seg sjálvur til gjøldur?

Sjálvandi hvat er ein meiri sannlík forkláring uppá uppruna alheimsins og tilveruna um ein veruliga má verlja: 1) ein ævigur, almáttugur Gud, hevjaður yvir tíð og rúmd, óbundin av og skapari av tíð, rúmd, orku og evnið, 2) ella ein vera av spagetti og kjøttbollum?

Hvar í liggur í veruleikanum samanberingin, ella hvussu skilja hesir samanberingina?

Óansæð, um ábendingar fyri Guds eksistens innan søgu, vísind og uppliving vantaðu í, so vildi ein slíkur Gud óansæð, verið ein væl sannlíkari forkláring uppá sín eksistens, enn ein vera úr mjøl og hakkikjøtið!

Meina ateistar hetta í álvara? Ætla hesir at vit skulu taka hetta í álvara? Ella forvænta hesir, at vit skulu síggja logikkin í satiruni sum í veruleikanum ikki er har? 

Eitt spagetti ódjór er jú samansett av mjøl, vatn og hakkikjøtt; tað er um myndin skal takast í álvara.

Harí liggur jú fyrsti trupuleikin við samanberingin! Samanborna myndin er 'samansett', og Gud er ósamansettur. Her restar jú í logikkinum! 

Harnæst bestendur samansetingin av evnum, avhengi til eina dimensión av tíð, rúmd og stað! Við øðrum orðum hesi: 1) uppstanda og forkomast, 2) eru bundin at undanfarnum orsøkum so sum tilgongdini av sub-atomiskum partiklum, atomum, plantuvøkstri, djóralívið, kjøtt malið í maskinum osv! So slett ikki nøkur haldber samanseting.

Tað er júst tí at spagetti ódjóri er so nátturligt, so tilgjørt, og sjálvt tilfarið so mikið vanligt í okkara gerandisdegið, í okkara handlum og skápum og á borðinum, at pastafarianism ikki egnar seg sum eitt haldgott dømið uppá religiøsa satiru. Hesir ateistar hava so at siga, drigi hesa satiru út frá skeiva útgangsstøðnum. Her uppstendur bara eingin royndar eldur.

Um ateistar ynskja at vit teistar skulu taka teirra argumentatión í álvara, vildi ivaleyst fyrst verið uppá sítt pláss, at hesir ikki drógu sínar samanberingar frá spagetti ódjórum, flúgvandi tekannum og øðrum lutum ella tingum úr okkara produserandi gerandislívið, men onkrum sum møguliga nærkaðist Guds ekistensi, tildømis einum persónliga cosmologiskum singularity, pre-existent lógir, kanska Gudin hjá Spinoza?

Men vælsignaðu ateistar--eitt spagetti ódjór???

Wednesday, September 12, 2012

Tú = Dálking


Eitt er at vit menniskju, eru apur úr Afrika og eru í familju við makrel og makkar. Eitt er eisini, at vit eru maskinur, stýrdar av eirindaleysum genum, ella bara klumpar av evnið virkandi, grunda av invortis informatión.

Men í eygunum av summum ateistum er endamálið við menniskjanum, tær og mær uppaftur daprari.

Tí har er einki endamál, tvørtur ímóti!

At hugsa sær, at tú ert dálking, kosmologisk dálking, avlopi av einum alheimið av orku!

Í fullum høpið, er fýra ára gamla jødiska gentan, Rakul, sum foreldraleys, svong, pínd, bangin og vónleys júst er ankomin til deyðs fangatippi Auswitch, ikki annað enn ein klumpur av evnið sum í næstu løtu fer uppliva sína seinastu kemisku reaktión.


Men hugsa tær at Rakul, í sonnum kosmologiskum týdningi, óansæð, um hon er eitt livandi menniskja, ikki er annað enn dálking.  

Tað eigur ikki at undra okkum, at tað enntá finnast ateistar, sum øtast við tankan um at samfelag okkara kann koma uppliva óhugnaliga paradigmuskiftið, sum ei longur loyvir sær síggja menniskja sum nakað serstakt, endamálsríkt ella skapt í mynd Guds.

Monday, September 10, 2012

Gudurin sum ER til!



Gud er aftur í fokus. Í mótsetning til tann boðskapin sum aktivir gudloysingar propagera her á Føroya landi og runt klótina og sum nógvir føroyingar eisini svølgja rátt, so er Gudurin, ella hugtakið Gud á ongan hátt, ein avoldað, mytologisk pátrúgv.
Spádómurin hjá Friedrich Nietzsche um deyða Guds, at dagar teismunnar og Kristindómsins vóru taldir í Evropa, gjørdist brádliga ein brotin dreymur, tá Gudurin brádliga tyktist reisa seg aftur. Tað er ivaleyst í hesum høpinum, at ‘The Times’ fyri árum síðani legði dent á setningin ‘modernizing God’. Somuleiðis Richard Dawkins í propaganda dokumentar filminum ‘Root of all Evil’ tyktist sjokeraður yvir at trúgv, áhugin fyri tí andaliga og religión í Evropa er ein dimensión sum er rakna við aftur seinastu árini. Hetta sum ex-ateisturin Alister McGrath í bók síni: ‘The Twilight of Atheism: The Rise and Fall of Disbelief in the Modern world’, eisini greiðir frá.

Í sínum ungu døgum, luttók McGrath sjálvur sum ein aktivur gudloysingur í ateistiska rákinum í 70unum. Hetta var tíðin tá hann sjálvur, Richard Dawkins og flest onnur væntaðu religión at verða burturbeinda við endan á árhundraskiftinum. Teir kallaðu hetta rák ‘Tann stóra umafturlæran’, har í endamálið var, at føra samfelagði aftur til nullpunkti og hareftir byrja av nýggjum, uttan Gud, heilagar skriftir og religión.

McGrath fortelur at henda rørðsla brádliga brotnaði. Sjálvur valdi hann saman við øðrum, við endan á 70unum, at gerast kristin, onnur gjørdust teistar og onnur gjørdust ómetaliga opin fyri Gudinum.
Her sindraðist so spádómur Nietzsches og sjálvandi menn sum Richard Dawkins óansæð teirra propaganda polemik vóru og standa í dag púra fyri ongum.


Kanska ein av orsøkunum til at Gudurin aftur gjørdist modernaður í modernaða huga okkara, er tí at áhugin hevur gjørt um seg, eisini í tí akademiska heiminum. Við øðrum orðum, akademikarin innan vísindini og heimspekingini hevur havt ilt við, at lagt hugtakið ‘Gud’ tilsíðis. Tó at mangir av hesum kanska orða seg um Gudin sum ómodernaðan og mytologiskan, so opinberar hesin útvortis hugburður, lítið um teir tankar sum hesir innast inni mugu bera uppá. Sum eisini vælkendi fysikarin Fred Hoyle tordi at luta: “…sjálvt um flest vísindafólk vraka religión, valdar hetta tonkum teirra meiri enn hjá prestunum”.
   
Ateisturin Quentin Smith skrivar í hesum sambandið: ”God is not dead in academia; he returned to life in the 1960s and is now alive and well in his last academic stronghold, philosophy departments (Quentin Smith: the Metaphilosophy of naturalism, Philo 4.no 2).

Ein av høvuðs orsøkunum til hetta skifti vóru, ivaleyst tær uppdagingar sum indikeraðu at alheimur okkara hevði ein uppruna. Ateistar gjørdu sær undan hesum galt av, at alheimurin av nátturu var statiskur, ævigur og uttan uppruna. Men hetta nýggja paradigmuskiftið hevði við sær, at alheimurin nú hevði eina upprunaliga byrjan og hetta broytti alt.
Reaktiónirnar vóru ymiskar, tað vóru summir gudloysingar sum av hesum fóru á glið, tildømis ex-ateisturin Antony Flew. Í bók síni ‘There is A God’ skrivar hann:

When I first met the big-bang theory as an atheist, it seemed to me the theory made a big difference because it suggested that the universe had a beginning and that the first sentence in Genesis (“In the beginning, God created the heavens and the earth”) was related to an event in the universe. As long as the universe could be comfortably thought to be not only without end but also without beginning, it remained easy to see its existence (and its most fundamental features) as brutes facts…But the big-bang theory changed all that…This radically altered the situation…Modern cosmologists seemed just as disturbed as atheists about the potential theological implications of their work. Consequently they devised influential escape routes…136-7.

Flew leggur somuleiðis áherðslu á, at ateistar í hesari gransking slett ikki hava fylgt við vísindaligu tilgongdini, men hava ligið aftanfyri:

“Now most of my above discussions were carried on independent of developments in modern cosmology. In fact, my two main antitheological books were both written long before either the development of the big-bang cosmology or the introduction of the fine-tuning argument from physical constants. But since the early 1980s, I had begun to reconsider. I confessed at that point that atheists have to be embarrassed by the contemporary cosmological consensus…” (134-5).

Flew er dømi uppá teir ateistar, eins og McGrath, sum tordu at broyta meining. Men Flew sipar eisini til tað meiri negativu reaktiónina, tí ‘Big bang ástøði’ hevði ávirkan ikki bara á ateistar, men vísindafólk sum heild. Gud gjørdist nú knappuliga relevantur, eisini í vísindaligum høpið, sum eisini Hoyle gav okkum eina ábending av. Hetta førdi sjálvsagt til ómetaliga negativa reaktión, sum eisini Stephen Hawking skrivar:

Nógvir fysikarir gjørdust illir. Men religiøsir leiðarir, sum trúðu á skapan frøddust, tí her var vísindaligt prógv (The universe in a nutshell, p. 41).

Quentin Smith vísir somuleiðis á, at fyri gudloysingar sum heild, hevur hetta verið ov nógv av einum munnbita, og at tøgn teirra millum hevur valda, viðvíkjandi uppruna alheimsins:

millum ateistar hevur tað verið ein vemmlig tøgn og aftursvarið veikt og ósjónligt” (Quentin Smith, A Big Bang Cosmological Argument For God’s Nonexistence, 1992).

Tíðskil kunnu vit innan modernaða vísindaheimin bólka reaktiónina upp í tey 1) hvørs skepsis mátti boyggja seg fyri veruleikanum, 2) tey sum full í fátt og gjørdust ill, 3) tey sum hava valt at tiga.

Ein fjórði bólkur fevnir um tey, sum uttan endiliga at gerast kristin ella teistar valdu at vera opin fyri at Gudurin møguliga er til. Her kunnu vit sipa til Robert Jastrow, ein leiðandi NASA vísindamaður, bæði fysikari og kosmologur og fyrrverandi leiðari og stovnari av NASA Goodard Institute for Space studies. Í bókini ‘Until the Sun dies’ skrivar Jastrow:

Was it “Thine  all powerful hand that creates the world out of formless matter”? And this last question, more interesting than any other can never be answered; we can never tell whether the hand of God was at work in the moment of creation…(16). The universe, and everything that has happened in it since the beginning of time, are a grand effect without a known cause (17). An effect without a cause? That is not the world of science; it is a world of witchcraft, of wild events and the whims of demons, a medieval world that science has tried to banish. As scientists, what are we to make of this picture? I do not know…(17).

Now we see how the astronomical evidence leads to a biblical view of the origin of the world. All the details differ, but the essential element in the astronomical and biblical accounts of Genesis is the same; the chain of events leading to man commenced suddenly and sharply, at a definite moment in time, a flash of light and energy’ (21).


Bíbilski Gudurin

Hugtakið Gud, ein Gud sum er til og sum skapti alheimin og møguliga fleiri alheimar, er tí slett ikki ómoderna myta. Nógvir serfrøðingar halda at hugtakið Gud er samanberandi við vísindina um uppruna alheims og møguliga er tann logiska forkláringin uppá tilveruna.

Men hartil eru vit ikki inni á bíbilskari grund enn. Eftirfylgjandi spurningurin er, samsvarar Gudurin í Bíbliuni við nýmótans hugsan og hugtøk?


Saturday, September 8, 2012

Kristin kritikkur av New Age rørðsluni

Tann gamli, men sera vælumtókti og áhugaverdi dokumentarfilmurin um New Age rørðsluna:


Thursday, September 6, 2012

Upprunaliga ein sjálv replikerandi molekyla (kopieringsmaskina)



Í bókini, The Selfish Gene skrivar Dawkins:

"We no longer have to resort to superstition...At some point a remarkable molecule was formed by accident, (a) replicator...it had the extraordinary property to create copies of itself...unlikely... So it was...exceedingly improbable’ (Richard Dawkins: The Selfish Gene)"

Tað fyrsta eg bíti merki í er setningurin: "We no longer have to resort to superstition". 

Yeah right, nei hatta er sletti 'superstition', hetta er kanska heldur ikki hugfloði, hjá manninum, sum er fari upp á koyra? Í veruleikanum er hetta ein nokso desperat roynd, at umganga eina hægri persónliga kraft og vitan. 
Tað sum ger tað heila verri, er at hetta er ein sokallað 'remarkable molecule', ella í veruleikanum ein nógv meiri útvikla maskina enn ein kopieringsmaskina, og so er hon eisini uppstaðin av 'accident'.

Tað er ikki eiti á sum hesir velja at niðurgera lív og menniskja, í hugaheiminum hjá Dawkins eru vit í veruleikanum, í okkara upprunaliga formi eitt 'accident'. Hetta er tó ikki tað ringasta dømi! Gavi tað var! Men tak eitt nú fysikarin Lawrence Krauss, samverkmann Dawkins, sum tykist fokusera (í einum fyrilestri) á bardagan millum orku og evnið, har hann sær orku sum tað valdandi síðuna og sum nú pástendur at menniskja og lív á jørð ikki eru annað dálkingin í ein alheimi fyltum av orku.

Eitt er at vit eru apur úr Afrika, ella biologiskir klumpar við virkandi informatión sum útloysa kemiska reaktión, men nú Gud hjálpi mær, eru vit eisini dálking.  

Tað besta er tó, at Dawkins tykist hava ilt at trúgva hesum sjálvur: 'unlikely' og 'exceedingly improbable'. Men tá ein er stýrdur av motivum, hvat ger ein tá ikki fyri at verja sína heimsmynd.

Hvat heldur lesarin, er upprunaliga orsøkin til okkara eksistens ein kopierings maskinur, ella fyri at nýta rætta heitið ein sjálv replikerandi molekyla? Hvussu uppstóð ein tílík mekanisma? Hvussu ávirkar hetta okkara hugburð til etikk og hvussu var hendan replikerandi mekanisman virka? 

Í tiltikna prátinum við Ben Stein, sjónbandið sum ateistar hava gjørt sær allan ómak at demonisera, læra vit so mikið frá Richard Dawkins:

BEN STEIN: Hvussu var tað skapt?
DAWKINS: Ógvuliga spakuliga.
BEN STEIN: Og hvussu byrjaði tað?
DAWKINS: Eingin veit men vit vita hvussu tað er hent.
BEN STEIN: Og hvat var tað?
DAWKINS: Tað var byrjanin av einari sjálv replikerandi molekylu
BEN STEIN: Og hvussu uppstóð hon?
DAWKINS: Eg segð: eingin veit
Við øðrum orðum trúgv/pátrúgv???

Monday, September 3, 2012

Ivaleyst ein replikatorur, men møguliga ein E.T

Í undanfarnu innleggum, har vit hava víst á satirur, hava vit fingi fleiri ábreiðslur og áminningar frá gudloysingum um at hesar (sertakliga í samband við Richard Dawkins) í teirra yvirdríving, eru beinleiðis lygnir (akkurát sum um satira vanliga ikki inniheldur yvirdríving og lygn).

Fyri at gleða okkara kritikkarir, hava vit tí funni fram til eina heilt nýggja Dawkins satiru, sum leggur størri trýst á javnvágin. Vónandi fara hesir ávísu gudloysingar, hesuferð at kunna førka smílibondini eitt sindur:


Richard Dawkins and the Stone

Býttar, men nokso genialt:


Atheism Gone Right or slightly Wrong




Enn ein sjúk satira sum loypir á ateismu.

Eftirsum nógvir aktivir ateistar elska satiru um religión og Kristindóm, óansæð teimum lygnum og tí yvirdríving sum við hesum fylgja, so helt eg, at sum eitt mótspæl, kundu vit kanska fylgt sama tóna, óansæð um hetta støði er lágt, og posta nakrar líknandi av hesum, tó mótvegis ateismu, á Kristindómur Svarar.

Hetta er ikki pent! Men alt vit gera, er jú at gera brúk av okkara frælsi at úttrykja okkum (sum hevur ómetaliga týdning í kjakið og samfelagið og fyri okkara frælsi), og vit vilja somuleiðis hava loyvi at peika á nakrar daprar veruleikar, við tí vón um at fjøldin letur eyguni upp.

Men læt okkum so eisin vera erlig um at satira kann verða yvirdrívandi langt við síðuna av í øllum sínum detaljum (so sum satiran omanfyri).

Men satira er óansæð ætla, at peika á veruleikar og hesir eru tilstaðar.

Friday, August 31, 2012

Meiri frá Jesus ella Muhammad?

Til tykkum sum hava áhuga í tí kristna-muslimska kjakinum (og eg veit tað eru fleiri). So er hetta eitt ómetaliga gott sjónband, í viðger tildømis trupuleikan av at Allah biður til profetin Muhammad og at Muhammad var ikki vísur í sínari egnu frelsu. 
Brotið er tikið úr sendingini 'Jesus or Muhammad?', sum eru nógvir, nógvir tímar og tann sum hevur lagt hetta sjónbandið út, hevur fiska hetta broti úr onkrastaðni. Tilseinast í sjónbandinum, er ein gekkaskortur og ein býttur látur, sum viðkomandi hevur tilsett. Tápuligt men burtursæð frá tí partinum, er sjónbandið gott og evnið sera áhugarvert og væl framlagt.



Thursday, August 30, 2012

Dawkins elevated: Forget all about monkey business, In actual reality I am an alien and so are you!


So uppruni okkara er møguliga, úr í einari framkomnari alien royndarstovu á einari fremmandari klótu. Síðani fara vit sum DNA frá alien royndarstovu til fisk (ella sjóðdýr) í havinum. Frá fisk til afrikanska apu (ella rættari forfedra menniskja og apuna--but who cares). Frá afrikanskari apu til menniskja.

Hmm--eru vit apur úr afrika? Fiskur úr sjónum? DNA úr einari alien royndarstovu? Ella kanska øll trý?

Hvar kemur siðalæra og moralur frá?

Um ateisma er veruleikið, so botna siðalæra og moralur í veruleikanum í evni. Persónligheit, kenslur og vilji mugu tíðskil vera evni og orka, bæði við útgangstøði í nátturulismu og materialismu.



Wednesday, August 29, 2012

Bíblian og Kristindómur um Kvinnuna og hjúnaband: Eitt aftursvar til Limberg Michelsen og aðrar gudloysingar




Í einari viðmerking á facebook bólkinum kyn-maður og kona, hevur gudloysingurin Limberg Michelsen ditta sær at lært kristin fólk, um tað sum hann metir verða Bíbliunnar røttu og sonnu lýsing av hjúnabandi og forholdið millum mann og konu. Tað var fyri nøkrum døgum síðani at eg var heittur á, um eg vildi skriva hesum Limberg eitt aftursvar og tað vildi eg gjarna. Maðurin skrivar:

“Vit tit yvirhøvur hvat Bíblian sigur um forhold??? Eg skilji ikki ordiliga hvussu tit lesa bíbliuna. Tit fáa åbinbart tað burturúr, sum tit vilja hava burturúr – ikki tað sum faktiskt stendur.”

Limberg siterar í sínum kritikki fyri tað mesta bara skriftstøð, men tað tykist sum um hann vil, at vit taka til okkum hesar doktrinir, lærir og frásøgnir úr Bíbliuni sum eina heild, uttan at skula gera mun á samanhengi, bakgrund, tíð og bókment.
Harfrá tykist, sum um hann ynskir, at vit síggja hesa heild sum negativa, fyri at hann hareftir kann trýsta á nútíðar kristin hendan veruleikan um døpru síðina av teirra religión, ja so døpur, at kristin flest ikki vilja viðurkenna hesar annars bíbilsku veruleikar (ella so ljóðar vanliga argumentið).

Eg má tó siga, at tá eg lesi slíkar viðmerkingar, sum hesar, so síggi eg ikki annað fákunnleika og tað tykist fyri mær at Limberg heldur enn at hava gjørt sær nakran útdýpaðan ómak, heldur hevur gjørt sær galt av at kopiðera tilfarið frá onkrari ateistiskari heimasíðu.
Men ok, eg vil so eisini geva Limberg fyrimunin, hóast alt hevur hann ikki skriva hetta sum eitt innlegg, men sum ein lista av spurningum, tó retoriskum spurningum bygdar á pástand.

Hetta eru annars evnir, eg leingi havi havt ætlanir at viðgjørt í einum innleggi. Eg havi tí valt at vevja hetta, við viðmerkingarnar hjá Limberg. Sumt verður tí relevant fyri Limbergsa polemik og sumt verður ikki. Við øðrum orðum ikki alt innleggið viðger spurningarnar hjá Limberg.
Í hesum innleggi, fari eg at viðgera forholdið millum mann og kvinnu og hjúnabandið út frá læru Bíbliunar, og tá eg sigi viðgera, so meini eg viðgera. Í næsta innleggi viðgera vit hvat Bíblian sigur um tildømis hjúnaskilna og neyðtøku (evnir sum Limberg eisini kemur inn á).

Kvinnan sum ein hjálp

Limberg byrjar her við at sitera 1 Mósibók 2: 18, har í Eva (sum fyrsta kvinna) var ætla og skapt Adami sum hjálp. 
Í fyrstu mósebók síggja vit fyrstuferð at Guð skapar kvinnuna til mannin. Ikki sum javnsett menniskju, men soleiðis at Eva kann verða hjálp (helper) hjá Adam.
1. Mósebók, kap. 2 18: "Gud HARRIN segði nú: 'Ikki er manninum gott at vera einsamallur; Eg skal gera honum eina HJÁLP, sum hóskar honum.'"
20-24: "Ádam gav tá øllum fænum navn, somuleiðis fuglunum undir himli og øllum dýrunum á markini; men Ádami var eingin HJÁLP at finna, slík, sum hóskaði honum... Tá læt Gud HARRIN fastan svøvn falla á Ádam, og táið hann var sovnaður, tók Hann eitt av rivum hansara og fylti aftur í aftur við holdi... Av rivinum, ið Hann hevði tikið úr Ádami, myndaði Gud HARRIN kvinnu og leiddi hana til Ádam... Tá segði Ádam: 'Hesa ferð er tað bein av mínum beinum og hold av mínum holdi! Hon skal eita kvinna, tí av manninum er hon tikin.'... Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold"
So longu frá byrjanini er ætlanin hjá Guði at kvinnan skal verða undir manninum.
Paulus skrivar eisini seinni um hettar sama:
Bræv Paulusar til samkomuna í Efesus, kap. 5
22-24: "Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar - sum Harranum!... Tí maðurin er høvur konu sínar, eins og Kristus er høvur samkomunnar, Hann, sum er Frelsari likams Síns... Ja, eins og samkoman er Kristusi undirgivin, skulu eisini konurnar í øllum vera monnum sínum undirgivnar."
Tað eru nakrir kristnir bólkar sum enn taka orðini fyri fult og ikki hava útvatna kristindómin, sum tit dáma at kallað tað. Tak t.d. kristnu rørsluna Quiverfull í America, har kvinnan gevur seg fult og heilt undir mannin.


Við hesum vilja Limberg og aðrir ateistar verða við, at kvinnan í læru bíbliunnar verður rokna sum ein undirsáttur mansins, ein húshjálp ella tænari. Men hendan tulkingin er langt frá røtt, tí orðið sum nýtt verður 'ézer’ (hjálp), hevur í sær sjálvum einki við undirgivni, javnlíka ella ójavnlíka støðu at gera. Tildømis verður orði eisini nýtt aðrastaðni, í samband við Guds hjálp, ella Gud sum hjálpara (tíðskil neyvan eitt haldgott dømi uppá undirgivni) og aðrastaðni um hernaðarliga hjálp (Josva 1:14; 10: 4) og enntá um hjálparmenn (Ezekiel 12: 14). Granskarir í tí Hebraiska málinum, duga somuleiðis at síggja, at setningurin sipar til ‘hjálp’ sum ein líkastillaðan stuðul, heldur enn ávísan identitet ella undirsátta versus myndugleika (Gordon J. Wenham Word Biblical Commentary, s. 68).
So nei, í mótseting til pástandin hjá Limberg, var tað frá byrjanini av, ikki Guds ætlan av kvinnan skuldi verða undirgivni tænari mannins.

At Limberg fer so dyggiliga skeivur her, kemur eisini týðiliga til sjóndar seinni í sama kapitul, har teksturin sigur:

Tí fer maðurin frá faðir og móðir og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold (1 Mós. 2: 25).

Hmm, skulu vit í hesum føri fylgja skeivu tulkingini hjá Limberg, so kundi okkurt týtt uppá, at teksturin lýsir mannin sum fer frá faðir og móðir, fyri at ganga konu síni til handa (halda seg til konu sína). Men slíkt til síðis, so vil teksturin bara verða við, at kona og maður eru eitt hold og konan er mansins líkastillaður stuðul í lívið og verkið.

Kvinnan undirgivin manninum

Síðani loypir Limberg beint yvir í Efesusbrævið (hetta er so typiskt kopiðera frá einari ateistiskari heimasíðu), har hann siterar kapitul 5: sum eina staðfesting fyri sínari tulking av 1 Mósibók 2:

Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar—sum Harranum (Efesus 5: 22)


Tann fyrsti trupuleikin sum Limberg slær seg ímóti, kann bólkast undir tekstkritik. Tí orði sum vit vanliga lesa í ymiskum týðingum ‘undirgivnar’, er í veruleikanum ikki at finna í elstu frumtekstunum.

The Dawkins-E.T. connection


Wednesday, August 15, 2012

Science flies you to Mars, atheism ships you to Gulag!

Tað er ófatandi soleiðis sum ateistar megna, at forvrongla síni argumentir við at nýta fulkommuliga skeivar samanberingar. Eitt nú hendan skrønan niðanfyri:


Onkursvegna vilja ateistar við hesum seta religión upp í móti vísind. Men grund á hvat? Vilja ateistar hava okkum at gloypa teirra pástandi rátt, at religiøs menniskju ongan áhuga hava í vísind og slett ikki hava førleikan at førka seg innan vísindaheiminum?
Inkluderar hetta harvið eisini vísindafólk so sum Newton? Vil ateisturin verða við, at persónar so sum John Lennox og Alister McGrath slett ikki kunnu verða religiøsir tí hesir samstundis eru vísindafólk og vice versa?

Jú, vit kunnu enntá fara so langt sum at inkludera Stuart Burgess, ein ómetaliga væl umtóktur enskur vísindamaður sum samstundis er ein ultra-hyper-konservativur kreationist og ID tilhengari.

Niðurstøðan er, at eingin av hesum (og nógvir við teimum), síggja vísind sum heild, at verða ein kontra-hugburður mótvegis religión ella trúgv á eina ella fleiri hægri maktir. Veit ikki heilt hvat religión sum heild, skal hava mótvegis uppruna alheimsins, upprunaevnum ella partiklum, jarðfrøði, gransking innan heiligváð og enntá menning og leitan av lív á øðrum klótum?

Men hatta er so eina lygnin av meminum omanfyri.

Harnæst vil ateisturin verða við at religión flýgur okkum inn í bygningar!

??????????????

Er hasin pástandurin veruliga úr veruleikanum sprotin?

Í hesum samanhenginum er talan ivaleyst um Islam og ræðuleikarnar av 11 septembur. Men pástandurin er ræðuligu skeivt formuleraður, eftirsum hetta tykist at tveita allar religiónir í sama bólk. Í hesum høpi, høvdu ateistarnir um rætt skuldi verði rætt, fasthildi um religiónina Islam, heldur enn heitið religión sum heild.

Um slíkur logikkur er eitt imperativ innan skynsemi, kundu vit ivaleyst eisini tveitt vísind fyri borð, eftirsum Mengele framdi royndir við livandi menniskjum, somuleiðis gjørdu kommunistarnir við neyðardýrini í Gulag legunum.

Fyrst er at siga, at ikki allir muslimar, eru jihadistar ella tíðansæð tíma, velja ella fylgja einari jihad doktrinu. Hópin av religiøsum muslimum eru vanlig og erlig menniskju, sum líkaleiðis hava áhuga í einum góðum, tryggum samfelagið og sum enntá hava áhuga í vísindi.

Tað sagt, so inniheldur religiónin Islam læruna um Jihad (heilagt kríggj) og deilir enntá heimin upp í Dar-ul-Islam (hús Islams-muslimski heimurin) Dar-ul-harb (krígshúsið-ikki islamsk lond og økir).

Tilburðurin tann 11 septemur, 2001, verður tíðskil bólkaður undir Dar-ul-harb og var av muslimska heiminum (sum heild) roknaður sum ein islamskur sigur yvir fíggindan (Dar-ul-harb), í hesum føri Vesturheimurin.

Eg og familjan vóru tann dagin stranda í einum muslimskum landið, tá atsøknin móti 'the twin towers' fór fram.
Hetta landið var opinbart í einum sigursrusi eftir hendingina og enntá í bussunum heilsaðu tey hvørjum øðrum við: 'tillukku við sigrinum'.
Sum familja máttu harnæst krógva okkum í 14 dagar og síðani smuglast til flogvøllin, haðani vit sluppu heilskapa aftur til Vesturheimin, tó við kensluni, at vit løgdu eftir okkum, hópin av kristnum sum ikki fóru at sleppa líka snikkaleys.
Eg kann tí staðfesta, at religiónin Islam og tess læra um Jihad er ein potentialur vandi grundaður á teirra religøsu tekstur og tess læru um praksis fyri nútíðina, tó at hópurin av muslimum ikki fylgir slíkari læru.

Tó so ger ateisturin tað heldur vanliga, yvirdrivna mistakið, við at bólka øll religiøs og allar religiónir líka. Hvørki hinduar, sikhar, religiøsir buddistar ella kristin (í Ný-testamentligum samanhengi) hava eina slíka jihad læru (jú, Hinduisma møguliga í einum tíðarbili). Hesir bólkar, uttan so, at eitt stýrið ella onkur ørvitispersónur, velur at tillaga slíkt til trúnnað, soleiðis at hon leggur upp til ágang, eru eftir bókini ikki ovurhonds militantar, yvirgangs religiónir.

Men slíkur polemikkur frá ateistum, er óansæð av tí naiva hugburðinum tí eg haldi ikki nakar kristin leggur í at verja religión sum heild, eftirsum religión kann stinka og verða drepandi, eins og ateisma líkaleiðis kann drepa. Sum um ávísir ateistar og ateistisk stýrir ikki hava volt og enn volda menniskjum fortreð.

Nei, hesir hava kanska ikki flogi flogførð inn í bygningar, teir hava bara í navni 'menniskjans', 'friðarins', 'rættvísinar' og 'líkarættsins' bara fylt teirra fangar tippir í Sibiria, Kina og Norður Korea við monnum, kvinnum og børnum at svølta, pínast, verða neyðtikin, ovbyrða og hópin hareftir myrd. Mong av hesum, vegna teirra eina brotsverk, fyri ikki vóru gudloysingar (jep, talan er um samfelagskipanir bygdar á eina gudleysa áskoðan).

Um hesir ateistar vilja verða við, at ateisma, ikki kann verða og líkaleiðis hevur verði til líknandi ampa fyri menniskju, lív og samfelag, so mugu hesir ivaleyst liva teirra lív í teirra egnu ómetaliga avbyrgdari dreymaverð.

Ein kundi somuleiðis skapt eina líknandi kontra-polemiska, men samstundis skeiva satiru (sum tildømis myndina niðanfyri), tí ateisma førir ikki neyðturviliga í fangatippi.

Men eins og við viðgerðini omanfyri vildi hetta líkaleiðis verði ein fulkommuliga óerlig mynd av veruleikanum.



Saturday, August 4, 2012

Føroysk kristin siga teirra meining um 'Faroe Pride'


Eftirsum Kristindómur Svarar er ein religiøsur bloggur, í samband við Føroysk viðurskiftir, og ein bloggur sum leggur upp til kjak og upplýsir um kjak, so helt eg tað verða rætt, at vísa á ymiskar viðmerkingar frá føroyskum kristnum til samkynda kjakið og eitt nú 'Faroe Pride' tiltakið, sum fór fram í Havn áðrenn Ólavsøkuna.

Ein nýggjur føroyskur bloggur sum kallast 'Kyn Samleiki' kann nú lesast á alnótini. Hesin bloggur er eitt aftursvar til samkynda rákið:

Niðanfyri er ein leinkja til bloggin og tess innlegg sum kallast: 'Hatta var Faroe Pride'


Eitt annað, meiri beinrakið innlegg er at finna á Netavisen, skriva av Óla Nicodemussen:

http://netavisin.fo/index_article.php?ShowArticle=6707

--------------------------------------- 5 august ---------------------------------------

Eitt triðja innlegg er nú at lesa á Tórsportalinum, skriva av Tórleif Johannesen:


Friday, August 3, 2012

Frásøgn: Trúarverju framløgur á Teenstreet


Trúarverju tiltøkini á Teenstreet vóru ómetaliga gevandi. Tveir fyrilestrar vóru hildnir um Kristindóm versus ateismu á enskum málið, har umleið 120 fólk møttu upp hvørja fer. Á føroyska fyrilestrinum møttu umleið 50-60 føroyingar upp. Fyrilesturin um trúvirði Bíbliunnar var hildin einaferð, har í umleið 90 luttakarir vóru til staðar. Av tveimum fyrilestrum har evnið var 'Kristindómur og Islam í kjakið' vóru tilsamans 80-90 áhoyrarir. Hesi tølini siga so mikið sum at tørvurin og áhugin fyri trúarverju millum ung kristin í Evropa er stórur.

Upplivilsi var rættuliga øðrvísi, eitt var at yvirsimplifisera evnini, eftirsum luttakarnir vóru so ungir sum 13-14 ára gamlir og harnæst vóru fyrilestrarnir spontant tolkaðir til 2-4 mál samstundis og eg mátti eftir hvønn setning, bíða til allir tolkanir vóru lidnir.

Samtalurnar við bólkar og einstakligar eftir fyrilestrarnar vóru nógvir og drúgvir. Fyri meg var tað serstakliga gevandi at møta kristnum úr nærum øllum Evropa, sum greiddu mær frá teirra umstøðum og avbjóðingum. Tildømis ein lærari úr Belgia, sum áhaldandi verður tráðspurgdur um trúgv av sínum ateistisku og muslimsku næmingum og starvsfelagum. Onkur legði eisini áherðslu á, hvussu EU (gitið viðkomandi sipaði til Evropa Ráðið), var í holt við at steðga allari ávirkan av ID. Eisini var tað ein sum bjóðaði mær til Portugal at hava fyrilestur fyri ungum.

Eg fari so avgjørt aftur til Teenstreet komandi ár um Gud vil. Vóni serstakliga at kunnu virkað saman við kristnum, serstakliga lesandi í Evropa komandi árini.