Tuesday, March 17, 2020

Kristin fólk og korona: At vera ella ikki at vera: tú ert dømdur!


Image result for memes empty church corona

Mikið hevur verði at hoyra um kristin fólk, sum antin ditta sær at savnast til møtir í hesum ørkymlandi tíðum og so um tey kristnu, sum velja at fylgja landsins áheitan og geva møtum og aktivitetum ein steðg.

Gudloysingar hava sum vant verði fremst á hermótinum við demoniserandi myndum og úttalisum har kristin og kirkjur/samkomur verða hildnar fyri spott tí hesi hava valgt at avlýst teirra tiltøk.

‘Hvar er tykkara Gudur nú’, ella ‘hvar er tykkara trúgv nú’ er teksturin á hesum myndum.

Á heilt øðrum myndum og postum verður víst á kristin sum hava valgt ikki at steðga teirra tiltøkum og áhaldandi koma saman sum ein bólkur óansæð ávaringar um sótt og møguliga váða.

Í hesum føri hoyrist annað ljóð og myndir og úttalisir ákæra kristin í hesum føri, fyri at verða óð í høvdinum og væl vitandi um at tey útseta bæði seg sjálvi og onnur fyri smittu.

So, nú standi eg spyrjandi og veit ikki heilt hvat akkurat hesar gudleysar røddir hava í huga og vilja av okkum.

Vilja teir at vit vísa teimum okkara sterku trúgv og at vit hava álit á Gudi og tí áhaldandi koma saman til tiltøk; men í so fall eru vit eftir teirra orðum óansin, ónd og vandamikin.

Ella skulu vit virða landsins myndugleikar, okkara medmenniskju og áheitanirnar? Men so eru vit rokna sum nakrir hyklarir, vantrúgvandi og okkara trúgv er til einkis gjørd í teirra eygum.

Mín spurningur er tí: Hvussu toknast ein hesum kritiska rákinum, sum eina hevur í hyggju at demonisera óansæð hvørji stig ein tekur?

Jesus vísir á hendan hættisliga hugburðin tá hann viðger ákærur teirra lóglærdu og religiøsu á sínari tíð.

Hann vísir á hvussu Jóhannes Doyparin, hesin sum var hataður av teimum lærdu og vitandi, var roknaður sum djevuls besettur tí hann hvørki át ella drakk.
Lívstílur Jóhannesar verður lýstur í Evangeliinum sum sera simpul, við tað at hann er fráhaldandi frá víni og etur so einfalt sum gjørligt.

Jóhannes Doyparin var av hesi orsøk demoniseraður, lýstur sum vandamikil og sum settur av illum anda, eina orsøka av fráhaldi og matvanum.

Jesus har aftur ímóti át tað sum Honum var sett á borði og Hann drakk vín eisini. Við øðrum orðum Jesus át eins og vanligt var á Hansara tí.
Hetta førdi ikki minni við sær enn at Jesus somuleiðis var demoniseraður fyri tað øvugta sum Jóhannes og var lýstur sum ein átari og vínsvølgur, ein vinur tollara og syndara.

Tað er opinlýst hvør boðskapur Jesusar er: at stendur tú fyri sannleikan og fyri tí sum er rætt, so fara mótstøðufólkini at nýta eitt og hvørt høvið, eitt og hvørt punkt í lívið tínum, at blæsa tingini upp og varpa út ógvusligar og demoniserandi ákærur sum als ikki eru sannar.

Í hesum føri, um tú ikki etur og ert fráhaldandi ert tú settur av demoni og um tú etur og drekkur ert tú vorðin ein átari og vínsvølgur.

Hesar ákærur eins og dømini omanfyri, eru mangan ósamsvarandi, júst tí at endamálið er ikki at finna samsvar ella at lýsa hvat í er satt ella ikki. Endamálið er heldur at knúsa og demonisera mótpartin.

Hvussu skal ein kristin verja seg fyri slíkum ágangi?

Vit kunnu sjálvandi ditta okkum at koma við aftursvarum, eins og eg royni í hesum føri, men tá vit hava við sterkar og sera forsprákandi og sera motiveraðar kreftir at gera, hvørs endamál ikki er at søkja, lurta og læra, men demonisera, so eru ráð Jesusar tey, at talan fyrst og fremst eigur at verða um okkara hugburð:

“Sæl eru tit, táið tey spotta tykkum og søkja at tykkum og lúgva alt ilt um tykkum fyri mína skuld. Gleðist og fegnist! Tí løn tykkara er stór í himli; soleiðis søktu tey eftir profetunum, ið vóru fyri tykkum” (Matteusar Evangeliið 5: 11-12)

Monday, March 9, 2020

Umboða gudleysir kjakarir skeptisismu og logik?

Íðan, hvat er so endamálið við at kjakast og keglast?
Alt bendir meiri og meir á at hetta ateistiska rákið slett ikki umboðar skeptisismu og logik, óansæð teirra hálovan av hesum orðum.
Talan er heldur um víðgongda skeptisismu, sum upp á forhond hevur sett sær fyri at avnokta alt sum týðir upp á prógv ella sannføring móti teirra húgsjón.
Við øðrum orðum, tá ein verður biðin um at veita teimum próvtilfarð, so kann ein spara sær, og tá ein slíkur sigur seg verða alt annað enn sannførdan, so er tað ikki tí at sannlíkindini fyri at tey argumentir sum ein legði fram ikki eru nøktandi, men tí viðkomandi lukkar av og velur verja sína lívs filosofi við blankari avnoktan.
Her gerast logikkur og skeptisisma lítið annað enn ein ónyttug kjak metoda, heldur enn ein erlig roynd at finna fram til hvat í er satt og ikki.
Faktum er at skeptisisma av hesum slag, slett ikki er skeptisisma og má heldur ikki roknast sum skeptisisma, tí talan er um 'motiveraða skeptisismu' mótvegis tí sum stríðir móti eins heimsáskoðan, og tá er sera lætt at verða skeptiskur; spurningurin er tá bara um ein vísir seg at verða erligur.
Tey sum forspráka fyri gudloysi eru tí sum oftast ikki umboð fyri skeptisismu, men umboð fyri verjuna av einari ávísari heimsáskoðan.




Friday, March 6, 2020

Islam og LGBT vs. Franklin

Við øðrum orðum eru tað Islam og LGBT sum standa aftanfyri áganginum móti Franklin Graham átakinum.
Hetta undrar meg stórliga, tí báðir bólkar stuðla og bjóða annars egnu forsprákarum inn í landi sum demonisera trúnnað hjá Franklin Graham og hansara trúarbólkið.
Týðliga er hetta tí ikki longur opið kjak, men vorði eitt heimsáskoðanarligt kríggj, har bara einvegis kommunikatión tykist verða vegurin framm og har øðrvísi hugsandi skulu teppast, og tað ikki við lærdómsvekjandi samskiftið og kjakið, men heldur við ótolsemum átøkum og ágangi.
Hetta er ein ómetaliga ræðandi samfelagslig tilgongd har ein endar við bæði at seta okkurt í gongd og at seta tað í ovastu sovjetina, eitt vald og eina rødd sum slett ikki kann koppast ella mótsigast um tørvur verður á tí, eina tí at mótstríðandi samskiftið gjørdist eitt endaligt ókent fyribrigdi.

Er tað ráðiligt at fylgja trendinum?

Hvat læra vit av hesum?

Vit læra at:
  • 1) Trendurin er ikki altíð sannur; tað vil siga: trendurin umboðar ikki altíð sannleikan.
  • 2) Ikki trúgva øllum tí tú hoyrir og slett ikki tí sum trendurin krevur at tú bara gloypir, uttan so (siga tey) at tú vilt verða óndur, ein bigot, ein fobi av onkrum slag ella bara óvísindaligur og sálarliga órættsinnaður.
  • 3) Far ongantíð við streyminum.
  • 4) Fert tú móti streyminum, so verð á varhaldi. tí fjøldin fer at loypa á teg uttan at hoyra uppá tínar grundgevur (aftur til punkt 1 og 4: tí villeingin fortelur okkum: at streymurin sum umboðar trendin, altíð umboðar sannleikan og tað sum er rætt).