Monday, March 28, 2016

Kristnir ræðuleikar?


Nøkur orð um kristnar ræðuleikar.
Vanligt er at hoyra at Kristindómur koloniseraði fáttækra londini, gjørdi fólki til trælir og framdi óhugsandi ræðuleikar.
Eitt dømi um hetta er Leopold II, kongurin í Belgia.
Leopold ferðaðist kring heimin og sá hvussu onnur vesturlendsk lond vunnu sær ovurhonds ríkidømi úr tess hjálondum. Leopold kunngjørdi tí at hann vildi hava part av afrikansku kakuni, sum var Kongo.
Belgiska viðferðin av tess íbúgvum var milt sagt ræðulig, ein veruligur skamplettur í okkara vesturlendsku søgu.
Eg fari tí ikki at verja koloniserings tilgongdina og tess gerningar, men vil her vísa aftur ákæruna um at tess hugburður og náttura var kristin.
Leopold lærdi um kolonisering, eitt nú millum bretsku valdharrarnar í India. Í India eins og aðrastaðni, bygdi koloniseringin ikki á kristnu trúnnað. Evangelisering av uppruna fólkinum var í eina tíð við lóg bannað og annars frárádd. Hugburðurin móti uppruna íbúgvum bygdi oftani nógv meiri á filosofisku, vísindaligu vitanina og mentalitetin í Europa, sum kanska roknaði indarar og afrikanar meiri sum djór heldur enn menniskju.
Hetta brýtur jú fulkommuliga av við Kristindómin sum lærir at øll fólkasløg eru menniskju við einum og sama virði, har í ábyrgd okkara ikki liggur í at leggja undir okkum men gera lærisveinar og læra hesi orð og lívstíl Jesusar.
Einki í kolonisering hugburðurin fylgir grundleggjandi læru Jesusar.
Í veruleikanum vóru trúboðarnir ein tornur í holdinum hjá koloniserings valdinum, tí kristni boðskapurin førdi til framgongd sum lættliga kundi leggja kýlar í kolonisering tilgongdina, sum hevði fyri neyðini at tess undirsáttar vóru óvitandi og socialt aftanfyri.
Hetta sæst í brævið frá Leopold til trúboðarar í Kongu, har hann heitir á teir um ikki prædika Gud ella religión men at virka fyri áhugamálum hjá Belgia. Leopold skrivar í brævinum at fólki í Kongu longu hevur sínar gudar og sína religión.
Leopold heitir enntá á hesar trúboðarar um at misbrúka kristna tekstin till tess at halda upprunafólkunum niðri. Eitt nú við at læra tey setningin hjá Jesusi: 'sæl eru tey fáttæku' fyri at fólki skuldi vísa neyð síni nøgdsemi, sum er reina misbrúk av tekstinum og háðan av kristnu trúnnið.
Trúboðarar tyktust tó ikki vísa áhugamálum Leopolds vælvild. Trúboðarir skrivaðu brøv sum mótmæltu ræðugerðunum og aðrir varpaðu ljós á veruleikan alment, eitt nú føroyski trúboðarin Dollin.


Leopold og belgiska harkaliðið megnaði tó miklum strevi at trýsta alla mótstøðu niður, inkludera trúboðara felagskapir og katólsku kirkjuna og tað eydnaðist ómetaliga væl at tiga veruleikan munandi.
Í stuttum, hesir ræðuleikar umboða ikki Kristindómin, men rákið og hugburðin sum fylgdu ókristiligu glíðibreytini á teirri tíð.
Brævið hjá Leopold ljóðar soleiðis: