Gud er aftur í fokus. Í mótsetning til tann boðskapin sum
aktivir gudloysingar propagera her á Føroya landi og runt klótina og sum nógvir
føroyingar eisini svølgja rátt, so er Gudurin, ella hugtakið Gud á ongan hátt,
ein avoldað, mytologisk pátrúgv.
Spádómurin hjá Friedrich Nietzsche um deyða Guds, at dagar
teismunnar og Kristindómsins vóru taldir í Evropa, gjørdist brádliga ein brotin
dreymur, tá Gudurin brádliga tyktist reisa seg aftur. Tað er ivaleyst í hesum
høpinum, at ‘The Times’ fyri árum síðani legði dent á setningin ‘modernizing God’.
Somuleiðis Richard Dawkins í propaganda dokumentar filminum ‘Root of all Evil’
tyktist sjokeraður yvir at trúgv, áhugin fyri tí andaliga og religión í Evropa
er ein dimensión sum er rakna við aftur seinastu árini. Hetta sum ex-ateisturin
Alister McGrath í bók síni: ‘The Twilight of Atheism: The Rise and Fall of
Disbelief in the Modern world’, eisini greiðir frá.
Í sínum ungu døgum, luttók McGrath sjálvur sum ein aktivur gudloysingur í ateistiska rákinum í 70unum. Hetta var tíðin tá hann sjálvur, Richard Dawkins og flest onnur væntaðu religión at verða burturbeinda við endan á árhundraskiftinum. Teir kallaðu hetta rák ‘Tann stóra umafturlæran’, har í endamálið var, at føra samfelagði aftur til nullpunkti og hareftir byrja av nýggjum, uttan Gud, heilagar skriftir og religión.
Í sínum ungu døgum, luttók McGrath sjálvur sum ein aktivur gudloysingur í ateistiska rákinum í 70unum. Hetta var tíðin tá hann sjálvur, Richard Dawkins og flest onnur væntaðu religión at verða burturbeinda við endan á árhundraskiftinum. Teir kallaðu hetta rák ‘Tann stóra umafturlæran’, har í endamálið var, at føra samfelagði aftur til nullpunkti og hareftir byrja av nýggjum, uttan Gud, heilagar skriftir og religión.
McGrath fortelur at henda rørðsla brádliga brotnaði. Sjálvur
valdi hann saman við øðrum, við endan á 70unum, at gerast kristin, onnur
gjørdust teistar og onnur gjørdust ómetaliga opin fyri Gudinum.
Her sindraðist so spádómur Nietzsches og sjálvandi menn sum
Richard Dawkins óansæð teirra propaganda polemik vóru og standa í dag púra fyri
ongum.
Kanska ein av orsøkunum til at Gudurin aftur gjørdist
modernaður í modernaða huga okkara, er tí at áhugin hevur gjørt um seg, eisini
í tí akademiska heiminum. Við øðrum orðum, akademikarin innan vísindini og
heimspekingini hevur havt ilt við, at lagt hugtakið ‘Gud’ tilsíðis. Tó at mangir
av hesum kanska orða seg um Gudin sum ómodernaðan og mytologiskan, so opinberar
hesin útvortis hugburður, lítið um teir tankar sum hesir innast inni mugu bera
uppá. Sum eisini vælkendi fysikarin Fred Hoyle tordi at luta: “…sjálvt um flest vísindafólk vraka
religión, valdar hetta tonkum teirra meiri enn hjá prestunum”.
Ateisturin Quentin Smith skrivar í hesum sambandið: ”God is
not dead in academia; he returned to life in the 1960s and is now alive and
well in his last academic stronghold, philosophy departments (Quentin Smith:
the Metaphilosophy of naturalism, Philo 4.no 2).
Ein av høvuðs orsøkunum til hetta skifti vóru, ivaleyst tær
uppdagingar sum indikeraðu at alheimur okkara hevði ein uppruna. Ateistar
gjørdu sær undan hesum galt av, at alheimurin av nátturu var statiskur, ævigur
og uttan uppruna. Men hetta nýggja paradigmuskiftið hevði við sær, at
alheimurin nú hevði eina upprunaliga byrjan og hetta broytti alt.
Reaktiónirnar vóru ymiskar, tað vóru summir gudloysingar sum
av hesum fóru á glið, tildømis ex-ateisturin Antony Flew. Í bók síni ‘There is
A God’ skrivar hann:
When I first met the big-bang theory as an atheist, it
seemed to me the theory made a big difference because it suggested that the
universe had a beginning and that the first sentence in Genesis (“In the
beginning, God created the heavens and the earth”) was related to an event in
the universe. As long as the universe could be comfortably thought to be not
only without end but also without beginning, it remained easy to see its
existence (and its most fundamental features) as brutes facts…But the big-bang
theory changed all that…This radically altered the situation…Modern
cosmologists seemed just as disturbed as atheists about the potential
theological implications of their work. Consequently they devised
influential escape routes…136-7.
Flew leggur somuleiðis áherðslu á, at ateistar í hesari
gransking slett ikki hava fylgt við vísindaligu tilgongdini, men hava ligið
aftanfyri:
“Now most of my above discussions were carried on
independent of developments in modern cosmology. In fact, my two main
antitheological books were both written long before either the development of
the big-bang cosmology or the introduction of the fine-tuning argument from
physical constants. But since the early 1980s, I had begun to reconsider. I
confessed at that point that atheists have to be embarrassed by the
contemporary cosmological consensus…” (134-5).
Flew er dømi uppá teir ateistar, eins og McGrath, sum tordu
at broyta meining. Men Flew sipar eisini til tað meiri negativu reaktiónina, tí
‘Big bang ástøði’ hevði ávirkan ikki bara á ateistar, men vísindafólk sum
heild. Gud gjørdist nú knappuliga relevantur, eisini í vísindaligum høpið, sum
eisini Hoyle gav okkum eina ábending av. Hetta førdi sjálvsagt til ómetaliga
negativa reaktión, sum eisini Stephen Hawking skrivar:
Nógvir fysikarir gjørdust
illir. Men religiøsir leiðarir, sum trúðu á skapan frøddust, tí her var
vísindaligt prógv (The universe in a nutshell, p. 41).
Quentin Smith vísir
somuleiðis á, at fyri gudloysingar sum heild, hevur hetta verið ov nógv av
einum munnbita, og at tøgn teirra millum hevur valda, viðvíkjandi uppruna
alheimsins:
“…millum ateistar hevur
tað verið ein vemmlig tøgn og aftursvarið veikt og ósjónligt” (Quentin
Smith, A Big Bang Cosmological Argument
For God’s Nonexistence, 1992).
Tíðskil kunnu vit innan modernaða vísindaheimin bólka
reaktiónina upp í tey 1) hvørs skepsis mátti boyggja seg fyri veruleikanum, 2)
tey sum full í fátt og gjørdust ill, 3) tey sum hava valt at tiga.
Ein fjórði bólkur fevnir um tey, sum uttan endiliga at gerast
kristin ella teistar valdu at vera opin fyri at Gudurin møguliga er til. Her
kunnu vit sipa til Robert Jastrow, ein leiðandi NASA vísindamaður, bæði
fysikari og kosmologur og fyrrverandi leiðari og stovnari av NASA Goodard
Institute for Space studies. Í bókini ‘Until the Sun dies’ skrivar Jastrow:
‘Was it “Thine all powerful hand that creates the world
out of formless matter”? And this last question, more interesting than any
other can never be answered; we can never tell whether the hand of God was at
work in the moment of creation…(16). The universe, and everything that
has happened in it since the beginning of time, are a grand effect without a
known cause (17). An effect without a cause? That is not the world
of science; it is a world of witchcraft, of wild events and the whims of
demons, a medieval world that science has tried to banish. As scientists, what
are we to make of this picture? I do not know…(17).
Now we see how the astronomical evidence leads to a biblical view of
the origin of the world. All the details differ, but the essential element in
the astronomical and biblical accounts of Genesis is the same; the chain of
events leading to man commenced suddenly and sharply, at a definite moment in
time, a flash of light and energy’
(21).
Bíbilski Gudurin
Hugtakið Gud, ein Gud sum er til og sum skapti alheimin og
møguliga fleiri alheimar, er tí slett ikki ómoderna myta. Nógvir serfrøðingar
halda at hugtakið Gud er samanberandi við vísindina um uppruna alheims og
møguliga er tann logiska forkláringin uppá tilveruna.
Men hartil eru vit ikki inni á bíbilskari grund enn. Eftirfylgjandi
spurningurin er, samsvarar Gudurin í Bíbliuni við nýmótans hugsan og hugtøk?
Nógvir ateistar vilja verða við, at hugtakið Gud í
Abrahamiskari religión, umboðar eina alt ov simpla, nærum menniskjaliga og
mytulogiska veru sum slett ikki passar inn í nýmótans vitan og hugsan. Hesir
vilja verða við, at ein Gud sum vildi alheimin og tilveru av onkrari orsøk, um
hann nú vísti seg at verða til, vildi eftir tí vísindaliga og filosofiska
høpinum verið nógv størri og óbeskriviligari enn Gudurin í Bíbliuni. Við øðrum
orðum, tann Abrahamiski Gudurin, sum vegleiðir, krevur tilbiðjan og lýdni, sum kann
provokerast, gerast illur, oyða ella signa ein einstakling ella eitt heilt
fólk, er alt ov menniskjaliga niðurdrigin. Heldur vildi ein Gud í vildi og skapti
hetta óskiljandi universi og tilveruna, verið alt ov upphevjaður og stórur til
at plágast av smáu detaljunum í alheiminum, eitt nú skapan av lívið og umstøðum
menniskjans—ella so ljóðar í hvussu er argumentið.
Men so er spurningurin, hevur ateisturin hugsa hetta nóg væl
ígjøgnum?
Sjálvandi tá ein bítur seg fastan í orðalagi, í tildømis
Sálmunum, kann ein fáa tað uppfatan, at Gud tykist nærverandi og persónliga
aktivur í eini og hvørjum nátturu fyribrigdi, so sum í skýggjum, snarljósið,
toru og heglingi:
“…myrkur setti Hann rundan um Seg sum bústað, myrk vøtn,
tjúkk skýggj. Úr ljómanum fyri andliti Hansara fóru skýggj Hansara fram,
heglingur og eldsgløður…Hann skeyt pílar Sínar og spjaddi teir, snarljós…”
(Sálmur 18: 12-15).
Í bíbilskari doktrinu, er talan slett ikki um Gud, sum
beinleiðis stýrir eitt nú sólini ella mánan, eins og eitt menniskja stýrir
einum fjarstýrdum bili. Í Bíbilskum samanhengi er tað ein Gud sum ‘vil’ og Gud
sum ‘letur’. Allar alheimsins nátturligu skipanir eru tí tengdar at ‘vilja’
Guds.
Tíðskil kann sigast at Gud sendir snarljósið og Gud letur
regna, tað guddómiliga virksemi sum Hann eisini lýsir fyri Job (Job 38). Men
hetta í Bíbliuni útilukkar tó ikki veruleikan av nátturulógunum og teirra
týdning millum hendan vilja Guds og nátturu fyribrigdini. Tildømis tá Gud sipar
til rúmdarlikamini í sama kapitul (Job 38), tykist hetta verða ein bíbilskur
veruleiki:
“Bindur tú bandið um sjeystjørnuna! Kanst tú loysa
leinkjurnar av Orion? Er tað tú, ið letur stjørnumyndirnar í dýraringunum koma
fram í rættari tíð…Kennir tú lógir himmalsins?” (Job 38: 31-33)
Aftur í hesum føri, letur Gud ávíst henda, men so sipar hann
í høpinum somuleiðis til bond og leinkjur, við øðrum orðum agentar, ella
kreftur sum tykjast verða virknir millum vilja Guds og ávísar partar av
nátturuni. Í hesum sambandi vísir Hann til lógir himmalsins; við øðrum orðum—nátturulógirnar!
Gud upphevjaður
Tað sum hesir gudloysingar neyvan hava biti merki í, er at
hesin Gud sum er upphevjaður og óbeskriviligur og sum slett ikki tykist
menniskjaligar, er júst tann Gud sum Bíblian umboðar. Tak eitt nú Esaias 40 sum
okkara fyrsta stig í hesari upphevjan:
Hvør hevur mált vøtnini í lógvanum, spannað himmalin, mált
dust jarðarinnar í skeppumálið og vigað fjøll á bismara og heyggjar á
vektskálum…nei sum dropi úr byttu eru fólkasløgini, sum dism á vektskálini eru
tey at rokna; ja oyggjarnar letur hann fúka upp sum hitt fína dust…Fólkini eru
øll somul sum einki fyri honum; fyri púrt einki og beran tómleika roknar hann
tey…tað er Hann, ið situr høgt yvir jørðini so víð sum hon er…tað er Hann í
breiðir út himmalin…og spennir hann út (12-22).
Gudurin í her verður lýstur í tátíðar málið og
samanberingum, hevur skil á, ella er vitandi um allar detaljir, samstundis sum
kraft hansara eisini fevnir um allan tann ekspanderandi alheimin. Hann er miklari enn alheimurin, tess rúmd,
tíð og evnið, men virkar kortini í hesum dimensiónum.
Fyri honum eru fólkasløgini sum dropi í einari span. Við øðrum orðum, fyri Gudi er menniskja og lív á jørð nærum einki, kanska at líkna við bakteriuna undir stovuborðinum, sum hann eisini tekur til:
‘Fólkini eru øll somul sum einki fyri honum; fyri púrt einki og beran tómleika roknar hann tey’.
Fyri honum eru fólkasløgini sum dropi í einari span. Við øðrum orðum, fyri Gudi er menniskja og lív á jørð nærum einki, kanska at líkna við bakteriuna undir stovuborðinum, sum hann eisini tekur til:
‘Fólkini eru øll somul sum einki fyri honum; fyri púrt einki og beran tómleika roknar hann tey’.
Hetta at Gud er ævigur men kortini virkandi í tíð og rúmd,
verður ómetaliga væl lýst í bókini hjá Jeremias profeti, har Gud sigur um
seg sjálvan:
Eri Eg tá bert Gud nær við—sigur Harrin—og ikki langt burtur…er
tað ikki Eg, ið fylli Himmal og jørð! –sigur Harrin (Jeremias 23: 23-24)
Hetta eru sjálvandi dýbdir, víddir og hæddir sum menniskja
við síni avmarkaðari IQ, ikki kann fata ella beskriva. Men hvussu so, tá vit
siga, at Gud er meiri enn tíð, rúmd og stað, meiri enn tilvera og
veruleiki? Hvussu fata og beskriva vit hetta?
Guds støðið samanborið við støðið menniskjans, hevur
tiltíðir verið samanborið, við at heinta eina bakteriu upp úr gólvinum, plasera
hesa á fartelduna og skrála í andlitið á henni: ‘skriva tvær síður um
termodynamiks’.
Veit ikki heilt hvat ein skal siga um eitt slíkt analogið!
Veit bakterian at hon er flutt? Veit hon nakað um hús, borð, stovur/kømur,
teldur, bókstavir, termodynamiks? Hoyrir hon røddina? Skilir hon orðini sum verða
tosa og hvat er tað at skriva? Veit hon hvat munurin er at førka seg einum
gólvi og einum telduborið?
Gud nær og fjar
Men Gud er tó ikki bara uppphevjaður. At Gudurin í Bíbliuni
er absolut upphevjaður, og samstundis hevur sítt eyga á og sín áhuga í
menniskjanum og øllum hugsandi detaljum, var eitt evnið sum upptók profetin og
kongin Sálomo. Tá tempul Guds í Jerusalem fyrstu fer verður tikið í brúk; sigur
hann:
“Men ber tað til, at Gud býr á jørðini!” Himlarnir, ja
Himlar Himlanna, taka Teg ikki—hvussu mikið minni tá ikki hetta húsið, ið eg
havi bygt! Kortini skalt tú venda tær til bøn tænara Tíns og eyðmjúku ákallan
hansara (Fyrra Kongabók 8: 27-28).
Ilt er at sig,a um Sálomo í hesari profetisku talu síni
sipaði til multiversir, ella møguliga bara aðrar dimensiónir hvat enn so
munurin er. Men tað sum tó stendur fast, er at hesin Gud sum er óbeskriviligur,
meiri enn alheimurin og orsøkin til allan eksistens, samstundis leggur í okkara
persónligu detaljur.
Men er tað ikki júst hetta sum ger Gud til Gud? At Hann sum ikki
bara er upphevjaður og er ov stórur til okkara univers, absolut almáttugur og
hvørs nærvera, vald og kraft nær allastaðni og samstundis er alvitandi? Og tá
siga vit alvitandi í tann forstand, at Gud hevur altíð vita alt.
Við øðrum orðum, allar tær minstu detaljur, frá hvørjum
einstøkum alheims protoni og neutroni til hvønn einstaka kvasara, hvønn blóðsdropa
og hvørja kyknu, til hvønn tanka sum hvør einstakur fer at hugsa ímorgin er
Hann vitandi um og vil Hann:
“Harri, Tú rannsakar meg og kennir meg! Tú veist, nær eg
siti, og nær eg standi; Tú skilir hugsan mína langan veg. Tú hevur greiði á,
hvar eg gangi ella liggi, og allar vegir mínar kennir tú gjølla. Tí áðrenn
orðið er til á tungu míni—ja. tá veitst Tú tað til fulnar, Harri…At skilja
hetta er mær ov undurfult; tað er ov høgt, eg eri tað ikki mentur…Bein míni
vóru ikki Tær duld, táið eg var skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum.
Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir,
dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin” (Sálmur 139:
1-16).
Tað er sjálvsagt eitt ræðandi hugtak!
Tað sum ivaleyst ger okkum menniskju meiri máttmikil enn
bakteriur, er okkara stødd og vitan! Spurningurin er tó um hetta tó veruliga
ger okkum so máttmikil? Og spurningurin er sjálvsagt líkaleiðis, um ein Gud sum
er ov máttmikil at kunna trakka inn í okkara alheim og niður á okkara støði, í
veruleikanum er so máttmikil?
Í so fall, vildi talan verið um stødd heldur enn mátt. Tað sum ger Gud til Gud er at hann kann virka í tí sokallaða upphevjaða, eins og í teimum smáu detaljum.
Í so fall, vildi talan verið um stødd heldur enn mátt. Tað sum ger Gud til Gud er at hann kann virka í tí sokallaða upphevjaða, eins og í teimum smáu detaljum.
Tann óbundni Gudurin
Um vit eina løtu skilja frá teir positivu eginleikarnar, so
sum Hansara persónliga kærleika og umsorgan og samanbera støði Guds við støði
menniskjans, so er í veruleikanum talan um ein Gud sum ikki hevur okkum, okkara
tørvir, kritik og krøv fyri neyðuni! Ein góð samanbering vildi ivaleyst fevnt
um menniskjans fríða vilja at kóka sær kaffimunn, uttan at skula senda ein tann
einasta tanka av samkenslu um tær milliónir at bakterium sum nú skulu enda sítt
lív í kókandi kettlinum, bara tí eg og tú skulu vilja okkurt heitt í munnin.
Hesin Gud kann í veruleikanum drukna heimin í einari flóð,
brenna býir og samfeløg í grund, slátra heilar tjóðir, útseta sítt fólk og
sínar tænarar fyri alskyns royndum og lata tey fella, tveita menniskju og aðrar
verur í Helviti, osv.
Her hava Bertrand Russell, Richard Dawkins og Christopher
Hitchen, eins og tann einstaki í veruleikanum, ikki ein skid at siga. Samborin
við ein Gud sum ER, er ekistensur, so sum menniskjan nærum óveruligt, skiljandi
við at Gud er meiri veruligur enn Hansara skapanarverk.
Eins og tá fýra ára gamla dóttur mín teknar eina mynd og
skræðir hesa, um úrslitið ikki var tað ætlaða, so fer tekningin neyvan at broka
seg, heldur ikki grætur dóttir mín, um at papíri verður skrætt og tveitt í
skrelluspannina. Sum vit lósu í Esaias profeti omanfyri, so er menniskjan
samanborið við Gud, sum einki, tómleiki, nærum virðisleyst. Bíblian, sum eisini
leggur dent á hesa síðuna av Gudinum, sparir ikki uppá orðini, tá lýst verður
hvat støði Gud í mótsetning til okkum virkar á:
Eg, sum eri upphav ljósins og skapari myrkursins, Eg, sum
gevi lukku og skapi vanlukku – Eg Harrin, eri tann, ið ger alt hetta (Esaias
45: 7)
Hesin Gud kann í veruleikanum gera akkurát sum honum lystir,
Hann er hóast alt Gud! Tað eru mong menniskja sum ynskja at draga Gudin til
dóms, og rópa upp um Guds ótespuligu nátturu, Hesin sum í sínari almakt kortini
loyvir so nógva líðing og enntá fremur líðing; men hesi kunnu spara sær. Eins
og menniskja kókar sær ein temunn og ikki gevur sær far um líðingina og
brokkaríði frá hesum neyðars bakterium sum í ketlinum kóka (um so var), so er
tað einki krav uppá at Skaparin skal geva sær far um okkara neyð og tørvir. Gud
kann geva lukku og skapa vanlukku sum honum ynskir og nær Hann ynskir. Hann er
Gud og eingin kann í veruleikanum brokka seg og vænta stórvegis reaktión, meiri
enn teknipapírini hjá dóttur míni.
Í Esaiasarbók lýsir hesin Gudurin enntá tey sum brokka seg:
“Vei honum, ið trætir við skapara sín—pottabrot millum hini
pottabrotini av jørð! Kann leirið siga við leirmyndarin: “Hvat kanst tú gera!”
Og kann verk títt siga um teg: “Hann hevur ongar hendur!” (Esaias 45: 9)
Her venda vit aftur til omanfyrinevndu samanberingina, harí
vit sum skabningur og menniskja ikki eru annað enn verk; analogiðin sum nýtt
verður, er pottabrot, og leir. Skaparin kann gera akkurát sum honum líkar, eins
og leirmyndarin ger við leirið! Gud kann skapa okkum til tað endamál sum hon
lystir og enda skeið okkara sum honum lystir. Hví? Tí Hann er Gud!
Her haldi at ateisturin uttan at hava hugsa stórvegis, onkursvegna
mótsigur sær sjálvum! Eina løtu so er Gud ov menniskjaligur tí hann grípur inn,
vísir seg, og á ymiskan hátt ger seg kendan. Næstu løtuna er Gud ikki til,
eftirsum Gud ikki leggur í umstøðu menniskjans, eins og eg og tú ikki leggja
stórvegis í bakteriuna í ketlinum.
Sum teistar, nýtist okkum tó ikki at venda hesum hugtakinum
bakið og gerast fjepparir av materialismu. Ein dapur veruleiki er ikki
neyðuturvilliga eitt falskt hugtak. Flestu ateistar, sum seta materialismu,
tilveru, orku og evnið í Guds stað, mugu sjálvur bíta í tann bitra endan,
játtandi at alheimurin er eitt hvørt meiningsleyst nátturligt lykketræf, har í
tilvera og seinni lív, uttan veruligt endamál gjørdust veruleikið. Eftir hesari
heimsmynd, er tilveran uttan endamál og universi kalt, brutalt og eirindaleyst;
kærleiki, gleði, njótan og menniskjatørvur eru harvið ikki annað enn kemiskar
reaktiónir galdandi í fysikinum. Í hesum høpið, er menniskja, eftir tí áskoðan
sum summir ateistar eru farnir at halda seg til, avlopi, dálkingin í einum
alheimi fullum av tómleika = orku.
Kortini, so far hesin ómetaliga dapri veruleiki ikki
gudloysingar flest, at broyta kós og inkludera, at ein meiri metafysiska
hending má verða uppruna orsøkin aftanfyri tilveruna!
Fyri teistar er alt heldur ikki so ovurhonds ljósarreytt,
vit mugu læra at Gud ikki er hesin niðurpakkaði fitti jólamaðurin ella sjeikurin,
sum av eini ellar aðrari orsøk skuldi havt tann minsta áhuga í at búleikast í
okkara ljósareyðu líttlu boks. Vit mugu læra at vit hava við Gud at gera. Ikki
tí sterkastu kraftina í universinum, men orsøkina til sterkastu kraftina og
allar kreftir í universinum. Hetta kann verða ræðandi, absolut ræðandi og somuleiðis
spennandi, men eisini gevandi og samstundis nógv meiri logiskt enn tann
heimsmyndin, sum verður prakka uppá okkum, har í rúmd, tíð, evnið og orku, ella
fyri tann skyld kosmologiskt singularity, uppstóð úr ongum, óansæð um talan er
um byrjan við eini byrjan, ella eina byrjan uttan byrjan.
Niðurstøðan
Tó í bíbilskari doktrinu, lýsir hetta einans hálvan
sannleikið. Samanberingin av Gud við menniskja og ketilin er ikki berandi,
eftirsum hetta menniskja ikki er vitandi um hvørja einastu detalju tengda at
hvørji einastu bakteriu sum er farin upp í kók. Í mótsetning kennir Gud tann
einstaka, Gud kann bjarga tí einstaka og kann hava umsorgan fyri tí einstaka,
tí Hann er Gud; alt meðan hann samstundis er upphevjaður. Ein deistiskur gud
ikki kemur nær námindi slíkari guddómligari tign! Gudurin í Bíbliuni fevnir
bæði um óbeskriviligan upphevjan, eins væl og nágreiniliga virkan á lægsta
støði. Hetta var tann veruleikin Sálomo tók til sín og sum eisini verður lýstur
fyri okkum í Esaisarbók, har stórleiki Guds verður settur so ógvusliga í
hásætið.
Tað sum eg royni at siga er, at tað gerst fákunnleiki, at
skula royna at fata, skilja og beskriva Gud út frá einari avmarkaðari dimension
sum okkara. Tildømis skuldi menniskja kunna samskift við bakteriur, so máttu
vit ivaleyst stigi niður, ella virka okkum niður á eitt støði, vit ikki heilt
dugdu ímynda okkum. Hetta vísir sjálvsagt at vit eru á øðrum støði enn
bakteriur, men samstundis vísir hetta, hvussu avmarkaðir førleikar okkara sum
menniskju eru. Gud sum opinberar seg á skapanarstøði, tað vil siga, sum trínir
inn í rúmd og tíð, gerst sjálvsagt meiri menniskjasligur, tó ikki orsaka av
hansara avmarkan, men heldur orsaka av hansara óavmarkan. At Gud tiltíðir kann
tykjast verða niðri á okkara kosmologiska nivá, sigur bara einki um Guds
veikleika ella menniskjasligheit, men staðfestur heldur hvussu víttfevnandi og
óbeskriviligur hann er.
No comments:
Post a Comment
Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.
Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.
Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.