Saturday, November 22, 2014

Aftursvar til greinina hjá Hergeir: ‘Føroyar ein fanatisk tjóð’

Aftursvar til greinina hjá Hergeir: ‘Føroyar ein fanatisk tjóð’


 So, here we go again. Hopi ikki Hergeir tekur tað illa upp at eg svari aftur. Lesi altíð tað sum Hergeir skrivar, eri samdur í nógvum, haldi tað altíð verða ein framíkjarætt at svara aftur og havi einki ímóti manninum.

So byrja vit.

Í síni grein omanfyri, lýsir Hergeir Kristindómin í Føroyum, sum fanatiskan og blindan. Harnæst spurningarnir: kann man verða kristin uttan at verða fanatikari og er tað rætt at Føroyar verða kallaðar kristnar?

Fyri tað fyrsta, so haldi eg 'fanatismu' oftani, verða alt ov tengd at religión.

Jú eg eri ein fanatikari, um tað merkir at eg trúgvi uppá ein Gud, á ein veg og ein ávísan sannleika.

Eg, eins og mong onnur, ivaleyst flest onnur, eri ein fanatikari, tí eg trúgvi á mína heimsáskoðan, eins og onnur trúgva á teirra egnu heimsáskoðan, teirra veg og teirra sannleika.

Flestu av okkum, kanska øll av okkum kunnu bólkast í hendan fy-bólkin.

Tað sum tú annars eisini leggur dent á her og sum eg loyvi mær at verða ósamdur í, er tín sipan til blindleika, at ein sum er kristin neyðturvilliga blint trýr á Jesus.

Eg havi ongantíð uppliva mína trúgv á Jesus sum blindleika. Eitt eru áravís av lestri, BA og MA við høvuðsdenti á søguligi síðuna um hvør Jesus veruliga var. Sum fyri meg ger tað alt meiri eyðsæð at Jesus er ein søguligur persónur hvørs yvirnátturligu aspektir, rationelt ikki eru so lættliga burturforkláraðar.

Eg havi eisini hug at brokka meg um setningin: ‘Kristindómurin krevur eisini, at mann hevur ein irrationellan loyalitet mótvegis Jesus, sum mann ongantíð hevur møtt, men bara hevur lisið ella hoyrt um.

Grundin til at eg eri kristin í dag og at eg sum tannáringum vendi mær frá einum lívið og hugburði sum var alt annað enn kristin og moralskur, var akkurát tí at eg hevði eitt sovorið yvirnátturlig møtið við hendan Jesus.

Mín Kristindómur byggir ikki fyrst og fremst á vitan og lestur, sjálvt um vitan og lestur fyri meg hava staðfest, at mín trúgv á ongan hátt er blind.
Men mín persónligi Kristindómur byggir á, at eg persónliga sum ein tannáringum upplivdi, nakað sum eg ongantíð fari at kunna venda bakið. Nakað sum eg vil liva og doyggja fyri. Nakað sum eg mangan havi váða lívið fyri og ivaleyst komi at váða lívið fyri aftur.
Fyri meg er Kristindómur ikki bara eiti, ella heiti, traditión ella religión; øll hesi, í sær sjálvum, inkludera religión, stinka.

Fyri meg er Kristindómur eitt livandi samband uppeftir, har eg tori at pástanda, at eg havi fingi samband við Gud og tað sambandi broytti mítt lív.

Tú mást royna at seta teg inn í mína støðu her, at eg í mínum egna kammari sum tannáringur siti og biði til hendan Gudin sum eg ongantíð áður hevði sæð (frádrigi møguliga einum veruliga undarligum upplivisli sum 5 ára gamal, men tað kann bíða), ella kenni. At eg í kamarinum knappuliga døsi/blívi vekk/sovni, og tá eg vakni aftur eftir fáar minuttir upplivi, at kamari er fult av einari andaligari, yvirnátturligari nærveru (tað sum eg vildi kalla Guds nærveru), at hendan kraftin knappuliga verður partur av mær og at eg uttan at eg dugi at seta orð á tað, havi samband uppeftir.

Tað náttina torið eg at siga, hvíldi eg trygt, hevði ongantíð vita at ein kundi sova so væl. Og tá eg vakni morgunin eftir, ein mánamorgum, er kamari nærum eksplosivt. Hetta sum eg havi fingi samband við, fylgir mær enntá í skúla, út úr húsinum, í bussin, av bussinum við Steinatún, niðan í Kommunuskúlan, inn í klassastovuna, allastaðnis.

Tá tú brúkar orðini: ‘ongantíð hevur møtt’, so hugsaði eg: hvat veit Hergeir veruliga um tað?

Men so hugsaði eg, læt meg bara greiða Hergeir frá hvussu tað veruliga byrjaði.  

Her er ivaleyst nógv annað at taka fatt í, tildømis tína ávísing til loyalitet. Tað er einki galið í at verða loyalur um søkin er góð, ditto viðvíkjandi ‘entusiasmu’. Eg vildi sjálvur mett teg at verði loyalan og entusiastiskan av lyndi, og nógv sum tú skrivar hevur tú púra rætt í.

Men einki av hesum ger Kristindómin blindan, irrationellan, ella neyðturvilliga vandamiklan. 

Jú á ein hátt má ein verða fanatiskur fyri at verða ein kristin, also ein veruligur kristin; hvat tað er, vil eg gjarna koma inná eina aðruferð. Men um tann fanatisman er samsvarandi teimum útsøgnum tú vísir á, er ein heilt onnur søga.

Tildømis, eg vaks upp í einari kristnari familju, men tað var ikki fyrrenn eg sum tannáringur valdi at gerast ein eftirfylgjari Jesusar. Fanatisman heima, sjálvt um eg lærdi um ein Gud, um Jesus sum einasta vegin til Gud, um Himmal og helviti, var ikki verri eg so, enn at mamma mín, hvønn einasta mánað, frá tí eg var 12 ára gamal (um eg minnist rætt) keypti mær 'Illustreret Videnskab', inkludera bókarøðina uppá eini 20 bind.

Jú eg vildi eisini met heim mítt í løtuni at verði fanatiskt. Eg meini so við, vit fylgja okkara trúgv, við biðja saman sum familja. Eldra dóttur mín, sum er heilt ung, er rættuliga aktiv kristin, rættuliga radikal og velur tað sjálv. Hon er ein MK (missionary kid), ella eitt trúboðara barn og hevur ivaleyst uppliva og sæð meiri enn flestu føroysku børn. Hon er óbúgvin enn, ein typiskur tannáringur, etc, men hevur hjarta á røttum stað. Kortini ynski eg at hon setur seg inn í vísind, heimspeki og søgu og eggji hana at lesa alt tað sum hon far hendur á. Millum annað er hon byrja at lesa ‘Stephen Hawking’, og fer nú at gera kál ‘Sofies Verden’.

Eg veit tí ikki ordiliga um tín lýsing av kristnari fanatismu veruliga heldur.  

Eru Føroyar veruliga kristnar? Eg vildi sagt nei. Einki land kann verða veruligt og fanatiskt kristi, Kristindómur fungerar ikki soleiðis.

Men hvussu so við Føroyum sum roknar seg kristi?

Føroyar velja at verða ein traditional kristin tjóð. Men tað er stórur munur á hesum og at verða ein eftirfylgjari Jesusar. Og sjálvandi tað eru deildar meiningar um hvørt Føroyar eru kristnar ella ikki, eisini millum kristin.

Men eg haldi at føroyingar flest kenna ein tryggleika í at kalla seg kristin. Flestu kenna ein tryggleika í at tað er ein hægri makt sum ein kann leita til og flestu kenna seg trygg við einari meiri absoluttari siðamentan og einum morali, sum annars møguliga verður skola út um kristinheitin fer.

Hetta í sær sjálvum ger ikki menniskju kristin, ikki meiri enn av eiti. Men hetta gevur teimum vegleiðslu og gott í beinini. Hetta kemur kanska eisini at varveita borgarar og komandi ættarliði frá tí møguliga ruðuleika sum Europa sum heild møguliga er við at vevja seg út í.


Og um vanligi føroyingurin ynskir hetta, eigur tað ikki at verða frá honum tikið.