Wednesday, August 15, 2012

Science flies you to Mars, atheism ships you to Gulag!

Tað er ófatandi soleiðis sum ateistar megna, at forvrongla síni argumentir við at nýta fulkommuliga skeivar samanberingar. Eitt nú hendan skrønan niðanfyri:


Onkursvegna vilja ateistar við hesum seta religión upp í móti vísind. Men grund á hvat? Vilja ateistar hava okkum at gloypa teirra pástandi rátt, at religiøs menniskju ongan áhuga hava í vísind og slett ikki hava førleikan at førka seg innan vísindaheiminum?
Inkluderar hetta harvið eisini vísindafólk so sum Newton? Vil ateisturin verða við, at persónar so sum John Lennox og Alister McGrath slett ikki kunnu verða religiøsir tí hesir samstundis eru vísindafólk og vice versa?

Jú, vit kunnu enntá fara so langt sum at inkludera Stuart Burgess, ein ómetaliga væl umtóktur enskur vísindamaður sum samstundis er ein ultra-hyper-konservativur kreationist og ID tilhengari.

Niðurstøðan er, at eingin av hesum (og nógvir við teimum), síggja vísind sum heild, at verða ein kontra-hugburður mótvegis religión ella trúgv á eina ella fleiri hægri maktir. Veit ikki heilt hvat religión sum heild, skal hava mótvegis uppruna alheimsins, upprunaevnum ella partiklum, jarðfrøði, gransking innan heiligváð og enntá menning og leitan av lív á øðrum klótum?

Men hatta er so eina lygnin av meminum omanfyri.

Harnæst vil ateisturin verða við at religión flýgur okkum inn í bygningar!

??????????????

Er hasin pástandurin veruliga úr veruleikanum sprotin?

Í hesum samanhenginum er talan ivaleyst um Islam og ræðuleikarnar av 11 septembur. Men pástandurin er ræðuligu skeivt formuleraður, eftirsum hetta tykist at tveita allar religiónir í sama bólk. Í hesum høpi, høvdu ateistarnir um rætt skuldi verði rætt, fasthildi um religiónina Islam, heldur enn heitið religión sum heild.

Um slíkur logikkur er eitt imperativ innan skynsemi, kundu vit ivaleyst eisini tveitt vísind fyri borð, eftirsum Mengele framdi royndir við livandi menniskjum, somuleiðis gjørdu kommunistarnir við neyðardýrini í Gulag legunum.

Fyrst er at siga, at ikki allir muslimar, eru jihadistar ella tíðansæð tíma, velja ella fylgja einari jihad doktrinu. Hópin av religiøsum muslimum eru vanlig og erlig menniskju, sum líkaleiðis hava áhuga í einum góðum, tryggum samfelagið og sum enntá hava áhuga í vísindi.

Tað sagt, so inniheldur religiónin Islam læruna um Jihad (heilagt kríggj) og deilir enntá heimin upp í Dar-ul-Islam (hús Islams-muslimski heimurin) Dar-ul-harb (krígshúsið-ikki islamsk lond og økir).

Tilburðurin tann 11 septemur, 2001, verður tíðskil bólkaður undir Dar-ul-harb og var av muslimska heiminum (sum heild) roknaður sum ein islamskur sigur yvir fíggindan (Dar-ul-harb), í hesum føri Vesturheimurin.

Eg og familjan vóru tann dagin stranda í einum muslimskum landið, tá atsøknin móti 'the twin towers' fór fram.
Hetta landið var opinbart í einum sigursrusi eftir hendingina og enntá í bussunum heilsaðu tey hvørjum øðrum við: 'tillukku við sigrinum'.
Sum familja máttu harnæst krógva okkum í 14 dagar og síðani smuglast til flogvøllin, haðani vit sluppu heilskapa aftur til Vesturheimin, tó við kensluni, at vit løgdu eftir okkum, hópin av kristnum sum ikki fóru at sleppa líka snikkaleys.
Eg kann tí staðfesta, at religiónin Islam og tess læra um Jihad er ein potentialur vandi grundaður á teirra religøsu tekstur og tess læru um praksis fyri nútíðina, tó at hópurin av muslimum ikki fylgir slíkari læru.

Tó so ger ateisturin tað heldur vanliga, yvirdrivna mistakið, við at bólka øll religiøs og allar religiónir líka. Hvørki hinduar, sikhar, religiøsir buddistar ella kristin (í Ný-testamentligum samanhengi) hava eina slíka jihad læru (jú, Hinduisma møguliga í einum tíðarbili). Hesir bólkar, uttan so, at eitt stýrið ella onkur ørvitispersónur, velur at tillaga slíkt til trúnnað, soleiðis at hon leggur upp til ágang, eru eftir bókini ikki ovurhonds militantar, yvirgangs religiónir.

Men slíkur polemikkur frá ateistum, er óansæð av tí naiva hugburðinum tí eg haldi ikki nakar kristin leggur í at verja religión sum heild, eftirsum religión kann stinka og verða drepandi, eins og ateisma líkaleiðis kann drepa. Sum um ávísir ateistar og ateistisk stýrir ikki hava volt og enn volda menniskjum fortreð.

Nei, hesir hava kanska ikki flogi flogførð inn í bygningar, teir hava bara í navni 'menniskjans', 'friðarins', 'rættvísinar' og 'líkarættsins' bara fylt teirra fangar tippir í Sibiria, Kina og Norður Korea við monnum, kvinnum og børnum at svølta, pínast, verða neyðtikin, ovbyrða og hópin hareftir myrd. Mong av hesum, vegna teirra eina brotsverk, fyri ikki vóru gudloysingar (jep, talan er um samfelagskipanir bygdar á eina gudleysa áskoðan).

Um hesir ateistar vilja verða við, at ateisma, ikki kann verða og líkaleiðis hevur verði til líknandi ampa fyri menniskju, lív og samfelag, so mugu hesir ivaleyst liva teirra lív í teirra egnu ómetaliga avbyrgdari dreymaverð.

Ein kundi somuleiðis skapt eina líknandi kontra-polemiska, men samstundis skeiva satiru (sum tildømis myndina niðanfyri), tí ateisma førir ikki neyðturviliga í fangatippi.

Men eins og við viðgerðini omanfyri vildi hetta líkaleiðis verði ein fulkommuliga óerlig mynd av veruleikanum.