Saturday, March 30, 2019

Søguliga trúvirði Kristindóms (1)

Nýtt Video

Hvussu langt kunnu vit hándgrípiliga náa aftur í kristnu søgugranskingini?

Hvat nú um vit kunnu náa aftur líka til 2 árhundra og staðfesta at tað sum tey kristnu trúgva og lesa í okkara tíð er tað sama sum tey trúðu og lósu 70-100 ár eftir at Jesus doyði og reis uppaftur?


Wednesday, March 27, 2019

Ein kristin setur spurning við tollyndi og fordómaloysi humanismunar


Nýtt video

Eg haldi tað verða bæði hykleriskt og ótollynt av teimum sum kalla seg rationell og tollynt at diagnosera øðrvísi hugsandi sum antin ónd ella sinnisjúk, tá áskoðan teirra er ein onnur.
Í hesum føri vil eg eina venda borðinum eitt sindur.
Eina 5 minuttir, hygg til endan, og ver vælkomin til viðmerkja og at deila víðari.


Tuesday, March 12, 2019

Gud og Tíð




Hvat er vísindaligt ella satt í hesum og um hettar hevur nakran relevansa fyri okkum og universala upplivilsi er ómøguligt at siga. Filosofiska viðgerðin og kjakið um hvat tíð er og um Gud í samahenginum av tíð er áhaldandi.
Tó kann eg ikki lata verða við at hugsa, at hetta í hvussu er lýsir Bíbilsku myndina av Gudi í forhold til tíð, hvussu Gud førkar seg inn í og innanfyri alheims dimensiónunum, har Bíblian sigur at fyri Gudi er ein dagur sum túsund ár og túsund ár sum ein dagur.