Monday, April 30, 2012

Hava greinar um I.D. verið Peer-Reviewed?

Av øllum møsni sum gudloysingar mantra upp her á blogginum, má markið (ella eitt av mørkunum) ivaleyst liggja í ovurhonds stóra týdningin sum hesir leggja í at ein ritgerð, viðgerð, grein, etc, verður Peer-reviewed, áðrenn hon kann góðtakast.


Hetta er ikki fyri niðurgera týdningin av at viðgera greinar! Men eg havi varhugan av, at hesir neyvan trúgva á týdningin av hesum sjálvur, at hetta í mongum førum, heldur er akademiskur myndugleiki, persónar ella bólkar, sum taka sær sjálvum heimild av at avgerða hvat í er mett at vera fakta og ikki, heldur enn at vísa á veruligt evidence!
Meiri innlýsandi gerst hesin trupuleiki, tá hugsa verður um, at tað í mongum førum vera persónar við stórum sympati fyri viðgerini av einum evnið, sum koma døma um skrivaðu niðurstøðuna.

Nýtist mær veruliga at nevna hvørji granskingarøkir eg havi í huga?

Hmm...

Men her er so ein listi av Peer-reviewed greinum í viðgera og jaliga umtala I.D. (Intelligent Design).

Onkur fer ivaleyst at brokka seg um, at summir av hesum ikki eru so eftirfarandi, ella akademiskir, tó so kann hetta neyvan hava stóra týdningin kortini, eftirsum at onkur ateistur, sum vanliga viðmerkir á hesum blogginum, pástendur at einum ikki nýtist tað stóra akademiska baklendið fyri at luttaka í einum peer-review. Mær vitandi, ljóðaði pástandurin, at greinar í snúgva seg um I.D. jaliga viðgera I.D. ikki eru peer-reviewed.

Men hesar eru og tær eru nógvar!

Men um I.D. nú fær slíka týdningarmikla viðger, havi eg so nakra stóra grund til at avvísa møguleikan, at I.D. er á veg at gerast framtíðar vísind?

Sí:


Listin kann eisini lesast niðanfyri:

There’s been a long running tradition in the Darwinian anti-ID camp propounding that there are no published peer-reviewed papers on intelligent design.  Ever since this mantra was first popularly proclaimed they’ve been wrong.  Below is a list of peer-reviewed articles cataloged by the Discovery Institute.  For abstracts and more on the articles please visit their site.
Publications Supportive of Intelligent Design Published in Peer-Reviewed Scientific Journals, Conference Proceedings, or Scientific Anthologies.
  1. David L. Abel, “Is Life Unique?,” Life, Vol. 2:106-134 (2012).
  2. Joseph A. Kuhn, “Dissecting Darwinism,” Baylor University Medical Center Proceedings, Vol. 25(1): 41-47 (2012).
  3. Douglas D. Axe, Philip Lu, and Stephanie Flatau, “A Stylus-Generated Artificial Genome with Analogy to Minimal Bacterial Genomes,” BIO-Complexity, Vol. 2011(3) (2011).
  4. Stephen C. Meyer and Paul A. Nelson, “Can the Origin of the Genetic Code Be Explained by Direct RNA Templating?,” BIO-Complexity, Vol. 2011(2) (2011).
  5. Ann K. Gauger and Douglas D. Axe, “The Evolutionary Accessibility of New Enzyme Functions: A Case Study from the Biotin Pathway,” BIO-Complexity, Vol. 2011(1) (2011).
  6. Ann K. Gauger, Stephanie Ebnet, Pamela F. Fahey, and Ralph Seelke, “Reductive Evolution Can Prevent Populations from Taking Simple Adaptive Paths to High Fitness,” BIO-Complexity, Vol. 2010 (2) (2010).
  7. Michael J. Behe, “Experimental Evolution, Loss-of-Function Mutations, and ‘The First Rule of Adaptive Evolution,’” The Quarterly Review of Biology, Vol. 85(4):1-27 (December 2010).
  8. Douglas D. Axe, “The Limits of Complex Adaptation: An Analysis Based on a Simple Model of Structured Bacterial Populations,” BIO-Complexity, Vol. 2010(4):1 (2010).
  9. Wolf-Ekkehard Lönnig, “Mutagenesis in Physalis pubescens L. ssp. floridana: Some further research on Dollo’s Law and the Law of Recurrent Variation,”Floriculture and Ornamental Biotechnology, 1-21 (2010).
  10. George Montañez, Winston Ewert, William A. Dembski, and Robert J. Marks II, “A Vivisection of the ev Computer Organism: Identifying Sources of Active Information,” BIO-Complexity, Vol. 2010(3) (2010).
  11. William A. Dembski and Robert J. Marks II, “The Search for a Search: Measuring the Information Cost of Higher Level Search,” Journal of Advanced Computational Intelligence and Intelligent Informatics, Vol. 14 (5):475-486 (2010).

Kjak í nátt: Hevur Muhammed nakrantíð liva?

Ótrúðliga spennandi kjak í kvøld. David Wood sum eisini samstarvar við okkara enska trúarverjuskúla, Robert Spencer, ein kritikkari og serfrøðingur í Islam, kjakast í kvøld móti Anjem Choudary og Omar Bakri, báðir víðagitnir leiðarir fyri einum heimsumfatandi víðgongdum islamskum felagskapið, um evnið, hevur Muhammed nakrantíð liva? 

Eg og David Wood eru ivaleyst av somu uppfatan at Muhammed er søguligur.




Tuesday, April 24, 2012

Hugsa tær: Eingin Religión

Er Kommunisma ateisma? Manifesti hjá Marx og Engels ljóðar:

“There are, besides, eternal truths, such as Freedom, Justice, etc., that are common to all states of society. But Communism abolishes eternal truths, it abolishes all religion, and all morality, instead of constituting them on a new basis; it therefore acts in contradiction to all past historical experience.”

http://www.marxists.org/archive/marx/works/1848/communist-manifesto/ch02.htm

Eg havi ikki varhugan av, at nakað upplýst menniskja heldur uppá pástandin, at øll ateisma er Kommunisma.

Rætti spurningurin vildi heldur verið: er Kommunisma ateisma?

Nógvir gudloysingar hava ilt av slíkari útsagn og velja at sigast undan veruleikanum. Hesar síggja og lesa vit vanliga framleggja alternativi, at Kommunisma ikki kann ella eigur, at bólkast sum ateistiskt, men heldur sum ein politisk og social skipan.

Tó hyggja vit at Kommunistisku tekstunum, er tað týðiligt, at Kommunisma ikki einans nøktaði seg við at avleggja og nærum útrudda alla trúgv og religión, Kommunisman inniheldur somuleiðis ateismu sum eitt grundleggjandi støði fyri alla tess áskoðan og hugburð:

"The materialistic outlook on nature," says Engels, "means no more than simply conceiving nature just as it exists, without any foreign admixture." (Marx and Engels, Vol. XIV, p. 651.)

Í hesum høpi skrivar Engels um menniskjanátturuna og persónin:

...consciousness is secondary, derivative, since it is a reflection of matter, a reflection of being...The material, sensuously perceptible world to which we ourselves belong is the only reality.... Our consciousness and thinking, however supra-sensuous they may seem, are the product of a material, bodily organ, the brain. Matter is not a product of mind, but mind itself is merely the highest product of matter." (Marx, Selected Works, Vol. I, p. 329, 332)

Eg kann tí retoriskt seta spurningin: er Kommunisma ateisma? Og svara: avgjørt! 

Tað er týðiligt í tekstinum omanfyri, at snævurskygd materialisma liggur aftan fyri lív og tilveru í einari kommunistiskari áskoðan. 

Harnæst kunnu vit seta spurningin: um pástandurin omanfyri er rættur, um ateisma, í seinastu øld, kann sigast at verða atvoldin til, at milliónir (nøkur hagtøl siga umleið 100 milliónir) vóru offur fyri kúgan, hópdrápum og fangatippum?

Um vit skulu framføra polemik soleiðis sum gudloysingar javnan gera, so er svari so avgjørt, ja!

Sum førir okkum til triðja spurningin. Hví loyva hesir ateistar sær, at loypa yvir hesa 100 ára blóðigu søgu í nýggjari tíð, fyri síðani at krøkja seg í teir ræðuleikar sum religión var atvoldin til í Miðøldini, ella í undanfarnum øldum, enntá fyri 3000 árum síðani?

Friday, April 20, 2012

Ateisturin kann takka Gudi fyri vikuskiftið


Helt hetta sitatið hjá Henny Youngman, verða rættuliga áhugavert:

"I once wanted to become an atheist, but I gave up - they have no holidays." - Henny Youngman

Eg hugsi serstakliga um vikuligar frídagar, leygardagar ella sunnudagar. Eg kann sjálvandi fara skeivur her, men mær vitandi, er tað bara Jødadómurin og Kristindómurin og Bíblian sum fastsetur ein vikuligan frídag, har endamálið eisini er at hvíla.

Í Bíbliuni var frídagurin partur av Mosaisku lógini og dagurin var sum vit síggja, tildømis, í skrivingini hjá Ignatius, Justin Martyr og Irenaeus, yvirførdur frá leygardegi til sunnudag í kristnum kredsum. 

Í Mósilógini var kravt at einki arbeiði mátti gerast hendan dagin. Heldur ikki var loyvt at bera byrðar ella ganga langar teinar. Tað var í Mósilógini enntá deyðarevsing fyri at bróta hetta boði, men ein kann bara ímynda sær hvussu gevandi henda lógin var fyri vanliga persónin, inkludera arbeiðsfólk, tænarir og eisini trælir, sum annars undan hesum høvdu trælkast og strevast frá mornið til myrkar uttan vikuliga hvíld og stegð. 

Tey fyrstu kristnu vóru jødar og kristindómurin var so at siga at ein jødisk religón nærum heila fyrsta árhundra. Tá hesar alment vóru roknaðar sum tvær ymiskar religiónir, mistu tey kristnu rættin til frídagin, heldur  ikki var sunnudagur í rómverskum høpi, roknaður sum ein kristin halgidagur ella hvíldardagur. 

Tey kristnu út frá teirra upprunalig religión, megnaðu tó seinni, undir tíð Konstantins, at kombinera endamálið við sabbatinum við sunnudags halgidagin og dagurin gjørdist ein almennur hvíludagur.

Mær er fortalt at kommunistarnir í Sovjet og ateistiska leiðslan undir fronsku kolveltingini, royndu at beina fyri bíbilsku ávirkanini og tíðskil avtóku hendan frídagin í eitt skifti. Hetta førdi við sær at borgarin nærum knekkaði av arbeiðsbyrðuni og tørvinum á hvíld og at samfelagið nærum uppsteðgaði. 

Tá gudloysingar óvitandi skjóta upp, at Kristindómur og Bíblian ikki hava gjørt annað enn at volt menniskja og samfelagið ilt, so eri sannførdur um, at hesir ikki hava hugsa hetta nóg væl ígjøgnum, og ivaleyst fegnast um hendan vikuliga hvíldardagin sum við lóg Mósesar og seinnið av kristna samfelagnum var innsettur, so at enntá gudloysingarnir nú á døgum, eftir vikuliga stríð og strev, hava rætt til og møguleikan at steðga á, anda eitt sindur, fyri síðani at taka arbeiði uppaftur, tá kroppurin einaferð er úthvíldur.

Gott vikuskifti




Saturday, April 14, 2012

Hví eitt kristiligt samfelag er tryggari at liva í


Hví haldi eg at eitt kristiligt samfelag verða tryggari av vaksa upp í enn í einum gudleysum? Hetta niðanfyri sigur kanska eitt sindur, tí hetta var útsøgnin hjá einum gudloysingi á kjak.org ídag:
"Fyri at svara yvirskriftini heilt stutt, nei. Kristin fólk eru ov avmarkað í sínum humori. Man má ikki banna, man má ikki happa, man má ikki niðurgera onnur fólk...tá er einki stuttligt eftir."
Tað er vorðin ein heimur sum hesir hava at bjóða uppá.

Og er Kristindómurin óndur og avmarkaður tí ein ikki hevur loyvi at happa?

Ivaleyst vilja hesir gudloysingar nú pástanda, at talan var um sjónvarpsendingar, media og ikki barnaskúlar, fyri at taka eitt dømi. Men um nú miðlarnir taka sær rættin at happa, hvat fær so okkum at halda, at hetta ikki verður ein áhaldandi tilgongd sum kemur at gjøgnumsúrga heila samfelagið?

Í hesum høpinum, er so ikki týðiligt at talan er um ein hugburð?

Niðanfyristandandi niðrandi orðini, funnin á einum øðrum veggi á kjak.org eru enn eitt snøkt dømi:
"Blíva trúgvandi ongantíð troytt av at útstilla seg sjálvan sum óvitandi tápur? Ella er trupulleikin kanska meira tann, at tey trúgvandi sjálv ikki duga at síggja hvussu stupid tey eru, og tískil ikki vita av, at tey útstilla seg sjálv sum óvitandi tápur? Vit, sum hava ein fungerandi heila og eina vitan sum strekkir seg útum bíbliuna: er tað ikki okkara skylda áhaldandi at peika á býttleikan hjá teimum trúgvandi soleiðis at tey so við og við fáa lúka grovastu tápuligheitirnar út?"
Vísir hetta ikki bara beisku og oyðandi nátturuna í hesum nýggja rákinum, sum vit ídag kalla fyri ný-ateismuna? Hvat hevur slíkur hugburður at bjóða okkara samfelagið?

Og hví hevur ateisma slíkan tørv á at ærumeiða, happa, niðurgera og halda mótstøðufólki fyri spott og gjøldur? Tí við tíðini innsær ein, at hetta í veruleikanum er tað sum teir duga best til:


Richard Dawkins sigur hetta so ómetaliga væl:



Eg hugsi bara um orðini hjá Pætur ápostlinum í Fyrra Pætursbrævið 2: 17:
"Æri øll, elskið bróðurskapin, óttist Gud, heiðrið kongin"

Tuesday, April 10, 2012

Trúarverjuskúlin (so far)


Vit hava nú millum 170 til 200 luttakarir til trúarverjuskúlan og vit vænta 100 aftrat eftir summarferiuna.

Fyrsta undirvísingarkvøldið var seinasta mánaða, í Tórshavn og í Eysturoynnið.

Evnið var: Eru Evangeliini Søguliga Álítandi?

Hetta vóru nærum 3 tímar av framlegging, bólka arbeiði, í form av kjakið og spurningum (innkludera ein drekkamunn). Tey sum vit tosaðu við, hildu ómetaliga væl um evnið, at hetta var ómetaliga nýtt fyri tey og nakað sum tann einstakið eisini kann nýta í sínum gerandisdagi, annaðhvørt um ein kjakast við persónar í skúla ella arbeiðsplássi, ella um man situr á alnótini.

Tað verður eitt heilt kvøld aftrat nýtt í samband við Evangeliini, ivaleyst í mai mánaða, tá vit eisini fara at hyggja inn í tekstkritik, elstu handritini og Nýtestamentligu kanónina.

Evnið henda mánaðin er heimsmyndir: nátturulisma, ateisma, agnostisma, metoda og annað.

Tað ber annars enn til at tekna seg og tað eru enn fleiri sum tekna seg.

Sunday, April 8, 2012

Ehrman móti Infidel Guy

Infidel Guy


Bart Ehrman










Hetta sjónbandið er beinleiðis stuttligt. Inniheldur eitt stutt útvarpsprát sum brádliga broytist til eitt kjak millum tekstkritikkarin Bart Ehrman og ateistin Infidel Guy.

Ehrman ein agnostikari, er nútíðar mest aktivi kritikkari av kristnu trúnnið og so er hann eisini serfrøðingur innan søguligari gransking. Tað kom tí ivaleyst rættuliga óvart á infidel Guy, at Ehrman ikki tekur undir við teimum typisku ekstremu pástandunum við oftani hoyra frá ný-ateistum.

Saturday, April 7, 2012

Gudloysingar argast inn á kristna lýsing





Í Toronto Kanada eru gudloysingar um at flippa út, tí niðanfyri standandi lýsingin var at lesa á einum buss stopstaði:
"Dear Jesus, My mom and dad do drugs at home and it scares me. Will you help them stop? Thank you for hearing my prayer.“Don’t worry about anything; instead, pray about everything. Tell God what you need, and thank him for all he has done. If you do this you will experience God’s peace, which is far more wonderful than the human mind can understand.”"
Ateistar pástanda at lýsingin ávirkar neyðstødd børn, um ikki at søkja sær nøktandi hjálp frá løgreglu, socialmyndleikum og aðrastaðni.
http://www.patheos.com/blogs/friendlyatheist/2012/04/05/christian-bus-ad-advises-child-with-druggie-parents-to-pray-not-call-for-help/

Sum ikki einaferð, so er gudleysi hugburðin bæði villeiðindi, fram av leypandi og tekur slett ikki hædd fyri veruleikanum.


Sjálvsagt eru bíbliu-kristin ikki av tí áskoðan, at vit ikki eiga at involvera myndugleikarnar tá vandi er fyri tildømis illgerðum og skemdargerðum, ella tá støðan hjá børnum er hættislig heima; slíkur hugburður er hvørki bíbilskur ella vanligur.  

Tað sum hesir gudloysingar ikki taka hædd fyri er, at lýsingin slett ikki er ein roynd at fráráða børnum um at leita sær hjálp frá myndugleikunum. 

Orðini 'don't worry about anything' stava frá orðum Jesusar í Markus Evangeliinum 6, har Jesus áleggur Jairus í hansara vónleysu støðu um ikki at óttast men trúgva á Gud. 

Veruleikin er at mong av hesum børnum eru í einari hættisligari og vónleysari støðu, har í so at siga eingin vil ella megnar at grípa inn.

Gudloysingar tykjast ikki at taka hædd fyri, at myndugleikar í mongum, kanska flestu førum, longu eru væl vitandi um hættisligu støðuna sum, tildømis í Onglandi har hundra túsundavís av børnum strevast í hesum ræðuleikunum dagliga; í Kanada ivaleyst tað sama. Støðan er so mikið hættislig, at myndugleikarnir hvørki hava pening, fólk, myndleika, tíð ella orku til at gera tað stóra. Tí verður eisini heitt á vanliga bretan um hjálpa myndugleikum fíggjarliga.

Hvat gera so hesir myndugleikarnir við trupuleikan? Einki!
Hvat gera gudloysingar við trupuleikan? Mær vitandi einki!

Men eg kann so tryggja hesum gudloysingum, at kristin aktivt og áhaldandi, fríðvilliga og við egnum peningi gera hópin av arbeiði fyri at lætta um og hjálpa hesum ungu og teirra hart raktu familjum. 

Eg havi búð ikki minni enn 9 ár í Onglandi, har eg eisini havi antin samstarva við, ella vitja felagskap eftir felagskap, átak eftir átak, trúboðara eftir trúboðara, sum ikki bara eggja hesum hart raktu at biðja, men eisini gera alt sum kann gerast fyri broyta uppá teirra umstøður. 

Hví? Tí hesi kristnu eru, eins og øll onnur væl vitandi um, at mynduleikarnir slett ikki megna at grípa inn í hesar umstøðurnar, ditto í Kanada. Í Onglandi har Kristindómur oftani er undir ágangi bæði lógarmessiga og í miðlunum, hava myndugleikarnir seinastu árini samstarvast við kirkjur og samkomur sum eina nærum seinastu loysn fyri at røkka út. Tann uppliving sum familja okkara hevði í býnum Halesowen í Westmidlands, var at tey lokalu kristnu samskipaðu yvir hundra áhaldandi social átøk, og tá var talan bara um býin Halesowen. Minnist meg rætt lá árliga peningaliga virði í hesum verkið (sum fevndi um West Midlands), upp ímóti 50 milliónum krónum.
Neyvan hevði nakar muta í móti um sagt var, at um eingi kristin vóru í West Midlands, so hevði West Midlands ligi í rennisteininum. 

Hmm, tað eru annars nógvir ateistar í West Midlands.

Tey 6 árini vit livdu í Birmingham, komu vit at kenna eina trúboðarafamilju, sum fríðvilliga og í fríðtíð sínari tóku sær av umleið 20 hart raktum familjum og einstaklingum.

Fylgdu hesi kristnu orðunum sum Jesus álegði Jairus á sinnið: 'óttast ikki trúgv bert'? 

Absolut!

Skal hetta skiljast sum (gudloysingurin vil verða við) at kristin bara sita passiv meðan nútíðarrákið sindrar familju og samfelag?

Absolut nei!

Niðurstøða

  1. Jú kristin, sum taka orð Jesuar í álvara, óttast einki, men líta á Gud.
  2. Hetta er ikki einsbetýðandi við at kristin eru passiv í samband við myndugleikarnar ella persónligari ábyrgd, heldur eru kristin vælvitandi um at myndugleikarnir ikki megna at nøkta sociala tørvin. 
  3. Tí situr kristna samfelagið ikki á sínari reyv og grenjar um aðrar bólkar í onga samkenslu vísa og einki gera; ístaðin hava hesi tað sum eitt hjartamál at røkka út og tey røkka út.
At gudloysingar síðani skulu koma grenja um eina lýsing á einum bussi, eina lýsing sum eggjar børnum og ungum at biðja til Gud og ikki einki óttast, er heldur ótespuligt, ella reint sagt, so er hetta bara enn eitt dømi uppá gudleyst hyklarí. 

Eg hevði gjarna vilja sæð gudleysar forsprákarir so sum Sam Harris og Richard Dawkins skorið eitt sindur niður uppá teirra grenj og álop á religión og nýtt bara helvtina av teirra orku til umtala hættisligu viðurskiftini í okkara samfelagið, men tað passar kanska ikki inn í teirra eirindaleysu og nátturulistisku hugleiðingar av lívið og tilveru. Hvat nytta orð, tá ein einki sjálvur virkar.

Gudloysi tykist lata tey neyðstøddu eftir í rennidýkinum, samstundis sum rákið avlívar stóran riðil at teimum sum kundu verið við til byggja land (hesi hvørs virði er mær fortalt, ikki er størri enn eitt hønu egg). Stutt sagt Gudloysi er kósin í rennisteinin.

------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Tað vóru nakrir ateistar sum høvdu ilt av omanfyri standandi greinini.

Onkur rættaði meg í at talan var um Sam Harris, ikki Mike Harris (tað er so rætta).

Mær er seinni fortalt, at nógvir ateistar lána pengar til neyðstaddar familjur og møgulig átøk at hjálpa hesum í fáttækra londum og at Richard Dawkins hevur ein hjálpargrunn.

Men tað er bara at gleðast um.