Friday, September 14, 2012

Ein gud av pasta og kjøttbollum???



Ateistar vilja verða við, at ikkiverandi Gudurin onkursvegna kann samanberast við ikkiverandi gudlíka ódjórið av spagetti og kjøtbollum.

Populera samanberingin, umboðar tó ikki annað enn eyðkenda møsni sum ateistiska Bright rørðslan og Richard Dawkins fóðra teirra tilhengarir við. 

Avbjóðingin tykist ljóða: 'prógva at tín Gud er til og eg skal gevast at trúgva uppá mín':


Ein vildi trúð at hatta eina var rein ateistisk satira, men eg eri farin at ivast. Tað finnast veruliga ateistar sum skemtandi dýrka hetta tingi omanfyri. Tykist sum um hesir fylgja einari innvortis, kanska natúrligari tráðan at tilbiðja og dýrka eitthvørt metafysiskari enn tað køldu materiuna sum teir hálova allar lívsdagar sínar. Tildømis skal hetta roknast sum ein kirkja. Hesir hava enntá fingi til taks halgibøkur og bønarbøkur. Ein tilhengari hevur enntá eftir mikið stríð megna, at bera uppá ein 'spagetti ódjórs' høvuðbúna á passmyndini. Hesir sipa eisini til hetta rákið av einari satiru religión sum Pastafarianism.

 http://en.wikipedia.org/wiki/Flying_Spaghetti_Monster

Hetta skal sjálvandi síggjast sum eitt parody mótvegis trúgv á Gud. Men heilt erligt, hetta eru vaksin fólk, sum eru greið yvir at lív teirra er ómetaliga stutt og at hetta lívið í einum eirindaleysa alheimi er alt teimum er bjóða; okkurt minni fjákut má tí finnast á dagsskránnið enn at oyðsla hesi fáu árini uppá eitt spagetti ódjór.

Men tað sum eg vil koma inn uppá í hesum innlegginum, er spurningurin um samanberingin, myndin av einum spagettu ódjórði yvirhøvur er berandi?
Eitt er at stuttleika sær, men við tí álvara sum hetta verður vundi inn í og haldandi at hesin satiriski boðskapurin skal teppa teistarnar, gera hesir gudloysingar ikki seg sjálvur til gjøldur?

Sjálvandi hvat er ein meiri sannlík forkláring uppá uppruna alheimsins og tilveruna um ein veruliga má verlja: 1) ein ævigur, almáttugur Gud, hevjaður yvir tíð og rúmd, óbundin av og skapari av tíð, rúmd, orku og evnið, 2) ella ein vera av spagetti og kjøttbollum?

Hvar í liggur í veruleikanum samanberingin, ella hvussu skilja hesir samanberingina?

Óansæð, um ábendingar fyri Guds eksistens innan søgu, vísind og uppliving vantaðu í, so vildi ein slíkur Gud óansæð, verið ein væl sannlíkari forkláring uppá sín eksistens, enn ein vera úr mjøl og hakkikjøtið!

Meina ateistar hetta í álvara? Ætla hesir at vit skulu taka hetta í álvara? Ella forvænta hesir, at vit skulu síggja logikkin í satiruni sum í veruleikanum ikki er har? 

Eitt spagetti ódjór er jú samansett av mjøl, vatn og hakkikjøtt; tað er um myndin skal takast í álvara.

Harí liggur jú fyrsti trupuleikin við samanberingin! Samanborna myndin er 'samansett', og Gud er ósamansettur. Her restar jú í logikkinum! 

Harnæst bestendur samansetingin av evnum, avhengi til eina dimensión av tíð, rúmd og stað! Við øðrum orðum hesi: 1) uppstanda og forkomast, 2) eru bundin at undanfarnum orsøkum so sum tilgongdini av sub-atomiskum partiklum, atomum, plantuvøkstri, djóralívið, kjøtt malið í maskinum osv! So slett ikki nøkur haldber samanseting.

Tað er júst tí at spagetti ódjóri er so nátturligt, so tilgjørt, og sjálvt tilfarið so mikið vanligt í okkara gerandisdegið, í okkara handlum og skápum og á borðinum, at pastafarianism ikki egnar seg sum eitt haldgott dømið uppá religiøsa satiru. Hesir ateistar hava so at siga, drigi hesa satiru út frá skeiva útgangsstøðnum. Her uppstendur bara eingin royndar eldur.

Um ateistar ynskja at vit teistar skulu taka teirra argumentatión í álvara, vildi ivaleyst fyrst verið uppá sítt pláss, at hesir ikki drógu sínar samanberingar frá spagetti ódjórum, flúgvandi tekannum og øðrum lutum ella tingum úr okkara produserandi gerandislívið, men onkrum sum møguliga nærkaðist Guds ekistensi, tildømis einum persónliga cosmologiskum singularity, pre-existent lógir, kanska Gudin hjá Spinoza?

Men vælsignaðu ateistar--eitt spagetti ódjór???