Wednesday, May 16, 2018

Tankar um filmin Utøya



Sjálvur havi eg sæð filmin Utøya, sum eg helt verða ein rámandi og neyðugan film í okkara sárbøru og ørvitisligu døgum. Ógvusligt men vert at seta tíðina av til.
Tó so hevði eg samstundis kensluna av at filmurin bar ávíst brá av propaganda og varnist nú, at mistankin ikki rakti so langt við síðunar av. 
Slíkt propaganda kann gerast ómetaliga villeiðandi, serstakliga tí langt frá øll høgra hugsandi eru víðgongd og langt, langt er frá at verða generelt høgra víðgongdur til at fylgja í fótasporum Breivisk við áhuga í plaffa ungdómar og onnur øðrvísihugsandi niður.
Breivik umboðar tí ikki høgravenda hugsan sum heild, men psykopatismu.
Tað er satt at víðgongdur høgra sinnaður hugburður er í vøkstri í Europa. Tað eigur ikki at takast positivt og har eri eg samdur, men har má ein samstundis geva rúm fyri tí fullu myndini og spyrja: hví høgravend ekstremisma er í sovornum vøkstri.
Kann tað hugsast at slíkur hugburður uppstendur grunda av aðrari, mótsættari ekstremismu?
Fylg mær eina løtu.
Take eitt nú Stóra Bretland, Í Bretland hevur man í meiri enn tíggju ár latið muslimskar bandar gera túsundavís av ungum enskum gentum, líka niður í 11 ára aldur, um alt landi, til sex-trælir. Ikki fyri at gloyma at bara í einkultum støðum í Birmingham eru túsundavís av ungum gentum offur fyri neyðtøku ella neyðtøku royndum í líknandi mentunarligum umhvørvi.
Hetta vóru enskir mynduleikar sum fylgdu politikki og hugburði teirra vinstrasinnaðu upplýstir um: bæði løgregla, almenna tænastan og miðlar.
Men her valdi man at tiga og heldur offra túsundavís av gentum, bæði tannáringum og børnum í navninum av 'political correction' fyri at toknast einum minniluta.
Var Breivik víðgondur og psykopatiskur so var tað líkaleiðis víðgongt og ikki minni psykopatiskt at offra ungu genturnar í landinum í hendurnar á fremmandari religión og mentan, at eygleiða og samstundis reinsa samvitskuna við teirri innbiltu ynskihugsan at ein kortini hevur verði moralskur og fittur.
Eg haldi tað eisini verða av týdningi at seta spurningin, hví Breivik kom sær út í slíka diaboliska hugsunnar fellu? Eins og tað samstundis er vert at fáa greiðu á, hví høgravend ekstremisma er í sovornum vøkstri?
Fáa vit skil uppá detaljurnar heldur enn at fylgja trendinum verður tað óiva óneyðugt í framtíðini, at propagera við meira villeiðandi tilfarið, tí ein varnæst at vesturlendska samfelagið longu er úti í einari vandamiklari glíðibreyt.