Showing posts with label lívfrøði. Show all posts
Showing posts with label lívfrøði. Show all posts

Sunday, December 11, 2011

NASA serfrøðingurin og agnostikarin Robert Jastrow: Gud er møguliga til


Ein øtast í løtuni yvir tann manglandi opinleika, vit í løtuni síggja í úttalisum og hugburðinum hjá mongum gudloysingum. Hesin hugburður sum gevur seg út fyri at verða grundaður í fakta, men sum í veruleikanum, eina vísir á desperatu royndina at varveita teirra materialistisku heimsmynd. Hesin hugburður, sum nøkur hava givi heiti 'radical skeptisisma'. 
Hesin gudleysi hugburður tykist í mínari verð, alt ov veruleikafjarður og í nógvum førum mótsigandi og alt ov lítið úthugsaður. Mín persónliga niðurstøða er tí, at ateisturin heldur seg til hendan hugburð og tess argumentir, ikki tí at hetta kann logiskt grundgevast fyri, men tí at ateisturin hevur mikið behov fyri hesum.

Tó mugu vit ásannað, og við gleði, at tað eru serfrøðingar í hesum mainstream akademiska kredsinum, sum heldur ikki trúgva á Gud, men sum óansæð, ikki lukka seg inn í einari verð av ynskihugsan og sum heldur velja at loyva teirra ynskihugsan at vera órógvað av logik og 'common sense' fakta. Ein slíkur var Robert Jastrow, sum doyði í 2008, ein agnostikari og leiðandi vísindamaður hjá NASA, sum eisini gjørdist stovnari og leiðari av ‘NASA Goodard Institute for Space Studies’.

Robert Jastrow



Í bók síni: ‘Until the Sun Dies: A Scientific History of the Universe From the Beginning to the End of Time’, úttalar hans seg um møguleikan av Guds tilveru, útfrá gransking innan stjørnufrøði, upprunafrøði, evnafrøði og lívfrøði.

Um møguleikan av Guds tilveru og gransking inn kosmologi og upprunafrøði skrivar hann:

Was it “Thine  all powerful hand that creates the world out of formless matter”? And this last question, more interesting than any other can never be answered; we can never tell whether the hand of God was at work in the moment of creation…(16).

The universe, and everything that has happened in it since the beginning of time, are a grand effect without a known cause (17).

An effect without a cause? That is not the world of science; it is a world of witchcraft, of wild events and the whims of demons, a medieval world that science has tried to banish. As scientists, what are we to make of this picture? I do not know…(17).

Now we see how the astronomical evidence leads to a biblical view fo the origin of the world. All the details differ, but the essential element in the astronomical and biblical accounts of Genesis is the same; the chain of events leading to man commenced suddenly and sharply, at a definite moment in time, a flash of light and energy’ (21).

Áhugavert at hesin agnostiski vísindamaðurin, sum ikki trýr á Gud, metir upprunafrøði og granskan av alheiminum, at vísa á møguligu tilveruna av einum guddómligum skapara, nakað sum vísindin annars hevur roynt at bannað.

Um lívfrøði og yvirnátturliga inngríban skrivar hann:

At Present, science has no satisfactory answer to the question of the origin of life on the earth. Perhaps the appearance of life on the earth is a miracle. Scientists are reluctant to accept that view, but their choices are limited; either life was created on the earth by the will of a being...or it evolved...spontaneously through chemical reaction...The first theory...is a statement of faith...The second is also an act of faith. The act of faith consists in assuming that the scientific view of the origin of life is correct, without concrete evidence to support that belief (52).

Jastrow er opinbart av tí uppfatan, at pástandurin, um at lív er uppruni úr ikki- organiskum evnið, er eins væl eitt dømi uppá trúgv, sum pástandurin, at lív má verða skapt ella tilætla av einari hægri veru.

Thursday, December 1, 2011

Hevði Darwin Rætt?


Fyrr í árinum tóku Hans Andreas Sølvará og Heðin Lamhauge lut í einum kjakið á ráðstevnuni ‘Er Gud Deyður’. Evnið teirra millum snúði seg serstakliga um vísindina í einum lívsfrøðiligum høpi, við heitinum: ‘Hevði Darwin Rætt’? Eg havi fleiri ferðir havt ætlanir at skriva ávísar viðmerkingar um ráðstevnuna, á blogginum, men kom ongantíð so langt.
Men nú bar tað so á, at Sølvará og Heðin báðir luttóku í einum prátið, í útvarprinum, har í báðir umrøða sjónarmiðini. Hetta innleggi eru nakrar fáar viðmerkingar til tað sum har var framlagt.

Í prátinum avnoktar Sølvará ikki, at menningarlæran er ein vísindalig teori, men ein teori sum hann kortini metir at verða sonn. Sannføringin er bygd, sum hann sigur, á tað nýggjasta innan lívfrøðina, serstakliga nevnir hann metodina hjá Karl Popper, sum er av tí fatan, at um tað ikki hevur eydnast at falsifisera eitt ávíst ástøði, er teoriðin ivaleyst at rokna sum álítandi.
Eftirsum eg ikki eri vísindamaður, fari eg ikki gera meg inn á menningarlæruna á hesum sinni, tó at spurningarnir frá mínari síðu, ivaleyst eru nógvir.
Persónliga haldi eg hesa viðgerð av einum evnið verða praktiska, so leingi ástøði ikki fanatiskt sæð, skal varveitast sum eitt grundleggjandi fakta og tað er mín kensla at so er. 


Eg undrist bara yvir, hví hetta ikki eisini tykist at verða framgangsmátin sum Sølvará og aðrir, fylgja í teirra viðgerð, av eitt nú Evangeliumskelduni, har í hypotesir og ástøðir, sum eru óneyðugar, tíðarvillandi og oftani veruleikafjarðar, flúgva okkum um oyrini. Í høpinum av søguligu granskingini av Evangeliumskelduni, verða hesar hypotesir áhaldandi framlagdar sum vóru tær fakta og søguligu veruleikin oftani kúgaður. Hesar hypotesur og hesi ástøði innan bíbliusøgranskan kunnu jú oftani falsifiserast, alt ímeðan keldutilfarið sum ikki líkar kritikkarinum, kann staðfestast nógv betri enn menningarlæran. Er tað nakar við mær sum varnast mótsøgnina? 

Víðari í prátinum leggur Heðin upp til, at menningarlæran heldur enn at verða væl grundfest, er vorðin væl og virðuliga vard; við øðrum orðum sleppur hon ikki at verða afturvíst. Harnast fastheldur hann, at menningarlæran, sum dregur frá ymiskum vísindaligum økjum og ástøðum, verður eftir hesa samanlegging klødd í ein ávísan ham, hareftir við tí tilgongd, at úrslitandi niðurstøðan verður tulka til at passa einari ávísari heimsmynd; í hesum førðinum tí nátturulistisku, har í Gudurin verður skyldur frá.
Fyri Heðin, er hetta dømi uppá at darwinisman, eftir núverandi tilgongd, er nógv meiri politisk, heldur enn vísindalig.


Persónliga haldi eg, at Heðin í hesum føri, vísur á eina meiri álvarsama og dapra síðu í kjakinum millum darwinistar og tey sum ivast um ástøðið. Her tykist tað at darwinisma er ein meining, sum grunda á ástøði, drívur eitt monopolspæl, har í mótstríðandi síðan, javnan verður demonisera og enntá til tíðir, tvungin at tiga.

Henda dapra myndin er heldur ikki so veruleikafjar. Tað er í hvussu er ein veruleiki, at øðrvísihugsandi, verið tað seg kreationistar ella slík sum hava ivamál um darwinismuna, oftani hava verið úti fyri ómetaligum ágangi í tí akademiska leikpallinum. Jerry Bergman í bókini ‘Slaughter of the Dissidents’, viðgerð ein hóp av slíkum søkum úr USA og talið á dømum, bara í USA, sigst at kunna liggja upp í móti 100.000. Kann hetta forklára tað stóra fleiritalið av evolutionistum og teir fyrimunir og makt hesir hava í granskingini, útgangstøðinum, niðurstøðuni, eftirmetingini og kjakinum?
At hetta er blivi eitt politiskt stríð mótvegis trúgv og religión, sæst eisini týðiliga aftur í úttalisinum hjá kenda vísindamanninum og ateistinum Steven Weinberg, sum einaferð helt fyri: ‘Um vísind kann oyða religiøsu ávirkanina á unga fólkinum, so haldi eg, at hetta møguliga er tann mest týdningarmikla íløga vit kunnu gera’ (Dinesh D’Souza, What’s so Great about Christianity, s.25).
Eg haldi tí, eg kann taka undir við Heðin, tá hann sigur, at darwinisma ídag, oftani tykist at grunda í politikki, ella tað sum vit av røttum kunnu kalla motiv ella maktstríð.

Aðrastaðni í prátinum gerð Sølvará sær galt av ‘fleiritals-argumentinum’. Her hevur hann sjálvandi rætt í pástandinum, at flestu lívfrøðingar ikki eru samdir við Heðin; men skulu vit nú aftur gera okkum galt av fleiritalinum? Hevur fleiritalið altíð rætt? Hevur søgan lært okkum at fleiritalið altíð hevur rætt? Stuttligt, tí eftir at hava kjakast um religión við ikki-kristnar føroyingar í eitt ár, verður sama ‘fleiritals-argumentið’, javnan tikið uppá tal. Tá eg so tiltíðir hætti mær at nýta hetta sama argumentið, gera hesir ikki øðrvísi, enn at vraka argumentið og harvið mótstríða sínari egnu framferð og útgangstøðið.
Sølvará hevur enntá nýtt sama argumentið í einum gudfrøðis-søguligum høpi, í samband við Bíbliutekstin. Men í tí høpinum kann argumentið av fleiri orsøkum, slett ikki altíð nýtast og um tað kann og vit kunnu yvirføra hendan saman holdning til menningarlæruna eisini, so fer ivi mín um menningarlæruna bara at økjast munandi meiri.

Í samband við pástandin hjá Heðin, at menningarlæran er blivin partur av einum politiskum maktkampi, svarar Sølvará at menningarlæran hevur verið nýtt politiskt av social-darwinistum. Men leggur hann aftrat, at atomfrøði eisini kann brúkast til gott og ilt, sum tí sigur líka lítið um veruleikan av menningarlæruni sum atomvápn siga um atom.
Veit tó ikki heilt, um hatta var tað sum Heðin meinti við, men eg kann fara skeivur. Haldi at Heðin vísti á, at darwinisma hevur verið brúkt politiskt, í tann forstand, at ástøði hevur skula staðfest ella grundgivi fyri einari nátturligari tilveru, har Gudurin antin er uttanfyri, ella slett ikki eksisterandi. Fyri nógvar social darwinistar, er hetta sjálvsagt eitt útgangstøði, men fyri nógvar darwinistar, er hesin holdningur, sum heild, ivaleyst eisini generelt ráðandi.
Í hesum sambandi, hevur tað hevur verið nógv kjakast á ‘Kristindómur Svarar’, um at menningarlæran hevur etiskar trupuleikar við sær. Hetta kemur oftani til sjóndar innan social darwinismu og er eftir Dawkins at døma, ein dapur veruleiki sum óansæð socialdarwinismu ella ikki, hvílir undir ástøðinum.
Her hava mong sjálvandi kritisera menningarlæruna og lýst ástøði, sum bæði óetiskt og sosialt vandamikið. Hetta var eitt nú tann stóra fløkjan, sum kommunistarnir máttu loysi seg úr, eftir at hesir í teirra tekstum myndaðu samfelags tilgongdina og etik, við nátturligu menningina lýsta av Darwin og øðrum og eirindaleysu ‘survival of the fittest’.

Eg eri tó púra samdur við Sølvará, at hetta ikki vísir darwinistiska ástøðinum aftur, men eg geri meg kortini ikki heilt klókan uppá analogiði, tá hann leggur dent á, at atomgransking eins væl og menningarlæran kann nýtast til gott og ilt.
At darwinisma var nýtt at greiða frá rættari samfelagstilgongd, er ein týðiligur trendur í mongum 19-20 ølds tekstum. Veit ikki heilt, hvussu etisk, social-samfelags filosofi, har í menniskjasamfelagið, sum annars kann eftirapa seg tilgongdini í menningarlæruni, kann eftirapa seg atburðinum hjá atomum og hví vit yvirhøvur skuldu? Men hetta var nú ikki tað haldi eg, sum Heðin kom inn á kortini.

Gleði meg at fylgja við kjakinum í framtíðini og vóni at kjakið verður áhaldandi.

Lurta eftir prátinum á Kringvarpinum:

http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2011/11/29/Hevi%20Darwin%20rtt

(onkrar broytingar eru gjørdar í hetta innleggi)