Onkrir viðmerkjarir á hesum blogginum pástanda, at Kristindómur við tess moralsku ávirkan, í tess Ur-tíð framlegði einki nýtt og hevði onga serstaka ávirkan á fornaldarliga heimssamfelagið, men heldur, at hesir læntu teirra etisku vitan frá grisk-rómverskari mentan.
Í hesum høpið (undir viðmerkingum) vísti eg á eitt ting sum millum annað barnadráp.
Tað er fakta, at dráp av nýføðingum var ikki ein óvanligur siður millum grikkar og rómverjar.
Tann eini av gudleysu viðmerkjarunum, sum í roynd sínari vildi bakkað upp gudleysa ándsbróðir sín, vildi tí verða við, at hetta var aldargamalt kristiligt propaganda.
Tja...hvussu langt skal ein fara?
Men læt okkum viðgera evnið við tí vitan sum vit ídag hava atgongd til.
Hvat læra vit frá sjálvari søguni:
Peter Ørsted sum forskar rómverskari søgu, skrivar í bókini 'Romerne: Dagligliv i det romerske imperium':
....børneudsættelser har haft et ret stort omfang i antikken...Formålet var ganske enkelt at blive fri for at skulle opfostre barnet. Årsagen hertil kunne være social og økonomisk, men udsættelsen kunne også skyldes, at barnet var handicapped (223).
John Ortberg skrivar í bókini 'Who is this Man':
In the ancient Greco-Roman world, there was a huge shortage of women--about 140 men for every 100 women. What happened to the other women? By the Law of Romulus in Rome, a father was required to raise all healthy male children, but only the firstborn female; any others were disposable. According to the Greek poet Posidippus (third century BC), "Everyone raises a son even if he is poor but exposes a daugther even if he is rich." In the city of Delphi, out of six hundred known families, six of them raised more than one daughter. The rest were apparently abandoned to die (47)
Serstakliga rakti hesin vemmiligi trendur gentubørnini, sum gjørdi at talið av dreingjum og monnum í Róm var nógv hægri, enn talið av kvinnum og gentum; Ørsted skrivar:
Et møjsommeligt forskningsarbejde har ført til den antagelse, at fordelingen mellem kønnene i det romerske imperium har været ca. 130 mænd til 100 kvinder... (225).
Ørsted heldur tó at aðrar orsøkir eisini vóru fyri lága talinum av kvinnum. Heldur ikki heldur hann, at børnini bevíst vóru útsett við tí endamálið, at hesi absolut skuldu doyggja, men heldur við teirri vón um, at onkur fór at taka hesi til sín, møguliga sum trælir (223). Somuleiðis eru tað nakrir granskarir sum halda at myndin vit hava fingi um hópbarnadráp er eitt sindur yvirdrivin:
http://ancientimes.blogspot.com/2011/05/widespread-roman-infanticide-not.html
Kristni trúarverjin og heimspekingurin Justin Martyr sum skrivar um ár 140-160, gevur okkum hópin av innlit inn í støðuna.
Hann er samdur og staðfestir, at mong av hesum børnum doyðu ikki. Flestu vóru tikin og vóru frá barnsbeini tvungin inn í rómverska sexídnaðin sum sex-trælir.
But as for us, we have been taught that to expose newly-born children is the part of wicked men; and this
we have been taught lest we should do any one an injury, and lest we should sin against God, first,because we see that almost all so exposed (not
only the girls, but also the males) are brought up to prostitution.
And as the ancients are said to have reared herds of oxen, or goats, or
sheep, or grazing horses, so now we see you rear children only for this
shameful use (Justin Martyr, The First Apology of Justin Martyr, kapitul 27)
Hetta var so tað samfelagið sum Ur-Kristindómurin føddist inn í, og elendigheitin í slíkum samfelagið var opinbart ikki nakað sum samfelagskipanin, samfelagshugburður og fornaldar siðalæran sum heild tyktist geva sær nakað fær um. Hetta vóru tó tær umstøður, sum tey kristnu settu sær fyri berjast móti og broyta og tað megnaðu tey.
Tað tykist rættuliga opinlýst frá hópinum av fornsøguligum keldum at barna útseting og barnadráp var av tí vanliga.
Augustus keisari, hevði tíð sínari roynt at steðga tilgongdini. Grundin var tó ikki at børn vóru sædd uppá við størri virði, men tí hópurin av deyðum børnum, ávirkaði hernaðarligu støðu Róms og varðandi vald Rómarinnar sum heild; Ørsted skrivar:
Problemet i denne periode har givet været et faldended befolkningstal og dermed betydelige vanskeligheder med at hold både hær og produktion oppe på nødvendige niveau...På Augustus' tid opstod en velbegrundet nervøsitet for, at den oprindelige italske borgerbefolkning skule sygne hen (224).
Tað var tí sersliga undir krepputíðum, at Augustus keisari royndi at økja um fólkatalið, við at eggja rómverjum at fostra børn síni upp, heldur enn at myrða tey.
Tað er eingin loyna, at talið av rómverjum vaks ómetaliga undir Augustus, men tað er heldur eingin loyna, at útseting av børnum og barnadráp var áhaldandi undir hansara keisaradømi, og trendurin var ongantíð veruliga avtikiðin við lóg. Grundin var ivaleyst at ein slík lóg, vildi gjørt seg inn á sannan og grundleggjandi rómverskan hugburð og hugsjón.
Ørsted skrivar:
Familiefaderen var naturligvis sui juris og havde derfor alle andre personer i husstanden i sin manus. Det gjaldt primært slaver og børn og i al fald i tidligste tid også kvinder, dvs. hans hustru. Det betød, at han kunne behandle dem fuldstændig som hann ville. På måder må de sammenlignes med husets slaver. De kunne sælges, aflives eller straffes...Hans svar var at kompensere herfor ved at yde beskyttelse. Denne beskyttelse kunne både blive til mord, børneudsættelser og tvang (240-241).
Vælkenda brævið skriva einaferð í 1 BC, frá einum rómverskum hermanni til konuna (P. Oxy. 744. H.E. 105) sigur eitt sindur um hesa støðuna:
I will remain in Alexandria. I beg and entreat you, take care of the little one, and as soon as we receive our pay I will send it up to you. If by chance you bear a child, if it is a boy, let it be, if it is a girl, cast it out (C.K. Barrett, The New Testament Background: Selected Documents).
Rætturin at kunnu drepa sítt nýfødda barn, serstakliga tá talan var um eina dóttir, var avgerandi eftir rómverskum hugburði.
Fleiri rómversk handrit vísa tó á, at myndugleikarnir royndu at basa trendinum av barnadrápið, við at geva fáttøkum familjum pengar, við tí vón um at foreldur ikki myrdu teirra børn (224-225).
Men tað var tó ikki fyrrenn í árinum 374, tá Róm var undir kristnari ávirkan, at ein lóg veruliga bannaði útseting og dráp av børnum, Ørstad skrivar:
Men det bemærkes, at der stadig intet juridisk er til hinder for, at forældre kan sætte der børn ud. Det endelige forbud herimod kommer først i år 374 e.Kr. (224).
Ivaleyst var ávirkan Kristindómsins orsøkin til hetta forboð.
Bíblian lærir mótsatt fornu rómversku-grisku siðalæruna, at øll menniskju, írokna, kvinnur og børn hava serstakt virði. Hetta virði er ikki grunda í krepputíð, har í fólkatalið minkar, men fyrst og fremst tí at menniskja, eftir læru Bíbliunnar, er skapt av Gudi og í mynd Guds, sum ein serstakur skabningur.
Bíblian lýsir børn sum eina gávu frá Gudi: Børn eru gáva Harrans, lívsfrukt er løn (Sálmur 127: 3), og
læra Jesusar um børn, var nærum óvanligur hugsunnarháttur í fornari tíð:
...tann sum tekur ímóti bert einum slíkum barni í navni Mínum tekur ímóti mær (Matteus 18: 4)
Tey bóru smá børn til Hansara, fyri at hann skuldi nema við tey; men lærisveinarnir høvdu at teimum, ið bóru tey. Táið Jesus sá tað, var Hann vreiður og segði við teir: "Latið hini smáu børn koma til Mín, forðið teimum ikki! Tí ríki Guds hoyrir slíkum til" (Markus 10: 13-14).
Tað virði sum Jesus her leggur í børnini, skyldast ikki fólkaminking, men tí hesi veruliga hoyra Ríkið Guds til.
Koma Kristindómsins legði tí upp til eitt samfelag sum fulkommuliga breyt frá tátíðar hugburði.
Jesus sigur seg millum annað verða komnan at fulkomma profeti Esaiasar profets:
"Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salva Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúga frí, at kunngera náðiár Harrans" (Lukas 4: 18-19).
Hetta er bíbilskur Kristindómur í einari nutt-shell og samstundis alt tað, sum grisk-rómverska samfelagið ikki var.
Jesus gjøgnum Kristindómin (tað eru tey sum eftir Hann komu), hevði eina fundamentala ávirkan á heimssamfelagið, tess hugburð um lívsvirðir, siðalæru og moral. H.G. Wells serfrøðingur í rómverskari søgu, sum sjálvur ikki er ein kristin, hevur hetta at siga:
"...a historian like myself, who doesen't even call himself a Christian finds the picture centering irresistibly around the life and character of this most significant man...The historian's test of an individual's greatness is "What did he leave to grow?" Did he start men to thinking along freshe line with a vigor that persisted after him? By this test Jesus stands first."
Hvussu ávirkaði Kristindómurin trupuleikan av: 'barnadrápið og útseting av børnum'?
Eitt dømi er kristna brævið til Diognetus, sum var skriva einaferð í 2 árhundra, onkur vil verða við, so tíðliga sum ár 130, har vit lesa
They marry like all other men and they beget children; but they do not cast away their offspring (The Epistle to Diognetus, 5: 6).
Brævið staðfestir, at mótvegis vanliga hugburðinum millum grikkar og rómverjar, góvust kristin við at drepa ella seta teirra børn út.
Aðrar fornaldarligar kristnar keldur forbjóða slíkari gerð.
Í bókini Didache, sum møguliga er skriva um ár 100, lýsa høvundarnir týðiliga siðalæruna sum tá valdaði millum tey kristnu; í hesum sambandi verður eisini víst á trupuleikan við barnadrápið:
Thou shalt not kill. Thou shalt not commit adultery; thou shalt not corrupt boys; thou shalt not commit fornication. Thou shalt not steal. Thou shalt not use witchcraft; thou shalt not practice sorcery. Thou shalt not procure abortion, nor shalt thou kill the new-born child. Thou shalt not covet thy neighbor's goods... (2:2)
not pitying the poor, not toiling with him who is vexed with toil, not knowing Him that made them, murderers of children, destroyers of the handiwork of God, turning away from the needy, vexing the afflicted, advocates of the rich, lawless judges of the poor, wholly sinful (5: 2)
Tað er lítil ivi um, at tað var Kristindómur sum serstakliga ávirkað heimsamfelagið og tess hugburð móti børnum, serstakliga nýføðingum, eins væl og teimum óføddu; sum Didache eisini leggur dent á. Og tá skal ein hava í huga, at her tók Kristindómurin bardagan upp, serstakliga móti drápinum av sjúkum og brekaðum børnum eins væl og gentubørnum.
Barnadráp í nýggjari tíð
Tað eigur tí ikki at undra okkum, at tá kristna ávirkanin og trúgvin verður sett til síðis og royndir verða gjørdar at avkristna okkara samfelag, ella í hvussu er at stegða tess ávirkan; tað sum vit ídag eru vitni til, so verður tað eisini pilka við mannavirðini--tað eru vit somuleiðis vitni til ídag.
Tað eigur tí ikki at undra okkum at gudloysingar sum tildømis Peter Singer, Richard Dawkins og aðrir, so spakuliga eru farnir at tosa jaliga um barnadráp aftur:
http://kristindomur-svarar.blogspot.com/2011/12/dawkins-sigur-at-menniskjalivi-er-ikki.html
http://kristindomur-svarar.blogspot.com/2012/05/richard-dawkins-sigur-ok-at-avliva.html
http://kristindomur-svarar.blogspot.com/2012/05/avliva-nyfingar-eru-vit-o-i-hvdunum.html
Vónandi ansa vit sum samfelag eftir, hvørjar ávirkanir sleppa at ráða í landið okkara. Verða tað ávirkanir sum ikki hava nakran absoluttan moralskan, etiskan grundvøll, kunnu avleiðingarnar verða vemmiligar.
Meiri um forna samfelagið og barnadráp:
http://en.wikipedia.org/wiki/Infanticide
Tað sagt, Kristindómur gjørdi ikki enda á barnadrápi enntá upp til miðaldartíðina í Europa og onnur gomul europeisk praksis so sum at brenna sokallaðar heksir var heldur ikki løtt at avtaka.
Tó má leggjast at aftrat at Kristindómurin sum uppstóð við í 4 øld tá rómverska samfelagið tók kristna trúgv til sín sum nýggju religión samfelagsins var ikki samanberandi við tí Kristindómi sum undanfarnir eftirfylgjarir Jesusar høvdu fylgt við hjarta og sál líka til deyðan. Nú var Kristindómur knappuliga vorðin inn, tað loysti seg at gerast kristin og ein kundi taka hesa avgerð uttan at venda við, fylgja Jesusi ella gera sær fær um hvat Jesus hevði álagt sínum globalu lærisveinum.
Hetta skapið av einum Kristindómi sum floymdi yvir Europa eftirfylgjandi árhundraðini var ein politiskur Kristindómur, mangan uttan umvending, heilagt lív, samfelag við Gud, ella veruligan kristnan standard.